mikudagur 27. november 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgdðarbisðstjóri. Jan Møller
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahi
Ódámlig
framferð
EIN av hevuðstrupulleikunum í fer-
oyska samfelagnum er og hevur leingi
verið ein alt ov stórur fiskifloti. Fyri tað
fyrsta bera fiskastovnarnir ikki eitt so
stórt veidutryst, og harnæst verður so
mikið lítið í part til tey mongu skipini, at
tey fáa als ikki endarnar at røkka sam-
an. Einki nýtt er í hesum. Hetta hava vit
verið vitandi um leingi. Nógv hevur ver-
ið tosað um at fáa broytt hesa óhepnu
gongd, og ymsar royndir hava eisini
verið gjørdar.
EIN tann mest itøkiliga royndin at
minka um flotan og harvið eisini trýstið
á fiskastovnarnar er skipanin við upp-
hegningarstuðuli. Endamálið við hesi
skipan var uttan iva gott, nevniliga tað
at fáa tynt út í flotanum uttan at nýggj
skip komu ístaðin. Tað vísir seg nú, at
skipanin við uppheggingarstuðuli hev-
ur ikki heilt virkað eftir ætlan, tí tað sær
út til, at tað í fleiri forum eru skip, sum
hava ligið leingi og harvið ikki fiskað av
stovnunum, ið eru upphøgd. Aftrat hes-
um kemur, at tað í sambandi við útskift-
ing og endurnýgging av flotanum eru
komin nýggj skip inn i flotan, id eru
bæði meira effektiv og kunnu veiða
meira enn tey gomlu, sum eru farin úr
flotanum. Við hesum er ikki sagt, at vit
ikki skulu kunna skifta okkara skip út
og harvið endurnýggja flotan, men
henda sannroynd hevur so ikki virkað
til, at veiðutrýstið ella veiðuorkan eru
minkað.
NÓGVIR aðrir hættir at minka um flot-
an hava verið frammi. Men hóast vit nú
hava umrett henda spurning í skjótt
fleiri ár má sigast, at enn er langt frå
rokkið á mål. Í hesum døgum eru menn
Jústinus Eidesgaard
so farnir at tosa um legu- ella liggidagar,
t.v.s. at landsstýrið rætt og slætt ger
reglur, sum siga, at flotin skal liggja fyri
teym hesa og hasa tíð á árinum. Hetta
er uttan iva áhugaverd roynd, men so-
leiðis sum hon er almannakunngjørd í
útvarpinum í hesum degum, má hon
sigast at koma sera illa við fyri mangar
fiski- og útróðrarmenn.
LANDSSTÝRIÐ hevur nevniliga avgjørt
— uttan at hava kunnað útróðrarmenn
um ætlanina — at flotin skal liggja nakr-
ar dagar í desember og síðani eisini
ávísa tíð í komandi ári. Hesi tíðindi
koma sera illa við hjá teimum útróðrar-
monnum, sum annars eru við at gera
seg til til nakrar góðar dagar júst í de-
sember, tá landsstýrið nú hevur gjørt av
at tvinga teir til ikki at fara út.
NU er so lítið komið fram um málið, at
tað enn er ringt at gera eina nidurstødu.
Men sigast má, at landsstýrið hevur
verið sera klossut, tá tað als ikki hevur
kunnað vinnuna um hesa ætlan framm-
anundan — og at útróðrarmenn fyrst
skulu fáa hetta at vita gjøgnum útvarp-
ið.
HENDA ætlan landsstyrisins er so ikki
nøkur haldgóð loysn á trupulleikunum
einsamøll. Hon er sum so nógvar aðrar
ein lappiloysn, sum sjálvandi eisini
skulu vera partur av eini heildarloysn.
Men um somu tíð sum slík stig verða
tikin, átti landsstýrið eisini at umhugs-
að, hvussu okkara framtíðar fiskifloti
skal síggja út. M.a. hevur aftur og aftur
verið spurt eftir, hverjar ætlanir lands-
stýrið hevur í sambandi við tí leingi
ynsktu endurnýggjan av útróðrarflotan-
um.
SUM steðan sær út nú, so tykist út-
róðurin ongan góðan at hava, hverki
millum politikararnar ella peninga-
Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith
Ólavur W. Høgnesen - Hilmar Jan Hansen
Útgevari: P/f Sosialurin
Uppseting: P/f Sosiafurin
Prent: Pil Pressan 1981 Telefon:
stovnarnar. Ítgkilig uppskot um at
endurnýggja útróðrarfloøtan verða
gloppad og síðan løgd niðast í skuff-
una. Her má og skal koma vend í. Vit —
føroyska samfelagið — hava ikki ráð til
at missa útróðurin, men vit eiga heldur
at menna hann, tí tað sær ikki mætari
út enn at tað verður júst útróðrarflotin,
sum fer at hava sera stóran týdning fyri
okkara framtíðar fiskivinnu, nú so nógv
verður tosað um at fáa besta fiskin til
lidugvøruframleidslu og fáa góðan
feskan fisk av landinum at selja fyri
besta prís.
VIÐ hesum er ikki sagt, at vit ikki skulu
hava onnur skip í flotanum so sum trol-
ararnar. Men vit mugu bara vera realist-
isk og gera støduna greiða: hvussu skal
framtíðar flotin síggja út. Og í hesum
sambandi er sera umráðandi, at vit seta
út í kortið endurnýggjan av útróðrar-
flotanum.
ÚTRÓÐRARMENN hava leingi gjørt
vart við, at teir eiga ongan góðan í
Tinganesi. Hetta seinasta uppskotið,
sum fiskimálaráðharrin John Petersen
er upphavsmaður til, má sigast at sanna
hetta. Tí hvat líkist tað, at fiskimálaráð-
harrin saman við restini av landsstýrin-
um frá degi til annan gevur fiski- og út-
róðrarmonnum boð um útvarpið, at nú
skal flotin leggjast! Ikki kann sigast at
her hevur verið hugsað langt, tí tað er
greitt, at slík boð, sum koma á slíkan
hátt, ikki fella í góða jørd hjá teimum,
sum tey fyrst raka.
SUM tímarnir ganga koma mótmælini
til landsstýrið og hava útróðrarmenn
longu boðað frá, at teir fara ikki at akta
boðini. Eisini hava umboð fyri vinnufe-
legini harðliga átalað framferðina hjá
landsstýrinum í hesum máli. Hví skal
vinnan fáa slík kollveltandi boð gjøgn-
um útvarpið: nevniliga at flotin skal
Bústaður:
Postadressa: Postsmoge 76
110 Tórshavn
11820 Telefax: 14720
leggjast frá miðjum desember til inn í
januar mánaða!
VIT hava áður á hesum stað talað at tí
vanvirðing, sum leiðslan í Tórshavnar
býráð hevur víst borgarunum í býnum,
nú seinast í sambandi við ætlanina at
selja Eysturskúlan. Tað stendur greitt,
at avgerð landsstýrisins at leggja flotan
og boða fiski- og útróðrarmonnum hesi
tíðindi gjøgnum útvarpið, er ein van-
virðing av somu monnum og annars
teimum avtalum, sum landsstýrið hevur
gjørt við eitt nú vinnuna um eitt betri
samskifti.
TAÐ má vera eitt krav til fólkaflokkin,
sum umsitur fiskivinnuna í Tinganesi, at
landsstýrismaður hansara hevur virðing
fyri teimum monnum, ið halda lív í okk-
ara høvudsvinnu. At tað verða gjørd til-
tok til tess at minka um veiðutrýstið og -
orkuna er í lagi. Men mátin hetta verður
gjørt uppá, hevur so sanniliga nógv at
siga. Virðing hvor fyri ødrum er eitt
minstakrav. Áhugavert verður at
frætta, hvat javnaðarflokkurin heldur
um umreddu framferð í Tinganesi í hes-
um máli. Formaðurin í Fiskimannafelag-
num hevur fleiri ferðir í blødunum sett
flokkinum spurningin, um tað veruliga
er so, at javnaðarflokkurin letur fólka-
flokkin draga seg eftir hárinum, tá talan
eru m at knúska og syndra fiskivinn-
una. Henda spurning setir hann aftur
fram í blaðnum í dag. Sí grein hansara
inni í blaðnum.
Varðveltið Ester
I Dimmalætting týsdagin
er áhugaverd grein eftir
John Sigurd Joensen. Í
hesi grein heitir hann á
klaksvíkingar um at varð-
veita seinastu sluppina
Ester. Hann skrivar, at tað
er stórt spell, at Ester skal
upphøggast, hetta skip,
sum hevur verid ein fragd
at sæd i okkara fiskiflota.
Hann vísir á, hvussu nógv
arbeiði á landi skipið hev-
ur givið og rósar mann-
ingini.
John Sigurd Joensen
kemur so fram við ymsum
tonkum, hvussu Ester
kundi verið varðveitt til
efurtíðina og vísir hann á,
hvat íslendingar gera í
slíkum føri. Teir hava
funnið pláss á landi, har
gomul skip verða varð-
veitt sum eitt slag av
museum. Hann kemur so
við onkrum hugskoti, um
hvat kundi verið gjørt fyri
at varðveita, men spurn-
ingurin er so, hvat hetta
fer at kosta.
"Men spell verdur
tað, um "Ester" verður
Kanska
upphøgd.
einasta skip í flotanum,
sum hevur klárað sínar
skyldur. Vónandi fer
Norðoya
Fornminnisfelag at taka
stig til , at Ester verður
varðveitt sum eitt søgul-
igt minni um slupptíði-
na“ skrivar John Sigurd
Joensen.
Nú fleiri pláss í land -
inum hava brúkt orku og
pening at varðveita gomul
Skip, so må sigast, at tað
er ein sjálvfylgja, at hetta
eisini verður gjørt í
Klaksvík. Hetta er jú út-
róðrar- og fiskiplássið
burturav, og unna vit
klaksvíkingum at teir eis-
ini fáa "sína slupp”. Ikki
er hetta tíðin, tá bestu
ráðini eru, men hetta átti
at borið til á onkran hátt.
Tað kann so nógv gerast,
har gott fólk er, og tað
finst jú nógv av ti í
Klaksvík. Hvussu hetta
verður gjørt er so upp til
klaksvíkingar, men v vit
stuðla avgjørt hugskoti-
num, at eisini Klaksvíkin
eigur at varðveita eina av
gomlu sluppunum ella
annað skip.
gjaldið!
Gongd á tunnil
Dimmalætting veit í gjár
at siga frá, at fleiri mans
eru settir at arbeiða uppá
tunnilin millum Kaldbak
og Oyrareingir. Koyr-
andi verður gjøgnum
tunnilin um eitt ár. Hig-
artil hava 27 mans ar-
beitt í tunlinum, nú
verða so 35 mans. Nú er
langt síðani, at vit
horydu nakað um um-
radda tunnil. Ætlanin
var at hann skuldi vera
lidugur longu, men or-
sakad av støduni i sam-
felagnum varð hetta ar-
beiði drýggjað meira.
Umframt henda tunnilin
verður eisini arbeitt upp-
á tunnilin millum
Sumba og Lopra. Tá
hesi bæði arbeiðini eru
liðug verða so øll hesi
arbeiðsfólkini
arbeiðsleys, uttan so at
okkurt annað arbeiði fer
í gongd. Og her hava
tvey arbeiði verið um-
rødd. Annað er undir-
sjóvartunnilin og hitt er
bergholið til Gásadals.
Nú hevur verið so nógv
tjak um undirsjóvar-
tunnilin, at hetta fyri ein
part hevur lagt lok yvir
framtíðar = almenn
arbeiði, sum skulu í
gongd so ella so. Tað
kundi ti verið áhugavert
at fingið at vita frá
landsstýrinum, hvønn
poliukk og hverjar
ætlanir tað hevur kom-
andi árini í sambandi
við almenn arbeiði.
Hvussu nógv fólk ynskir
landsstýrið skulu hava
arbeiði hjá lands-
verkfrødinginum kom-
andi árini og hvørji
arbeiði skulu hesi fáast
við. Verður ikki farið
undir undirsjóvartunn-
ilin í hesum valskeiðn-
um, hvørji arbeiði skulu
tå gerast!
—- -— - -