mikudagur 27. november 1991síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Nr. 221 — 27. november 1991
Sjúrður Guðjónsson, Hvannasunds Fiskavirkið, um legudagarnar
Fr | FÅ
Restin av flotanum liggur kortini um
jólini, so einans útróðurin verður rakt-
ur. Harumframt fer ein skipan við legu-
dógum at sabotera útflutningin av fesk-
um flókum, sigur Sjúrður Guðjónsson
Royking er vandamiklari enn asbest, - eisini fyri
tann, sum situr undir liðini á roykjaranum
Royking ber av øllum
Sjúkur í andaræsinum kunnu standast av eitt nú
dálkaðu luftini í stórbýum; og hon nýtist ikki at vera
serliga nógv dálkað, fyri at tey viðkvomu gerast sjúk.
At anda royk frá roykjarum - t.v.s. sonevnd passiv
royking - ber av øllum, sigur Ebbe Taudorf, danskur
serlækni í lungasjúkum.
> Vit vita, at verða fýra sigarettir royktar heima, so
veksur møguleikin fyri, at børnini fáa infektión í
andaræsið, og harvið økist eisini møguleikin fyri, at
tey fáa ovurviðkvæmi<, sigur danski læknin, sum
eisini vísir á, at situr ein ikki-roykjari á eini skriv-
stovu, har nógv verður roykt, er tað 100 ferðir vanda-
miklari enn at sita undir einum asbest-lofti.
Danski javnaðarflokkurin
Fúsur at siga
avgerðarrætt frá sær
Danski javnaðarflokkurin er fúsur til at lata ein part
av avgerðarrættinum hjá Danmark frá sær til EF.
Hetta segði Bjørn Westh, ið samskipar EF-politikkin
hjá flokkinum, undir eini EF-hoyring í Keypmanna-
havn í vikuni. Danski javnaðarmaðurin segði, at hetta
var treytað av, at Danmark afturímóti fekk aðra á-
virkan.
> Vit eru fúsir at víðka EF-samstarvid, um so er, at
tað er skilagott. Skal Danmark lata avgerðarrætt frá
sær til Bruxelles, so skal tað vera eftir eitt gjølligt
orðaskifti og fólkaatkvgður<, segði Bjørn Westh.
Einki snús í EF
Heilsumálaráðharrarnir í EF-londunum samtyktu
mánadagin, at seta forboð fyri vátum snúsi í EF frá 1.
juli komandi ár.
Forboðið fer ikki at huga EF-viðhaldsfólki i Svø-
ríki, tí har er snús vorðið sera væl umtókt, serliga
millum tey ungu.
EF-ráðharrarnir samtyktu eisini, at ávarðingarnar
ímóti heilsuvandanum við royking til eisini at umfata
annað enn sigarett-pakkarnar. Hinvegin fekst ikki
semja um, at seta forboð fyri tubbaks-lýsingum. (RB)
>Verða legudagarnir sam-
tyktir, sum tað hevur verið
frammi, so er talan um
beinleiðis ágang á útróð-
urin<. Hetta sigur Sjúrður
Guðjónsson, fiskivinnu-
frødingur og stjóri á
Hvannasunds Fiskavirki,
ið serliga vísir til ætlanina
um at leggja flotan frá 16.
desember til 5. januar.
Sjúrður Guðjónsson vís-
ir á, at tiltakið at leggja
allan flotan um jóltíðir
rakar stórt sæð bara útróð-
urin, tí hin parturin av flot-
anum liggur kortini.
Í bestu veiðutíð
- Nógv tann størsti parturin
av trolarunum og linuskip-
unum koma inn til jóla og
liggja til fyrstu ella aðru
viku í nýggja árinum, sigur
Sjúrður Guðjónsson, ið
samstundis vísir á, at út-
róðrarflotin verður lagdur
mitt í sesongini.
- Tað er heilt merkiligt,
at nakar skal fáa seg til -
og fyri alt tað finna seg í -
at leggja eitt vinnuvirk-
semi, tá tað gevur mest,
heldur virkisstjórin.
Serliga ringt í ár
Hann sigur, at hetta kemur
serliga illa við í ár, tí allur
oktober mánaður hevur
roynst sera illa hjá útróð-
rinum og fyrsta vika av
november við, meðan
síðstu fjúrtan dagarnir
hava verið hampuligir.
Nógv tann størsti part-
urin, sum fiskavirkid í
Hvannasundi tekur ímóti,
er útróðrarfiskur, so hjá
virkinum kemur tað eisini
illa við. Eisini í einum
stórri hópi kemur tað illa
við, heldur Sjúrður Guð-
jónsson.
Vánalig
marknadarrøkt
- Fesk fløk eru høgt i
metum å marknadinum og
nógv eftirspurd nú og
verða tað uppaftur meira
eftir nýggjár, men treytin
fyri at vera á marknaðinum
er, at tú kanst levera hvørja
viku, sigur Sjúrður Guð-
jónsson og dregur saman:
- Verður samtykt at
gjøgnumføra legudagar
fyri flotan, so er tað ein so
- Røktin av marknaðinum
fyri fesk fløk verður full-
komuliga sabotera, verð-
ur skipan vid legudøgum
sett í verk, ti vit skulu
levera eina ferð um vik-
una, sigur Sjúrður Guð-
jónsson
vánalig marknadarrøkt, at
tað fær álvarsligar fylgjur
fyri Føroyar, tí keyparin
kann tað sama finna sær
ein stabilan levrandør í Ís-
landi, sigur Sjúrður Guð-
jónsson.
ówh
Málið um legudagar fyri flotan
Stóra mótsteðu i vinnuni
Uppskotið um at leggja
flotan fær stóra mótstøðu í
fiskivinnuni.
Jákup Sólstein, formað-
ur í reiðarafelagnum, segði
við útvarpið fyrrakvøldid,
at reiðarafelagið fer at
mótmæla uppskotinum,
sum landsstýrið hevur sent
fiskivinnunevndini.
Heldur í gýtingartíðini
Bjarni Vestergaard, for-
maður í Meginfelag Utróð-
rarmanna, segði at upp-
skotið kemur sera illa við
nú, tí árið hevur roynst so
illa og útróðrarmenn hava
møguleika at rætta upp á
hetta í streymloysuni um
jóltíðir.
Bjarni Vestergaard legði
aftrat, at útróðrarvinnan
hevði stuðla einum upp-
skoti um legudagar, hevdi
landsstýrið skotið upp at
lagt flotan í gýtingartíðini.
Fara íkki at akta!
Frits Olsen, formaður í
Klaksvíkar Utróðrarfelag,
segði bart út, at tað var
ivasamt um útróðrarmenn
har fóru at akta kunngerð-
ini, varð hon sett í verk, tí
talan var eina beinleiðis
atgerð ímóti útróðrinum.
Óli Jacobsen, formaður í
Førooya Fiskimannafelag,
skilir væl útróðrarmenn-
Utróðrarflotin er úti um ársskiftið, meðan aðrir partar av flotanum liggja inni