Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. november 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 221 — 27. november 1991 Óli Jacobsen, formað- ur í Føroya Fiski- mannafelag, segði á middegi í gjár við útvarpið, at málið um legudagar hevur ikki fingið eina regluliga viðgerð. T.v.s. at fiskivinnustarvsnevnd in hevur ikki vidgjørt málið. John Chr. Petersen, landsstýrismaður, sig- ur, at hetta er lygn. - Óli Jacobsen lýgur beinleiðis, tá hann sigur, at málið hevur ikki verið fyri í starvs- nevndini, sigur John Chr. Petersen. Hann upplýsir, at málið var fyri í nevnd ini 11. juni og fór haðani til fiskivinnu- nevndina. - Har hevur tað tí- verri ligið síðani, sig- ur John Chr. Petersen. Men tað broytir jú hvørki so ella so tann veruleika, at málið hevur verið vidgjørt í fiskivinnustarvsnevnd ini. - Tad hevur tiverri ligið í eini skuffu síð- ani Óli Jacobsen og onnur vidgjørdu tað í nevndini, og mær vit- andi hevði Óli Jacob- sen ta stóðu, at feløg- ini hvørt sær áttu at taka stødu, og tad er tað vit uppliva nú, sigur landsstýrismað- urin í fiskivinnumál- um. ówh inar. Í útvarpinum á mid- degi í gjár segði Óli Jacob- sen, at trolaraflotin liggur inni dagarnar síðst í árin- um, sum landsstýrið hevur skotið upp at leggja flotan. - Hinvegin er hetta ein tann besti parturn av árin- um hjá útróðrarflotanum, segði Oli Jacobsen. Alt við tað gamla Fiskimannafelagsformaður in hefti seg annars mest við mannagoongdina í málinum. Hann visti ikki betur, enn at tær meld- ingar, sum komu úr Tinga- nesi í august skuldu skilj- ast soleiðis, at landsstýrið tók lógina um fiskivinnu- ráð fyri fult. - Tað vildi borið í sær, at t.d. hetta málið hevði fing- ið eina gjølliga viðgerð í fiskivinnustarvsnevndini, áðrenn tað kom so langt, segði Óli Jacobsen, ið kortini var komin eftir, at alt er við tað gamla: - Tað virkar soleiðis, at hevur man fyrst sett sær okkurt í høvdid, so skal tað bara trumlast igjøgnum, segði Oli Jacobsen. John Petersen, landsstýrismaður í fiskivinnumålum Einki imoti at slaka nakað fyri útróðrinum John Petersen, landsstýris- maður í fiskivinnumálum, hevur einki ímóti at slaka nakað til frama fyri út- róðurin, eftirsum upp- skotnu legudagarnir fella upp á streymloysu. T.d. kundu legudagarnir verða útsettir frá 16. til 23. desember fyri útróðurin og enda tilsvarandi seinni. Hinvegin heldur hann ikki, at tað er rætt at leggja trolaraflotan og sleppa út- róðrinum heilt undan, tí tær avmarkingar, sum eru gjøradar í år, hava allar rakt trolaraflotan. Gott fyri útróðurin - Tað má standa greitt, at Kjartan Hoydal, fiski- vinnustjóri í Tinganesi, sigur, at enn er eingin endalig avgerð tikin í mál- inum um legudagar. Tí heldur fiskivinnustjórin, at útvarpið koyrdi >sensa- tións-journalistikk<, tá tað fyrradagin kom við tíðind- unum um legudagarnar hjá fiskivinnuflotanum. Hevur ligið i skuffuni Fiskivinnustjórin sigur, at einki var avgjørt í mál- inum, tá tíðindini komu. Í summar sendi landsstýrið eitt uppskot til eina kunn- gerð um legudagar til fiskivinnunevnd løgtings- ins. Uppskotið kom tó so seint, at vinnan hevði fing- ið eitt Grimiliga stutt skot- bráð. Síðani hevur uppskotið ligið í eini skuffu uttan at fáa viðgerð í nevndini. Í farnu viku hevði lands- stýrið fund við meirilutan í nevndini til tess at fáa gongd á aftur málið. Samdir um jól og páskir Kjartan Hoydal sigur, at so legudagarnir mugu gjøgn- umførast, sigur John Pet- ersen, ið sigur, at tiltakið er ikki minst ætlað fyri at útróðurin skal koma fyri seg aftur. Tað ger hann ikki, sum stovnarnir eru fyri. - Allir vilja hava, at okk- urt skal gerast, men gert tú bara nakað so lítið sum hetta, so er galið, sigur John Petersen. Landsstýrismaðurin sig- ur, at tað er ikki soleiðis, at allur trolaraflotin yvir ein kamb liggja tvær vikur inni um ársskifti. Eingi seráhugamál - Teir eru fleiri, ið fara út 3. jóladag, sigur John Pet- ersen. John Petersen er samdur í, at tað er óheppið, at kunngerðir um tiltók sum hetta koma so seint fram. Hetta er søgan umaftur um trolingina á landleiðini. - Tað er ti menn ikki tora at taka eina avgerð. Men avleiðingarnar verða tær somu, um avgerðin verður tíkin seint ella tíð- liga, sigur John Petersen, ið heldur, at tað ber ikki til at hyggja eftir lokalum ella persónligum áhugamálum, tá viðurskifti skulu við- gerast suym ein heild. ówh Útvarpið leyp framav, tå tað kom við tíðindunum um legudagar. - Einki er endaliga samtykt, sigur K. jartan mikið er í tíðindunum, at Tinganes og nevndarmeiri- lutin er samdur um legu- dagar um åvikavist jólini (frá 16. desember til 5. januar) og páskirnar. Kjartan Hoydal sigur, at tað er ikki vist, at legudag- arnir verða teir somu fyri allar partar av flotanum. Fiski-vinnunevndin skuldi hava fund um málið í gjár. Hvussu verður við ødr- um legudøgum verður valla avgjørt fyrren kom- andi ár. Eftir landsstýris- uppskotinum í summar, skuldi flotin eisini liggja tiggjar vikur um ólav- søkuna og eina sterym- loysu á heysti; heystlegu- dagarnir skulu bert um- fatað trolaraflotan. ówh Ofrid og brotsmadur skulu møtast Tey, sum eru gingin sera nær persónliga, fáa stein oman á byrðu við teirri rættarskipan, sum vit hava; í hesum viðfangi verður hugsað um t.d. neyðtiknar kvinnur, fólk, ið eru vorðin nidurgjørd so ella so 0.s. fr. Tað heldur danski løgfrødingurin Karen Buhlmann. Í gjár legði hon fram eina frágreiðing, har hon mælir til eina heilt nýggja rættarskipan í hesum fórum; skipanin verður brúkt í Australia. Karin Buhlmann sigur, at sum er verður tann, sum hevur verið fyri happinum skúgvaður fullkomuliga til viks í málinum, tí tað verður eitt mál millum advok- atar, lógina og tann, sum hevur forbrotið seg; betur verður tað ikki, at málið eisini dregur nógv út. Danski løgfrødingurin skjýtur upp, at roynt verður at halda málinum har tað er, nevniliga sum eitt mál millum tann, sum er gingin ov nær, og tann sum hev- ur gjørt seg inn á viðkomandi Endamálið er at lata offur og brotsmann metast skjótast gjørligt saman við einum millummanni til tess avgreiða málið; tað kann verða avgreitt við sekt, endurgjaldi ella eini samstarvsavtalu. >A hendan hevur hgvuðspersónurin framvegis samband við málið og kennir, at hann hevur tamar- hald á tí sjálvur. Stórur dentur skal leggjast á at rætta upp aftur viðurskiftini millum persónarnar, heldur ein bót til statskassan. Meðan rættarskipanin skal seta rættin igjøgnum gongur hetta út uppá at seta fatan igjøgnum, m.a. fatan fyri ábyrgd<, sigur Karin Buhl- mann. Hon leggur aftrat, at partarnir sjálvandi skulu hava atgongd til eitt rættarmál, kunnu teir ikki semjast saman við millummanninum. Í Australia verða 92 prosent av gllum slíkum ósemjum avgreiddar við millummanni. Evni ímóti AIDS Vísindin og heiliráðídnaðurin hevur enn eina ferð vakt vónina um eitt evni, ið kann lekja AIDS. Tíggju AIDS-midstødir i Skandinavia og Mideuropa eru saman um projektid, ið verður samskipad úr Dan- mark. Millum 10 og 100 HIV-smittaðir danir skulu eftir ætlanini vera við í royndini; umleið 5000 danir eru smittaðir. Sum er verða HIV-smittað vidgjørd við Retrovir, sum tó ikki bert drepur HIV-viruskyknurnar, men eisini frískar kyknur. Endamálið er at finna fram til eitt evni, ið skal latast øllum, til tess at fyribyrgja HIV-smittu. Tey, ið standa fyri royndini, eru kortini varin við at síga ov nógv um evnið. Í januar í fjør góvu royndir í USA HIV-smittaðum so stórar vónir, at myndug- leikarnir kendu seg noyddar at geva DDI-evnið leyst, áðrenn tað roynt út í æsir; avleiðingin var, at fleiri doyðu.