Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. november 1991síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 221 — 27. november 1991 Beinhórð kapping um at tryggja fólki góð ellisár Kapprenning millum Foroya Banka og LIVS- trygging Føroya Banki, við sínum tilboði um kapital- pensión, og Lívstryggingin við sínum tilboði um pension og trygging, kapprenna frá einum arbeiðsplássi í annað fyri at fáa nýggj viðskiftafólk Rættilig kapping hevur nú tikið seg upp millum Før- oya Lívstrygging og Før- oya Banka um hvør kann tekkjast nýggjum við- skiftafólki best. Lívstryggingin bjóðar fólki bæði trygging og samansparing, og Føroya Banki bjóðar tað teir kalla eina kapitalpensión, sum er ein uppsparing við ser- liga góðari rentu. Í samband við 25 ára fødingardagin hjá Føroya Livstrygging herfyri, boð- aði Lívstryggingin frá, at hon nú av álvara fór undir eitt miðvíst upplýsingar- arbeiði, millum annað við tí í hyggju, at fáa allar føroyingar at tekna sær tað réttu lívstryggingini, sum tey málbóru seg. Og hetta hevur eisini verið gjørt. Lívstryggingin hevur skipað fyri fleiri upplýsindi fundum á bygd og í bý, samstundis sum umboð fyri tryggingina hava vitjað á fleiri arbeiðs- plássum. Vitja arbelðspláss Men Føroya Banki vildi eisini lata fræta frá sær. Bankin hevur onga trygg- ing at bjóða, men hann heldur seg hava eitt í minsta lagi eins gott tilboð tá tað snýr seg um upp- sparing, og hesum tilboði dylur bankin ikki fyri. Fólk úr bankanum hava verið úti á fleiri arbeiðs- plåssum og tosa við starvs- fólk og sagt teimum frá hesum frálíka tilboði, bankin hevur at bjóða. Tað er komið fyri, at okkurt arbeiðspláss hevur fingið vitjan av bæði banka og trygging sama dag. Tá tveir kappingar- neytar koma á dyrnar samstundis kann, sum vera man, eisini koma fyri, at annar renur albógvan í síðuna á hinum. Tað held- ur í hvussu er Lívstrygg- ingin, at Føroya Banki, í åvisum førum, hevur gjørt. Vildi ikki lata starvsfólkinum faldararnar Eitt av teimum virkjum, sum hevur fingið vitjan av bæði Lívstrygging og Føroya Banki er WP-bila- sølan við Oyggjarvegin. Sa 1 Kjartan marknaðarleiðari á Lívs- tryggingini sigur seg har- mast um, at leiðslan á bilasgluni sýtti fyri at lata starvsfólkunum teir fald- arar, umboðsmaðurin hjá Lívstryggingini hevði vio sær, tá hann vitjaði har. Hann heldur tað vera heilt burturvið, at tilboði írá bankanum fær betri sómdir enn tað frá Lívstrygg- ingini. Men Lívstryggingin fekk kortini sín boðskap út til starvsfólkini hjá bila- søluni. Hann varð sendur hvørjum einstøkum við postinum. Kjartan Dalsgaard leggur dent á, at tilboðið frá Livs- Dalsgaard, tryggingini er bæði upp- sparing og trygging, og at tað frå Føroya Banka bert er uppsparing. Men hann heldur at tað kemur meira enn so fyri, at fólk halda, at bankatilboðið eisini hev- ur eina trygging í sær, soleiðis at tað eru fólk, sum ikki ansa hesum fyrr enn ov seint er. Tryggingin skal tryggja Ola Svend Nolsøe, stjóri å WP-bilasøluni sigur, at hann hevur einki sum helst ímóti at faldarar frå Lívs- tryggingini um trygging verða býttir út millum starvsfólkini. Men at býta út faldarar, har Lívstrygg- ingin lýsir við uppsparing, heldur hann onga orsøk vera fyri. Tryggingin skal fyrst og fremst tryggja, heldur stjórin á WP-bila- søluni. Hann sigur, at hetta er ein nátúrlig banka- uppgáva, og tá WP hevur Føroya Banka sum sítt bankasamband, er líka so natúrligt, at bankin kunnar starvsfólkini um sítt tilboð upp á uppsparing. Óla Svend Nolsge sigur, at hann hevur ikki á nakran hátt biðið starvsfólk tikid bankan fram um nakað annað. Trygd men ikki trygging Av Marknaðardeildini í Føroya Banki liggur ikki Í samband við 25 ára fødingardagin hjá Lívstryggingini legði tryggingin fram stórar ætlanir um at allir føroyingar skuldu fryggjast rætt. Mynd: Kalmar Føroya Banka verður sagt, at fólk hava tikid væl ímóti tilboðnum frå Føroya Banka um at tekna sær eina kapitalpensión. At undirtgkan er góð heldur bankin ikki vera logið, ti tilboðið, Føroya Banki kann bjóða, er veruliga gott, verður sagt. Sagt verður, at Føroya Banki hevur í logri tíð havt kapitalpensión á vøruskrå síni, men nú hevur bankin hækkað rentuna, og hetta ger, at pensiónin er upp- aftur betri enn áður. At Føroya Banki fór at lýsa av álvara júst nú, hongur ikki so neyvt sam- an við framlopið hjá Lívstryggingini sum onkur heldur. Vanligt er at lýsa við uppsparing tá árið fer at halla, tí tá hugsa fólk um skattafrádráttir meira enn tey gera aðrar tíðir av árinum, sigur bankin. Lagt verður aftrat, at bankin ikki á nakran hátt gevur seg út fyri at tryggja fólk. -Vit lýsa við trygd á ellisárum, og ikki trygging, og hetta er hvørt sítt, og tað siga vit eisini klárt og ÁÁ á løtu síðuni tá tað snýr ae De SN I Ami, seg at kappast um arknadardeildini i Før- N EA viðskiftafólk. oya Banka. Á at. Mynd: Kalmar tór.- AU SS SS 602 DØ PG hem dk. 4 / 474 sáð #8 3% Er nað = nú AG