mikudagur 27. november 1991síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 221 — 27. november 1991
Migrena
Eg eri ein 18 ára gomul
genta, sum havi migrenu.
Tað sum eg vil spyrja er,
um øØll hesi symptomini
kom av migrenu:
Nógv høvudpina bert
vinstumegin, lýsandi zig-
zag mynstur og svartir
blettir fyri eygunum, suð
fyri oyrunum, hógir tónar
(sum tá SVF er endað, men
ikki so hart) fyri oyrunum
og onnur summandi ljóð.
Ber til við at hyggja at
prikkuttum og stríputtum
tingum síggja hesi sum tey
dansa hvørt um annað, og
kann tað koma av
migrenu, at sjónin verður
órógvað, soleiðis at tað
sær út sum at ymist flytir
seg, veggir og alt? Hetta
er mest, tá eg stari, og tað
minkar, tá migrenan
minkar.
Migrenan byrjaði, tá eg
fekk eina óttaneurosu fyri
stuttum. Eg eri frísk nú.
Hvat heldur tú, og nær
kemur migreu-heilivágurin
"Imigrane" til Føroya?
yxz
Øll hasi sjúkrateknini, tú
nevnir, kunnu væl koma
v tí sjúku, sum vit kalla
migrenu. Henda sjúkra er
yrsakað av æðrakrampum í
heilanum.
Tað finnast nógv evni til
it fyribyrgja hesum og at
fyribyrgja tey. Tí er rættast
hjá tær at fara ul lækna.
Viðvíkjandi heilivåg-
num "Imigrane", so kenni
eg hann ikki, og hann er
ikki til sólu her, í hvussu
er ikki undir hasum navn-
inum.
Marner
Eksem í
hårbotni
Min trupulleiki er, at eg
havi eksem i hårbotninum.
Tað kom fyrstu ferð, eg
permanentaði hárið. Tað
skriðar ógvuliga illa, og
eg klóri mær í høvdinum
næstan allan dagin.
Nú havi eg keypt mær
tjórushampoo, sum eg havi
brúkt nakrar dagar á ráð.
Men nú eri eg farin at
hugsa um, hvussu ofta eg
kann brúka tað um vikuna,
tí tað er nokkso sterkt, og
eg beri ótta fyri, at tað fer
at svíða í hárbotninum av
hesi viðgerð.
Tá eg havi vaskað hárið
við tjórushampoo, havi eg
brúkt cosmea hárbalsam
við anga, tí shampooið er
turt og luktar ikki væl.
Kann eg tað?
Heldur tú, at tað verður
betri, um eg brúki tjóru-
shampoo meira sjáldan og
cosmea "skæl"-shampoo
og balsam hinar dagarnar
um vikuna? Nú veit eg ikki,
um "skæl" hevur nakað at
gera við eksem, men eg
havi brúkt eitt tílíkt
shampoo eina tíð við
góðum úrsliti.
Eg havi heilt sarta húð
um allan kroppin. Um eg
ikki ansi eftir, brýtur ek-
semið út um beinini og
serliga í andlitinum. Hetta
er astmalallergieksem.
Eg brúki "Archiv krem"
frá apotekinum til andlitið,
tað hjálpir væl. Eg havi
roynt minst 20 onnur slóg
av vanligum fugtigheits-
kremi, men tað ger tað
bara verri. Men eg eri
kortini bangin fyri, at hetta
fugtigheitskremið eisini
fer at gera emsemið verri
fyrr ella seinni. Tað sama
er við salvum, sum eg havi
fingið uppá resept. Hvat
bagir míni húð?
Finst nakað slag av
sminku, sum als ikki irri-
terar viðkvæma húð og
eygu!
Við tøkk fyri ein super-
góðan brævkassa
Eksem-løvan
Rætt er at royna tjøru-
shampoo, men hvussu
leingi og hvussu ofta, dugi
eg ikki rættiliga at svara
uppá. Eg vildi hildið, at
rætt var at farið til húðar-
lækna fyri at fingið røttu
ráðini, tí tað finnast nógv
ymisk evni í hárshampoo
at royna, men alt veldst um
orsøkina til trupulleikan.
Tey flestu hårshampoo,
ið fåast á apotekinum, eru í
hondkeypi, t.d. øll tjøru-
shampoo, men onkur
shampoo fæst á rescept frá
lækna, fyri soppavøkstur í
hárbotninum. Tí er tað
rættast, at tú frt til lækna
ella húðarlækna fyri at fáa
at vita, hvør orsøkin er til
eksemið. Men tú nevnir, at
eksemið kom, fyrstu ferð
tú permenentaði hárið, og
hetta kundi boðað frá, at tú
ert viðkvom fyri onkrum í
permanentvætuni. „qarner
Toli íkki
knappin
Eg havi leingi drigist við,
at eg ikki toli knappin á
buksunum. Tað skriðar, og
húðin verður ófór.
Hvat er hetta fyri ovur-
viðkvæmi, og er nakað at
gera við tað?
B.
Tað er eyðsæð, at tygum
eru ovurviðkvæmur fyri
nikkel, tí hetta evni finst
sum oftast í knappum og
dragulåsum. Far t"u heldur
yvir til plastknappar ella
karalás.
Um tú fær skriða av
stiftunum, sum lummarnir
eru heftir á klæðini við, er
einki annað at gera enn at
líma ella seyma okkurt
útyvir - ella skifta buks-
urnar út. Marner
Sigarettina
á hillina
Eg eri ein 21 ára gamal
maður, sum havi roykt í átt
ar
Eg huvi hug at gevast,
7 x
fingið læknan at greitt frá
hvórja ávirkan hetta fær á
hava li ið onkrastadni, at
fólk fitna, tá teuy leggja av
dl yKja. Er netta so
r
VIGZQIMOrFSOKINn lll ti €2
nú havi hug at leggja a
er, at eg íðki ítrótt og ti
havi brúk fyri øllum
mínum møguliga
lungakapasiteti.
Fær læknin veitt mær
nøkur góð ráð? Skal eg
leggja sigarettina å hillina
- ella hvat?
Dilemmus
Sjålvandi eiga tygum at
leggja sigarettina burur, ti
hon er undir ongum um-
stóðum góð fyri nakað.
Hon kann geva lungna-
sjúkur, sum kunnu ávirka
tygara ítróttarorku.
Tað er nakað um, at
sigarettir hjálpa móti mat-
arlysti, ti alt tað, sum upp-
loysist í spýttinum fer nið-
ur í magan, og tað er mest
tjóra. Tað gevur skaða í
rovina í maganum, eitt
slag av katari, soleiðis at
magin ikki vil hava mat
niður - harav missir ein
matarlystin.
Marner
Kæru tit øll, sum vida um hava víst okkum so stóra samkenslu og
hjálpsemi við sjúku og deyða elskaða mann, pápa, abba, verfaðir og
beiggja okkara
NIELS JUEL MORTENSEN
takka vit so innarliga fyri.
Bestu heilsanir
Familjunar vegna
Hansina