mikudagur 27. november 1991síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Og gásin var gødd
4
Dan Klein, blaðstjóri:
Nr. 221 — 27. november 1991
-Tú hevur allar teir eginleikar, sum fóroyingar ikki hava brúk fyri at finna seg í,
skrivar Dan Klein, blaðstjóri í viðmerking til skriv frá Tommy Petersen. Hann
biður hann tí fara úr starvinum. Og hann leggur aftrat, at áheitanin er hjartaliga
meint.
Sum danski grísurin hev-
ur brúk fyri at koma upp
úr lortinum at anda, stakk
Tommy Petersen, al-
mannastjóri trýnið upp-
undan nú um dagarnar.
Og hann hevði peikifing-
urin á lofti. Men tað var
lítil uggi i, hann legði seg
líka so stillisliga aftur í
eyjuna. ;
Tað verður ov rúgvis-
mikið at fara út í æsir við
Tommy Petersen á hesum
sinni, men lat meg kortini
vísa honum vegin til slát-
urvirkið, um tað er tað
hann vil. Sum almanna-
stjóri smakkar hann illa,
men sum grísasteik stokt í
egnum feitti man helst
onkrum dáma.
Huldumannalið
Tommy Petersen byrjar
opinbering sína við skuld-
setingum um eitt huldu-
mannalið, sum saman við
undirritaða hevur framt
vælskipaða herferð í móti
honum, stovninum og
starvsfólkunum. Og hann
leggur aftrat, at eru teir
nevndir so eru teir kendir.
Hvussu ólukkan skulu
vit vita hvat melur í
knokkinum hjá Tommy
Petersen, tá hann sjálvur
ikki veit? Nakað annað
er, at Stalin eisini føldi seg
forfylgdan - enntá av sín-
um nærmastu. Hann
kvetti bara høvdid av øll-
um bandanum við ríkis-
stuðli og almannahjálp.
Halleluja sungu einglar-
nir meðan konur, børn
ommur, abbar, um nakar
teirra var á lívi - pissaðu
eina strálu av angist.
Hvat almannastjórin
man hava lært av søguni
vita vit ikki nógv at siga
frá, men sum tað sær út, er
tað ikki einki. Hann pissar
á lógina og letur sínar
nærmastu avrætta gomul
og veik sálarliga. So illa
komin eru mong teirra, at
tey ikki hava fyri neyðini
at hava hjálp at finna í
grevina. Haðar grulva tey
av fríum vilja. Tað er eftir
hondini teirra einasta
friðskjól.
Gagnar bert Tommy
Tommy Petersen vil ikki
svara nøkrum spurning-
um viðvíkjandi mann-
inum sum varð ákærdur
at seta eld á fleiri bygn-
ingar, men sum seinni
varð fríkendur. Hann man
tí vera samdur við Ribe-
Hus fólkunum um, at tað
var í lagi við píningini á
hesum stovni. Seinni
slapp hann so heim í ein
kaldan kliva í Jonas
Broncksgetu, hóast hann
hevði brúk fyri heilt aðr-
ari umsorgan, og sum bert
Tommy Petersen kundi
geva honum.
Men heldur ikki tá
hoyrdist nakað úr flóðrin-
um. Sakin tøffadi ella øff-
aði víðari eftir lagnutunga
vegnum, sum fyri mong
mátti minna um vegin til
Golgata aftaná at Judas
hevði svikt. Men hann var
ikki størri svíkjari enn so
at hann angraði og tók av-
leiðingina og seinni lívið
av sær.
So stórt offur trúgva vit
tó ikki uppá at Tommy
Petersen vil lata. Men
vónina munnu helst ikki
gil hava mist - vónina um,
at almannastjórin skríður
úr starvinum. Hann er
beinleiðis vandamikil fyri
ávísar almannaklientar.
Nú má Ribemálið hvíla
í friði, viðskiftafólki og
næstringum at gagni, sig-
ur Tommy Boy og gloym-
ir heilt at siga, at tað
gagnar bert honum sjálv-
um at málið sleppur at
hvíla í keldu grøvuni, har
bert maðkar ferðast, sam-
an við illum tonkum hjá
almannastjóranum og
Mailing Skarsholm.
Grundsyllan
Almannastjórin sigur, at
hann ikki fer at stevna
undirritaða fyri at hava
skuldsett hann fyri lógar-
brot, villeiðing, sálarligar
pínslur og annað ótespi-
ligt sum ringt er at finna
orð fyri, uttan at moralur-
in skríggjar í heysinum
eftir rættvísi.
Men, sigur hann, ongin
skal óátalaður skuldseta
almennan tænastumann
fyri brot á tagnarskylduna
- grundsyllan í moralgr-
undarlagi tænastumans-
ins - tí bert stevning um
hesi viðurskifti.
Harragud, nú pástend-
ur Tommy Petersen, at
hann hevur ein moral.
Hatta var nakað spildur-
nýtt. Man almannastjórin
hava trekt henda moral úr
eini hítautomat? Ella
heimilar forsorgarlógin
summum at grøva seg inn
i himmalin at keypa sær
moralska signing? Ja, teir
tulka jú lógina sum teim-
um lystir, so eingin veit.
Men Várharra man ikki
hava sett seg so lágt. Tað
hava vit í hvussu so er
trúgv uppá. Og so kann
Meiling skríggja sum hon
vil á Filadelfia fyri at fáa
syndanna fyrigeving. Í so
máta er hon illa skedd.
Tað fynst ongin bøn fyri
náði at fremja sálarliga
píning um dagin og biðja
heilsubót um kveldið.
Hatta er skrúvan uttan
enda og haraftrat kenna
vit øll søguna um Dr. Jek-
yl og Hyde.
Nei, Tommy Petersen
torir ikki og megnar ikki
at reinsa seg og åvisar
starvsfelagar fyri tær
ákærur, sum fólk, hann er
settur at hjálpa, til eina og
hverja tíð kunnu seta
fram í móti honum.
Tommy følir at hann til
tíðir verður noyddur at
brúka donsk orð í præ-
dikutekstinum. Vit hava
eitt: Bangebugs!!
Hann skemtar
At Oyggjatíðindi er und-
irhaldandi lesnaður, geva
vit — almannastjóranum
rætt í, men tá alt skemtið
er drukkið til eina passa-
liga kenning afturvið
»snapsen og silden«, so
sær strax álvarsligari út
fyri Tommy. Her er jú tal-
an um mannalagnur og
mannalív sum beinleiðis
verða hótt.
Og tá skemtið er runnið
av Tommy Petersen og
ødrum, so er bert sann-
leikin eftir, og hann kann
verða beiskur at svølgja,
um ikki moralurin hevur
runnið fleiri kilometrar
við Hjartafelagnum á
maratonteininum millum
kirkjuna og synagoguna.
Slíka kondi hevur
Tommy Petersen ikki.
Hann klárar ikki út í piss-
húsið í Klubbanum og inn
aftur í barrina uttan við
»moy besvær<.
Men hinvegin er tað
eisini ein greinsa fyri hvat
vit kunnu krevja av al-
mannastjóranum. Hann
varð jú sílaður í starvið
gjøgnum reyðu rósina hjá
javnaðarflokkinum, sum
enn í dag stríðist við at
skrúva høvdi rætt á, so
hann hóast alt virkar so-
sialur, frá landskassanum
í egnan reyvalumma.
Har melur sostatt onki
enn tann ringa samvit-
skán - um nøkur er til.
Fleiri hava banka uppá,
uttan úrslit.
Kanningarnar
Tommy Petersen sigur, at
óregluligheitir, ólógliga
umsitingin og óflýggja-
ligheitir, eru kannaðar á
Almannastovuni. Úttan
úrslit.
Til hetta er bert at siga,
at sluppu mordarar, neyð-
takarar og mafiabossar at
kanna seg sjálvar, so
høvdu teir heldur onki
óregluligt funnið. Men í
Føroyum gongur sum
kunnugt alt sum lortur
eftir gleri.
Færri klagur innan al-
mannaverkid í Føroyum
enn i Danmark, sigur al-
mannastjórin. Ongin hev-
ur pástaðið, at Tommy
Petersen er nakað gott
sannleiksvitni og okkum
vitandi er hann heldur
ikki enn skuldsettur fyri at
vera nakað flogvit. Guð
viti hví?
Men skemtiligur, tað er
almannastjórin. Klagan
hann vísir á ikki var til í
landsstýrinum um Mail-
ing, man vera tikin úr eini
Dirch Passer parodi uppá
almannaverkið sum heild.
Tað er rætt, at klagan
ikki er vidgjørd, men hon
er har úti í landsstýrinum
og har hevur hon ligið í
fleiri mánaðir. Í hverja
viku hevur almanna-
*
klienturin spurt eftir ein-
ari viðger, men hverja
ferð fær hon at vita, at um
eina viku.....osv. Ikki tí at
tað er nakað nýtt, men fyri
ein ordans skyld skulu vit
minna á, at tey í landsstýr-
inum ikki kenna moral og
tíansheldur munin millum
sannleika og lygn.
Gásin var gødd
Aðrenn eg fari at gevast
hesa ferð, so skal. eg
minna Tommy Petersen
á, at Mailing, saksviðg-
erðari ikki vildi geva ein-
um almannaklienti til mat
eini jólum. Hesin al-
mannaklientur fór tí á
meti í Filadelfia fyri, um
ikki annað, at metta seg
við signing Guds.
Men hvor var har.
Meiling - nakrar dagar
eftir jól. Við samanfold-
aðum hondum skríggjaði
hon til himmals og takk-
aði >for gåsen« á jólum.
Aftanfyri hana sat al-
mannaklienturin, sum
ikki hevði fingið vátt ella
turt tey jólini. Í ti løtu fekk
Meiling veingir í huga-
heiminum hjá hesum
hungraða almannaklient-
inum.
- Meiling varð roytt,
stokt og fylt við súreplum
og sviskum. Og hon mun-
di so enda har hon hoyrir
heima, út gjøgnum aftur-
partin.
Og eina aðru ferð, tá al-
mannaklientur hevði
brotið bæði beinini -
kundi ikki ganga um
gólvið í egnu íbúð síni.
Hon hevði fingið játtað
heimahjålp. Men aftur
kom devulin í hetta frelsta
veingjasús. Null Putte. Tú
fært onga heimahjálp.
Úrslitið var, at al-
mannaklienturin = hevði
grefflig sár á knødunum tí
hon mátti grulva um gólv-
ini.
Jú Tommy Petersen, vit
halda at tíðin er komin til
eina uppgerð av tí sum tú
og hendan samgongan
umbodar.
UM TU TORIR!!
Um kærustovnin
Ætladi mær at gevast.
Men lat meg lika nema
vid tann kæra kæristovn,
sum Tommy Petersen
sigur seg hava veri for-
sprákara fyri at fingið.
Tað sum er áhugavert
er, at Tommy Petersen
hevur sitið og gjørt upp-
skot um, hvussu ein slíkur
eigur at virka. Og hann
bedýrar, at hann hevur
ikki uppskot um at
smekka afturpartin niður-
at einum nevndarsessi
her. ;
Tað skuldi' heldur ikki
verið neyðugt. Tommy
hevur langt síðani roknað
tað út. Hann ger reglu-
gerðina, so hann sjálvur
kann knappa splittuna
aftur, tå kærurnar koma i
stríðum - streymum "un
Føroya Land.
Og hvi skal Tommy
Petersen eisini vera verri
enn t.d. Jógvan Sundstein,
sum sjålvur situr og ger
lóg um hvat revisorar
mugu og ikki mugu.
Jú, menninir eru sum
skraddaraseymaðir at
baka revakøkur. Tað
ringasta er tó, at onnur
sum taka ein bita, stein-
doyggja moralskt.
Annars fari eg at takka
Tommy Petersen fyri
góðynskini um góðan byr,
men trupuleikin er, at eg
havi líka ringt við at taka
Tommy Petersen fyri fult
sum illamann.
Og tí er mítt ynski til
Tommy meira lítilatið.
Hav góðan byr av aftur
Almannastovuni so
møguliga verður javnvág
millum moral og sann-
leika.
Annars gevi eg tær rætt
í at polittikarir hava líka
stóra ábyrgd sum tú fyri
lógarbrótini á Almanna-
stovuni. Men fyri tað um
teir hava lært seg at liva
við slíkum, so var ikki
neyðugt hjá tær at loypa
umborð á somu dangu.
Hon sekkur til síðst. Men
frá føroyingum fáa“ tit
ongan upphøggingar-
stuðul!!! Gud veit!!
Dan Klein
blaðstjóri