mikudagur 27. november 1991síða 15
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 221 — 27. november 1991 |
— 25"
Síða 15
Ein svullur í samfelagnum
Nakrar viðmerkingar til
skriving í Oyggjatíðind-
um um eitt nú veitslur í
Hoydølum.
Nakað herfyri stóð ein
grein í tí ediliga blaðnum
Oyggjatíðindum við yvir-
skriftini SEX. Greinin
snúði seg um ólevnað í
sambandi við veitslur
uppi á Studentaskúlanum
í Hoydelum, og ikki varð
spart upp á krútið. Allir
vit 550 næmingar saman
við ellum 40 ella fleiri
lærarum vóru legd undir
hor og drukk og tað sum
verri er enn tað. At hend-
an grein er púrasta íspinn
úr enda í annan man neyv-
an nakar við hevdinum á
rætta stað ivast í, men ein
lítil lygn í Oyggjatíðind-
um hoyrir til — minst ein í
hverjum blað. Nú væntaði
eg aldrin at eg nakrantíð
fór at ríða so lágt, at eg fór
at gera viðmerkingar til
tað, sum stendur í hesum
»blad«, men aftan á áður-
nevndu grein havi eg kort-
ini gjørt mær nakrar smá-
vegis tankar um marg-
háttliga fyribrigdið
Oyggjatíðindi.
Fyri nekrum árum síð-
ani varð blaðið Oyggjatíð-
ini sett á stovn. Tað fór
undir útgávu, og tað kem-
ur út enn. Tá blaðið varð
stovnað, vóru nógv sum
vónaðu — væl stuðlað av
lyftum frá blaðstjórnini
(Dan Klein) — nu før
umsíðir ein ópolitiskur
ópartískur eygleiðari at
kunna bera teimum
ósensurerað tíðindi um ell
samfelagsviðurskifti. Eis-
ini vóru nógv, sum vón-
aðu, at lovaði objektivitet-
urin fór at draga dulsmál
við almennum áhuga —
ikki við slatursdygd —
fram í ljósið. Jú, tey vóru
nógv, sum vónaðu nógv,
men nú munnu fá vera eft-
ir. Oyggjatíðindi er í dag
at meta sum sannleiks-
vitni við negativum for-
teknum. Stendur nakað í
Oyggjatíðindum, so er tað
ósatt. Hetta er vorðin
við-
merkingar
vanlig hugsan ímillum
manna. Og ikki er hetta so
legið heldur.
Oyggjatíðindi leggja
ftast út við fúlum,
yvandaligum og ósaklig-
viður-
kifti. sum bert í hending:
føri áttu at verið gjørd al-
mannakunnug. Hetta
kann vera greinir undir
stórum yvirskriftum, og
kunnu hesar látast at
snúgva seg um fíggjar-
svik, maktmisnýtslu ella
óreglulig viðurskifti av
ymsum slagi. Men í sein-
asta enda er ongantíð tal-
an um annað enn persóns-
forfylging, óndsinnaðar
gitingar og stórar yvir-
skriftir (eitt tað stersta
vandamálið í feroyska
samfelagnum í dag er eftir
Oyggjatíðindum at dema
homoseksualitetur! Lesið
greinum um
bara »Skotid«). Seinasta
demið um hetta er greinin
um SEX á Studentaskúl-
anum í Hoydelum. Sum
fleiri ferðir sagt, so
púra einki hald í tí, sum
blaðið skrivar um
nevndu veitslur. Og
harmiligt má tað sigast at
vera, at hampafólk sum
vit, ið ganga í Hoydelum
ikki eins og onnur skulu
fáa frið til at hava eina
veitslu nú og tá, uttan at
perversi heili Dan Kleins
skal fara upp at kóka, fyri
síðani at koma við sjúkum
gitingum og ákærum um
líkt og ólíkt. Vit eru heilt
vanlig fólk, hverki verri
ella betri enn onnur, men
kanska hevur Dan Klein
undirlutakenslur av, at
tervandi vit hansara ikki
fekk gjørt hann til annað
enn tann mykjuriddara
hann er. Hvat høvdu øll
tey, sum keyptu Oyggja-
tíðindi fyri at lesa hesa
forsíðugrein sagt, um tað
var teirra privata veitsla,
sum bleiv pilkað sundur
og baðað í landi úti í blød-
unum? Tí júst eina fult og
heilt privata veitslu er tal-
an um í hesum feri, fyri-
reikað av næmingunum
sjálvum. Og tað, sum
hendir á eini slíkari rakar
ikki Dan Klein uttan so
hann er boðin við, og tað
var hann ikki! Um hann
veit um at eitthvert
óregluligt/ólogligt fer
fram á hesi veitslu, so er
tað sjálvsagt skylda hans-
ara at gera vart við seg á
rettum stað. Og um nakað
aður
setingunum, sum Oyggja-
tíðindi koma við, so átti
ein og hver at vitað, at
»rætta stað< var hjá hægri
myndugleikum enn for-
síðu Oyggjatíðindar.
Fyri nekrum árum síð-
ani varð bannað einum
donskum vikublaði at
koma út í Feroyum, hetta
tí at innihald tess ikki var
í samsvar við reglurnar í
Feroyum. Og so kunnu vit
kanska gleðast um at regl-
urnar eru so strangar her.
Men hvussu við Oyggja-
tíðindum? Eru ongar regl-
ur, sum hetta blað skal
halda seg innanfyri? Tað
sær sanniliga ikki soleiðis
út. Men kortini nekur góð
ráð til harra Dan Klein,
blaðstjóra á sterstu slatri-
spaltu í danska kongarík-
inum. Tú ert ein sjúkur
maður. Ein sálarfreðingur
hevði óivað heilt skjótt
kunnað sagt hvat feilti
tær, hví tú ert soleiðis,
nær í barndómi tínum
skaðin hendi og so skalt
tú síggja. Flest øll við
sálarligum trupulleikum
kunnu hjálpast — helst
eisini tú. Tað einasta, sum
skal til er at tú viðurkenn-
ir at tú ert ein sjúkur mað-
ur og út frá tí leitar tær
læknahjálp. Vit kunnu
sjálvsagt ell fegnast um,
at sjúka tín ikki gjørdi
vart við seg í líkamligum
harðskapi, men trúgv tú
mær, tann sálarligi harð-
skapur, tú fremur ímóti —
í flestu førum — heilt til-
vildarligum borgarum í
feroyska samfelagnum,
hann nýtir eisini hart.
Til seinast fari eg tí at
heita á avvarðandi mynd-
ugleikar um at bera so í
bandi, at reglur verða
gjørdar til tess av av-
marka tann skaða, sum tí-
lík element — ið sálarliga í
so stóran mun sigla upp á
pumpurnar — kunnu gera.
Og so fari eg at heita á
fólk, sum vilja vita meira
um gelubleð, sjúkar heilar
og sorgarleikir, sum hesi
hava ábyrgdina av, um at
lesa bókina »Katharina
Blums tabte ære« eftir
Heinrich Bøll. Tad har
nevnda >Blaðið< kundi
tað sama verið Oyggjatíð-
indi.
Jóanes N. Dalsgaard
2. HF í Hoydelum
P.S. Annars haldi eg, at
Oyggjatíðindi skuldu ver-
id løgd í oyði.
(Leysliga eftir Cato)
Halló bygdarfólk !
Góðu fuglfirðingar !
Leygardagin 30. nov.
skipa K.F.U.K. og -K.
skótarnir í Fuglafirði
fyri 30-ára feðingar
dagsveitslu. Veitslan
verður gjørd sum tekk
til bygdarfólkið fyri
tann studul skótar, for
eldur og onnur áhugað
hava sýnt skótunum
hesa tíð, felogini hava
virkað her á staðnum.
Uttan tykkara hjálp
høvdu vit ikki klárað
okkum so væl, tá hugs-
að verður um, at skóta-
arbeiðið er eitt sjálv-
boðið arbeiði.
Vit vilja tí heita á og
bjóða gomlum og nú-
verandi skótum, leiðar-
um og eðrum áhugað-
um vinum til veitsluna
leygardagin 30. nov
Hjartaliga vælkon
in!
Fyri at kunna leggja
veitsluna til rættis,
við, boða
44342 seinast fríggja
dagin 29.11. — Veitsl-
an er ókeypis
Við skótakveðu
Skótaliðini
»Gullbrandur« og
„Erla Kongsdóttir<
Eyðgerð Abrahamsen
RANDARHÚS
millum Gilja til solu
Um hóskandi boð fæst verða húsini millum Gilja
67 hervið lýst til sølu.
Hús, sum er bygd í 1990 eru 182 kvm til víddar og
eru í trimum hæddum.
Loftshædd: 32 kvm., kamar, gongd og wc.
Miðhædd: 65 kvm., køkur, 4 sovirúm, gongd og
baðirúm.
Stovuhædd: 85 kvm., durur, gongd, badirum/
bryggers, køkur, stova og goymslu-
rum.
Nærri fæst at vita vid at venda sær til
ADVOKATFELAGID
Bryggjubakki 22 - FR-100 Tórshavn
Tlf. 11260 - Fax. 11261
Leif Waagstein Dánjai Magnussen
Tormóður Djurhuus Jógvan P. Lassen
Petur Even Djurhuus Annfinn V. Hansen