Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-01, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. apríl 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 65 - 3. apríl 2003 Nr. 65 - 3. apríl 2003 5 Bústevnan, Hús og Innbúgv 2003 BÚSTEVNAN Rodmundur Nielsen, borgarstjóri Tá ið várið er í hondum, og dalar og líðir grønkast, fær tað okkum øll at gera okkum til reiðar at taka ímóti summarin- um. Fólk, ið ætla sær at seta føtur undir egið borð við at byggja sær egnan bústað, eru vanliga sera virkin um várið. Ein vitjan á bústevnuni 2003, sum verður komandi vikuskiftið í ítróttarhøllini í Runavík, er staðið, har vit eiga at fáa ein nýggjan íblástur. Tað, at vit kunnu møtast til eina slíka stevnu her um okkara leiðir, er at fegnast um. Nógv byggivirksemi hevur verið seinastu árini, og er tað tí av stórum týdningi, at teir, ið bjóða seg fram innan byggi- vinnuna við ymiskum tænastu- vinnum, kunnu koma saman til eina slíka bústevnu. Teir, ið hava fyriskipað, hava lagt dent á at skapa góðar karmar. Vit fegnast um góðu undir- tøkuna, sum bústevnan í Runa- vík hevur fingið - at fyritøkur úr øllum landinum og innan øll økir í byggivinnuni hava valt at luttaka. Tað skal vera okkara ynski, at bústevnan fer at eydnast væl, bæði hjá tykkum, sum sýna fram og ikki minst hjá tykkum mongu, sum vónandi koma á vitjan. Eg fari vegna Runavíkar býráð at bjóða øllum hjartaliga vælkomin á Bústevnuna 2003 í Runavík. Rodmundur Nielsen, borgarstjóri Góðu gestir – vælkomin á vitjan í Runavík! - Fleiri framsýnarar leggja dent á tað nýggja, sum rørir seg innan hús og inn- búgv, siga fyrireikar- arnir BÚSTEVNAN Vilmund Jacobsen Stigtakarar til bústevnuna, Hús og Innbúgv í Runavík, sum verður hetta viku- skiftið, eru Hans Petur Ell- ingsgaard og Dánial Petur Hansen. Báðir eru samdir um, at málið hjá teimum, sum var at hava allar tættir innan hús og innbúgv við á bú- stevnuni, er rokkið. - Á stevnuni verða fram- sýnarar, sum selja timbur, køkar, baðirúm, vindeygu, tak, tún og flísar, hita og sanitet, el-instalatiónir, el- útbúnað og gardinur - fyri at nevna nøkur dømi úr rúgvuni. Aftrat hesum verða eitt nú fíggingar- stovnar og tryggingarfeløg. Øll vælkomin Dánial Petur og Hans Petur siga, at bústevnan er fyri øll, sum hugsa um bygging, umbygging ella umvæl- ingar av sethúsum - og eisini fyri tey, sum leita eftir hugskotum innan hetta økið. - Fleiri framsýnarar leggja eisini dent á tað nýggja, sum rørir seg innan hús og innbúgv, og hesin parturin er ikki minst áhugaverdur á eini slíkari stevnu sum hesari, siga fyrireikararnir, sum vænta at síggja nógv fólk í Runa- víkar kommunu um viku- skiftið. Hetta er fyrstu ferð, at bústevnan fer av bakka- stokki, men ætlanin hjá Dánial Peturi Hansen og Hans Peturi Ellingsgaard er ikki, at hetta verður sein- astu ferð. - Vit vóna, at hetta verður byrjanin til eina afturvend- andi stevnu, tí vit ivast onga løtu í, at her er ein tørvur, sum ikki er nøktaður, siga teir báðir. Málið at hava allar tættir við er rokkið Tað eru teir báðir, Hans Petur Ellingsgaard og Dánial Petur Hansen, sum eru stigtakarar til bústevnuna, sum verður í Runavík um vikuskiftið. Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 5 4