týsdagur 1. apríl 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 63 - 1. apríl 2003
Nr. 63 - 1. apríl 2003
5
Vænta onki
snarkríggj
Flestu føroyingar
vænta, at kríggið í
Irak fer at taka upp
í tríggjar mánaðir.
Amerikanarar eru
meira bjartskygdir
og vænta eitt
snarkríggj
KANNING
Ingi Rasmussen
Herdeildirnar hjá USA
og teimum sameindu
hava møtt óvæntaðari
harðari mótstøðu á sín-
ari ferð ímóti høvuðs-
staðnum Bagdad í Irak.
Ætlanin var uppruna-
liga, at Saddam Hussain
og hansara harkalið varð
sett frá valdinum eftir
nøkrum fáum døgum.
Men roknað verður ikki
longur við einum snar-
kríggi.
Tað vænta føroyingar
heldur ikki, vísir ein
spurnakanning hjá Gall-
up Føroyum. 54% av
teimum spurdu meta, at
kríggið fer at taka upp í
tríggjar mánaðir. Heili
20% vænta, at kríggið
fer at taka millum fýra
og seks mánaðir. 6%
vænta at tað tekur upp í
eitt ár, og onnur 6%
vænta, at tað fer at taka
meira enn eitt ár.
Bara 10 prosent vænta,
at kríggið, sum nú er á
13. degi, fer at taka
minni enn ein mánað.
Tá eru amerikanarar
meiri bjartskygdir. Heili
27% væntaðu, at kríggið
fór at vera liðugt, áðr-
enn tann fyrstu mánaðin
var farin. 34% væntaðu,
at tað fóru at taka mill-
um ein og tríggjar mán-
aðir,
tá
teir
vórðu
spurdir fyri viku síðani.
Men síðan tá, er longu
nógv hent, sum kann
hava fingið teir at broytt
støðu, og tí kunnu tølini
illa samanberast.
Fólk fylgja
væl við
Føroyingar fylgja
væl við krígnum,
vísir Gallup-kann-
ing. 65% siga seg
fylgja væl ella sera
væl við í tí, sum
fyriferst í Irak
KANNING
Ingi Rasmussen
Allar tíðindarásir við
virðing fyri sær sjálvari
senda
beinleiðis
frá
krígnum í Irak alt sam-
døgrið á tamb.
Føroyingar hava nógv-
ar rásir í at velja, og tann
fjórðingurin, sum bara
hevur SvF at líta á, kann
ugga seg við, at sjón-
varpið samsendir við
BBC, tá onki annað er á
skránni.
Sostatt er ríkiligt høvi
hjá føroyingum at fylgja
við krígnum hjá USA og
tess sameindu ímóti Ir-
ak, sum nú gongur á 13.
degi. Og líkt er til, at
føroyingar taka av.
65% av teimum 502
fólkunum, sum Gallup
Føroyar spurdi um viku-
skiftið, siga at tey
fylgdu sera væl ella væl
við krígnum í Persara-
flógvanum. 18% fylgja
»sera væl« við og 47%
fylgja »væl« við. 31%
fylgja »ikki so væl« við
og bara 4% fylgja »als
ikki« við.
Um tað er nógv ella lít-
ið, veldst um eygað,
sum sær, men tað er fyri
lítið at rokna ímóti
USA.
Í USA fylgja 95% væl
ella sera væl við teirra
hermonnum í Irak, vísir
ein kanning, sum varð
gjørd 22. og 23. mars.
Heili 63% amerikanarar
siga seg fylgja sera væl
við. Bara 4% fylgja ikki
so væl við, og einans
1% fylgir als ikki við.
Føroyingar ivingasamir um álop á Irak
Føroyingar eru tví-
býttir í spurninginum
um kríggið á Irak.
Fleiri stuðla krígnum
hjá USA enn eru
ímóti. Annar hvør
føroyingar tekur
undir við krígnum,
men samstundis
halda fleiri enn
helvtin av teimum
spurdu, at álopið av
Irak skuldi verið
góðkent av ST fyrst
KANNING
Ingi Rasmussen
Annar
hvør
føroyingar
tekur undir við, at USA og
tess sameindu lupu á Irak.
Tað vísir ein kanning, sum
Gallup hevur gjørt fyri
Sosialin. 502 føroyingar
yvir 15 ár vóru spurdir í
døgunum 27. til 30. mars,
og yvirhøvur má sigast, at
tey, sum taka undir við
krígnum eru fleiri enn tey,
sum eru ímóti.
Av teimum spurdu taka
50% undir við, at USA og
Bretland lupu á Irak uttan
spyrja ST eftir. 36% siga
seg vera ímóti, og heili
14% siga seg ikki vita.
Sostatt eru føroyingar
meiri krígshugaðir, enn
okkara grannar hava verið í
líknandi kanningum. Men
hinvegin eru føroyingar
ikki so eldhugaðir at loypa
á, sum amerikanarar. Somu
spurningar eru settir í USA
22. og 23. mars, og har
yviri svaraðu 72%, at tey
taka undir við krígnum.
25% søgdu seg vera ímóti
og bert 3% vistu ikki.
Fyri samtykt
Løgtingið hevur annars
samtykt við stórum meiri-
luta, at øll tiltøk ímóti Irak
skuldu góðkennast av Sam-
eindu tjóðum fyrst. 19
tingmenn atkvøddu fyri, og
bara 9 atkvøddu ímóti. Og
tí kundi verið líkt til, at
samsvar er ikki millum løg-
tingið og føroyska fólkið.
Men so er ikki. Tí hóast
helvtin av føroyingum taka
undir við krígnum, so tekur
meira enn helvtin av teim-
um spurdu samstundis und-
ir við kravinum hjá løgting-
inum. 57% av føroyingum
taka undir við samtyktini
hjá Føroya løgtingi um, at
hernaðarlig tiltøk til tess av
fáa Irak at ganga undir ST-
samtyktir skulu góðkennast
av ST. 28% siga nei og 15%
vita ikki.
Sostatt tykjast føroyingar
at halda, at tað hevði verið
best, um ST góðkendi
kríggið, men tá tað eftir øll-
um ikki lat seg gera, var
neyðugt, at USA og Bret-
land tóku um endan.
Ójavnir flokkar
Ógvuliga ójavnt er, hvussu
veljararnir
hjá
ymisku
flokkunum taka undir við
politikkinum hjá sínum
flokki. Talan tykist eisini í
hesum føri at vera eitt
»bæði og«.
Sambandsflokkurin,
Javnaðarflokkurin, Tjóð-
veldisflokkurin og Sjálv-
stýrisflokkurin søgdu allir
nærum einmælt, at øll tiltøk
ímóti
Saddam
Hussain
skuldu góðtakast av ST.
Fólkaflokkurin og Mið-
flokkurin vóru ímóti. Velj-
arin tykist meira ivasamur.
Til dømis taka 55% av
fólkafloksveljarunum undir
við, at USA leyp á, men
akkurát líka nógv, sum
valdu Fólkaflokkin seinast,
siga at álopið skuldi verið
góðkent av ST.
Nøkunlunda somu tøl eru
fyri Sambandsflokkin. 53%
styðja álopið á Irak, men 55
prosent siga samstundis, at
tað skuldi verið góðkent av
ST fyrst.
Eitt sindur greiðari tala
fæst í Javnaðarflokkinum
og Tjóðveldisflokkinum. Í
Javnaðarflokkinum
siga
46% seg taka undir álopin-
um, men 58% siga, at tað
skuldi verið góðkent av ST
fyrst. 50% av tjóðveldis-
veljarum taka undir við
álopinum, men 64% halda,
at tað skuldi fingið stuðul
frá ST.
Í serstøðu
Í Miðflokkinum og Sjálv-
stýrisflokkinum eru tølini
smá, men talan er hinvegin
greið.
Serliga
Miðflokkurin
stingur seg burturúr. 67%
av veljarunum hjá Mið-
flokkinum styðja treyta-
leyst álopið á Irak og bara
21% eru ímóti , men 45%
høvdu kortini ynskt, at ST
tók undir við álopinum.
Í Sjálvstýrisflokkinum
sigur annarhvør veljari, at
kríggið er í lagi, men heili
72% høvdu heldur sæð, at
ST førdi kríggið ímóti Irak.
Øll eru ímóti ræðuleikunum
frá einum kríggi, men kortini
heldur helvtin av føroyingum
tað vera rætt, at USA leyp á
Irak. Føroyingar høvdu hin-
vegin ynskt, at ein samdur
heimur stóð aftan fyri tiltakið
at seta Saddam Hussain frá
Mynd: Reuter
C
M
Y
K
5
4