Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-29, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. november 1991síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

UDEN Nr. 223 — 29. november 1991 Friggjadagin kl. 22.25: ” . Skúlanæmingar ” . . i helviti Norska sjónvarpið, Siv Nordrum, hevur vitjað ein summarskúla fyri japansk bern. Bernini eru fitt og glegg, og for- eldrini vilja fegin hava tey at koma langt. Foreldrini eru sannferd um, at skúlin hevur góða ávirkan á tey, nú krevini eru so stór í samfelagnum. Skúlin varar í 9 dagar, og tað sigst at hesin svarar til hálvt árs vanliga skúlagongd. Arbeiðsdagurin er 17 tímar, svevnur í 7 tímar. Tey lesa eisini meðan tey eta — serliga er tað matematikk og enska mál- ið, sum skal lærast væl. Bernini skulu eisini læra at vera sjálvsteðug, at kenna seg sjálvan o.m.a. Bernini síggja av góð- um grundum ikki serliga glað út, har rennur mangt tárið. Fríggjadagin kl. 22.45: Rossi er - trumfur— 1:4 ES SAGT lain Cuthbertson og Stuart Davids Spennandi ensk sendireð í fýra pørtum. Denis Lawson hevur hevuðsleiklutin sum advokaturin Rossi, sum eftir stræv- in ár í New York ætlar at njóta fyrstu tíð sína í Glasgow. Men í býnum er nógvur kriminalitetur, og hetta skelkar bæði hann og gentu hansara. Fríggjadagin kl. 23.35: Tom Petty Jørgen De Mylius hittir super-stjørnuna Tom Petty. Leygardagin kl. 17.25: Søren Kragh- Jacobsen Leikstjórin Søren Kragh-Jacobsen hevur gjørt sin fimta film, »Dreingirnir frå Sct. Xenia Lach Nielsen og Thomas Villum Jensen í filminum »Dreingirnir frå Sct. Petri« Petri«, og hann varð fyrstu ferð fram- førdur i oktober í ár. Hann snýr seg um nakrar studentaskúlanæmingar í einum donskum býi. Meira enn 10.000 ungir amaterarar royndu seg at sleppa at spæla við, áðrenn Kragh-Jacobsen hevði funnið teir rettu. Leygardagin kl. 20.30: Gott Kvøld! Rosenmeyer Wolles býr á Trellanesi. Har rektar hann seyð, hevur mjólkineyt og rekir bjørgini. Hann passar eisini vitan á Kallinum. Leygarkveldið roynir hann seg sum sjónvarpsmann í sendingini »Gott Kvøld!« Leygardagin kl. 21.45: Teir gomlu hittast Amerikanskur sjónvarpsfilmur frå 1987 vid Louis Gossett Jr. og Richard Wid- mark. Sudurstatssheriffurin Mapes royn- ir at greiða málið í sambandi við eitt morð á ein hvítan bónda. Trupulleikin er at ikki færri enn 19 svartir melda seg sekar. Sunnudagin kl. 15.05: Villiniborg Tá ið Sarah (Jennifer Connolly) eitt kveldið skal ansa lítla beiggja sínum, ynskir hon, sum hon plagar, at trellini skulu koma eftir honum. Men hesu ferð hendir tað! Og so noyðist Sarah at fara at leita eftir honum. Hon fær eina trupla uppgávu og vegurin til trellakongin er Síða 9 Kaj Munk Sunnudagin kl. 17.50: Kaj Munk Lysing av Kaj Munk, barnaårunum i Maribo og studentartidini i Keypmanna- havn og prestaårunum i Vedersø. Her skrivadi hann kendu verk sini og tosadi um frælsi i Danmark, til tyskararnir myrdu hann í 1944. Sendingin er frå 1965 og Chr. Kryger og Tage Elmholdt hava lagt til rættis. Leygardagin kl. 20.20: Manna Millum byrjaðu tey at fyrireika jólini månadar- skifti juni/juli í ár — nú eru túsundtals jolastjørnur klárar at selja. Í Sandvík hava tær báðar, Rannveig Hovgaard og Emmy Klettheyggj, sein- astu tvey árini gjørt prýðislutir år før- oyskum tilfari. Nú tað stundar móti jól- um, hava tær úr at gera. Tónleikarabólkurin »Sektion« í Vági er væl umtóktur millum manna. Teir hava innrættað eitt uppteku- og venjingarrúm í kjallaranum í VB hellini. Mogens Dahl í Vági hevur havt eina gásabegu í 27 ár — frá henni fær hann aftur jólaaftansdegurðan í ár. Lagt til rættis Ella Smith Clementsen Hittist á tif. 156 16 John Ritter og Karen Carlson Týsdagin kl. 21.15: | Forelskaður í einari eldri kvinnu John Ritter og Karen Carlson spæla hev- uðsleiklutirnar í hesum filminum, sum er frá 1982. Robert Christenberry er ein konufólka- revur og Isobel Ross er júst byrjað at ar- beiða sum tryggingardetektivur í Strick- lands advokatfyritøku, har bæði arbeiða. Hann er 29 ára gamal — hon er nakað eldri og í fyrstani als ikki áhuga fyri fjas- inum hjá Robert. Bobby veit kanska nógv um kynslív, men einki um roman- tikk. men tað ger Isobel, og skjótt ganga tey fast saman. Hetta elvir til prát og stuttleika millum arbeiðsfelagarnar. John Ritter er feddur í 1948, sonur tann tá væl kenda Tex Ritter. Jack Bend- er hevur leikstjórnað eftir myndariti hjá Michael Norell, bygt á skaldseguna »Six Months With An Older Women« hjá David Kaufelt. Hósdagin kl. 19.00: Advokatarnir Vit siggja tvær sidur — eina syrgiliga og eina skemtiliga. Tann syrgiliga er morð- sakin — fyrst hjá Rollins — móti einari kvinnu, sum hevur skotið mann sín. Tann stuttliga er ein sak, har Grace skal ákæra fýra fólk, sum búgva á einum rektarheimi, sum hava trupulleikar við bankan Hósdagin ki. 22.45: Domino Eftir at Troels hevur fingið lurtiútgerð heima hjá Martin, verða fleiri loyndarmál avdúkað. Vinkonan hjá Troels, Lizzie, er ótrygg. Martin sjálvur grunar einki, men segurnar hann fortelur Mille, ørkymla Honnu, mammu hennara. Og umframt fær Martin alkoholtrupulleikar.