fríggjadagur 29. november 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Nr. 223 — 29. november 1991
Scansat/TV3
Fríggjadagin kl. 22.03:
Copacabana
Am. musical frá 1985. Lagið »Copaca-
bana« eftir Barry Manilow er tittul-lagið
í filminum, sum er ein kærleikssøga, har
Barry Manilow spælir hevuðsleiklutin.
»Copacabana« er staðið, har tey mettust,
sum vildu hava framgongd og gerast
kend. Hagar kemur Tony, sum elskar
tónleik, og bæði syngur og ger tónleik.
Hann gerst vónsvikin, tá ið hann sær, at
starvið, hann fær, ikki er at syngja, men
at standa í barrini. Men eitt kveldið, tá ið
sangarin hevur drukkið seg ov fullan,
sleppur Tony at royna seg, og Lola, sum
hann hevur hitt har, sleppur at royna seg
í ballettini, og tá tykist alt at fara at
eydnast hjá teimum. Men so kemur ein
maður at hitta Lolu. Tað er Rico, og hann
sær, at Lola verður skjótt ein stjørna, og
hann bjóðar henni ein hevuðsleiklut í ein-
ari framferslu í klubba hansara á Kuba.
Lola er ovurfegin, men Tony er harmur
um hetta, tí hann hevur frætt, at Rico fer
illa við gentunum, sum arbeiða fyri hann.
Leikarar: Barry Manilow, Annette
O'Toole, Joseph Bologna, Ernie Sabella,
Estelle Getty, James T. Callahan.
Fríggjadagin kl. 23.53:
Twilight Zone
Sam Conrad er fyrsta menniskjað, sum
vitjar á Mars, og tað lættir hjá honum, tá
ið hann sær, at mars-búgvar líkjast van-
ligum menniskjum. Men tey eru komin
longri í vísindini. Tey vita, hvussu tey
skulu tosa við Conrad, so at hann skilir
tey, og tey byggja honum eini hús, sama
slag sum hann eigur á jerðini. men einsa-
mallur í húsinum uppdagar hann, at allar
hurðar eru læstar og gardinur eru fyri,
men eingi vindeygu. Aftanfyri gardinur-
nar er nakað annað
Leygardagin kl. 21.45:
Stevie
Glenda Jackson í »Stevie«
Enskur filmur frá 1978 bygdur á bók-
lingin »Stevie« eftir Hugh Whitemores
og savnað tilfar um væl kenda rithevund-
an Stevie Smith, lív hennara og virki.
Stevie var ein sermerkt kvinna, sum
dugdi at síggja tað, sum hevði týdning, í
lívinum hjá tí vanliga menniskjanum. Í
einari lítlari íbúð norðan fyri London
hitta vit Stevie og gomlu fastir hennara,
og har hava tær altíð búð og hetta er eitt
fjálgt og hugnaligt heim.
Leygardagin kl. 23.40:
Alfred Hitchcock
Norman Frayne er ein hugtungur maður,
orsakað av arbeiði og av barnaárum sín-
um á barnaheimi. Men hóast alt, so elsk-
ar konan hann. Og Norman elskar hana,
men tá ið ein gamal vinmaður frá barna-
heiminum kemur at vitja, gerst Norman
evundsjúkur, tí hann heldur, at hesin
hevur mest sum ov stóran áhuga fyri
konu hansara.
Sunnudagin kl. 19.00:
The Far Country
| "rr
Sigrind Thornton og Michael York
Australskur filmur í tveimum pørtum frå
1986. Tá ið seinni heimsbardagi er lokin,
flýggjar tjekkin Carl Zlinter bæði undan
nazistunum og sínum egnu landsmonn-
um. Tvey ár seinni í Onglandi metir hann
av tilvild læknadóttrini Jennifer Morton.
Hetta er sama kveldið, Carl hevur fingið
lovað at fara til Australia, og hóast tíðin
er stutt, hittir hann eisini ommu Jenni-
fer, sum gevur honum adressuna hjá
Jane Armitage, einari systirdóttir í
Australiu. Dreymurin at finna eydnu-
landið hinumegin jerðina skal gerast
veruleiki.
Men hann noyðist at taka tað arbeiði,
hann fær, og tað verður 15 km burtur frá
Jane Armitage og familju hennara. Sum
tíðin líður verða tey serliga væl, og Carl
verður tikin upp í familjuna.
Imeðan doyr bmman í Onglandi og
Jennifer fer eisini til Australia at búgva
hjá familjuni. Jennifer og Carl metast og
kenna seg at hoyra saman. Tey ferðast
runt og tey verða forelskað.
Umframt byggiarbeiði verður Carl ofta
biðin at hjálpa, um okkurt berst á, um
onkur verður skaddur. Áðrenn kríggið
arbeiddi Carl sum lækni, men hann hevur
einki loyvi at arbeiða sum lækni, og tí
tosar hann so lítið um hetta sum gjerligt.
Men læknin á staðnum fær illgruna. Tá ið
ein stór vanlukka hendir, og tveir ar-
beiðsfelagar hjá Carl verða skaddir,
noyðist Carl at operera, at bjarga teim-
um. Men annar doyr, orsakað av at onkur
hevur í góðari meining givið honum
whisky at doyva pínuna, og nú óttast
Carl fyri framtíðini...
Leikarar: Michael York. Sigrid Thorn-
ton, Don Barker, Ilona Rogers, Noel Tre-
varthen, Swawomir Wabik, Sydney
Jackson, Richard Moss, Mark Ferguson,
Greg Carroll.
Månadagin k. 18.30:
Grannar
Henry er framvegis harmur um, at hann
misti Melanie til Gino. Charlene tosar ov
nógv, so Henry uppdagar, at hon hevur
havt ein fingur vid i spælinum. Hann
verður í ødini inn á systir sina og Madge
heldur vid honum
Månadagin kl. 23.00:
Løgregluliv
Sun Hills fær vitjan av heilsumyn. -g-
leikunum. Alt starvsfólkið skal kannast
heilsuliga og hvussu nógv tey arbeiða, og
tey stúra
Týsdagin kl. 19.00:
Western: Jubal
Am. western frá 1955 við Glenn Ford og
Ernest Borgnini í hevuðsleiklutunum.
Vallarin Jubal Troop fær arbeiði hjá góða
vini sínum, rancheigaranum Shep Morg-
an og konu hansara Mae. Mae verður so
hugtikin av Jubal, at ein annar, sum altíð
hevur fjeppast uppi í henni, cowboyurin
Pinky, verður heilt evundsjúkur. At
hevna seg, sigur Pinky við Shep, at Jubal
er farin at fjasa við Mae. Mae, sum ikki
longur leggur nakað í Shep, sigur at
hetta er satt, og so byrjar bardagin
Leikarar: Glenn Ford, Ernest Borg-
nini, Valerie French, Rod Steiger,
Felician Farr.
Týsdasgin kl. 23.00: |
Jeffersons
At Tom hugsar skjótt, bjargar lívinum
hjá George, men George kemur av hesum
at standa í skuld restina av lívinum.
Mikudagin kl. 19.00:
Bokhandlaren som
slutade bada
Ingvar Kjellson og Margaretha Krook
Svenskur filmur frá 1969 eftir Fritiof
Nilsson Piratens skaldsegu. Segan fer
fram undan fyrra heimsbardaga í einum
litlum suðursvenskum samfelag. Bók-
handlarin Jacob, livir eitt friðarligt lív, tá
ið ein genta úr bygdini vendir heimaftur,
eftir at hava búð uttanlands í mong ár.
Tey gerast væl, og skjótt skulutey gift-
ast. Næstan samstundis heldur Jacob
uppat at baða sunnudag saman við vin-
monnunum. Eingin skilir hví, uttan
Jacob sjálvur. Bert hann kennir loyndar-
málið hjá konu síni, eitt loyndarmál, sum
fær alt at rilla...
Mikudagin kl. 23.00:
Løgregluliv
Smith og Ramsey skulu eygleida og
skjóta Andrew Pike, sum hevur lovað at
vitna móti ókenda brotsmanninum Man-
sell. Ramsey biður Pike fara út at ganga,
og hann fer
Hósdagin kl. 20.03:
Alien Nation
Eitt listaverk er horvið, men kemur fram
aftur á einari uppboðsselu. Pápabeiggi
George, Moodri, biður hann keypa tað.
Men boðið gerst hægri og hægri, so
George fer tómhentur av uppboðsseluni.
Ein stór fyritøka hevur keypt listaverk-
ið, men keyparin doyr skjótt
Hósdagin kl. 22.03:
McCall
McCall fer at hjålpa einum eldri manni,
sum er komin millum nakrar ólógligar
vápnahandlarar. Samstundis 'roynir
hann at bjarga eini kendari filmsstjørnu
undan fólkum, sum eru óð eftir henni.
Nýggjur
eydnuhjólsvertur
Knut Bjørnsen og Ragnar Otnes
Fra januar 1992 verður nýggjur pro-
grammleiðari i Eydnuhjólinum. Tað er
Knut Bjernsen, sum fer at avloysa Ragn-
ar Otnes — og Knut Bjernsen er spentur,
men hann heldur tað vera torfert at
koma aftan á Ragnar Otnes. Men hann
leggur afturat, at hann vónar, at Eydnu-
hjólið framvegis verður ein líka væl
umtókt sending.
Kappingin verður eisini eitt sindur eðr-
vísi. Tað verða trý fólk, sum koma kapp-
ast í senn í hverjum umfari, norðmenn og
sviar. Ein vinnari fer víðari til dagin eftir
við tí fyri eyga at gerast millum tveir teir
bestu í vikuni, sum skulu meta viku-
vinnaranum í finaluni leygardag.