Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-30, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. november 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 224 — 30. november 1991 Orkuráðið oyðslar Kveitir íkki eftir egnari vindorku I staðin fyri at gera dýrar uttanlandaferðir, kundi Orkuráðið móti eini minni samsýning fingið allar teir upplýsningar, vit liggja inni við, vit hava fleiri ára royndir, sigur Eivind Tofte- gaard av smoltstødini Laxsá á Hellunum Einastu sum veruliga hava gjørt nakað við vindorku í Føroyum, eru eigararnir av smoltstødini Laxsá á Hellunum. Fyri ngkrum árum síðan keyptu teir eina vindmyllu úr Danmark og aftaná óteljandi trupuleikar og høvudbryggj eiga teir eina vindmyllu í dag, sum er lagað eftir føroyskum vidurskiftum og hvífir í sær sjálvum. --Eg eftirlýsið einum samarbeiði við Orkuráðið. Ráðið stendur á fíggj- arlógini og eg skilji ikki, at neyðugt skal verða hjá ráðnum at gera dýrar uttanlandaferðir, tá teir kundu nýtt okkara drúgvu royndir, móti eini lítlari samsýning, sjálvsagt, sigur Eivind Toftegaard. —Orkurådid hevur sett seg í samband við okkum, men ráðið hevur sett sær fyri, at teir ikki vilja lata eina krónu fyri teir upp- lýsningar vit kunnu geva, so heldur uttanlandaferðir. Vit hava fyri egna rokning eksperimenterað. Hetta hevur ikki verið lætt arbeiði og tað hevur verið kostnaðarmikið. Orku- ráðið kann fáa allar upplýsningar vit liggja inni við, bert vit fáa eina samsýning, sigur Eivind Toftegaard. -Okkara vindmylla liggur í føroyskum um- hvørvi millum fjøll, og vit hava í dag broytt hana soleiðis, at hon klárar skiftandi vindin við vind- køstum, sigur Eivind Toftegaard. Breyt vong Vindmyllan hevur ein part av tidini sidan hon vard bygd fyri fyra årumn sidan staðið still. Nú í seinastuni hevur hon staðið still í longri tíð. --Eini vongurin brot- naði í nógvum vindi. Vindmåtarin máldi millum 50-60 metur um sekundi. Orsøkin til at vongurin brotnaði var ein feilur í telduskipanini. Myllan hjá okkum stendur til elnetið hjá SEV. Tann streymur, sum smotlstødin ikki klárar at brúka fer inná netið hjá SEV. —I nógva vindinum fór streymurin hjá SEV. Vindmyllan átti tá at neyðbremsa, men hetta kláraði hon ikki, tí fór hon upp at snurra og pettir brotnaðu av vonginum. Vit hava nú styrkt bremsurmar og gjørt ymiskar broytingar, so hetta skuldi ikki komið fyri aftur, sigur Eivind Toftegaard. Hvilir í sær sjålvum Hóast P/F Laxá hevur Nú melur myllan aftur og hóast nógvar trupuleikar, so melur hon eisini runt fíggjarliga. Mynd: Kalmar havt nógvar trupuleikar vindmylluni, so melur hon í dag eisini runt fíggjarliga. Myllan fram- leiðir árliga allan tann streym, sum smoltstødin hevur brik fyri, er stilli, so fær stødin streym frå SEV. -Eg haldi at SEV fær streymin biliga frå okk- um. Vit fáa 44 oyri fyri hvønn kilowatttima, með- an vit mugu keypa streym frå SEV fyri 120 oyru pr. kilowatttima, sigur Eivind Toftegaard. --Dýri elprisurin er um at taka lívið av fleiri virkjum í landinum í dag. Eg kann nevna eitt dómi. Vit nýttu streymtól til at ilta vatnið við, hetta kost- aði okkum 44 krónur um tíman. So keyptu vit eitt diesel tól at ilta vatnið við, nú eru vit niðri á 12 krónum um tíman. Tá myllan ikki hevur riggað hava vit verið uppi á 50.000 krónum um mán- aðin í streymrokning, sigur Eivind Toftegaard. jústinus í SMS Í SMS er Hans Mortensen bossur og eini boð frá honum kunnu eisini fáa av- leiðingar fyri handlar uttanfyri SMS. --Starvsfólkið í SMS fekk herfyri boð frá leiðsluni, at bert ein bilur fyri hvert arbeiðspláss kundi standa ókeypis á par- keringsgkinum hjá sølumidstødini. --Stóðu fleiri, so fingu tey 1000 krónur í bót hverja ferð, sigur Rógvi Poulsen, Ítróttarbúðin. -So skjótt sum hesi boðini komu, so broyttust parkerings- viðurskiftini uttan fyri mín handil nógv. Míni viðskiftafólk sleppa ikki longur at seta bilin, og hettar gongur útyvir søluna, vit missa pengar, sigur Rógvi Poulsen. I løtuni er ongin SMS órógvar Minir kundar sleppa ikki at seta bilin Eigarin av Ítróttarbúðini við Hoydalsvegin er sera énøgd- ur við parkeringsviðurskift- int, nú broytingar eru hendar Síða 5 Rógvi Poulsen er énøgdur við parkeringsviður- skiftini. Mynd: Kalmar zonuparkering við Hoydalsvegin. Hetta er ikki ney dugt sidan SMS vidkadi sini parkeringsøkir. Men nú er vend komin í. Tá SMS var bygt var zonuparkering og nú hevur Rógvi Poulsen heitt á fútan, um at fáa nýggja zonu- parkering. Hann ynskir at parkeringstíðin skal vara í ein tíma. jústinus