leygardagur 30. november 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Nr. 224 — 30. november 1991
Hans Tausen Olsen, býráðsformaður í Runavík:
ær 132.000
meira I løn
Hóast tað í roknskapinum hjá kommununi stendur, at Hans Tausen
Olsen, býráðsformaður fær 120.000 krónur í lón, so er veruleikin
ein annar: Hann fær nevniliga 252.000 krónur, ella 132.000 krónur
meira, enn landsstýrið hevur givið loyvi til. Tær 132.000 krónurnar,
ið eru aftrat bókaðu lønini, finnast helst á aðrari konto í roknskap-
inum, ið eitur »løn til skrivstovufélk«. Henda konto hækkaði við
254.000 krónum, tá Hans Tausen Olsen tók við sum býráðsformaður
Runavíkar Kommuna
hevur í mong ár borið orð
fyri at verið eina av teim-
um, ið vóru rættiliga væl
fyri fíggjarliga.
Sjálvandi hevur tað
ikki verið so torført í
fíggjarligum viðgangs-
tíðum, og tá kommunan
ikki beinleiðis hevur ver-
ið rakt av merkisverdari
figgjameydfmun til, hvat
onkrar aðrar kommunur
kanska hava fingið at
drigist við.
Tískuldi ligið væl fyri
at átt eitt sindur niðurfyri,
tá ringar tíðir vóru, sum
nú í hesum døgum. Men
kommunan eigur ikki so
nógv.
Átti yvir 30 rentugev-
andi milliónir á bók
Fyri nøkrum árum
síðani átti Runavíkar
Kommuna 30,5 milliónir
á bók, ið stóðu og góvu
rentur av sær — í 1989
ikki færri enn næstan 2,4
milliónir krónur. Men í
dag eru ikki so nógvar av
hesum milliónunum eftir,
hóast nakrar vóru bundn-
ar bert at verða brúktar til
ávís endamál.
Hóskvgldið hevði
Runavíkar Býráð fund,
har fíggjarætlanin var
fyri. Á hesum fundi var
nógv tosað um at spara,
og býráðsformaðurin
Hans Tausen Olsen rósti
til høgru og vinstru teim-
um, ið høvdu gingið und-
an sum g60 fyridømi um
sparingar, eitt nú skúl-
unum, sum sjálvbodnir
høvdu skorið 20 prosent
av sínum útreiðslum.
Men samstundis sær
ikki út til, at nakar hevur
grund til at rósa býráðs-
formanninum á sama
hátt.
Tá hann kom til sum
býráðsformaður í 1989,
vuksu fyrisitingarút-
reiðslurnar í Runavíkar
Kommunu úr 2,5 millión
um upp í 3,2 milliónir, -
samstundis sum kontoin,
ið kallast ferðir og um-
boðan, vaks úr 82.000
upp í 228.000 krónur.
Fær tvífalda løn
Tvey te síðstu árini,
Dia P. Johannesen sat
sum formaður í komm-
ununi, varð innført av
landsstýrinum, at býráðs-
formenn í kommunum
omanfyri eina ávísa stødd
Skuldu fáa løn.
Sum tann triØstørsta
kommunan í landinum,
varð Runavíkar Komm-
una við her, ogDia P.
Johannesen fekk løn, sum
var sambært tí, landsstýr-
…—… …
leiðandi býráðsformans-
løn, tá talan var um
kommunu við millum
2.000 og 2.500 íbúgvum:
120.000 krónur um árið.
Lenin góðkennast av
landsstýrinum
Tá so Hans Tausen
Olsen kom til sum for-
maður í 1989, ynskti hann
at vera býráðsformaður
fulla tíð, og í tí sambandi
varð samtykt í býráðnum,
at løn hansara skuldi
setast upp í 120.000krón-
ur.
Men býráðkunnu ikki
seta formanslønir, sum
teimum lystir, tí lønimar
skulu góðkennast av
landsstýrinum.
Tí varð skrivað til
Føroya landsstyri, har
biðið var um loyvi at
hækka løn býráðsfor-
mansins við 120.000
krónum upp í 240.000
krónur.
Tinganes segði nei!
Men svar landsstýr-
isins var sera greitt: Vit
kunnu undir ongum um-
stóðum viðmæla aðrari
løn, enn teirri, id er givin
sum vegleiðandi av
landsstýrinum, sum fyri
Runavíkar Kommunu
svarartil 120.000 krónur.
Hetta svar hevði tó
ongaávirkan á Runavfkar
Kommunu, og tí fær bý-
ráðsformaðurin Hans
Tausen Olsen í komandi
fíggjarárið 132 .000
krónur meira í løn, enn
landsstýrið viðmælir.
Einki samsvar
Á rakstrarætlanini,
sum varð løgd fyri bý-
ráðsfundin í Runavík
hóskvgldið, stóð løn bý-
ráðsformansins at vera
252.000 krónur.
Men hetta eru onnur
tól enn tey, ið standa í
roknskapinum fyri 1990,
sum júst er komin frá
grannskoðaranum. Har
stendur løn býráðsfor-
mansins bókað sum ver-
andi 120.000 krónur.
Hesi tól samsvarasum
kunnugt ikki, tí 252.000
krónur hvørki eru ella
hava verið tað sama sum
120.000 krónur.
Hvar í roknskapinum
»restin« av lønini til bý-
rådsformannin er at finna,
er ikki lætt at siga, men
ein møguleiki er, at hon
er sett á eina heilt aðra
konto, ið eigur løn til
skrivstovufólk.
Restin á aðrari konto
Sama ár, sum lønin
hjá býráðsformanninum
fór upp, vaks eisini henda
nevnda konto hjá Runa-
víkar Kommunu við
254.000 krónum — úr
663.000 krónum í 1988
upp í 917.000 krónur í
1989.
Hetta árið varð bert
eitt hálvt starv sett á bý-
ráðsskrivstovuni, so
ógvuliga væl passar
roknistykki, um 120.000
krónur verða tiknar av
teimum 254.000, tí tá eru
134.000 krónureftir, sum
svarar til ta hálvu lønina
hjá setta starvsfólkinum.
Í hvussu er sæst útfrá
hesum, at sparingar og
niðurskurðir, sum skulu
gjaldast av borgarunum í
Sosialurin hevur spurt
seg fyri í landsstýrinum
viðvíkjandi lónum hjá
býráðsformonnum, og
hagani er eingin slingur
í valsinum: Bert vegleið-
andilønin, ið landsstýrið
hevur samtykt, verður
viðmæld.
Allar broytingar í
slíkum lønum skulu góð-
kennast av lands-
stýrinum, og bert tvey
frávik eru gjørd, og eru
tey í Klaksvík og Havn,
har býráðsformenninir,
eftir hvat Sosialurin
hevur skilt, fåasomuløn
sumlandsstýrismenn,
góðar 400.000 krónur
um árið.
Landsstýrið
góðtekur
ikki slíka løn
Annars er vegleið-
andi lønarstigin frá lands-
stýrinum skipaður eftir,
hvussu nógv fólk býr í
galdandi kommunu.
Tølini eru hesi:
1.500-2.000 íbúgvar
geva 90.000 krónur,
2.000-2.500 íbúgvar
geva 120.000 krónur og
2.500-3.000 íbúgvar
geva 150.000 krónur.
Táslakir 2.500 íbúgv-
ar eru í Runavíkar
Kommunu, svara tað til,
at býráðsformaðurin hev-
urrætt til 120.000 krónur
í løn um árið sambært ti,
Sosilaurin hevur fingið
at vita í Tinganesi.
hj.
på
Hans Tausen Olsen, byrådsformadur i Runavik, fær ov
någva løn, skal verda gingid eftir ti, landsstyrid sigur um
lønir til býráðsformenn. Og tað er landsstýrið, id skal góð-
kenna slíkar lønir, so tå tølini í roknskapinum og rakstrar-
ætlanini fyri 1990 viðvíkjandi lønini hjá býráðsformannnum
ikki samsvara, er neyvan alt í lagi.
formi av einum skatta-
prosenti og 500 krónum
minni í barnafrádrátti,
ikki kunnu hugsast at
liggja hjarta býráðsfor-
mansins nær, tá hann
sjálvur kostar kommun-
uni 132.000 krónur meira
enn landsstýrið kann góð-
taka.
Fleiri útreiðslur
At so ferðing og um-
boðan, sum ofta er ein
sokallað >luxus-konto<
eisini er høg, er ikki gott
sparilag, sum eisini varð
víst á av býráðslimum á
fundinum hóskvgldið.
Atsoheldurikki sam-
Mynd: Hilmar Jan
svar er millum tað, ið
stendur í roknskapinum
hjá kommununi og tað,
sum rakstrarætlanin sig-
ur, er heldur ikki serliga
heppið, tí samstundis
sum landsstýrið skal
góðkenna roknskapin,
má tað eisini síggja
rakstrarætlanina, tí lands-
stýrið skal jú hava skatta-
prosentið at vita.
Erikki samsvar í teim-
um tølum, kommunan
letur frá sær, kann henda,
atóvæntaðu útreiðslurnar
gerast fleiri býráðsfor-
manslønir, og tað eru
nógvir pengar.
hj.