Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. november 1991síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 224 — 30. november 1991 Síða 11 Barnaansingin í Runavíkar Kommunu: Varð slept I Síðstu lotu Men skattaprosentið fór upp, og barnafrådråtturin varð minkaður við 500 krónum niður í 1.500 krón- ur .Nakað, ikki allir býráðslimirnir vóru so ógvu- liga fegnir um. >Tað eru tey veikastu, ið verða harðast rakt, seta við skattin upp og minka frá- dráttin,< varð m.a. fórt fram á býráðsfundinum Á býráðsfundi í Runavík hóskvgldið, samstykti bý- ráðið við seks atkvødum fyri, at skattaprosentið í kommununi skuldi fara upp við einum — úr 16 upp í 17, so tað við kirkjuskattinum íroknaðum nú verður 17,5. Somuleiðis varð sam- tykt vid seks atkvødum, at barnafrádrátturin i Runa- vikar Kommunu, sum hev- ur verið 2.000 krónur, skuldi lækkast við 500 krónum, so hann kom niður í 1.500 krónur. Tær seks atkvødurnar vóru Hans Tausen Olsen, Martin Olsen, Sólrun Johan- nesen, Rólant Jacobsen, Arnold Olsen og Jónsvein Knudsen. Um broytti steðu Ætlanin var upprunaliga eisini, at dagrøktin og barna- garðurin skuldu skerjast, men her broytti fíggjar- nevndin stóðu beint undan fundinum, so tann stóra bumban, m.a. uppmøting av foreldrum at børnum, sum verða passað, ikki slapp at bresta rættiliga. Annars var nógv fólk á fundinum. Fult var inni í sjálvum salinum, og sjálvt úti í gongini stóðu fólk. Eini 50-60 fólk vóru tilsaman á fundinum, og táeru ikki tey tald við, ið ikki sluppu inn at fáa sær sess. Ikki uttan mótsteðu Men tað, at skattapro- sentið varð sett upp, varð ikki samtyktuttan mótstøðu kortini. Tríggir býráðslimir, Hans Jákup Lamhauge, Agnar Poulsen og Kári Høj- gaard, vóruikki serliga glað- ir fyri, at skattabyrðan hjá borgarunum í kommununi gjørdist stórri, og vildu annaðhvort hava hækking- ina minkaða niður í hálvt prosentella tikna burtur, og vóru teir allir ímóti at lækka barnafrádráttin. Tað, sum teir triggir ser- liga vístu á var, atkom hetta ígjógnum, hevði tað viuð sær, at útreiðslurnar hjá fam- iljunum, ið frammanundan vóru ringast fyri, gjørdust stórri, og at tað ikki var góður politikkur. Eisini var víst á, at kommunan eigur eini 80- 90 grundstykki, ið kundu gjørstinntøka, um rætt varð borið at, meðan eitt høgt Var tíverri ikki at hitta Sosialurin royndi seinnapartin í gjár at fáa fatur Hans Tausen Olsentil eina viðmerking til greinina á síðu 10, men hann var tíverrikki at hitta — hvørki á kommunuskrivstovuni ella heima. Men til blaðið týsdagion fer Sosialurin at gera enn eina royndat fáa eina viðmerking frá honum.. hj. skattaprosent og lágur barnafrádráttur kundu hava vid sær, at færri høvdu hug at festa búgv í kommununi enn annars, og tað bæði merkti færri skattakrónur og færri inntøkur av seldum grundstykkjum, ið kundu býtt munandi uppá rokni- stykkið. Hevdu skerjingar- uppskot Tá tað kom til atkvødu- greiðslu, setti Agnar Poul- sen uppskot fram um at hækka skattaprosentið við einum hálvum prosenti og at lata barnafrádráttin 6- broyttan vera 2.000 krónur. Hetta uppskotið fekk bert tær tríggjar atkvødurn- ar, og fall tískil. Í viðgerðini av rakstrar- ætlanini fyri kommununa fyri 1990 høvdu Hans Jákup Lamhaugse og Agnar Poul- sen eitt skerjingaruppskot, sum hevði sparingar fyri eina millión við sær, so sleppast kundi undan at nerta skattaprosentið og barnaansingina, men tað uppskotið fall. Kundu havt sagt frá fyrr Tá hetta uppskot fkom fram, vístu fleiri av hinum býráðslimunum á, at tað var løgid, at eitt slíkt uppskot ikki var komið fyrr, tí hóast alt vóru fjúrtan dagar mill- um fyrstu og aðru viðgerð av fíggjarætlanini, so tað skuldi havt borið væl til, um menn høvdu havt hug at broytt nakað. Tá so samlaða rakstrar- ætlanin kom til atkvødu- greiðslu atkvøddu tey seks fyrr nevndu fyri henni, með- an Kári Højgaard ikki greiddi atkvødu. Tveir vóru ímóti Men fyri fyrstu ferð í søguni, hendi so tað, at tveir Hesir tríggir — Hans Jákup Lamhauge, Agnarv Poulsen og Kári Højgaard — vóru ímóti at seta skattaprosentið upp og lækka barnafrádráttin. býráðslimir atkøddu ímóti rakstrarætlanini, og vóru tað somuleiðis Hans Jákup Lamhauge og Agnar Poul- sen. Runavíkar Kommuna fær sostatt eina figgjarætlan, ið javnvigar við góðum 43 milliónum, sum er minni enn verandi fíggjarlóg, ið javnvigar við 45 milliónum. Tað, sum býráðsfor- maðurin serliga vísti á undir viðgerðini var, at nógvar av útreiðslunum vóru slíkar, ið kommunan einki fær gjørt við, so sum nógv stórri út- reiðslur innan sosialmál, nú Mynd: Hilmar Jan arbeiðsloysi er alsamat vaksandi. Vaksandi arbeiðsloysi førir eisini við sær, at kommunan ikki kann vænta sær so stórar skattainntøkur sum undanfarin ár. gevur tónleik- inum lív og yndi Rimmar úrval av SANSUI í stereo fáið eitt | GOTT TILBOÐ Komið og Vitjið okkum á båsi 3 á Sølustevnuni i Ítróttarhollini á Kambsdali fríggjadagin 29. nov. til sunnudagin 1. des. p/f Esmar Simonsen KAMBSDALUR, Box 78, FR-530 Fuglafjørdur, Tlf. 44405, Fax. 44629