leygardagur 30. november 1991síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 224 — 30. november 1991 -
= ——
Sancta Maria og
Ave verum
Héast 14 åra tidarmun
millum gradualid »Sancta
Maria« og motettina »Ave
verum«, kennst slíkur
kensluligur skyldskapur
millum hesi bæði kór-
stykkini, at tey hóva væl í
framferslu.
Tað mundi neyvan vera
av tilvild, at Mozart, sum
skrivaði »Sancta Maria« i
1977, dagfesti verkið til 8.
september, feðingardag
Mariu Moy, heldur er
hetta inniliga tónaverk at
meta sum ein trúarjáttan
til ta heilagu móður, júst
sum hann var við at fyri-
reika seg til eina longri
uttanlandsferð.
»Ave verum« skrivaði
Mozart fáar mánaðar, áðr-
enn hann doyði. Neyvan
finnst annar slíkur gim-
steinur í tónalíki sum hes-
in, ið man fara at varð-
veita sína ljómandi
glæmu, so leingi sum
spælt og sungið verður.
Vierstimmige
Gesánge
Joseph Haydn (1732-
1809) er at meta sum
týdningarmesti læru-
meistari og starvsfelagi
hjá Mozart. Hann skrivaði
sínar >Vierstimmige Ge-
sánge< 68 ára gamal.
Sjálvur nevndi hann hend-
an soncyklus >Dýrabærar
hvíldarfruktir eftir mikið
knoss at fullfora »De
Jahreszeiten'< (saman við
»De Schøpfung< stór-
fingnasta tónaverk
Haydns).
Sangkvartettin = hevur
valt út 5 av teim 13 sang-
unum.
Die Schøpfung
Haydn skrivaði oratoriið
„Die Schopfung« (Skapan-
in) 66 åra gamal stutt eftir
seinna uppihald sitt i
London, har hann tydiliga
er vorðin kveiktur og
ávirkaður av skapanar-
verki Fr. Håndels. Eyð-
kent fyri hetta verk er tað,
at tónaskaldið í orkestur-
satsunum myndar skap-
anarhendingarnar, sum
síðan verða lýstar í sangi.
Í lítla brotinum, sum her
verður framført, kemur
hetta týðiliga fram í sats-
inum, har orkestrið gevur
áhoyrarunum varhugan
av fyrsta sólarrisi her á
fold eins og av mánanum
og stjørnunum, tá tey á
fyrsta sinni koma fram á
náttarhiminum. Annars er
allur hesin endi á fyrsta
parti verksins ein fagn-
andi lovsongur til hin Alt-
valdandi fyri hansara
skapanarverk.
Krønungsmesse
Krýningarmessan er sam-
an við »Requiem« gitn-
asta kirkjuliga verk Mo-
zarts. Erkabiskupurin i
Salzburg, Colloredo, hevði
ynskt eina messu, sum
skuldi falla væl í oyru, og
hon hevur eisini verið so
sera væl umtókt, kanska
eisini tí at hon við sínum
vælljómandi — fyri mesta
Tøkk
Kæru tit øll, år by og av bygd! Hjartans
tøkk fyri samkenslu og hjálpsemi við sjúkra-
legu og jarðarferð elskaða mann, bróður og
svág okkara
Ejvind Sumberg
Tekk fyri gávur, blómur, kransar og tær
mongu uppringingar.
Kærastu heilsur
Familjunnar vegna
Celinda
Síða 13
Havnarkórið og Willi Gohl
i Norðurlandahúsinum
Havnarkórið byrjaði sum
Útvarpskór í januar 1967.
Umframt áhaldandi kon-
sertvirksemi í heimstað-
num Tórshavn og víða um
alt Feroya land hevur
kórið gjert konsertferðir
til Danmarkar, Íslands,
Eysturríkis, Onglands,
Fraklands og Sveríkis.
Sungið hevur verið eldri
og yngri føroyskt sangtil-
far, norðurlendskir sangir,
europeiskir kórsangir frá
renaissancu og fram til
okkara tíð og eisini størri
verk sum t.d. Magnificat
eftir J. S. Bach. Á ferðum
uttanlands hevur altíð
stórur dentur verið lagdur
á tað, sum er upprunaligt
foroyskt, og feroyski
dansurin hevur givið
framferslunum sítt eyð-
kenda lag.
Stovnari kórsins og leið-
ari øll hesi 25 árini — burt-
ursæð frá 2 árum uttan-
lands — var Ólavur Há-
tún, sum umframt at hava
tikið læraraprógv og virk-
að sum lærari í Fuglafirði,
Haldarsvík, á Toftum, í
Vestmanna og í Havn,
hevur vunnið sær tón-
leikaútbúgving á Tóna-
deild Danska Lærarahá-
skúlans og á Det Kgl.
Danske Musikkonserva-
torium í Keypmannahavn,
eins g hann hevur tikið lut
í kórskeiðum í Týsklandi
og í Schweiz. Tvær
grammofonplátur eru við
upptekum av Havnarkór-
inum: Kór og Kvæði sam-
an við dansiupptekum úr
Nólsoy og úr Sumba og
Blátt í felagsuppteku
saman við Tórshavnar
Kamarkóri.
partin homofonu — kór-
satsum er eggjandi sjálvt
hjá einum amaterkóri at
fara undir. Hverjum navn-
ið kemur av, er ilt at siga,
men í Salzburg hevur
verið sagt, at Mozart
skrivaði messuna í sam-
bandi við krýning av
Mariumynd í Wallfahrst-
kirche Maria-Plain har í
býnum, sum er farin fram
á hverjum ári síðan 1751.
Messan er skrivað í 1779
og er dagfest 23. mars —
annan dagin fyri Mariu-
messudag.
Willi Gohl tók lærara-
prógv, tínæst musikkhá-
skúlaprógv í Zirich og
vann sær síðan bæði inn-
an- og uttanlands útbúgv-
ing sum kór- og orkestur-
leiðari. Hann hevur ferð-
ast víða um heimin sum
solocembalistur í orkestr-
inum >Die Kammermusik-
er«. Stovnaði og leiðir enn
gitna kórið »Singkreis
Zurich«, og hevur verið
miðdepil í hansara fjøl-
broytta festival- og út-
varpsvirksemi.
Willi Gohl var í smá
tríati ár stjóri á Musik-
schule und Konservatori-
um Winterthur, men virk-
ar nú sum gestadirigentur
hjá kórum og symfonior-
kestrum víða hvar. Hevur
í mong ár verið forseti í
»Schweizer Musikrat« og
sitið i leiðsluni fyri felags-
skapin >Europa Cantat«,
ið fyrst og fremst við
stevnuhaldum virkar sam-
vinnu = kórsangarar í
Europa og aðrastaðni við.
Fyri sítt víðfevnandi
tónleikavirksemi er Willi
Gohl vorðin heiðraður við
ymsum listarheiðurstekn-
um, teirra millum so-
nevndu Hans Georg
Nágeli — Medaille der
Stadt Zurich.
Við Villi Gohl eru fýra
fólk:
Isabel Heusser, sopran,
er fødd í Basel, men búði
fyrstu barnaárini í Lond-
on og Paris. Hevur frá 8-
ára aldri fingið violin-
undirvísing. Eftir ymsan
lesnað, m.a. uppalingar-
læru, sálarfreði og týskt
mál, hevur hon seinni lagt
seg enn meira eftir fiól-
spælinum og er harafturat
farin undir sang av álvara.
Frá 1988 hevur hon fingið
undirvísing frá Stephan
Kramp miðandi ímóti
sanglæraraprógvi. Isabel
Heusser hevur regluliga
konsertir í týska og
franska partinum av
Schweiz.
Martina Esslinger, alt,
uppvaksin í Graubúnden,
hevði ikki upprunaliga
sangætlanir, men las mál,
tók handilsskúlaprógv og
virkaði nekur ár í handils-
fyritøku. Sekti seinni inn
á musikk konservatoriið í
Winterthur, har hon hev-
ur havt Stephan Kramp
sum lærara. Martina Ess-
linger hevur hildið kirkju-
konsertir í týskttalandi
partinum av Schweiz.
Niklaus Riiegg, tenor,
er føddur i Basel og fekk
sina sangaraútbúgving i
Basel, Bern og London.
Vann sær tvær ferðir so-
nevnda Stipendium des
Migros-Genossenschafts-
Bundes í Zurich og tók
operadiplom við konserva-
torium bæði í Basel og
Zørich. Hevur síðan ferð-
ast við operabólkum í
Týsklandi, Italia eins og í
ymsum býum í heimland-
inum.
Umframt sítt operavirk-
semi hevur Niklaus
Ruegg hildið konsertir
víða um í Europa við
sangum frá renaissancu
og til okkara tíð og hevur
harumframt sungið inn
plátur og gjert sangskráir
til flestu útvarps- og sjón-
varpssteðir í Schweiz.
Stephan Kramp, bassur,
er feddur í Kaliningrad í
Sovjetsamveldinum.
Hann er uppvaksin í Dort-
mund, men fekk sína
fyrstu sangaraútbúgving
í Freiburg. Fekk seinni
stipendium frá evangel-
iska læruverkinum í
Schweiz til framhaldandi
sangnám við konserva-
toriið í Basel og hevði
síðan fast starv sum
operasangari sama stað.
So við og við er undir-
vísing meira og meira
komin inn í myndina.
Hann var eina tíð gesta-
lærari við tónleikaháskúl-
an í Freiburg, og síðan
1979 hevur Stephan
Kramp verið docentur við
musikkkonservatoriið i
Winterthur og hevur
seinnu árini eisini havt
læraravirki við musikk-
akademiið í Basel.
Sum konsertsangari
hevur Stephan Kramp
ferðast víða um í Europa,
og feroyingar minnast
hann sum Jesus í Jó-
hannespassiónini i
Norðurlandahúsinum
1987. Hann er regluliga at
hoyra við festivalir í
Schweiz, Fraklandi, Týsk-
landi og Italia eins og
hann ofta hevur sang-
skráir í útverpum og sjón-
verpum í somu londum.
Eisini hevur Stephan
Kramp sungið inn plátur
við sangum m.a. eftir
Joseph Haydn.
Prentloysnir á høgum stødi
og fyri kappingarføran
kostnað.
Eitt av serøkjum okkara er
prent til skrivstovuna.
— tann føroyska
prentioysnin
je DANMANN
Brekkutún 1, 188 Hoyvík
Tif. 18050, Fax. 16550