Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-30, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. november 1991síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

—. At EA Lagt til rættis: Oddbjørg Poulsen .. . . Ljos Heimsins I Johs. kap. 8 sigur Jesus soleidis: Eg eri Ljós Heimsins; tann id fylgir mær skal ikki ganga í myrkri, men hava ljós lívsins. Tað er gott at vita, at Jesus er okkara Ljós. Tá vit loyva Honum, so vil Hann leiða okkum igjøgnum alt myrkt og keðiligt. Jesus segði at um vit fylgdu Honum, so skuldu vit ikki vera í myrkri, men hava ljós lívsins. Jesus vil eisini at vit, sum hava fingið Hansara ljós, skulu lýsa fyri Jesus. Tú spyrt kanska — Hvussu kann eg verða eitt ljós fyri Jesus? Kanska onkur av vinum tínum hava tað ikki so lætt júst nú. Kanska kennir tú onkran gamlan ella veikan, sum treingir til at tú hjálpir. Tú kanst fara erindi og vera blíður við tey. Jesus segði eisini eitt líknilsi um, at eingin sum tendrar eitt ljós setur tað undir skeppu, t.v.s. eitt ílat, men setur tað heldur soleiðis, at tað sæst væl. Lita hesa tekning. Klipp hana út og hang hana upp, so tú altíð minnist til at vera eitt ljós. Benin í dag: Takk Jesus, at Tú ert mítt ljós. Hjálp mær, tí eg vil vera eitt ljós fyri Teg. Seljarar søkjast Okkum manglar seljarar. Vit krevja onga útbúgving, men geva neyðugu upplær- ingina. Áhugað kunnu ringja og avtala tíð til samrødu á tlf. 19556. Ein spennandi framsýning Nr. 224 — 30. november 1991 — Kári Svensson er av álvara við at búnast sum lista- maður Eg fekk eitt litsjokk, tå eg trein inn um gáttina á Listaskálanum seinasta vikuskiftið. Við eitt vart tú tikin inn í ein litheim. Niðan gjegn- um grenar og bláar líðir á skák. Og oman eftir aftur — út á sjógv, har kirkjan og bygdin speglaðu sær í silvitni. Verri var kanska at koma aftur og fram frá einum teigi til annan. Veitirnar, ella markering- arnar, vóru kanska ov stórar. Men aðra staðni hevði listamaðurin loyst meira upp og litirnir gingu lættligari inn í hvenn ann- an. Til demis í málningin- um Gráur dagur. Tað hevur verið áhuga- vert at fylgja gongdini hjá Kára Svensson seinastu árini. Var heilt hugtikin av fleiri málningum á eini framsýning fyri einum fýra árum síðani. Serliga minnist eg tann eina málningin av Skálafjorð- inum. Framsýningin hesuferð stendur ikki aftanfyri. Tvertur ímóti eru máln- ingarnir meira heilskapað- ir og Kári hevur funnið ein ávísan stíl. Kanska ikki so sermerktur, men minnir nakað um Frits Johanne- sen — fyrr serliga — og Sakaris Heinesen. Málningarnir eru lýs- ingar: Landslag, Heyst- lýsing, Móti skýming, Náttúrulýsing, Morgun- sól, Ur Havn og Seyða- menn. Ja, teir seinast nevndu eru helst tey seinastu motivini, tú kennir aftur. Málningurin, Ur Havn (32), sum er mynd frá atelierinum í miðbýnum og omaneftir móti vánni, er millum teir bestu máln- ingarnar. Gráur dagur (5), ein ann- ar úr Havn (6) og Heyst lýsing (7) taka seg framúr, saman við tveimum smærri málningum til vinstru innan fyri dyrnar, sum, minnist meg rætt, kalladust Illlveður og Landslag (37 & 38). Heystmorgin (9), ein morgun við sól, dámdi mær eisini væl, men hann hevði verið upp aftur betri, um hann hevði sterri djúpd, eins og máln- ingarnir Bygd (17) og Náttúruliýsing (18) á norðara enda. Kári er litdjarvur. T.d. í Skýming (20). Men mær dámar væl litsamanset- ingina, hóast kontrastir- nar eru øgiligar viðhvert. I ødrum førum eru litir ella målningarnir avbalanseraðir. fjálgir. meira Meira ge er —— er 3 Kompositiónin er í summum førum nakað einstáttað og markering- arnar millum teigarnar, litflatarnar, dekan og sterkar. I fleiri førum let- ur hann hesar strikurnar hella, og tå hevur i fyrsta umfari hug at halda, at her haltar nakad, men tå tú hevur eygleitt eina letu, fellur alt upp á pláss. Umframt teir 41 olju- málningarnar á lerifti, eru 24 málningar á pappiri. Eisini millum hesar eru smáar perlur. Til dømis Heystlýsing (55), Bygd (57) og Bygd (62). Hesir eru eitt sindur bí- ligari enn vanligu máln- ingarnir, men sum heild eru prísirnir rímuligir. Framsýningin kennist sum heild. Hon vísir, at Kári av álvara er við at búnast sum listamaður. Týðuliga kemur til sjóndar ein stór gleði at mála. At lata litirnar dansa. Men onkustaðni skulu teir temjast betur. Og sjálvandi eru tað eisini málningar ímillum, sum Kári skuldi sett aftur í Framhald á síðu 21 Stereo sjónvarpið Luxor VISION 2000 Digitalstýrd 21" — 25"— 28" sjónvarp við bestu A2 og NICAM ljóðdygd. Prisdømi 25" sjónvarp kr. 14.595,- Stevnutilboð kr. 12.900,- Kontant kr. 12.495,- * Flatsquarebilledror * Fjernbetjening til styring af TV, Tekst-TV * Frekvenssyntese tuner video, satellitmodtager mea 60 faste kanaler og m.v hyperband * S-VHSindgang (Scart 2) + A2- Og NICAM stereo med automatisk omkobling * Tekst-TV med side * On Screen menu o hukommelse i: OnScreen Display (6forskellige sprog) * Forberedt for FM-Radio * Forberedtforsatellit- modtagelse = Vitjid okkum á båsi 3 á Sølustevnuni í Ítróttarhellini á Kambsdali fríggjadagin 29. november til sunnudagin 1. desember. p/f Esmar Simonsen KAMBSDALUR, Box 78, FR-530 Fuglafjørdur, Tlf. 44405, Fax 44629