Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-12-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. desember 1991síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tøkk til Trónda og Jóhann EITT, sum saknur er í í før- oysku bløðunum, er ummæli av fjølmidlunum. Her verður so serliga hugsað um sjón- varpið og útvarpið. Hetta er táttur, sum Sosialurin hevur tikið upp við jøvnum millum- bili, men sum so dettur niður fyri aftur, tí fólk halda seg ikki til at ummæla. Vónandi kunnu vit fara undir aftur henda áhugaverda og náttúr- liga tátt í blaðnum í árinum, sum kemur. Vit sóknast tí eft- ir fólki, sum hava hug at royna seg. NÚ tvær sendingar eru lidnar í bæði ÚF og SvF, skulu teir báðir journalistarnir hava okkara rós fyri gott arbeiði. Tað eru teir báðir Jóhann Mortensen og Tróndur Djur- huus, sum við sendingunum „Frítíð og nåttåra« og »Gott kvøld« hava ríkað lurtarar og hyggjarar nú í eina tíð. Hetta er gott tilfar, sum tit komu sera væl frá. Vónandi fáa vit meira av hasum slagnum komandi ár. Við slíkum send- Jústínus Eidesgaard ingum rgkka tit nevniliga út í tey ymsu heraðshornini í lítla oyggjalandi okkara. Vit upp- daga brádliga, at land okkara er sera ríkt bæði hvat fólki og náttúru viðvíkur. Vit upp- daga, at vit eiga eitt gott fólk og eitt ríkt land, sum er vert at hjúkla um. OKKARA útvarp og sjónvarp hava sera stóran tydning, tå tað snýr seg um at varðveita og menna søgu, síðir og mentan. Ja, í veruleikanum eru hesir fjølmiðlar fremstu framherjar og garantar í so máta, og tað er tí av sera stór- um týdningi, at okkara po- litikarar viðurkenna henda tydning, soleiðis at tað fram- haldandi verða skaptar for- treytir fyri at menna umrøddu fjølmiðlar. TAÐ er greitt, at tað er sera kostnaðarmikið at gera sjón- varp, men tá hugsað verður um, hvønn tydning føroyskar sendingar hava, so eiga vit at seta tann pening av, sum neydugur er. Sama er vid ut- varpinum. Men fyri at fåa tær neydugu sømdirnar frå mynd- ugleikunum, eru bæði út- varps- og sjónvarpsfólk Útgevari: P/f Sosialurin Uppseting: P/f Sosiafurin Prent: PH Pressan 1961 Telefon: noydd til at dubba seg. Tess betri sendingar, tess betri samdir. Tad er tí rætt her at tríva í júst umrøddu sending- ar hjá teimum báðum Jóhan og Trónda. Hetta eru send- ingar, sum eru báðum fjøl- miðlunum til fyrimunar og vónandi er hetta bert byrjanin til nakað enr meira áhuga- vert og spennandi. UMFRAMT at hava stóran týdning fyri mentan okkara, so eiga bæði útvarp og sjón- varp eisini at vera kveikjarar og formidlarar av tí almenna orðaskiftinum, sum er so týdningarmikið. Hetta må sigast at hava verið eitt oki, sum bæði: útvarp og sjónvarp hava dekkað í alt ov lítlan mun. Tó síggja vit nú, at tekin eru til bata á gkinum. Her er vert at nevna Fimmaran í út- varpinum. Men enn restar nógv í á hesum øki. lkki minst sjónvarpið kundi gjørt meira burtur úr dialoginum — tí almenna orðaskiftinum. Tað var tann tíð, tá »litla- ting« í ávísan mun megnaði at liva upp til henda setning. Men nú er tað næstan heilt dottið niðurfyri. So her eigur sjónvarpið so avgjørt at taka Bústaður: Argjavegur 26 Postadresss: Postsmoge 76 110 Tórshavn 14720 Argir 11820 Telefax: sær um reiggj. Hetta kundi verið gjørt upp á nógvar yms- ar mátar. Tað snýr seg um at finna evni at tosa um og so at fara eftir fólki. Vit fara tí at heita á sjónvarpið um at gera meira við umrødda tått í kom- andi ári. OG annars skulu vit enn eina- ferð enda við orðunum: at nógv — nógv meira kundi verið gjørt burtur úr barna- sendingum bæði í útvarpi og sjónvarpi. Vit vita væl, at nógv av hesum botnar í peng- um og resursum. Tað er tí eis- ini vón okkara, at politikarar- nir í nógv stórri mun enn í dag innsíggja tann týdning hesir umrøddu stovnar hava fyri okkum øll á hesum klettum búgva, og ikki minst fyri komandi ættarlið. Men tað hevði eisini verið gott, um fólkini á umrøddu stovnum dubbaðu seg og gjørdu sítt ítarsta í arbeiði sínum — til tess at sannføra politikarar- nar um, at føroyskt sjónvarp og útvarp kunnu vit ikki vera fyriuttan. Kunnu og sleppa fleiri at gera slíkar sendingar sum tær hjá Jóhann og Tróndi, so gongur tað tann rætta vegin. í hesi bókareð, sum Tíð- indablaðið Sosialurin gevur út. Í bókini eru um- leið 185 tekningar, sum hava staðið á baksíðuni í Sosialinum hetta seinasta árið. síðuna. Hana almanna- kunngera vit tí her í dag. Vit fara at lata lesaran sjálvan lesa tekningina og tað, sum teknarin nú hev- ur lagt í hana. Bókin »Skemt 91« er at fáa i bókabúðunum í dag og kostar 120 kr. Bókin er sett og umbrotin á Sosial- inum. Hon er prentað á Narayana Press í Árhus. Skemtibókin koma nú út aftur í bók. »Skemt 91< er triðja bókin Allar hava tekningarnar verið prentaðar í Sosialin- um uttan tann eina, sum prýðir forsíðuna og bak- Skemtitekningarnar hjá Óla Petersen í Sosialinum