týsdagur 3. desember 1991síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 225 — 3. desember 1991
Fimm sera fjølbroytt
listarfolk á Strondum
Í hølunum, har Stranda Ítrív helt til, er alla hesa vikuna listar-
framsýning. Ætlanin er at hava ymsar framsýningar allan des-
ember mánað — eina viku í senn
Hølini, ið handilin Stranda
Itriv helt til í frammanund-
an, verða nú útleigað til
ymisk endamál.
Hesa vikuna er ein list-
arframsýning á skránni, og
annars allan desember
mánað — eina viku í senn.
»Hølini eru 130 fermetr-
ar til støddar, og hava m.a.
eisini verið útleigað til
konfirmatión, bingo,
skeið, fundir o.a. Køkur
og borðbúnaður er á
staðnum, so gjørligt er
bæði at matgera og
borðreiða,< sigur Eva
Andersen, sum er ein
av fyrireikarunum.
Læt upp í gjár
Fyrsta framsýningin er
hesa vikuna og læt upp
seinnapartin í gjár. Við á
hesi framsýning eru bæði
pappírsklipp, oljumálning-
ar vatnlits- og pastelmynd-
ir, umframt vovnar myndir
og antikvitetir.
Framsýnararnir eru hes-
ir: Vígdis Sigmundardóttir
Hgjgaard (pappírsklipp,
vatnlitsmyndir og olju-
málningar), Alma Brend
Jóhannsson (vatnlitsmynd-
ir og vovnar myndir), No-
omi Sigmundsdóttir Juul
(vovnar myndir og antik-
vitetir), Magni Dalsgaard
(vatnlitsmyndir) og Bibi
Sigmundsdóttir (oljumáln-
ingar og pastelmyndir).
Aðrar framsýningar
Seinni í mánaðinum
verða sum nevnt eisini
aðrar framsýningar, og tá
eru á skránni listarfólkini
Michael Jacobæus, Anni
Haraldsen og Lasse Søren-
sen. Umframt verða so eis-
ini Snældan við sínum
vørum, og Hervør Joensen
úr Kollafirði, ið seymar
dýnur, koddar og annað úr
føroyskari ull.
Umframt alt hetta er
eisini ein lítil handil við
ymsum jólavgrum og
tilfari til ymiskt jólaítrív.
Framsýningarnar hava
opið mánadag til fríggja-
dag frá kl. 13 til 17.30, og
leygardag frå kl. 9 til
12.30.
» Vénandi vera tað fleiri,
ið fara at vitja hesar fram-
sýningar, eftirsum tað ikki
eru so næógvar framsýn-
ingar av hesum slag í
Eysturoynni,< sigur Eva
Andersen at enda. hj.
Skandinaviska Barnamissiónin:
Jólapakkar
til 10.000
børn í neyð
Brúk er eisini fyri, at fóroyingar rætta teimum
neyðstóddu á Filipsoyggjunum eina hjålpandi
hond, nú jólini nærkast í hvørjum
I hesum døgum fáast
starvsfólk hjá Skandinav-
isku Barnamissiónini við
at pakka jólapakkar til ikki
færri enn eini 10.000
neydstødd børn á Filips-
oyggjunum.
Fyri at hesi eisini skulu
hava møguleikan at halda
eini gleðilig jól, heitir
Skandinaviska Barnamiss-
iénin tí í hesum døgum á
fólk um at stuðla missión-
ina fíggjarliga og harvið
vera við at rætta teimum
eina hjálpandi hond, ið
hava tað mangar ferðir
verri enn tey, ið vælbjarg-
að fyrireika seg til jól
heima i Føroyum við gåv-
um og négvum, dyrum
jólamati, umframt alla
aðra stákan, har einki
verður spart.
Rakt av ódnarveðri
Hesa síðstu tíðina hevur
neyðin eisini verið stór á
Filipsoyggjunum orsakað
av tí skaða ódnin Thelma
hevur gjørt á oynni Leyte,
har fleiri eru heimleys og
eru stak illa fyri.
Ódnin hevur kravt mong
mannalív, og ein av teim-
um, ið hevur verið og
hjálpt til í arbeiðinum, er
Thorbjørn Wallenberg, ið
sigur, at tey dag og nátt
royna at gera eitt so frægt
hjálpararbeiði, sum tilber,
men at umstødurnar ikki
eru góðar:
>Vit eru alla tíðina um-
gyrd av einum kvalandi
likstinki, og við ikki ser-
liga longum millumbilum
mugu hjálparbólkarnir
skifta manning, tí fólk ikki
hætta sær at vera har alla
tíðina,< greiðir hann frá.
>Bjargingarfólkið býr í
bussum og flytiligum
læknastovum um náttina,
tí einki annað er. Einki el
er, og vatntørvurin er
stórur, og av tí sama
gongur arbeiði ikki so
skjótt, sum ynskiligt er, og
neyðugt vid.«
Kunnu gerast fadrar
Skandinaviska Barna-
missiónin var júst komin
nøkunlunda á mål í bjarg-
ingararbeiðinum nærhend-
is eldgosinum Pina Tubo,
har 37.000 eru hart rakt,
nú boð komu áv oynni
Leyte um at fáa hjálp bein-
anvegin, nú ódnin herjaði.
So ikki er ilt at skilja, at
tørvurin á hjálp er stórur.
Tá slíkar vanlukkur henda,
gerast eisini mong børn
bæði heimleys og foreldra-
leys. Ti ber til hjá føroy-
ingum at tekna seg sum
fadrar hjá foreldraleysum
børnum, so tey taka verið
lítlari peningagávu kunnu
fáa ein sámiligan upp-
vøkstur og eitt heim at
vera í.
Skandinaviska Barna-
missiónin, Føroya Deild,
hevur hesa adressu, sum
fólk kunnu venda sær til:
Reynaggta 19, 100 Tórs-
havn. TIf. 16268, 12585
ella 13832. Peningagávur
kunnu setast inn á annað-
hvort Postgiro 71757 ella
konto í Føroya Sparikassa
120.980.0.
hj.
Tit ringja
tíf. 11820
— vit skriva
Nógv umrødda EM-bókin,
sum Finnur Helmsdal 0.0.
hava skrivað,
verður í dag
send á fóroyska marknaðin
Alla tíðina, meðan før-
oyska landsliðið síðani
dystin í Landskrona 12.
september í fjør hevur
ferðast runt í Europa,
hevur ein maður fylgt
serliga væl við.
Tað er Finnur
Helmsdal, ítróttar-
skrivari á Oyggjatíð-
indum. Hann hevur
arbeitt við eini bók um
fyrstu føroysku
luttøkuna i eini EM-
- kvalifíkatiónskapping,
og nú er komið so
langt, at bókin kemur
út í dag.
Sosialurin fer í blað-
num í morgin at hava
eina longri grein um
bókina, sum annars fær
rættiliga góð ummæli
frá teimum, ið longu nú
hava sæð bókaverkið
við tí kulørta titl-
inum...
Fyrrapartin í dag
verður tíðindafundur í
ÍSF-húsinum, har Finn-
ur Helmsdal saman við
umboðum fyri FSF og
landsliðsspælarum fer
at >presentera< bókina.
Umframt, at hann
hevur samskipað út-
gávuna og skrivað
meginpartin av bókini,
hevur hann eisini
fingið onnur at hjálpa
sær, so pennarnir eru
fleiri, ið hava fylt
reglurnar.
Flestu myndirnar eru
tiknar av fólki frá Per
Kjærbye, og tað borgar
í sjálvum sær eisini fyri
góðsku.
Men bókin er ikki
bílig. Hon kostar slakar
300 krónur, so hóast
talan er um umfevn-
andi og snotiliga út-
gávu, er prísurin
kanska størsta lýti, ið
er at finna við henni.
hj.
Burturluting
Havnar K.F.U.K.'s
Hesi nummór eru drigin:
Broderað upphang
Spísistell (12 pers.) .
Bundnaturriklædi
Krov ..
. Vovid plaid Í .
. 3 sett seingjartoy .
. Broderaður stólur .
GØENDMBSUN
Cymo-sukkla (Mastery)
. Patchwork seingjarteppi
. Dukkuvognur .
. Traktor v/ anhangara, leika ...
. Dukkusong
. Garasja, leika ....
. Dukkupar
. Plaid (100% ull)
. Troyggja
. Broderað bílæt .
. Vovið plaid ll
. Riccar seymimaskina nr. 815
Lutirnir kunnu
avheintast í
5448
6003
2248
5499
8644
seinasta lagi
10.1.1992 í K.F.U.K., Vardagøta 9.
Øllum tykkum mongu á
bygd og í bý takka vit
hjartaliga fyri stuðul við sølu og keypi av
lutaseðlunum.
Vinarliga
K.F.U.K.