týsdagur 3. desember 1991síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Doyði á
Ein 18 ára gamal klaksvíks-
drongur doyði av løstunum,
hann fekk í ferðsluvanlukku
leygarnáttina
Ferðslan hevur aftur kostað
eitt mannaliv
Sunnukveldið beint fyri
midnátt doyði ein 18 ára
gamal klaksvíkingur av
løstunum, hann fekk í stóru
ferðsluvanlukkuni leygar-
nåttina i Klaksvik.
Tey vóru fýra 18 og 17 ára
gomul fólk í bilinum, sum
klokkan trý korter til eitt
leygarnáttina koyrdi útav á
Víkarvegnum, beint sunn-
anfyri Sjómansheimið.
Ferðin man hava verið
nógv, heldur politiið, tá bil-
urin fór sendandi út av
vegnum, koppaði runt nakr-
ar ferðir, rendi inn í eini hús
og síðan inn í ein betong-
garð.
Bilfórarin varð slongdur
út úr bilinum og upp um
garðin. Hann varð fluttur á
Landssjúkrahúsið, har hann
doyði sunnukveldið.
Ein annar í bilinum fekk
eisini álvarsligan løst. Hann
breyt ryggin og varð fluttur
niður á Ríkissjúkrahúsið.
Ein genta, sum eisini var í
bilinum, slapp við brotnum
beini. Tann tridi drongurin
fekk nakrar snuddir, men
hann varð longu útskriv-
aður í gjár.
Politiið hevði í gjár ikki
havt stundir tilatavhoyrttey
bæði, sum sluppu frægast.
Eingin annar sá, hvat hendi.
Politiið heldur ikki, at nakar
í bilinum var ávirkaður av
rúsdrekka.
Alt bendir á, at fólkini í
bilinum, ikki sótu í trygd-
arbelti.
randi
Mistu alt
Ung familja í Skálavík misti
allar sínar ognir, tá húsini
brunnu leygarkvóldið
Í gjár fóru fólk frá trygging-
ini til Skálavíkar at kanna
orsøkina til, at eldur kom í
eini sethús leygarkvøldid.
Politiið heldur seg við
vissu kunna siga, at eldurin
byrjaði í eini stovu. Men um
tað kom av installatiónum
ella gðrum, vistu teir ikki í
Eingin var heima í hús-
unum í Skálavík, tá onnur
fólk varnaðust royk úr hús-
unum. Klokkan var eitt kor-
ter til ellivu leygarkvøldid.
Konan var i brúdleypi i
Dali, og madurin i havnar-
vigsluveitslu å Sandi. Tey
vóru farin heimanifrá
klokkan hálvgum seks,
høvdu læst, og eingin hevði
verið inni síðan.
Tað gekk væl at fáa
sløkkilidid í Skálavík og
Húsavík á staðið, men tá
stóð alt longu í einum báli,
og einki var at gera. Hildið
verður, at tað má hava
brunnið leingi, áðrenn nak-
ar varnaðist eldin. Grannar
høvdu tó nakað framman-
undan sæð royk úr hús-
unum, men tá tað sá gavst at
rúka, hugsaðu tey ikki nærri
um tað.
Per Persson, sum hesa
vikuna er virkandi sýslu-
maður í Sandoynni, rósar
slkkiliðnum á staðnum
fyri at bera skjótt at. Verri
gekk at fáa fatur á teimum í
hinum bygdunum, tí veitsla
vará Sandi, og stórt brúd-
leyp í Dali. Í hesum førinum
kundi tað kortini gera tað
sama, tí einki kundi bjarg-
ast
Slókkiliðið hugsaði tí
mest um at ansa eftir, at
eldur ikki kom í granna-
húsini, men tað vildi tíbetur
so væl við, at ættin lá hin
vegin.
Klokkan eitt var allur eld-
urin sløktur.
Alt tår
Eftir standa bara toftirnar.
Politiið vónar at fáa kann-
ingarnar liðnar sum skjót-
ast, soleiðis at leivdirnar av
húsunum kunnu takast nið-
ur, áðrenn vindurin veksur
aftur.
Familjan, sum átti húsini,
fekk einki við sær. Alt
brann. Húsini vóru úr timri,
klødd við plasti, ið brennur
væl og rýkur illa.
Húsini vóru tryggjað.
Tað var ein ung familja
við fýra smábórnum, sum
búði í húsunum. Hetta
kvgldið vóru børnini hjá
skydfélki. Fýra ár vóru
liðin, síðan Palli og Connie
Olsen fluttu inn í húsini.
randi
BS SJSÍAÍUPIN
Nr. 225 — 3. desember 1991
Soleiðis sá bilurin út
aftaná vanullukna.
Hildið verður, at bil-
førarin er slongdur út
gjøgnum síðurútin.
Tann 18 ára gamli
Sjúrður Poulsen hevði
fyri = stuttum fingið
koyrikort. Bilin hevði
hann lænt
Bilsporini síggjast í
bakkanum. Bilurin
hevur rent inn í garðin
við husini
3
Ég gerist haldari av Tíðinda-
blaðnum Sosialinum fyri jan.
ársfj. 92 (5 ferðir um vikuna)
. og fái blaðið ókeypis restina av 91.
fyri kr. 205,- (haldarar í Føroyum)
fyri kr. 240,- (haldarar í Skandinaviu)
Ja:
Navn:
Bústaður:
Bygd/býur:
Kannað postverkinum
Okeypis
Sosialurin
rindar
postgjaldið
Box 76
110 Tórshavn