týsdagur 3. desember 1991síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16
REQUIEM er heitið á
einum nýggjum donskum
balletfilmi, sum Script
Funden hjá EF júst hevur
játtað sín higartil størsta
handritsstudul til - 312.-
000 kr. Filmsætlanin hev-
ur harafturat fingið 150.-
Grikkaland Drakmur
VALUTAKURSIR
29.11 síðsta mán.
USA Dollari .. 634,40 650,20
Bretland Pund ... 1114,96 1130,83
V-Jyskland Markur . 388,73 388,05
Sveríki Króna 106,23 106,48
Noreg Króna 98,82 99,01
Frakland Frankur . 113,85 113,60
Belgia Frankur . 18,878 18,844
Sveits Frankur . 440,77 441,80
Holland Gyllin ... 344,91 344,46
Italia Lifi ..... 0,5160 0,5181
Finnland Markur . 143,76 159,07
Ísland Króna .. 10,82 10,93
Eysturriki Skillingur 55,223 55,148
Spania Pesetas . 6,103 6,168
Portugal — Escudos 4,3740 4,5150
Kanada Dollari .. 55870 579,24
Japan Yen .... 4,8744 4,9618
Írland Pund ... 1035,85 1037,65
3,4170 3,4670
Kelda: Føroya Sparikassi
000 kr. frå danska Kultur-
fonden.
Tað er filmsleikstjórin
Alexander Kørschen og
balletdansarin á Det kong-
elige Teater, Erling Elias-
son, sum saman menna
filmshugskotið, ið skal
framleiðast av Jens Ravn
Film. Requiem hevur eina
fíggjarætlan uppá uml.
seks milliónir krónur og
tann svart-hvíti filmurin
skal seljast til tær norður-
lendsku sjónvarpsrásir-nar.
Balletfilmur er ein
sjáldsom og krevjandi list.
Fyrst ger Erling Eliasson
koreografiina og síðani
kann gerast eitt uppskot
um handritið til Requiem,
sum ætlanin er at taka
upp í tí stór-fingna
umhvgrvinum við
Kirkjubgmúrin á sumri
1993.
Requiem er bygt á
hendingar sum snúgva seg
um hvussu ein ungur
maður mennist. Tað
musikalska leiktjaldið
verður Gabriel Faurés
Requiem frá 1888, og tey
ið vera við í filminum eru
solodansararnir í Det
Kongelige Teater Mette
Hønningen, Sorella Eng-
lund, Rose Gad og
Nikolaj Hubbe. Pall-
smíðið stendur Pia
Maanssen fyri.
jonna
|
|
Nr. 225 — 3. desember 1991
Deyvafelagið roynir
— seg við jólakalendara
Felagið hjá teimum deyvu
í Feroyum, Deyvafelag
Feroya, selir nú ein jóla-
kalendara fyri at geva
fólki fleiri hevi til at geva
| peningalig iskoyti til virk-
semi felagsins.
Jólakalendarin er tekn-
aður av teirri deyvu Onnu
Zachariassen, ið somuleið-
is hevur prýtt tey girokort
— við meguleika fyri
keypi av lutaseðlum, bí-
legging av jólakalendar-
Umframt lutaseðlar bjóðar Deyvafelag
Foroya nú fram ein jólakalendara til keyps,
so fólk kann stuðla felagnum.
um og veiting av peninga-
gávum — ið felagið herfyri
sendi til tey føroysku hús-
arhaldini.
Á baksíðuni hevur
kalendarin eina barna-
kapping við tekningum av
bernum, ið tosa fingra-
mál.
Deyvafelagið plagar á
hverjum ári at skipa fyri
einum happadrátti, har
yvirskotið fer til arbeiðið
hjá felagnum. Í ár verða
soleiðis gávukort, við
10.000 kr. virði sum 1.
vinningi, burturlutað. Og
í ár er so ein jólakalendari
somuleiðis á skránni.
Deyvafelag Feroya hev-
ur í umleið 20 ár virkað
sum áhugafelag teirra
deyvu í Feroyum og hevur
verið sera virkið. Felagið
hevur slóðað fyri týðandi
sosialum ábótum fyri tey
deyvu.
Vitjan úr Grønlandi
Í døgunum 3.—7. desemb-
er vitja stjórin fyri gren-
lendska tjóðminnissavnið,
Emil Rosing, og leiðarin á
grønlendska tjóðskjala-
savninum, Jens Brandt, í
Feroyum. Vitjanin er fing-
in í lag við stuðli frá Út-
norðursamstarvinum.
Endamálið við vitjanini
hjá Emil Rosing og Jens
Brandt er at kunna seg
við føroysk savnsvidur-
skifti. Eisini er endamálið
at fáa í lag samstarv mill-
um siðsegulig sevn í út-
norði. Emil Rosing og
Jens Brandt eru báðir
grenlendingar og standa
teir á odda fyri arbeiðin-
um at byggja upp eitt
grenlendskt forminnis- og
skjalasavnsverk.
Emil Rosing og Jens
Brandt, ið báðir eru navn-
framir grønlendskir
mentamenn, halda al-
mennan fyrilestur í Norð-
urlandahúsinum hós-
kveldið 5. desember kl.
19.30. Fyrilesturin verður
í tveimum. Fyrst greiða
Emil Rosing og Jens
Brandt frá grenlendska
tjóðminnis- og tjóðskjala-
savninum, síðan heldur
Emil Rosing fyrilestur við
ljósmyndum um fornlutir,
ið savnaðir vórðu í
Ammaassalik um aldar-
mótið. Fyrilesturin verður
í Klingruni. Emil Rosing
hevur áður hildið almenn-
Norður-
an fyrilestur í
landahúsinum, tá nógv
fólk var og lurtaði eftir
honum. Fyrireikararnir
vænta eisini nógvar
áhoyrarar til henda fyri-
lesturin, tí Emil Rosing er
sum fáur kunnugur við
grenlendska mentan og
segu og hartil kendur sum
sera áhugaverdur fyri-
lestrarhaldari.