týsdagur 3. desember 1991síða 17
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 225 — 3. desember 1991
Meira frå krígnum
Niels Juel Arge er nú farin at
skriva um teir, sum sigldu úti
stríðsárini
NielsJuel Arge, fyrrverandi
útvarpsstjóri, sum hevur
skrivað bókargðina um
stríðsárini, hevur nú aftur
givið bók út. Á "Hvess-
ingi", ið er egna forlag
hansara.
Nýggja bókin er á ein hátt
framhald av "Stríðsárun-
um”, tí bókin viðger sama
tíðarskeið. Men nú førkar
Niels Juel seg longur út um
landoddarnar.
Føroyingar hava altíð
ferðast um allan heim, og
tað gjørdu teir eisini stríðs-
árini. Henda bókin sigur frá
ngkrum teirra, sum sigldu
vandasjógv, og fleiri teirra
bóru ikki boð í bý.
Tá Danmark varð hersett,
sluppu føroyingar ikki
heimaftur, um teir vildu tað
ella ikki. Tað var ein orsøk-
in til, at fleiri mynstraðu við
donskum skipum. Men tað
vórueisini teir, sum valdu at
fara í vandamilu siglingina.
Í bókini verður greitt frá
ngkrum monnum. Summir
sigldi við donskum skipum,
summir við bretskum ella
amerikanskum. Fleiri frå-
sagnireru um, at skipini, teir
sigldu vid, vórðu bumbað,
ella ásigld. Nakrir sluppu
frá vanlukkunum við lívi-
num, men tað vóru eisini
nógvir, sum fingu váta
røv.
Tað man vera ókent fyri
nógvum nú á døgum, at
summir av føroysku sjó-
monnunum, sum sigldu úti,
vóru fyri tí lagnu at koma í
fangalegu. Ikki bara hjá
nazistunum í Týsklandi,
men bókin greiðir eisini frá
trimum føroyingum, sum
sotu í fangaleguni Mara-
kesch undir Arlasfjøllunum
í Marokko, har týsku og
fronsku myndugleikarnir
bardust saman móti ameri-
kanarum. Ein søgan er um
havnarmannin Jóa Pól, sum
hálvt triðja ár saman við
ødrum var interneraður í
Marokko og Algier og
seinni kom yvir til Japan.
Olaf Olsen, sum búði í
Grimsby, men hvers for-
eldur bæði vóru føroysk.
greiddi í útvarpinum fyri 27
árum síðan frá, tá hann varð
píndur í japanskari fanga-
legu. Fråsøgn er eisini um
ein føroying, sum var í
Sibiriu.
Vid undatakai av útvarps-
samrýðum og onkrari
nýggjari samrødu, byggja
tær flestu søgurnar á upp-
lýsingar, sum Niels Juel
hevur útvegað frá skrivlig-
um keldum, minnisritum
o.ø. og frásagnum frá
næstafólki og kenningum
hjá teimum, sum sigldu úti.
Niels Juel Arge sigur, at
tað hevur ikki verið lætt at
finna fram til menninar,
sum sigldu úti. Einki yvirlit
av nøkrum slagi finst. Í
sínum arbeiði er hann dottin
niður á okkurt føroyskt
navn, og vidhvørt hevur
hann verið so heppin at
funnið onkran, sum hevur
kunnað hjálpt honum við at
komið víðari. Hepni er
neyðugt, tá ein leitar
Niels Juel Arge vónar at
kunna skriva réð av bókum
um teir, sum sigldu úti
stríðsárini
Mynd: Kalmar
soleiðis í blindum. Niels
Juel greiðir frá, at hann ein
dagin møtti einum manni í
býnum, og hesin spurdi
Niels Juel, hvat hann fekst
við. Niels Juel greiddi
manninum frá, at hann leit-
aði eftir føroyingum, sum
høvdu siglt úti stríðsárini,
m.a. monnum, sum seinni
høvdu búsett seg uttan-
lands. Jú, hesin maðurin
kundi jálpa, tí hann átti ein
skyldmann í Amerika, ogtá
Niels Juel henda dagin kom
heim, hevði maðurin longu
ringt og upplýst navn, bú-
stað og telefonnummar hjá
skyldmanninum í Amerika.
Fleiri skrivligar keldur
I summum førum eru fåar
upplysingar um menninar,
sum sigldu úti, og umstød-
urnar. Tær søgurnar eru so
longdar við at greiða frá for-
søguni hjá manninum ella
tíðini aftaná, og onkumtíð
fylgja vit skipinum langt
eftir, at føroyski sjómaðurin
trínur út úr søguni.
Niels Juel Arge leggur
upp til at skriva ein rød av
bókum um teir, sum sigldu
úti stríðsárini. Enn hevur
hann ikki nóg mikið av
upplýsingum, men hann
vónar við at geva hesa
bókina út at frætta frá fólki,
sum antin sjålvi hava siglt,
vita frá øðrum at síga ella
bara kunnu beina hann á
leið.
randi
Sagt verður frá, at býráðsskrivstovan í
Klaksvík verður stongd, vegna jólafrí, í
døgunum 23. desember 1991 til 3. janu-
ar 1992, bådir dagar iroknadir.
Klaksvikar Byråd
Fyrsta skaldsøgan
hjá Jóanesi Nielsen
Hevundin hevur áður
givið út fýra yrkinga-
søvn og eitt stuttsegu-
savn, men nústani
fyrstu skaldseguna,
hóast hon hevur verið
åvegis í nøkur ár.
Tann skemtiligi og
álvarsami tittulin man
seta met í føroyskari
bókmentasegu:
»Gummistivlarnir eru
tær einastu tempulsúl-
urnar, sum vit eiga í
Føroyum«.
Leikur fer fram fyrst
i sjeytiárunum, tå ið
formaðurin i Fiski-
mannafelagnum hevði
forbókstavirnar = EP.
Hevuðspersónur er sjó-
maðurin Elias Hørg,
og kring hann ferðast
ein riðil av arbeiðs-
monnum og útróðrar-
monnum og stjórum og
BJÓÐA viT
KALT BORÐ
EITUR MATV.
reiðarum og mammum
og bernum og elska-
rinnum. Verkamennin-
ir berjast fyri at betra
korini, og
fyri at tvíhalda sínum,
og menn og kvinnur
bresta saman bæði so
og so. Hurlivasin, sum
eitur lívið hevur í
skaldseguni pall í Suð-
uroynni og norðan-
fjørås og hartil í Ís-
landi. Politisk viður-
skifti verða lýst við
speisemi, meðan kær-
leikin verður orðaður
við opinskáraðum eym-
leika
Skaldsegan er
síður til longdar og
kostar kr. 178. Ment-
unargrunnur Studenta
felagsins gav út, og
Amariel Norðoy gjerdi
permuna.
stjorarnir
SMURT BRED
FJØLBROYTT URVÆL r
r
“CDNU -
KOYRT VERÐUR uM
AT MEGINGRIÐ.