týsdagur 3. desember 1991síða 18
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
0 SR
Síða 18
ini eru altíð við
r
Føroya Væl:
Sambandsumboðini ikki
altid við uppá »den galej«
Nógv kom fram um byrådsarbeidid i Torshavnar kommunu, tå valfelag Sambandsflokins i Suður-
streymov hevdi vitjan av bådum byrådslimum floksins seinastu try årini, Lisbeth L. Petersen, vara-
borgarstjóra, og Hedin Mortensen - Meirilutasamstarvid í býráðnum hevur ikki altíð verið so gott
Sera áhugavert var at
síggja í Dimmalætting
leygardagin hvørja stóðu
sambandsumboðini Lis-
beth L. Petersen og Heðin
Mortensen hava til ávís
mál í býráðnum, tí í
býráðnum hoyrist ikki
málið á teimum.
Ein kann ikki annað enn
smílast at lesa, tá Lisbeth
sigur, at sambandsumboð-
ini ikki altíð eru við uppá
"den galej". Hverja "galej"
kann ein spyrja?
Ein og hvør veit, at til
dømis Lisbeth L. Petersen
ikki hevur havt annan
leiklut i byrådsarbeidinum
enn at vera klipa i eini
samgongu, har meirluta-
limirnir hava latið býráðs-
formannin stýrt púra
einsamallur. Tað gav at
býta fyri stuttari tíð síðani,
tá sama Lisbeth L. Pet-
ersen kom til at siga á
einum býráðsfundi, at hon
í hesi sjey árini, hon hevur
verið forkvinna í Sosialu
Nevnd, ongantíð er sloppin
at leggja skránna fyri
nevndarfundimar í nevnd-
ini. Hetta hóast hon eisini
sigst vera vera varabýráðs-
formaður. (T.v.s. býráðs-
formaður tá býráðsformað-
urin er burturstaddur og
býráðið er stongt).
Jú sanniliga eru sam-
bandsumboðini altíð við
uppá "den galej". Eg havi í
hvussu er ongantíð hoyrt
tey sagt sína meining, og
allar minst tá býráðsfor-
maðurin hevur verið í
nánd.
Nýggjur bygnaður
Í greinini í Dimma-
lætting verður nýggi byg-
nadurin í býráðnum nevnd-
ur. Har siga sambandsum-
boðini, at tey eru ikki
fullsamd við onnur í meiri-
lutanum um ætlaða nýggja
bygnaðin.
Vit hava nú havt nakrar
eykabýráðsfundir, har
tosað hevur verið um
nýggja bygnaðin, men
ongantíð hava vit hoyrt
málið á sambandsumboð-
unum. Eisini upplýsir
Lisbeth Petersen, at tá
nýggi bygnaðurin fer at
virka verður trupult hjá
býráðsformanninum at
vera einsamallur kransa-
køkufigurur við einmans-
veldi.
Nei ikki petti trupult um
samgongupartnarin eitur
Sambandsflokkurin.
Ærlig eru tey tó tá tey í
greinini í Dimmalætting
tosa um Eysturskúlan, har
sagt verður, at býráðslimir
sambandsfloksins valdu
onga stóðu at hava. Tað
vita vit av. Ongin stóða er
sterk stóða!
At umboð sambands-
floksins skulu ditta sær at
taka minnilutan upp á
tunguna er rættiliga eina-
standandi. Minniliutin hev-
ur avmarkaða ávirkan,
hvor hann so er. Tað vita
vit, men at meirilutin skal
hava enn minni at siga, er
meira forvitnisligt.
Nú vita vit, at Lisbeth L.
Petersen altíð hevur gjørt
sítt til, at býráðsarbeiði
verður dult sum mans-
morð. Hon var ikki meira
enn komin í býráðið tá hon
fanst at, at býráðið hevði
tvinnar gerdabøkur, sum
hon tók til. Eina á býráð-
num, og eina í Sosialinum.
Høvdu ikki havnaborgarar
havt "gerðabókina" á Sosi-
alinum, var lítið komið
fram um býráðsarbeiði í
Havn, og tað hevði komið
millum ødrum Lisbeth L.
Petersen væl við.
Tað var helst heldur ikki
ætlanin, at seinasta gávan
figgjarnevndin í býráð-
num, har Lisbeth L. Pet-
ersen er limur, var latin
Inga Mohr. 20.000 krónur.
Men nú hetta kom fram í
Sosialinum, vóru sam-
bandsumboðini kvik at
tváða sínar hendur. Sam-
bandsumboðini taka ikki
undir við hesi gávu, siga
tey í Dimmalætting. Var
ikki rættari at sagt hetta
heima á býráðnum, og har
gjørt sína ávirkan gald-
andi?
Vanligt er, at tá kettan er
úti spæla mýsnar á borð-
inum. Býráðsformaðurin
er uttanlands, men tá hann
kemur aftur, vera tey bæði,
Lisbeth L. Petersen og
Heðin Mortensen skjót at
kyssa koyrilin aftur.
Tórfinn Smith
Hjálpið teimum neydstøddu børnunum
á Filipsoyggjunum við at geva eina
* JOLAGAVU +
Starvsfólkini hjá Skandinavisku Barna-
missíónini á Filipsoyggjunum eru í ferð
við at pakka jólagávur til 10.000 neydstødd
børn. Um tú ynskir at stuðla við eini pen-
ingagávu, ert tú vælkomin!
Postgiro 71757
Føroya Sparikassi 120.980.0
SKANDINAVISKA BARNAMISSIONIN,
Føroya Deild, Reynagøta 19, 100 Tórshaun
tlf. 16268, 12585 ella 13832
Tvangsauktion
På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1,
Torshavn, afholdes
Torsdag den 19. december 1991
kl. 10.00
tvangsauktion over matr. nr. 243 c
Sumba, bygning på lejet grund tilhør-
ende P/F Fiscofar, Lopra.
Auktionen er begæret af advokat Petur
Even Djurhuus, Advokatfelagid 100
Torshavn tlf. 1.1260 på vegne en pant-
og udlægshaver.
Ejendommen er en erhvervsbygning på
en 1296 m? stor grund i 1 etage.
Ejendommen kan beses efter aftale med
ovennævnte advokat.
Auktionsdokumenterne ligger til genn-
emsyn på dommerkontoret.
Færøernes fogedret,
den 29.11.91
Ole G. Olesen
dfm.
Nr. 225 — 3. desember 1991
Hesi . hava fingið
sveinabræv frá Før-
oya Læruráð:
Símun Johannes Lassa-
berg í Fuglafirði, sum hev-
urlært til bygningssnikkara
á P/F Snikkaravirkinum á
Kambsdali, var avlærdur
15. november. Lærumeist-
ari var Jan Mohr.
Hans Petur Joensen í
Klaksvík, sum hevur lært til
maskinsmið hjá Jósvein
Christiansen í Klaksvík, var
avlærdur 30. november.
Lærumeistari var Jósvein
Christiansen.
Ove Heinesen i Bø, sum
hevur lært til rørsmid hjá
P/F Leivi Nattestad í Mið-
vági, var avlærdur 30. no-
vember.
Sigmund Signarson Ol-
sen í Hvalba, sum hjá Eyð-
finni Vestergaard í Havn
hevur lært til húsasmið, var
avlærdur 30. november.
Jákup Eli á Lava í Havn,
sum hjá P/F Mariu Poulsen í
Havn hevur lært til rør- og
blikksmið, var avlærdur 3.
desember. Lærumeistari
var Torbjørn Petersen.
Jóan Magnus Fredrik
Hansen i Havn, sum hjá P/F
El-Húsinum i Saltangará
hevur lært til elektrikara,
var avlærdur 15. november.
Lærumeistari var Jóhannes
Jakobsen..
Hesi hava fingið
lærubræv frá Føroya
Læruráð:
Sigvør Anfríð Johanne-
sen í Hósvík, sum hjá Sor-
inskrivaranum í Havn hevur
lært skrivstovuyrkið yvir-
høvur, var avlærd 30. sep-
tember. Lærumeistari var
Jens Schultz-Hansen.
Eydun Gudlakur Sval-
bard í Froðba, sum hjá Før-
Oya Keypsamtøku í Trong-
isvági hevur lært kram-
búðaryrkið , var avlærdur
31. august Lærumeistari
var Leif S. Hansen.
Petur Jóhan Danielsen í
Leirvík, sum hjá P/F Radio-
búðini í Runavík hevur lært
krambúðaryrkið, var av-
lærdur 31. august. Læru-
meistari var Petur Simon-
sen.
HAY BILSKIL