Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-12-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. desember 1991síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sambands- sirkus HART leikar á á brúnni á sambands- skútuni, Dimmalættingini, fyri tíð- ina. Málgagnið hjá sambandsflokk- inum hevur ilt við at fóta sær. Skip- arin roynir í oddagreinum blaðsins (floksins) alt tað hann er mentur at halda skútuna á beinari kós. Men har koma javnan brotasjógvar, sum órógva kósina, og tá er tað ofta 1. stýrimaður, Lisbeth Petersen, sum tekur um styrisvøl. Tað hendi m.a. týsdagin, tå hon gjørdist rættiliga vreið inn á ein av dekkarunum á sambandsskútuni, Heðin Morten- sen, sum dittaði sær at koma upp á brúnna. Sum vanligur dekkari hevur hann einki at skula sagt, sum ikki hóvar yvirmonnunum. Hann eigur at kenna sína vitjunartíð. EPISODAN, vit sipa til, er ein veru- lig hending frá sambandssirkusin- um. Og høvudsaktørur er eingin minni enn Lisbeth Petersen, ting- kvinna sambandsfloksins í Havn. Henda tingkvinnan, sum er so væl fyri, at hon uttan at blunka fær for- erandi hálvar sum heilar forsíður í landsins størsta blað til at endur- geva sínar pripnu meiningar, fær bæði leygardagin og týsdagin van- ligu plaseringina á forsíðuni. Tað er ikki so langt síðani, at sama ting- kvinna átti allan ovara partin av for- síðuni (í landsins størsta blað), til eitt av sínum erkvisnu kvinum — ta Jústinus Eidesgaard ferðina um eitt ella annað brot á tagnarskyldu í eini løgtingsnevnd. Hetta er mín sann høvudssøgan í blaðnum henda dagin — dikterað av tingkvinnu sambandsfloksins. Fáar dagar seinni upptraðkaði hon aftur á forsíðuni. Tá var tað aftur ein av hennara stóru sensatiónum: eitt aftursvar til eina grein í Sosialinum. Ja, Lisbeth var vorðin fornermað og ordrar til at rudda forsíðuna. NÚ skulu vit ikki leggja okkum út í, hvussu Dimmalætting prioriterar til- farið og tað serliga høvudssøgurnar á síðu 1. Men sum vanligir lesarar halda vit tað vera margháttligt fyri ikki at siga ófatiligt, at trúgvu Dimmulesararnir kring landið alt, og vit eru millum teirra, hvgrja ferð vit síggja niður á forsíðu blaðsins aftur og aftur skulu tvingast til at lesa meiningarnar hjá sambands- kvinnuni Lisbeth Petersen. Vit hava krav upp á annað. TAÐ, sum fekk bíkari at renna yvir, vóru hasar báðar greinarnar í Dimmu leygardagin og í gjár. Í blað- num leygardagin er hálv forsíða halgað teimum báðum sambands- limunum í Tórshavnar Býráð, Lis- beth Petersen og Heðin Morten- sen. Greinin, sum er vakurt uppsett við myndum av teimum báðum, snýr seg um, at sambandsumboðini eru ímóti at lata stuðul til skeiðvirk- semi av tí slagnum, sum Heilbrigdið fekk játtað herfyri og sum tá varð umrøtt í Sosialinum. Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith Utgevari: P/f Sosialurin Uppseting: P/f Sosialurin Prent: PH Pressan 1981 Telefon: TÝSDAGIN er Lisbeth aftur á for- síðuni. Hesaferð er eingin mynd av Heðin Mortensen, tí nú er tað hann, sum hevur; mistikid seg og sum stendur fyri skotum — frá sínum egnu. Greinin er nevniliga ein verju- røda fyri Lisbeth Petersen, sum nú upplýsir, at tað, sum Heðin Morten- sen hevur sagt fyri Dimmalætting. er ikki rætt. Vit skulu íkki fara í smálutir við hesum eina málinum, men meira síggja tað sum ein part av eini heild, ja, av tí sambands- sirkusinum, sum hesa seinastu tíð- ina hevur verið opinberað fyri ollum Føroya fólki á forsíðu Dimmalætt- ingar. Tá hevði verið meiri fynd í at koyrt linjuna fult út og latið for- mann floksins sloppið framat. Men hann sleppur sum øllum kunnugt ikki longur fram enn á síðu 3. TAÐ má eisini sigast at vera legið, at blaðið, sum annars sigur seg vera fullkomiliga óheft av sambands- flokkinum, aftur og aftur skal verða brúkt til fótatraðk hjá ávísum sam- bandsfólkum. Hóast Heðin Morten- sen og Lisbet Petersen eru ávika- vist býráðslimir og løgtingslimir, hví skulu hesi —. við Lisbeth á odda sjálvandi — sleppa at misbrúka hetta blað — til okkara — lesarans — misnøgd. Plaserið Lisbeth har hon hoyrir heima — og tað er á kjak- teiginum inni í blaðnum — og gevið okkum okkurt at lesa á fremstu síðunum. Latið tá heldur PN og ann- að gott fólk sleppa fram at við upp- lýsandi og áhugaverdum lesnaði. Bústaður: Argjavegur 26 Postadressa: Postsmoge 76 110 Tórshavn 14720 Argir 11820 Telefax: Dimman var betri farin, um hon varð brúkt til upplýsing og tíðindi heldur enn til at vera brúkt sum lát- urverja hjá ávísum erkvisnum og lítiðsigandi sambandspolitikarum. LATIÐ endiliga sambandskonuna sleppa at svara okkum aftur, um hon vil brúka sína tíð til tess, men skánið lesararnar og plaserið sam- rødur/greinar hennara inni í blað- num. Tað var kanska eitt uppskot at brúkt part av teiginum >Sam- bandsrøddir« til longu pripnu rætt- leiðingarnar hjá tingkvinnu sam- bandsfloksins. FFFA-bladid og legudagar Blaðið hjá Føroya Fiski- mannafelag og Føroya Arbeiðarafelag er júst útkomið. Og í oddagrein verður nomið við spur- ningarnar: legudagar og arbeiðsloysi. Blaðið skrivar m.a.: Tað er nevyan nakar, sum ivast í, at okkara fiskastovnar hava verið ov hart troyttir í fleiri ár, og ivaleyst vilja vit øll verða við til at byggja teir uppaftur, tá ið hetta jú er okkara livsgrundarlag. Spurn- ingurin er so bara, hvussu hetta skal gerast, men tað má gerast, tað vita vit“ skrivar blaðið. Blaðið nevnir síðani upphøggingarstudulin og heldur fyri, at vit i nógvum førum hava fingið ov lítið fyri pen- ingin. Síðani nemur blaðið við spurningin um legudagar og skrivar, at landsstýrið í hesum máli ikki hevur spurt vinnuna eftir. Blaðið sigur, at stór motstøda hevur verið og er ímóti uppskoti landsstýrisins. Blaðið sigur víðari, at fólk kenna seg ótrygg við landsins leiðslu, sum í flest ollum førum roynir at niðurbinda vinnuna. Blaðið skrivar, at FF hevur víst á, at tað má finnast ein meiri skyn- samur háttur at verja okkara fiskastovnar enn ein skipan, ið koyrir uppaftur fleiri út í ar- beiðsloysi. Blaðið heitir tí á myndugleikarnar um gjølliga og í samráð við vinnuna at viðgera øll tey stig, ið verða tikin, sum á nakran hátt kunnu kostaarbeiðspláss. Vit hava fyrr umrøtt atburðin hjá fiskimála- ráðharranum í hesum máli og kunnu bert taka undir við FFFA-blaðn- um, tað endurtekur hesa ónggd. Sjálvandi eigur landsstýrið at samráðast við vinnuna, tá slíkar avgerðir skulu takast. Her má so sanniliga koma vend í, tí annars kann tað koma bæði landsstýrið og gðrum við aftur um brekku. Annars er vinnan sjálv eisini noydd til at góð- taka, at NAKAÐ verður gjørt fyri at betra um støðuna hjá stovnunum. Legudagar er ein máti. Spurningurin er so bara mátin hetta verður gjørt uppá. Nú hevur Fiskivinnu- nevndin so samtykt eina roynd við legudøgum, men hevur so eisini tikið ul efurtektar ngkur av móttmælunum eitt nú frá útróðrarvinnuni, og hetta má sigast at vera gott. Nú fáa vit so at síggja, hvussu skipanin fer at virka. Men eini góð ráð til myndugleikarnar eina aðru ferð: takið altíð vinnuna við uppá ráð. Harfyri er ikki sagt, at tað merkir, at landsstýrið ikki skal kunna reka nakran fiskivinnupolitik. Men betri fyrivarðin enn eftirsnarðin. 0 4 4 6 4 4 4 á á 6 6 Óvissa Hóast SEV-fundurin í farnu viku samtykti at seta pengar av til ætlaðu Eiðis 3 útbyggingina, so tykist enn vera ógreitt, nær og um henda út- bygging fer í gongd. Tað er einki dulsmál, at henda vatnorkuútbygg- ingin í Eysturoynni hev- ur elvt til mikið orða- stríð og klandur í fleiri samgongum, men higar- til hevur SEV so kortini fingid sin vilja, tå av- tornaði - tó at felags- skapurin hevur verid noyddur til at sleppa i gongd vegna nyggjar kanningar og eisini iva frå politiskari síðu. Nú verður so bíðað eftir eini kanning, sum Orkuráðið skuldi gera fyri lands- stýrið og SEV bíðar so eftir svari úr Tinganesi, um tað kann taka lán til útbyggingini. Lands- BARAAA + 6 8330 stýrið hevur annars givið loyvi til sjálva útbyggingina. Men tað er einki loyndarmál, at flokkarnir í Tinganesi eru ikki á einum máli um hesa útbygging, og Spurningurin er nú, hvat fer at henda. Nú hevur SEV so spælt út, og vit fara tí at bíða eftir, hvat landsstýrið fer at siga um allan spurningin. Hetta fara vit kanska at frætta meira um í komandi tíð. Men sum stødan er nú tykist Óvissan at ráða.