Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-12-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. desember 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið | s0sialurin | Síða 3 Skúlaráðið í Havn tikið endaliga stóðu: KORTANEI Nr. 226 — 4. desember 1991 at selja skulan Haraftrat finst Skúlaráðið at framferðarháttinum í samband við ætlaðu søluna Eitt samt Skúlaráð í Havn tók í gjár seinrapartin endaliga stóðu í málinum um Eysturskúlan. Og stød- an er púra greið: Eystur- skúlin skal ikki seljast. Johs. Álvheyg, formaður í Skúlaráðnum sigur, at skúlabarnatalið veksur so nógv í kommununi, at tað verður hildið lítið skila- gott, at selja Eysturskúlan. Hetta verður bert ein løtu- vinningur, sum fer at kosta nógv meira seinri, heldur hann. Í síni niðurstøðu harmast Skúlaráðið eisini á ta fram- ferð, sum var í samband við ætlaðu søluna. Skúla- ráðsformaðurin sigur, at framferðin loypti hvøkk á fólk. Bæði foreldur, næm- ingar og lærarar, og tí er ongantíð ov tíðliga at sláa fast, at skúlin skal ikki seljast. Skúlaráðið sendir nú býráðnum sína nidurstødu. tór.- Møti er hvert leygarkvøld kl. 19.00 Bussarnir 6, 16, 28 og 41 steðga nærindis. Nærri fæst at vita á tif. 031-242268 eila 031-578999. Enn fleiri arheiðsleys Almannastovan hevur útgoldið stívliga hálvatriðju millión í mánað. Tá er november á Havnin ikki íroknað Tá Havnin er tald við er líkt til, at slakar fimm milliónir eru útgoldnar í arbeiðsloysisstuðli í november. Í Havn eru tølini ikki uppgjørd enn, men líkt er til, at talið á arbeiðsleysum í hóvuðsstaðnum er nakað tað sama í november, sum tað var í oktober, tá út- goldnar vóru stívliga 2,1 millión. Almannastovan hevur útgoldið stivliga 2,5 milli- ónir. So nógv hevur Al- mannastovan ikki goldið út síðani í mai mánað, tá útgjaldingin hagani var Tey eru alt fleiri, sum noyðast á Almannastovuna orsaka av arbeiðsloysi. Mynd: Kalmar triggjar milliónir. Al- mannastovan lat i nov- ember arbeidsloysisstudul ul 455 fólk. 238 kvinnur og 217 menn. Tað eru serliga fólk mill- um 18 og 34 ár, sum fáa forsorgarhjálp orsaka av arbeiðsloysi, og í hesum aldursbólkinum eru tað serliga kvinnur, sum eru arbeiðsleysar. 94 kvinnur millum 18 og 24 ár fingu arbeiðsloysisstuðul og 72 millum 25 og 34 ár. Í aldrinum milum 18 og 24 ár fingu 25 menn stuðul og 59 millum 25 og 34 ár. Halda vit Havnina uttan- fyri liggja Norðoyggjar hægst í arbeiðsloysis- tólunum. Har fingu 119 fólk arbeiðsloysisstuðul. Í Suðuroy 100, Í Eysturoy 85, í Norðstreymoy 63, Í Suðurstreymoy tá Havnin ikki er íroknað 39, Í Vágoynni 34 og á Sand- oynni 15. tór.- Fámjin hevur eitt av landsins lægstu skatta- prosentum. Fámjins Kommuna við einum av lægstu skatta- prosentum í landinum: Hart ímóti samanlegging Fámjins Kommuna hevur samtykt at skattaprosentið komandi ár skal vera nýggju, og er hetta samstundis eitt tað lægsta í landinum. Hetta heldur kommunan seg kunna gera hóast inntgkan seinastu árini er minkað rættiliga nógv. Bæði seinastu árini er inntøkan, sum skattur verður roknaður av, minkað úr sløkum 11 milliónum og niður í átta. Ebba Hovgaard, bygdarrådsforkvinna, sigur seg rokna vid eini skattainntøku til kommununa upp å góðar 650.000 krónur næsta ár. Hetta eru ikki teir stóru pengarnir, men bygdarrådsforkvinnan roknar tó ikki við stórvegis trupulleikum at fáa fíggjarætlanina at hanga saman. Kommunustýrið í Fámjin hevur tosað um ætlaninar at leggja kommunur saman, men hesum vilja tey ikki vita av I Famjin er bert eitt arbeiðspláss. Ein smoltstød har fýra mans arbeiða. Onkuntíð er tó brúk fyri meira fólki. Onnur eru sjómenn og nøkur arbeiða aðrastaðni í oynni. Serliga á Tvøroyri. Í dag búgva 119 fólk í Fámjin. tór.- Fýra bygdir og ein kommuna Í Sumbiar Kommunu eru ikki færri enn fýra bygdir. Lopra, Akrar, Víkarbyrgi og Sumba, og tað ger eisini sítt til, at kommunan er dýr at reka. Gunnar Poulsen, bygdarráðsformaður sigur, kommunan skal reka fleiri lendingar, triggjar kirkju- garðar og tveir skúlar og tí heldur hann tað ikki var meira enn rímiligt, at komunan átti at verið í eini serstødu figgjarliga, men tað er hon kortini ikki. Kommunustýrið hevur samtykt at varðveita skattaprosentið 15. Roknað verður við, at skattainn- tøkan verður 4,6 milliónir, sum er tað sama sum tey rokna við at fáa í kommunukassan í ár. Rentur av avdráttur fara við 1,8 millión, almannaútreiðslur verða einar 700.000 krónur, skúlaútreiðslur 550.000 og renovatiónin fer við eini hálvari millión. Gunnar Poulsen roknar tó við, at kommunan fær endarnar at rókka saman. tór.-