mikudagur 4. desember 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Fá skip undir
Føroyum
Seinastu tveir månadarnar hava få útlendsk skip
roynt undir Føroyum. Skipatalid hevur ligid frå
ongum og upp til sjey um dagin. I gjår royndu
tvey norsk fiskiskip og ein russiskur svartkjafta-
trolari.
Donsku verju og vaktarskipini Hvidbjørnen og
Mallemukken hava seinastu tveir mánaðarnar verið
umborð á fimtan føroyskum, einum russiskum,
einum fronskum, einum týskum, og trimun
rskum fiskiskipum og kannað. Einki ólógligt
var funnið
Danska sjóverjuflogfarið hevur heldur ikki lagt
nerki til ólógliga veiðu seinastu tíðina, tá tað
*vur flogið yvir føroyskum sjógki.
jústinus
Tyrlan er hent
Tyrlan hjá donsku sjóverjuni undir Føroyum er
hent. Seinastu tveir mánaðarnar hevur hon fimm
ferðir flogið við sjúklingum. Og fýra av
sjúkraflutningunum vórðu úr Klakksvík til
Havnar.
Sjeynda oktober vard eitt eitt åra gamalt barn
flutt úr Skúvoy og á landsjúkrahúsið. Barni hevði
trupuleikar við andadráttinum.
22 oktober varð ein 22 ára gamal maður fluttur
við tyrluni úr Klakksvík til landsjúkrahúsið. Hann
hevði fingið hjartasteðg, verður sagt av Færgernes
Kommando.
Tann 16. november flutti tyrlan eitt 11
mánaðar gamalt barn úr Klaksvík og á
landsjúkrahúsið.
Mánadagin varð eitt eitt ára gamal barn flutt úr
Klaksvík og til Havnar. Ilgruni var um at barnið
hevði fingið meningitis.
jústinus
Depression
I faldara
Seinastu árini hevur verið gjørt nógv burturúr at
upplýsa um heilivág. Hetta hendur samstundis
sum fólk fáa heilivág frá lækna.
Tá talan er um heilivág, sum hevur ávirkan á
tað sinnisliga, finst lítið skrivligt tilfar, ið vendur
sær til brúkaran, heldur ikki á donskum finst
nakað serligt tilfar.
Í fjør gav Apoteksverkið út ein faldara um
nerva og svgvnheilivág.
Nú er so næsti faldarin komin út, og hesin
faldarin er um heilivág fyri sinnistyngd, dep-
ressión.
Ætlanin er, at triði faldarin skal snúgva seg
um sinnisjåkur, psykosur. Hesin kemur út
komandi ár.
jústinus
Nr. 226 — 4. desember 1991
Frá umboðsráðsfundinum. Hanus á Heygum við bók um foreningsledelse framman fyri sær. Til høgru sevstjórin.
Myndir: Kalmar
Vit brúka minni
av streymi
—Streymnytslan hjá fóroyinginum minkað. Hon minkaði í 1991
við fýra prosentum og tað svarar til tíggju milliónir í mistari
inntøku hjá elfelagnum, sigur Klæmint Weihe, SEV-stjóri
Búskaparliga kreppan í
landinum rakar eisini
SEV. Inntgkan hjá SEV í
fjór minkaði við 10
milliónum krónum og
roknað verður við, at hon
fer at minka við fimm
milliónum komandi ár,
sigur Klæmint Weihe,
stjóri í Sev.
Umboðsráðið hjá SEV
hevur júst verið saman til
árliga fundin og góðkent
rokniskap og fíggjarætlan.
Prísurin ístað
Umboðsráðsfundurin
avgjørdi, at streymprisurin
ikki skal hækka komandi
år. Og hetta merkir, at
inntøkurnar hjå SEV fara
at minka.
-Eg haldi, at ein av
orsøkunum til at streym-
nýtslan er, at fólk ansa
betur eftir nú hvat tey
nýta peningin til. Eisini
er virksemi í landinum
minkað munandi, færri
hús verða bygd, og meir
og meir fiskur fer
ótilvirkaður av landinum,
sigur Klæmint Weihe.
Eysturoyggin
Umboðsráðsfundurin
avgjørdi at seta 40 milli-
ónir av til útbyggingina í
Eysturoynni.
—Vit ána ikki um farið
verður undir vatnorkuút-
byggingina í Eysturoynni
komandi ár. Men nú eru
so peningurin avsettur.
Vit hava enn ikki fingið
grønt ljós frá landstyr-
inum. Satt at siga, so
hava vit ikki hoyrt eitt
orð, sigur Klæmint
Weihe.
Helvtin ur vatni
Dreymurin hjá leið-
sluni fyri SEV er at
framleiða góðan helming
av ravmagninum í Før-
oyum burtur úr vatnorku.
Hetta mál kann náast, um
SEV sleppur at folda seg
út í Eysturoynni.
--Orkuverkið á Eiði
framleiðir í løtuni 20
milliónir kilowatttimar
um árið. Men verkið kann
framleiða 60, fær tað
nógmikið av vatni. Vit
kunnu framleiða millum
40-50 milliónir kilowatt-
tímar í Vestmanna.
Vestmanna og Eysturoy-
ggin kunnu geva helm-
ingin streymmegini sum
vit hava brúk fyri.
Føroyska streymnýtslan er
um 200 milliónir kilo-
watttímar um árið, sigur
Klæmint Weihe
jústinus
Frá umboðsráðsfund-
inum. Myndir: Kalmar