mikudagur 4. desember 1991síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
I
Nr. 226 — 4. desember 1991
Eldkast
I. Er ein meira í vanda
fyri at fáa sjúkuna eldkast,
tá ein er illa fyri - immuni-
teturin er á lágum stødi -
ella kemur sjúkan, eisini tá
einki annað er í vegin?
2. Er tað vanligt at fáa
sjúkuna aftur?
3. Hvat er í løtuni besti
lekidómur og lætti fyri
pínu og skriða fyri hesa
sjúku?
4. Hvussu skal ein arta
seg, meðan sjúkan er, og
hvussu langa tíð vanliga
er, til ein er frískur aftur?
Eg takki fyri at fáa svar,
og er tað nakað annað at
siga um sjúkuna, vil eg
fegin frætta um tað.
Eldkast-sjúklingurin
1. Tað er nakað um tað, tí
gomul fólk fáa vanliga
eldkast. Eldkast er ein
ígerð av einum virusi, og
hetta virus er í ætt við
skáldkoppavirus.
Eldkas er rættiliga van-
ligt. Tað kann vera vanda-
mikið, um tað brýtur út um
eygnaleiðina, tí sjúkan
breiðir seg eftir nerva-
træðrunum, og um ein fær
tað í pannuna, kann ein
stundum fáa tað í sjónina
(hornhinnuna) og fremst á
nøsina samstundis.
2. Tað er ikki serliga
vanligt at fáa sjúkuna fleiri
ferðir.
Um sjúkan er á kropp-
inum, gevur hon nógva
pínu umframt útbrotið runt
um hálvan kroppin, og
pínan kann halda fram í
langa tíð - mánaðir.
3. Um ein kann byrja
sama dag, sum útbrotið
kemur, kann ein taka eitt
evni, ið ávirkar virusið,
"Zovirax", men neyðugt er
at byrja við hesum innan-
fyri 2-3 tey fyrstu sam-
døgrini, annars er tað
ónýtiligt. Harafturímóti
kann ein nýta sama evni í
salvu, og tað kann taka
“Skriva til Marner, Postboks 7
pínuna. Annars kann ein
bert nýta nakað fyri pín-
una, Brufen, Magnyl og
annað tílíkt fyri pínu.
4. Vanliga ger sjúkan
ikki nógv um seg, meðan
hon er. Ein hevur pínu,
men er annars arbeidsfør.
Men stundum er pínan so
sterk, at ein ikki er ar-
beidsførur.
Marner
Tarmpina
Vandamálið hjá mær er
tarmpinna og leyst liv. I
tvey år havi eg verið
plágað av hesi sjúku og
fingið eitt medisinið fyri og
annað eftur, og eg havi
verið í røntkuni, ligið á
sjúkrahúsi til kanningar,
men til fánýtis. Sjúkran
vitjar aftur nú triðja árið
upp í slag og heldur á 9-10
mánaðir í senn.
Eitt slag av byggkorni,
dyrkað í Íslandi, hevur
givið eitt sindur av linna.
Eru eingi ráð at sleppa
frá hesi sjúku?
Hj.
Hesin spurningur er sera
torførur at svara.
Tygum nevna íkki,
hvussu gomul tygum er.
Hedur ikki, hvussu opn-
ingurin sær út, um blóð
ella tílíkt er í. So tað
kunnu vra ymiskar sjúkur.
arímillum kann evnið glu-
en, sum er í ymiskum
komsløgum, vera orsøkin.
hetta kmeur mær til hugs,
av tí at tygum nevna eitt
slag av byggi. Annars eru
fleiri onnur vantandi upp-
tøkuevni av ymiskum
mati, og hetta kann vera
vidføtt.
Tad er umrådandi fyri
tygum at fåa hetta kannad
eina ferd enn fyri at finna
orsøkina, tí tað líkist ong-
um at ganga fleiri mánaðir
í senn og vera sjúk, um tað
r
110 Tørshavn
ber til at finna orsøk og
vidgerdarmøguleikar fyri
sjúkuni.
Marner
010
Fyri tveimum mánaðum
síðan fór eg at taka tablett-
irnar Q 10, sum eg keypti
á apotekinum. Eg var so
illa fyri og hevði lisið um
hetta evnid, at tað skuldi
hjálpa.
Men Q 10 hevdi øvugta
ávirkan á meg. Eg bara
svav.
Eg havi frætt um fólk,
sum rættiliga eru komin
fyri seg av Q 10,men eg
veit eisini um fleiri við
somu royndum sum eg.
Hvat ert Q 10? Kunnu
tað vera hesar tabletirnar,
sum hava havt doyvandi
ávirkan á meg ella man
tað bara vera veðrið og
ár stíðin?
Kunnu øll eta Q 10?
Svøvnskarvurin
Tað er ógvuliga løgi0, at
so nógv fólk lata seg lokka
at eta ymisk evni sumt.d.
Q 10, sum er í so smáum
nøgdum í hesum pillarum,
at tað helst als onga
ávirkan hevur á líkamið.
Evnið, sum er í hesum
pillarum, er ikki til í medi-
sinregistarinum í danska
kongaríkinum. Og tí dugi
eg heldur ikki at siga,
hvgrja ávirkan evnið hevur
á likamið.
Sjálvandi hevur evnið
ávirkan á fólk, tá hetta
verður uppreklamerað so
nógv. Ikki bara hjá okkum,
men eisini í løndunum utt-
an um okkum. Men tílík
ávirkan á likamid er
ógvuliga stutt.
Marner
Síða 11
'( Lesarabrøv )
Virðingin fyri verkafólkinum
Tað var bara tað, sum
manglaði, Klaksvíkin er
eisini farin fallit, tí vaski-
fólkið fær ov nógva len,
sami feilur sum Tórshavn-
ar Kommuna hevur gjert.
| Sig so, at teir ikki eru
einigir. Á ja, vit hava eina-
ferð verið eitt fátækt land,
men vit settu eina æru í at
hava tað reint, men kunnu
vit vaskifólk bjarga
kommununum og Feroya
landi, so stendur ikki so
illa til álíkavæl. Ikki ferð-
ast vit frítt, ikki fáa vit
bensinpening og ikki fáa
vit bíðipening, ikki ferðast
við 30—40 mans sterk,
fyri at vita hvussu tey liva
og ikki liva í okkara
grannalondum.
Kanska verður vága-
tunnilin ålikavæl ikki so
dýrur í drift, tí har nýtast
tit ikki vaskifólk til við-
líkahald.
Nógv skip eru eisini far-
in av knóranum. Eru tit
vissir í, at tað ikki eru
vaskifólk, ið hava skyld-
ina?
Sjálvandi flevir tað okk-
ara hjarta, tá lærarafólk
rósa okkum fyri væl gjert
arbeiði, vit leggja okkum
jú eisini eftir at hava
vaskingina á einum heg-
um steði, tær flestu av
okkum hava verið í arbeiði
á skúlanum í mong ár og
vilja hava tað reint, har
vit eru, so bæði lærarar og
okkara bern skulu trívast
væl í reinum umhvervi.
Men hvar er skúlafyrisit-
ingin? Hví lata teir alt um
seg ganga? Fara vit niður
i løn, so verður tað tridju
ferð, ella vit missa arbeiði,
klára vit ikki okkara
skyldur og mugu til
»Almu«, hvat er so vunn-
ið?
Hví verða vit so lítið
virdar?
1. mai varð nýggjur
sáttmáli undirskrivadur
og allar lenir fóru upp,
men enn hava vit ikki
fingið eitt oyra afturat
lenini. Hví arbeiða tit á
einum so lágum stigi?
Tosa um vaskilenir! Fær-
ið upp á toppin, har sum
peningurin veruliga er,
men har sita tit jú sjálvir,
tí skal tað ikki rerast.
Eitt glegt hevd var
frammi í bleðunum og
kunnaði okkum um,
hvussu danir vaskaðu og
nevndi nakrar fermetrar
um tíman, men eg rokni
við, at hann gloymdi at
trekkja hornini frá, har
fara tey við einum svap-
ara eftir gólvinum og hava
maskinur at vinda við, tí
tú mást ikki benda teg
niður, tí tað er ringt fyri
ryggin, vaskifólkið gong-
ur á skeið at læra at vaska
við rettum ryggi, tað
gloymdi hann at siga.
Tað vaskifólk, sum eg
kenni til, er blivið meira
ella minni invalidar við
oyðilegdum ermum, ring-
um ryggi og beinum. So
farið tit í býin og keypið
maskinur og svaparar til
okkum og sendið okkum
so á skeið at læra at
vaska. Hví sendu tit ikki
eitt konufólk niður at
kanna vaskingina, eitt,
sum hevði skil fyri vask-
ing? Og hvar er konufólk-
ið í býráðnum í hesi sek?
Vit hava ikki hoyrt eitt
orð frá teimum, tora tær
ikki, ella hava tær onga
meining?
Álvaratos, komið ikki
til okkum, tá val verður
aftur, vit velja ongan av
tykkum inn aftur.
Vaskifólk við
Kommunuskúlan
Viðv. maskinskúlabygging
Týsdagin tann 29. okt.
1991 legði landsstýrið
fram ætlan um at Keypa
Eysturskúlan, sum sagt
varð nærum stóð hálvtóm-
ur, og umbyggja ein part
til maskinskúla. Tá ið
ætlanin varð legd fram,
varð sagt, at varð maskin-
hell bygd afturat Eystur-
skúlanum fekst ein loysn,
ið var eins góð og ætlaða
byggingin í Marknagili í
Havn.
Síðani er nógv komið
fram um hetta mál, sum
bendir á, at tilboðið frá
býráðnum um selu av
Eysturskúlanum ikki
gerst veruleiki. Í staðin
sær út til at ætlanin er at
selja ein part av Eystur-
skúlanum, sum ikki nekt-
ar terv maskinskúlans.
Tí heitir Maskinskúlin á
landsstýrið og legtingið,
um at sleppa ætlanini at
keypa Eysturskúlan til
maskinskúla, og í staðin
seta byggingina í Markna-
gili í gongd, sum lands-
stýrið áður hevur sam-
tykt. Vit fara eisini at
minna á uppskotið frá 10.
sept. 1991, sum vísir at
byggingin kann gerast
væl bíligari enn áður hild-
ið. Vit heita eisini á løg-
tingið og fíggjarnevndina
at játta 8 mió. kr. á fíggj-
arlógini 1992, so arbeiðið
kann byrja beinanvegin.
Eisini fara vit at mót-
mæla tí mannagongd, ið
landsstýrið brúkar í hes-
um máli. Meðan byggi-
nevndin fyri maskinskúl-
an, sum hevur 4 limir, við-
ger forprojekt til nýbygg-
ing, setur landsstýrið 2 av
limunum at arbeiða við
Eysturskúlamálinum.
Umboðini fyri Maskin-
skúlan og útbúgvingar-
ráðið fingu onki at vita
um hetta, fyrr enn sama
dag sum málið kemur al-
ment fram.
Vegna Feroya
Maskinskúla
Magnus Simonsen
skúlastjóri
H. Hádal
útbúgvingarráðsform.
Heðin Abramahsen
lærararáðsformaður
Uni Petersen
næmingaráð
maskinskúlans
se