mikudagur 4. desember 1991síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
siða 12
ítróttur
Frálíkur minnisvarði
Nr. 226 — 4. desember 1991
yvir EM-ævintýrið
Finnur Helmsdal lýsir í fjóltáttaðari og snotiligari bók fyrstu lut-
tókuna hjá fóroyska landsliðnum í altjóða kapping. Myndatilfar-
ið er nógv og eftir okkara viðurskiftum óvanliga dygdargott
Í dag FM bókin at fáa
til keyps. Heitið er >Reytt
og blátt og hvítt<, sum er
tikið úr sanginum, gamli
liðfelagin hjá Finni í HB,
Heri Nolsøe, yrkti. Finnur
heldur, at heitið er bein-
rakið, tí tað sipar til
Merkið og harvið eisini til,
at tjóðskaparligi týdning-
urin í EM ævintýrinum er
í hvussu so er eins stórur
og tann ítróttarligi.
Síðurnar eru 192 í A4-
stedd og prísurin er 275
kr
Hon er vorðin so
rúgvismikil av teirri ein-
faldu orsek, at tað er so
nógv áhugavert og
kanska neyðugt at tríva í.
Eg gjørdi mær rættiliga
tíðliga greitt, at aðrir enn
eg sjálvur skuldu fáa hevi
til at siga sína hugsan ella
lýsa eitthvert serstakt
Og so at siga allir, eg
heitti á í hesum sambandi,
játtaðu og lótu inn áhuga-
vert tilfar, greiðir hevund-
urin frá.
Teir, sum sipað verður
til, eru FSF formaðurin,
venjarin, liðskiparin, leið-
arin, Jógvan Arge, Magni
Arge, Jóannes Hansen,
Arni Gregersen, Leo Poul-
sen, Jógvan Sundstein,
Hjarnar Djurhuus, Per
Høyer Hansen og Høgni
Djurhuus. Samrødur eru
vid Petur Sigurd Rasmus-
sen, Petur Simonsen og
Nemus N. Djurhuus, og
útvarpssamreða hjá Suna
Merkisstein við Jógvan
Johansen verður endur-
givin
Bókin er prentað í 5.000
eintøkum á føroyskum, og
í letuni verður arbeitt við
fullari kraft fyri at fáa
hana út á enskum. Tað er
Simon Marshall, breti, ið
starvast sum studenta-
skúlalærari vid Getu-
gjogY, sum umsetur og í
einstøkum førum tillagar
tekstin til fremmanda les-
aran
Hvort eftir oðrum
Bygnaðurin er myndaður
við steði í tíðini. Alt verð-
ir umrett frá tí sett varð
út í kortið, og fyrstu fyri-
reikingardystirnir vórðu
leiktir, og so verða dystir
og hendingar annars lýst-
ar, so hvert hesi koma
fyri.
Finnur nýtir sítt eyð-
kenda skrivingarlag.
Kanska ikki stílistiskt
Jramur, men heldur er
teksturin merktur av, at
høvundurin leggur seg
sjálvan uppi. Skrivað
verður í fyrsta persóni og
eingin ivi er um, at tað er
soleiðis sum hevundurin
hevur eygleitt, upplivað
og gjørt sínar metingar, at
EM kappingin fer at verða
minst.
Hann dregur viðurskifti
inn, sum av onkrum fara
at verða hildin EM kapp-
ingini púra óviðkomandi,
meðan tað verða mong,
sum júst fara at halda
hetta vera við til at gera
tíðarmyndina deiliga per-
sónliga gávu frá hevund-
anum til nútíðina og fram-
tíðina.
Tá hann ferðast við
landsliðnum, verður ikki
bert fótbólturin umredd-
ur, men eisini samfelags-
viðurskifti og kringum-
steður annars, har dystir-
nir vórðu leiktir. Onkur
kundi hildið, at hetta átti
segu- ella samfelagskønur
at tikið sær av. Men so
hevdu vit ikki fingið at
vita, hvussu — skulu vit
siga ein vanligur persónur
— upplivdi hesi viður-
skiftini í sambandi við
dystirnar.
Myndirnar berandi
Síggja vit burtur frá
myndunum hjá Thomas
Johannesen, so hevur
skrivaða ítróttarpressan í
Feroyum ikki verið mest
kend fyri beinraknar
steðumyndir, sum hava
verið tekniskt dygdargóð-
ar. Eydnaðist onkur
mynd, hevur hon verið at
sæð í ollum blødunum um
aftur og um aftur.
Tær 128 svarthvítu og
14 litmyndirnar í EM bók-
ini eru av slíkari dygd,
sum vit ikki eru von við.
Per Kjærbye hevur tikið
myndirnar undir EM
dystunum, og vit hava
ongantíð sæð tær áður.
Hugflogið, skarpleikin og
prentlistarliga arbeiðið í
teimum ger, at stødurnar,
sum vit sóu í sjónvarpin-
um, verða kallaðar fram
aftur.
Per á Hædd borgar fyri
klassa, og stuttligt er at
Finnur Helmsdal við
nýggju EM-bókini
>Reytt og blátt og
hvitt«, ið fylgir EM-
landsliðnum frá und
an dystinum í Lands-
krona móti Eysturríki
til kappingarenda fyri
einum mánaði síðani.
Mynd: Kalmar
síggja hansara avmynd-
ingar av landsliðsleikar-
unum í umhvervinum, teir
dagliga eru í. Hetta verð-
ur gjørt í sambandi við, at
allir leikararnir verða um-
reddir: familju- og arbeiðs-
viðurskifti og fótbóltslig-
ar dygdir og veikleikar.
Hagtølini
næstan å plåss
So einastandandi sum EM
luttøkan var i føroyskum
ítróttarlívi, so einastand-
andi er EM bókin í før-
oyska ítróttarbókaheimin-
um.
Onkrar hissini royndir
hava verið gjørdar at geva
ítróttarárbekur út, ÍSF og
einstek ítróttarfelog hava
givið minningarrit út, og
so er tað bókin hjá Árna
Dahl Úr Feroya Ítróttar-
segu, sum kom út í 1974.
Hevundurin er Árna Dahl
takksamur fyri at hava
fingið loyvi at gera nýtslu
av tilfari úr tí bókini, sum
< iði seg um føroyskan
landsliðsfótbólt frá fyrsta
dysti og til og við 1973.
Tað er í sambandi við
hagtelini fyri dystir, at
bókin hjá Árna verður
nýtt. FSF er í ferð við at
dagfora hagtelini. Arbeið-
ið er ikki lokið, men Finn-
ur hevur fingið loyvi at
gera nýtslu av tilfarinum,
soleiðis sum tað liggur nú.
Tað vil siga, at í EM
bókini sæst hvussu nógvir
dystir eru leiktir, nær,
hvar, hver hevur leikt við,
úrslitini og målskjuttar.
Finnur undirstrikar, at
hagtelini skulu takast við
fyrivarni. FSF vónar, at
bókin kann vera við til at
fáa fólk at gera vart við
seg, soleiðis at hagtølini
gerast heilt nágreinilig.
Tað er í tokum tíma, at
FSF er farið undir hetta.
Síggja vit burtur frá tí ein-
stakir leiðarar og venjarar
hava latið til ársfrágreið-
ingarnar hjá ÍSF og FSF,
er veruleikin tann, at eing-
in bókfering nakrantíð
hevur verið viðvíkjandi
fótbóltshagtelum innan
felagsskapirnar, og hevði
Arni Dahl ikki av sínum
einslystum farið undir eitt
gjølla skråsetingararbeidi
fyri sløkum 20 árum síð-
ani, so hevði okkur helst
verið farið fyri einki
Blødini eiga í hesum
sambandi at taka í egnan
barm, tí merkisvert er,
hvussu lítið tey í annars
drúgvum frágreiðingum
hava gjørt burtur úr hag-
tølum um liðuppstilling,
málskjúttar og so víðari.
Helst tí hetta hevur verið
so sjálvsagt, tá blaðið er
skrivað. Seguliga er tað í
veruleikanum bert hetta,
ið hevur týdning!
Okkur lýti
Tað slepst ongantíð und-
an villum og skeivleikum,
og als ikki, tá so nógv hev-
ur verið lagt úr hondum
upp á so stutta tíð. Hetta
er tó ikki nakað, sum
merkir bókina.
Tað verður altíð ein
spurningur, hvussu hin
einstaki metir, men fleiri
munnu halda tað vera 6-
heppið, at Haldgrím
Gregersen verður drigin
upp í yvirskriftina, um
landsliðið átti at taka lut í
EM ella ikki. Kanska var
hann eksponentur fyri tað
ivasemi, sum fleiri leiðar-
ar góvu til kennar á árs-
aðalfundinum, men máti
skal vera við!
Undrunarvert er, at
hevundurin fer skeivur í
innganginum og í mynda-
tekstinum í sambandi við
greinina um grasvøllin á
Svangaskarði. Í sjálvari
greinini verður greitt frá,
hvussu Tofta Ítróttarfe-
lag sjálvt megnaði at gera
grasvollin.
Í innganginum og Í
myndatekstinum verður