mikudagur 4. desember 1991síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 226 — 4. desember 1991
Síða 13
Finnur Helmsdal:
Einsamallur geri
eg tað ikki aftur
Stríðið og útreiðslurnar fóru langt út um tað,
sum Finnur Helmsdal roknaði við. >Hetta heyði
ikki gingið, um stuðulin heima ikki var tann,
hann hevur verið,< sigur hann við Sostalin
80 síður og ein kostnað
upp á uml. 200 túsund
krónur. Soleiðis roknaði
Finnur Helmsdal, tá hann
hevði gjørt av, at tilfarið,
hann savnaði í sambandi
við føroysku EM luttøk-
una, skuldi gevast út i
bók.
Bókin er 192 síður og
samlaðu útreiðslurnar
liggja millum 500 og 600
túsund krónur.
14 dagligar
arbeiðstímar
Hvat hevur hetta borið í
sær fyri títt viðkomandi,
spyrja vit Finn, nú verkið
er lokið og bókin skal selj-
ast.
— Fyri tað fyrsta eitt
nógv sterri arbeiði, enn eg
nakrantíð hevði droymt
um. Minst til at eg havi
ongantíð fingist við at
skriva og geva bekur út,
havi verið einsamallur um
tilrættalegging, havi
skrivað stersta partin og
havi havt samband við oll
tey, sum hava givið eina
hjálpandi hond.
Frá 1. sept. og í tveir
mánaðar hevði Finnur far-
loyvi frá dagliga yrkinum.
Hesa tíðina varð arbeitt
minst 14 tímar dagliga,
mest í arbeiðsrúmi heima
hjá pápanum.
— Men tú sleppur ikki
slíkum, tá farið verður til
hús. Tað melur í hevdin-
um alla tíðina, og eg eri
konuni takksamur fyri
stuðulin, hon hevur verið.
Ber ikki
rikidømi í sær
— Umframt arbeidstryst-
ið bar víðkaða bókin i sær,
at fleiri hundrað túsund
krónur hanga í leysari
luft. Føroya Fiskasøla og
Mentunargrunnur Føroya
Løgtings veitt stuðul,
sum eg eri glaður fyri, eins
og at pápi veitti banka-
trygd fyri írestandi fígg-
ingini.
Bókin fer ikki at bera
rikidømi í sær. Í hvussu so
er 3.000 eintek skulu selj-
ast fyri at útreiðslurnar
skulu dekkast, men tað
vóni eg fer at ganga.
Neyvan varð farið undir
hetta, um eg var greiður
yvir, hvat tað bar í sær.
Tað eru tey, sum longu
hava havt á munni, at
bókin ber eina skyldu í
sær at skriva um HM lut-
tekuna eisini. Men tað
geri eg ikki. Í hvussu so er
ikki einsamallur.
Men hví gjørdist bókin
so nógu størri og dýrari,
enn tú roknaði við?
— Tí tað alla tíðina
komu nýggjar hugsanir
um evni, sum áttu at verið
við. T.d. ektist síðutalið
við 30 og útreiðslurnar við
nógvum tíggju túsund, tá
tað varð avgjert, at hver
einstakur leikari skuldi
lýsast. Hetta hevði eg ikki
hugsað, men Frits Ahl-
strøm råddi mær til at
gera tad. Ikki minst fyri
at undirstrika, at talan er
um menn, sum dagliga
beinleidis sagt, at limir i
bygdaráðnum vóru við i
ætlanini. Einki eitur Tofta
kommuna (skal vera Nes
kommuna), og Niklas
Foldbo hevur ikki umboð-
að kommununa í tí ar-
beiði, hann hevur lagt í
stadionætlanina. Har hev-
ur hann við sínum stóra
tekniska og fíggjarliga
innliti umboðað Tofta
Ítróttarfelag.
Ársins jólagáva
Samanumtikið kunnu vit
sláa rimmarfast, at Reytt
og blátt og hvítt er ein frá-
líkur = minnisvarði um
fyrstu lutteku Feroya í al-
tjóða fótbóltskapping.
Bókin fæst í bókabúð-
unum, og í Eysturoynni,
Vágum og Suðuroy verður
hon seld við dyrnar hesa
vikuna. Í mun til aðrar
bøkur er prísurin ikki
ógvusligur, og tað er einki
at ivast í, at hetta verður
ein av gávunum, sum fara
at liggja undir flest jóla-
treum tann 24.
-nn-
hava nógv annað at tak-
ast við og hugsa um enn
fótbólt og landslið.
Urslitini iblåstur
Var tað sigurin móti Eyst-
urríki, sum bar hugskotið
til bókina í sær?
— Tá lutakastið til EM
kvalifikatiónina hevði ver-
ið, gekk tað upp fyri teim
flestu, hvat tað var, FSF
var farið í holt við. Sum
ítróttarskrivari á Oyggja-
tíðindum setti eg mær fyri
at fylgja landsliðnum. Eg
roknaði í veruleikanum
við, at tað fór at bera til at
nýta tilfarið í Oyggjatíð-
indunum sum beinagrind í
smáum heftum sum
kundu gevast út sum
minni um EM luttekuna.
Hetta tosaði eg við
Shell og FSF um. Hugsan-
in var, at teir kundu
standa fyri fíggjarliga
partinum og gera nýtslu
av tilfarinu. Teir vóru ikki
sinnaðir at vera vid. Eg
skilti væl teirra stødu, og
so måtti tad bera ella
bresta: antin varð farið
undir bók ella bleiv einki.
Men undan fyrsta dystin-
um var avgerðin tikin.
At landsliðið vann á
Eysturríki setti ferð á, og
góðu úrslitini hava verið
íblástur til, at nú er komið
á mál.
Satt at siga, so hekk alt
í einum klenum tráði í
summar. Í mai mánaða
vóru úrslitini vánalig, síð-
ani fór ell arbeiðsorkan at
fyrireika ráðstevnuna hjá
teim brekaðu, og allan
august mánaða var eg
plágaður av lungnabruna.
Hetta gjerdi, at nógvir
venjingardystir fóru aftur
við borðinum.
Urslitini í heyst gjørdu
sítt til, at eg miðvíst fór
undir aftur arbeiðið, men
arbeiðstrýstið móti end-
anum bleiv sterri, enn
neyðugt hevði verið, um
arbeitt varð stútt alla tíð-
ina.
Myndamaðurin
meistari
Finnur var ikki í iva um,
at bókin skuldi vera í A4-
stedd:
— Gjegnum árini eru
nógvar slíkar bekur
komnar. Eg havi fest meg
við, at myndatilfarið ikki
kemur til sín rætt, tá
steddin er minni enn A4.
Tí var hetta beinanvegin
ein sjálvfylgja.
At tað skuldi verða
meistaramyndamaðurin
Per Kjærbye, sum skuldi
taka flestu myndirnar, var
meira av tilvild, heldur
enn tí hevundurin kendi
mannin:
— Oyggjatíðindi høvdu
ikki ráð at senda mynda-
mann til Landskrona. Tá
FSF varð spurt um ráð
hesum viðvíkjandi, vístu
teir á Per Kjærbye, sum
Frits Ahlstrøm hevur
havt nógv samband við.
Síðani havi eg skilt, at
talan er um ein hin
fremsta á økinum. Bæði ti
dygdin í hansara arbeiði
altíð er í topp, men eisini
tí fleiri hava borið kenslu
á navnið. Eg má við-
ganga, at eg havi ongantíð
givið mær far um hann.
Og tað kann tykjast und-
arligt, tá hann m.a. hevur
verið ársins ítróttamynda-
takari í Danmark og nógv-
ir føroyingar kenna hann
frå Tipsbladet.
Undir øllum umstødum
havi eg verid gladur fyri
samstarvid vid hann. Pro-
fessionalisman hevur ver-
id i topp, og kemiin okkara
millum hevur passad væl
saman. Og i bakspeglin-
um kann eg bert gledast
um, at tað lagaði seg so-
leiðis, at neyðugt var við
eðrum myndamanni, enn
upprunaliga ætlað. Ann-
ars hevdu myndirnar ver-
ið kendar, og bókin hevði
ikki verið so áhugaverð,
sum myndirnar gera
hana!
-nn-
Jóannes Jakobsen
vinstrumegin, heyði
eins og hinir frá
landsliðnum rósur at
bera bókini hjá Finni.
Mynd: Kalmar
Til øll brådarpør
Sendið okkum brúðarmyndina
og tit fáa hana í
Sosialurin
ynskir
tykkum
hjartaliga
tillukku við
brúdleyps-
degnum og
blíðan byr
frameftir
RO
blaðið ókeypis.
Vit vildu fegin sett
brúðarmynd av
í blaðið, har
tit eisini fáa
meguleika til eina
heilsan til tey, sum
mintust tykkum
á brudleypsdegnum
tykkum
Vit senda myndina
aftur beinanvegin
Sendið myndina til
Sosialin
postrúm 76
110 Tórshavn
|