hósdagur 5. desember 1991síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 227 — 5. desember 1991
Fingu tvey
túsund kr.
Týsnáttina varð brotið
inn á verkstaðin og
handilin hjá Demich við
Velbastaðvegin í Havn.
Tjóvarnir eru slopnir
inn á skrivstovuna
gjøgnum eitt vindeyga,
og á skrivstovuni hava
teir brotið eitt lítið
pengaskåp upp. Í skáp- -
inum vóru stívliga tvey
túsund krónur, sum teir
tóku við sær.
Miseydnað
roynd
Roynt hevur verið at
bróta inn á Føroya
Keypsamtøku í Dr. Ja-
kobsensgøtu í Havn,
men tað gav einki úrslit.
Lásið á kompressara-
rúminum er brotið upp,
og teir eru farnir inn í
hitarúmið, har teir hava
sløkt fyri hitaskipanini.
Ur hesum bygning-
inum slepst ikki inn í
handil og á gomslu.
Innbrotið gav tí ongan
fong.
Sprutt og
sigarettir
Sunnunåttina varð brot-
ið inn á Club 20 á Ting-
húsvegnum í Havn.
Teirhavatraðkaðeina
hurð inn og síðan brotið
hurðina upp úl eitt
goymslurúm. Har fingu
teir sær 20 fløskur av
rúsdrekka og 28 pakkar
av sigarettum.
Vardur
verkstaður
Í Runavík letur skjótt
upp ein vardur verkstað-
ur, ætlaður fólki, sum
annars ikki eru før fyri at
arbeiða.
Týsdagin = samtykt
landsstýrið at leigað
húsið, har møblasøla
áður var á Hggabóli.
Leigusáttmálin verður
fyri tíggju ár.
Ætlanin er, at vardi
verkstaðurin skal vera
arbeiðsplass hjá tjúgu
eysturoyingum.
N hal
Lítil afturgongd | Venus og
Síða 3
Kollafjarðar kommunu nýtist ikki at gera nøkur
sparitiltók
Eins og í flestu ødrum
kommunum verður skatta-
inntøkan hjá Kollafjarðar
kommunu eitt sindur minni
næsta ár sammett við í ár.
Men afturgongdin verður
ikki so stór, at tað fer at hava
nakrar serligar avleiðingar.
Skattainntøkan er mett til
11,6 mió. krónur. Tá er
íroknað inntøkan frá havn-
mi.
Lånibyrdan hjå kommun-
uni er 15 mió. krónur netto,
og hetta svarar til 1,2 ferdir
ålikningina.
Skattaprosentið i Kolla-
fjardar kommunu verdur
óbroytt, 14,5, og barnafrå-
dråtturin somuleidis
óbroyttur 1800 krónur.
Í skatti fara fólk í Kolla-
fjarðar kommunu tí ikki at
merkja nakað tl, at inn-
tøkurnar hjá kommununi
minka. Kommunan loysir
broyttu umstødurnar vid
ikki at gera nakrar iløgur.
Kommunan hevur annars
ikki nakað stórarbeiði í
gongd. Ein útstykking er
um at vra liðug, og nóg
mikið av grundstykkjum
eru í kommununi.
Eitt ávíst arbeiðsloysi er í
kommununi, men tað hevur
bøtt nakað, at Blue North er
Hus í Runavík
Skattaprosentið í Kollafirði verður tað sama. Skatta-
inntókan hjá kommununi mikar ikki meira enn so, at
kommunan klárar seg við ikki at gera nakrar iløgur
byrjað aftur.
930 fólk búgva í komm-
ununi.
randi
til húfelagsskan
Landsstýrið hevur keypt eitt hús aftrat í Runavík,
har nøkur evnaveik kunnu búgva saman
Seinastu árini eru gjødir
fleiri búfelagsskapir fyri
evnaveik. Í staðin fyri at
búgva á stovni búgva tey so
saman og klára seg sum
onnur fólk í vanligum hús-
um.
Í seinastu viku keypti
landsstýrið eini stór sethús á
Rúnavegi í Runavík ul
slíkan búfelagsskap. Húsini
kostaðu 1,4 mió. krónur, og
so væl egnað, at ikki er
neyðugt at umbyggja. Klár
at flyta inn í. Fimm ella seks
fólk kunnu búgva í hesum
húsum.
Búfólkini gjalda húsa-
leigu, sum er við til at fíggja
raksturin.
innist til
daragjaldið!
randi
Ein lesari spyr, hvørjar
stjørnurnar eru, sum tíð-
liga hvgnn morgun
síggjast á luftini.
Sosialurin hevur fing-
ið Føroya Sjómansskúla
at hjálpa við at svara
hesum spumingi:
Tað eru gongustjørn-
urnar Venus og Jupiter,
sum hesa tíðina standa
bjartar á luftini. Venus
er tann eystara.
Jupiter stóð í beinan
sunnan kl. 6.11 í gjár,
Venus kl. 8.56.
Himmalmyndin er at
Jupiter
Gongustjórnuurnar
standa nú bjartar á luftini
kalla tann sama í fleiri
dagar, hon broytist so
spakuliga. Men tá ein tíð
er fráliðin, sæst Venus
ikki longur.
Lesarin helt seg ein
morgun hava sæð triggj-
ar stjórnur. Tann trida
kann neyvan hava verið
gongustjórna, tí Mars
skuldu vit ikki sæð nú.
Hon er so nær sólini.
Satum er hægst
seinnapartin. Hon sæst
kanska, tá sólin er farin
niður.
randi
Skar seg
Í andlitið
15 ára gomul genta slapp væl,
tá hon við nógvari ferð miku-
náttina varð slongd av motor-
súkklu á Giljanesi
Hvørki ein ferðsluvanlukka
ella báðar tvær tykjast vera
nóg mikið ul at ræða onnur
frá vitleyari koyring
Mikunáttina hendi eitt
ferðsluóhapp, ið líka væl
kundi kostað mannalív.
Hetta hendi á Giljanesi í
Vágum.
Tvey ung fólk úr Miðvági
komu koyrandi úr Sanda-
vági, og tá tey komu hagar,
vegurin snarar, misti førarin
tamarhaldið á súkkluni,
sum fór bóltandi oman av
bakkanum við timburhand-
ilin.
19 åra gamli madurin,
sum koyrdi, slapp vid små-
snuddum, og honum nyttist
ikki nakra læknaviðgerð.
Men 15 ára gamla gentan,
sum sat aftan á súkkluni
varð slongd niður á nakrar
plankar. Hon skar seg
nokkso illa í andlitið, men
skaðin var koruni ikki verri
enn so, at kommunulæknin
kundi seyma hana aftur.
Politiið heldur, at ferðin
hevur verið heldur nógv.
Tann 19 ára gamli mað-
urin hevði koyrikort til mot-
orsúkklu, men royndirnar
hevði hann ikki í at koyra
motorsukklu. Sukkluna
hevdi hann lænt frå einum
vinmanni.
Politiið sigur, at tey bæði
sluppu væl.
randi
Tann óroyndi førarin á
motorsúkkluni misti
tamarhaldið á súkkluni,
har vegurin snarar, og
tey bæði á súkkluni fóru
sendandi oman av veg-
num við timbur handilin