Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-12-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. desember 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 227 — 5. desember 1991 Síða 5 0) S0S!alurin Hava vaskað skúlan í eitt mannaminni Kunnu nu søkja sitt egna starv Brynjer Gregoriussen, skúlatænari, heldur tað vera vána sum tókk hjá vaskikonunum at fáa, at síggja sítt starv lýst leyst i blødunum. Nakrar hava vaskað 25 og 30 ár. Skúlatænarin visti av ongum fyrr enn týskvóldið Tórshavnar Kommunu- skúli lýsti í gjár bløðunum eftir tilboði at haida skúlan reinan. Hetta vil siga, at tær 18 vaskikonurnar, sum í løtuni vaska á skúlanum, er uppsagdar. Tað stendur teimum tó í boði at sýkja sítt egna starv aftur. Brynjer Gregoriussen, skúlatænari, sum hevur ta praktisku fyriskipanina av millum ødrum reinhaldin- um á skúlanum fekk einki at vita um hetta fyrr enn týskvgldið. Hann heldur tað vera eina kaldliga við- ferð, vaskikonurnar hava fingið. Onkur teirra frætti um hetta týskvgldið, men tær flestu vistu av ongum fyrr enn tær sóu lýsingina í bløðunum í gjár. Brynjer Gregoriussen heldur, at tað hevði ikki verið til nakran skaða um onkur á býráð- num takkaði teimum fyri gott arbeiði í eitt manna- minni. Orsgkin til, at lýsingina í blødunum í gjár er, at sáttmálin millum Tórs- havnar Kommunu og Havnar Arbeiðskvinnu- felag gongur út 1. januar. Kommunan hevur ikki vilja endurnýggja sáttmál- an, tí roknað verður við, at reingeringin kann gerast bíligari við at bjóða hana út, sum nú er gjørt. Ikki brúk fyri øllum Brynjer Gregoriussen sigur, at nú skúlin skal spara millum 5 og 600.000 krónur má skerjast ymsa- staðni. Eisini við reinhald- inum. Hann roknar eisini við, at tilboðini, sum iva- leyst vera mong, fara at liggja væl lægri enn tað skúlin í løtuni rindar fyri reinhald. Hetta vil aftur siga, at ikki verður møgu- leiki fyri, at eins nógvar vaskikonur vera framyvir sum nú. Dýr sparing Trýggir skúlatænarar vóru á Kommunuskúlan- um. Umframt Brynjer er nú bert ein eftir í hálvtíðarstarvi. Hetta held- ur Brynjer vera alt ov lítið, tí skúlin er gamal og verður nógv brúktur. Ikki bert sum Kommunuskúli, men eisini av Kvøld- skúlanum og onnur tiltøk eru eisini fleiri av. Hetta hevur býráðið avgjørt av spariorsøku, men hesar sparingar heldur skúla- tænarin lítið um. Hann heldur tað hevði verið bæði meira praktiskt og biligari at hava føst fólk at gera neyðugu umvælingar- nar ístaðin fyri sum nú, at senda boð eftir fólki, tå okkurt skal gerast. Brynjer heldur fyri, at teoretikar- arnir á býráðnum kenna ov lítið til praktiskt arbeiði. tór.- Sáttmálin millum Tórshavnar Kommunu og Havnar Arbeiðskvinnufelag fevnir um vaskikonurnar á Kommunuskúlanum, Hoyvíkar Skúla og á Eystrurskúlanum. Kalmar tók hesa mynd á Eysturskúlanum herfyri. Nógv fleiri keypa nú á Apotekinum > Herfyri broytti Apotekið í Havn søluhølini soleiðis, at ein partur gjørdist sjålvtøkuhandil. Og hetta hevur givið úrslit i um- setninginum, sum hesa seinastu tíðina er øktur meir enn 20%. Tað tykist sum við- skiftafólkini eru fegin um hesa broyting, tí nú síggja fólk betri hvat Apotekið hevur at bjóða. Hetta eru serliga sokallaðu hand- keypsvørurnar og so ikki at gloyma náttúruheili- vágin. Richard Schwart- son, farmaceutur sigur, at sølan av náttúruheilivági er nógv merkt av hvussu framleiðarin lýsir í fjøl- miðlunum. Sum dómi nevndir hann kondibollar- nar, sum Apotekið selur i hópatali. Tað verður mangan sagt, at apotekaravgrur eru dýrar. Hesum er Richard Schwartson ikki samdur í. Mangan eru vørurnar á Apotekinum biligari enn aðrastaðni, og er Apotekið mangan beinleiðis prís- tálmandi. Landsstýrið hevur eftirlit við vining- inum hjá Apotekinum, sum ikki hevur loyvi til at seta meira á eina vøru í mun til aðra. tór.- Síðani Apotekið broytti hølini til partvísan sjálvtókuhandil er umsetningurin nógv øktur. Mynd: Kalmar £