Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-12-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. desember 1991síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Foreldrabólkurin á Eysturskúlanum: Gevst - Ikki SO Foreldrabólkurin á Eysturskúl- anum býðar nú eftir endaligari avgerð frá býráðnum í Eystur- skúlamálinum. Avgerðin hjá Skúlaráðnum ger okkum ikki á nakran hátt róligari, sigur John Eysturoy Skúlaráðið í Havn tók týsdagin endaliga støðu í málinum um ætlaninar at selja Eysturskúlan. Skúla- ráðið mælti býráðnum frá at selja skúlan. Høvudsor- søkin til avgerðina var, at skúlabarnatalið veksur nógv í Havn. Tá tidindini um ætlan- inar at selja skúlan bórust, tóku foreldrini at børnun- um á Eysturskúlan seg saman, og valdu ein bólk at fylgja við málinum. John Eysturoy er ein teirra, sum foreldrini valdu til talsmann. Hann sigur, at avgerðin hjá Skúlaráðnum gjørdi tey í foreldrabólkinum ikki róligari á nakran hátt. Bólkurin býðar eftir einum greiðum svari frá Tórs- havnar Býráð, sum hann vónar at fáa heilt skjótt, so friður aftur kann gerast á skúlanum. John Eysturoy heldur, at Skúlaráðið kundi komið við síni nidurstødu fyri langari tíð síðani, og tí finst hann harðliga at. Hann heldur tað vera sera óheppi, at skúlaráðið verð- ur valt politiskt tí vandi kann vera fyri, at eitt politiskt valt skúlaráð kennir seg nærri knýtt politiska valdinum heldur enn teimum, sum tað er sett at umboða,- nevniliga foreldrunum. John Eystrur- oy heldur, at tíðin er farin frá skipanini við skúla- nevndum og kundi heldur hugsa sær foreldraráð ístaðin. John Eysturoy sigur, at so Sjótt sum tey hava fingið endalig boð frá býráðnum, fer bólkuri at kalla foreldrini til fundar. tór.- Vinstrumegin borðið sita skúlaráðsumboðini Napoleon Joensen, Oddmar Færð og Johs. Alvheyg. Høgrumegin foreldrabólkurin, Hans J. Hermansen, Meta Johannesen, John Eysturoy og Tryggvi Bech. Mynd: Kalmar Beint eftir at Skúlaráðið hevði havt sín fund týsdagin, hitti ráðið umboð fyri foreldrabólkin á Eystur skúlanum. Her heilsar formaður ráðsins, Johs. Alvheyg, uppá Metu Johannesen. Aftan fyri sæst Tryggvi Bech. Høgrumegin Hans J. Hermansen. Mynd: Kalmar Nr, 227 — 5. desember 1991 Ferðslupolitiið hevdi kanningar i Kollafirði og i Havn. Fá koyrdu ov skjótt Gjáramorgunin stóð long rgð av bilinum í Kollafirði, tí ferðslupolititið var úti við radarinum og kannaði ferð- ina hjá bilunum. Radarin stóð fyrst til frå kl. 6.50 til 9.00, og tá varð ferðn mål hjá øllum bilun- 2 i gjår um, sum koyrdu gjøgnum Kollafjørð. Av teimum 200 bilunum, ið koyrdu gjøgnum bygd- ina, vóru 14, sum koyrdu skjótari enn 63 km um tíman. 50 km um tíman er mest loyvda ferð, men rad- arin varð settur at skáseta bara teir við ferð omanfyri 63 km um tíman. Av teimum 14 bilunum høvdu trettan ferði millum 64 og 77 km um tíman. Teir fáa allir heilsu frá poli- tinum. Ein koyrdi 86km um tíman, og hann missir koyrikortið. Sammett við aðrar kann- ingar er hetta ikki nakað ljótt úrslit. Í onkrum kann- ingum hava tvey ella try út av 100 mist koyrikortið, tí ferðin var so nógv. Ferðslupolituð leggur aftrat, at tað eru fleiri mán- aðir síðan, ferðkanning seinast var gjørd í Kolla- firði. Kanningin kundi tí bent á, at fólk eru farin at koyra hóvligari gjøgnum bygdina. Tó skal sigast, at svartakálk var. Fimm ov skjótt Nakað seinni fyrrapartin var ferðslupolitiið á Hvíta- nesvegnum í hálvan annan tíma. Út av 216 bilum koyrdu fimm ov skjótt. Ferðslupolitiið ger vart við, at bilførarar, ið verða tiknir fyri at koyra ov skjótt, ikki kunnu umbera seg við, atspeedometrið vísti minni. Tverturímóti er tað so, at tá ein bilur á radarinum vísir seg at koyra 86 km um tíman, hevur speedometrið víst 95-100. Soleiðis eru speedometrini stillað. Ferðslupolitiið = heldur fram við sínum ferðkann- ingum, ið verða gjørdar ymsa staðni. Eingin veit frammanundan, hvar kann- ingarnar eru. Hildið verður eisini fram við at hava aðrar ferðslu- kanningar, tey kanna bil- arnar, og nú jólaborðhaldini verða hildin, verður dúgliga kannað, um bilførararnir hava drukkið. Tey lata annars væl at, so nógv eru farin at nýta trygdarbelti. Í Havn meta tey at 70-75 av 100 nýta trygdarbelti, og uppaftur fleiri av teimum, sum koyra á oynni. randi Er peran í lagi? | fyribyrgist | !- skaði! ff FERÐSLUTRYGD |