fríggjadagur 6. desember 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
ÍHAAAAAAAANANANNAANNAANNAAANA
(5
Nr. 228 — 6. desember 1991
Jólakalendarin 91
Í dag verður 4. lúkan i jólakalendaranum hjá
Tíðindablaðnum Sosialinum latin upp.
Hetta er samstundis ein lítil jólakapping. Óli
hevur teknað ein kendan feroying saman við
lutum, sum á ein ella annan hátt hava til-
knýti til henda persónin.
Tilsamans eru 15 lúkur at lata upp. 4. lúk-
an er opin í dag. Ætlanin er so, at lesararnir
skulu seta saman allar teir einsteku partar-
nar og senda blaðnum, tá allar lúkurnar eru
latnar upp. Lesararnir verða tá við í einum
lutakasti um ein góðan jólavinning.
Harafturat ætla vit, at teir lesarar, sum —
áðrenn 6. lúkan er latin upp — eru fyrstir at
avdúka, hver persónurin er, skulu vera við í
einum lutakasti um ein eykavinning.
Mannagongdin er tann, at so skjótt tú
heldur teg vita, hver persónurin er, skalt tú
skriva til blaðið og siga okkum navnið, um-
framt at tú letur okkum vita títt egna navn,
bústað og tlf.
Vinningarnir verða kunngjørdir í einum av
komandi blødunum.
Klippið út allan kalendaran og goymið
hann. Vit fara so at lata upp lúkurnar so
hvert og prenta eina og eina mynd, sum tit
so kunnu líma upp á kalendaran.
SAGE
NYGGJAR BØKUR
Bøkurnar eru komnar i heyst
- og allar prentaðar i Føroyum
RP £ Sonja Sørensen:
0.5 Í ØDRUM HEIMI
i. myndir Tove Askham
| 60 bls. — kr. 105
Æ Hanni og Líða búgva i Rúnartúni. Men ein dagin biður
Hyljarsteinur tey fara eina langa ferð, sum byrjar í ánni og
endar í einum landi, sum eingin fyrr hevur sæð. Tey fara
djørv avstað og koma fram til ein ævintyrheim, har tey meta
barnum, sum hava bíðað eftir teimum báðum... Góð at lesa
fyri yngri børnum.
í ej Steinbjørn B. Jacobsen:
Få TVEY SYSTKIN
er myndir Oli Petersen
123 bls. — kr. 112
B 13 søgur um systkini Duritu og Per og øll dýrini, sum eru
um tey — ein søga fyri hvørt dyrid. Fyrsta søgan er um
dunnuna, sum hevur brotið vongin, og sum mamman og
pápin hjálpa við svávulpinnum, heftiplástri og gazibindi
Dunnan verður sum eitt húsdjór hjá teimum. Allar søgurnar
eru livandi fortaldar og eru tí væl egnaðar til at lesa fyri
teimum yngru børnunum
; ø
Fr
ø
Jógvan Isaksen:
BRENNIVARGURIN
134 bis. — kr. 125
B Kári og Rói ganga i 6. flokki, og tað er ikki sort, at teimum
dámar at arga lærararnar. Men teir fáa álvarsligar trupulleik-
ar at takast við, tá ið teir hoyra um ein brennivarg, sum teir
saman við vinfólkunum Magnusi og Beintu seta sær fyri at
taka. BRENNIVARGURIN er fyrsta føroyska barnakrimisøga
Heini Hestoy: |
REGIN OG SÁRA
116 bls. — kr. 125
B Regin er 14 ára gamal og verður happaður í skúlanum, tí
pápin situr fyri stuldur. Hann er einsamallur, men í einum
egningarskúri saman við trimum monnum hevur hann eitt
friðskjól. Ein dagin hittir hann eina blinda gentu, Sáru, sum
hann verður góður við. Såra er bæði djørv og ósmæðin, men
eisini einsamøll. Í Sáru finnur Regin ein góðan vin, og
saman eru tey bæði sterk.
á Charles Dickens:
EITT JÓLAÆVINTÝR
2 týtt ur donskum hevur
Bjørg Matras Jensen
73 bls. — kr. 105
B Tann girigi og harðhjartaði handilsmaðurin Scrooge
legði einki í jólini. Men jólanátt fær hann vitjan av einum
spøkilsi, sum spáar honum ein ringan enda, broytir hann
íkki lív sítt. Bókin er ein klassikari og kemur út ár eftir ár
aðrastaðni, men nú á fyrsta sinni á føroyskum. Kemur í
Bókaklubban í desember
Bøkurnar eru til keyps í bókabúðunum
Bókadeild Føroya Lærarafelags
Losjan i Havn
Í dag kl. 15.00 hittast tilkomin og eldri til hugna.