Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-12-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. desember 1991síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

1 Nr. 228 — 6. desember 1991 FETIS SS Í Síða 11 Fríggjadagin kl. 22.00: Rossi er trumfur — 2:4 Annar partur i ensku sendirødini vid Denis Lawson. Dominic Rossi er farin at ivast í, hvussu ósekur kundin er. Fríggjadagin kl. 22.50: Gísli í Libanon Fransk/italskur/belgiskur 1991. Í ófriðinum i Libanon verður ein franskur fotografur tikin til gísla. Filmurin, sum á ársins filmfestivali í Cannes fekk heiðurslen, er ein skelkandi sega um eitt menniskja. filmur frá Leygardagin kl. 20.30: Rangt og Rætt Kári Mouritsen So er stuttliga orðaspælið Rangt og Rætt aftur á skránni. Her læra vit í kátum og lettum lag nekur sjáldsom orð í máli okk- ara at kenna. Tvey lið fara at kappast um at gita, hvat orðini merkja. Tríggjar frá- greiðingar eru til hvert orðið — tvær rangar og ein rett. Trý fólk mynda hvert liðið. Liðskipar- ar eru Kári Mouritsen og Jógvan E. Ósá Hinir luttakararnir eru nýggir hverja ferð. Studiovertur er Leivur Hansen. Jógvan E. Ósá Goldie Hawn sum Judy Benjamin Leygardagin kl. 21.35: Benjamin soldátur Jediska yvirklassakvinnan Judy missir mann sín longu brúdleypsnáttina. Sjálvandi verður Judy ólukkulig — og serliga tí hon als ikki veit, hvat hon skal gera. Hon hevur einki lært, og hon hevur ongantíð gjørt nakað sjálv. Skúlin gerst harður — hon verður »rekruttur«. Sunnudagin kl. 17.10: Røddin á Sarafinu Mynd år Sarafina Í 1987 hevði ein suðurafrikanskur leikur frumframferslu í New York. Ongar stjørnur vóru millum leikararnar, og evn- ið — kravgongurnar í Soweto í 1976, og meira politisk vitan millum tey svertu — er kanska ikki, tað tú vanliga setir í sam- band við eitt gott sjónleikarakveld og eina góða framferslu. Kortini gjørdist framførslan sera væl- eydnað. Hetta er ein musical um tá ið 15.000 skúlaborn mótmæltu avgerðini hjá stjórnini at gera afrikanskt til málið í Suðurafrika. Løgreglan legði upp í krav- gongurnar, og fleiri børn vórðu dripin, og hetta elvdi til, at spenningurin millum svert og hvít gjerdist upp aftur sterri. Men »Sarafina« er ikki ein syrgiligur leikur, heldur ein heilsan til ell tey børn og ungu, sum luttóku í kravgongunum og gjørdu sítt til tær broytingar, sum eiu farnar fram í Suðurafrika. Lagt til rættis Ella Smith Clementsen Hittist á tlf. 156 16 Sunnudagin kl. 19.30: »Vår og vinkonur« Ungdómsfilmur í trimum pørtum 5 Filmurin er bygdur å søgu um abban, Vår og vinkonur. Abbin er gamal sjó- maður, tók sær av abbadóttrini Vár, tá ið dótturin doyði í barsilssong fyri 16 árum síðani. Kona hansara var deyð, so abbin treivst ikki í húsinum, keypti sær tí eina skonnart, sum síðani tá hevur verið heim hjá Vár og abbanum. Vár ætlar sjálv at gerast skipari á skonnartini. Vár hevur 3 vinkonur, tær hava mangt og hvat saman — eru for- elskaðar í nøkrum dreingum, ið eisini eru vinmenn. Ein av dreingjunum lærir til bilmekan- ikara og hevur keypt sær ein gamlan, stóran amerikanskan bil og sett hann í stand. Ætlanin hjá teimum øllum er at fara á konsert hjá Hjarnum. Dreingirnir skulu royna fiskieydnuna hjá bilinum hetta kveldið — og kanska fáa genturnar upp í eftir konsertina. Søgan og filmurin hyggja á hugskot og leikstjórn hjá 4 skúlagentum úr 10. flokki á Sandi saman við Zackharias Hammer. Lagt til rættis: Zacharias Hammer. Sunnudagin kl. 20.30: Medan vit bida Hava vit altíð hildið jól? Er jélamadurin til? Jólavætturin, hver er hon? Og hvat er ein jólhestur? Hvert húski hevur sínar jólasiðir, og ofta halda vit at jólasiðirnir eru elli- gamlir, kortini eru jólini, sum vit kenna tey í dag, rættiliga nýggj. Sunnukveldið fara vit at hugleiða um, hvaðan alt hetta jólaliga stavar. Tá ið Jamies tók lívið av sær, fóru sam- stundis 20% av partabrevunum í >Douglas Motors< úr familjuni. Verkfer- arin Morris hevur arvað tey og hann er hugaður at selja. Fortíðin hjá Crane er um at koma fram í ljósið Sunnudagin kl. 23.10: Flyggjanin til Europa Danskur dokumentarfilmur. Tað er vorð- ið næstan ógjerligt hjá einum vanligum, fátækum flóttafólki úr eystri ella sunnanífrá at búseta seg í einum EF landi. Hvert land hevur strangar reglur, og nógv flóttafólk standa eftir við einum meguleika: ólógligari innflytan Týsdagin kl. 21.10: Geitin Franskur filmur frá 1981. Gerard De- pardieu spælir ein móður detektivur, og Pierre Richard er eitt stórt klombur. Teir skulu finna eina millióningadóttir (Corynne Charbit) í Suðuramerika. Týsdagin kl. 22.40: Samkensludráp Sendingin vísir demi, hvussu deyðshjálp verður framd í m.a. Hollandi. Tann menniskjaligi faktorurin Nógvir danskir bleðarasjúklingar vórðu í áttatiárunum smittaðir við AIDS virus gjegnum lívsneyðuga blóðviðgerð. Send- ingin vísir, hvussu hesir sjúklingar vórðu sviknir, og hvussu framtíðin sær út hjá nógvum av hesum fólkunum. Sten Baadsgaard og Jergen Pedersen hava lagt til rættis.