fríggjadagur 6. desember 1991síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Nr. 228 — 6. desember 1991
Fríggjadagin kl. 19.00:
Miami Vice
+ a
At hjálpa at loysa eina morðgátu fær
Castillo ein Nguyen Van Trang at ar-
beiða saman við. Hesin hevur fyrr starv-
ast innan Saigon-legregluna. Teir ill-
tonkja drápsmannin at vera sami maður,
sum 12 ár frammanundan drap fleiri
kvinnur í Vietnam á sama hátt
Fríggjadagin kl. 22.03:
The Secret Life of
Walter Mitty
Amerikanskur filmur frá 1947 við Danny
Kaye í hevuðsleiklutinum. Walter Mitty
er ein gráur, keðiligur maður, sum bara
ger, sum mamma hansara sigur. Hjá hon-
um hendir einki spennandi ella stuttligt,
og tí gongur hann ofta og droymir. Í hesi
ævintýrverðini veksur hann munandi og
alt gerst litfagrari. Men skjótt verður alt
eisini eðrvísi í veruleikanum. Hann hittir
eina vakra, ljóshærda gentu
Leygardagin kl. 15.00:
Bring 'em back alive
+
%
i
Beint sum Frank og H.H. hava savnad
alt saman, teir hava vunnið í kortspæli,
kemur løgreglan inn og ell skunda sær
út. Eisini teir báðir sleppa sær út gjøgn-
um bakdyrnar, og teir eru um at verða
yvirkoyrdir, tá ið teir sleppa upp á takið
á einum bili og so avstað. Men áðrenn
teir vita av, eru teir komnir á hevuðs-
steðina hjá Red Dragon Triads. Tað er
myrkt, og teir hoyra menn tosa saman
um bróðir Chung Li, sum bretar hava tik-
ið til fanga. Og nú ætla teir at drepa tann
bretska konsulin. Nú vita Frank og
H.H., at tað snýr seg um minuttir, men
so verða teir sæddir
Leygardagin kl. 19.00:
The Big Country
Gregory Peck og Gene Simmons
Am. filmur frá 1958 við Gregory Peck,
Jean Simmons og Charlton Heston í hev-
uðsleiklutunu. James McKay, ein sjó-
maður frá Baltimore, fer vestureftir, til
San Rafael at gifta seg við dóttir major
Terrill, Pat. McKay er altíð so væl ílatin,
og tí orka menninir hjá Terrill ikki fyri
honum, og tá ið honum einki dámar at
berjast, missir eisini Pat nakað fyri hon-
um. Tann einasta, sum heldur nógv um
hann, er lærarinnan. Hon ger av, at hon
skal selja McKay ein part av jerðini hjá
sær. Jørdin er nógv umbiðin, men hon vil
ikki selja einum og hverjum, men áðrenn
McKaye veit av, er hann í blóðugum bar-
daga
Leygardagin kl. 22.00:
They Got Me
Covered
Am. filmur frå 1943 vid Bob Hope i høv-
udsleiklutinum. Bob Hope spælir ein tíð-
indamaður, sum verður uppsagdur.
Hann fer til Washington, har hann hittir
eina vakra kvinnu, og hann ger av at
ganga aftan á henni, til hon vil tosa við
hann. Av hesum uppdagar hann eina
nazistiska njósnaratænastu. Og bæði
verða ofta í lívsvanda
Sunnudagin kl. 19.00:
From here to
Eternity
Am. filmur í trimum pertum frá 1979,
bygdur á James Jones bókina, sum var
sera væl umtókt.
Kenslurnar eru nógvar á einari hern-
aðarsteð á Hawaii — viðv. krígnum,
hernaðarlívinum og privatlívinum við
kærleika, ótrúskapi, eydnu og sorgarleik-
um.
William Devane og Natalie Wood
Eftir av óvart at hava gjert mótpartin
blindan í einum nevaleiki, ætlar Robert
E. Lee Prewit ongantíð aftur at dystast.
Men so fer hann í eina aðra hernaðar-
deild, og har siga teir, Angelo Maggio og
Milt Warden sergentur, at hann má ikki
trúgva, at ein so góður nevaleikari sum
hann fer at fáa frið. Warden sigur eisini,
at tað er hann, sum heldur saman upp á
herdeildina, og at Holmes tervar eitt
gott nevaleiksúrslit at vísa hinum yvir-
monnunum. Holmes og konan hava ikki
nakað gott hjúnalag. Hann vil bara hava
hana at vísa ødrum, og ikki sum vin og
konu, og tí fjasar hon eisini við hinum
hermonnunum
Leikarar: Natalie Wood, William
Devane, Steve Railsback, Roy Thinnes,
Joe Pantoliano, Kim Basinger, Peter
Boyle.
Mánadagin kl. 23.00:
The Bill
Cryer, Edwards og Brind gera seg til
reidar at fara at kanna eina fråbodan um
ein mann, sum gongur og melur i einum
hvitum klædningi. Men ikki er sum at
siga tad
Tysdagin kl. 18.30:
Grannar
Tá ið Henry finnur Mrs. Mangel liggj-
andi á gólvinum, verður alt grannalagið
erkymlað. Nógv kenna seg sek ikki at
hava hugsað nóg nógv um heilsu henn-
ara, serliga Madge. Tað verður ikki lætt-
ari hjá Madge, tá ið Harold eisini heldur,
at hon hevur nakað av skyld.
Týsdagin kl. 21.00:
For us, the living
Am. filmur frá 1983 um hin litta Medgar
Evers, sum varð myrdur í juni 1963.
Filmsritið er bygt á biografiina, einkjan
eftir Medgar, Myrlie, gav út eftir deyða
hansara. Medgar Evers var ein tann
fyrsti svarti aktivisturin, sum gjerdist
altjóða kendur. Í 1958 fekk hann boðið
starv sum leiðari í eini deild innan
NAACP í Jackson, Missisippi, og hann
tók av.
Mikudagin kl. 19.00:
Toughlove
Am. filmur frá 1985. Rob og Jan Chart-
ers liva eitt lukkuligt familjulív saman
við tveimum synum, Scott og Gary. Men
seinastu tíðina hevur hin 17 ára gamli
Gary verið ringur at fingist við. Hann er
farin at brúka narkotika, eins og genta
hansara, Kristen, og hetta vita foreldrini
einki um. Tey halda hann barð vera í
ringum aldri. Eitt kveldið kemur
mamma Kristen til teirra, hon er bangin
um dóttrina. Hon illtonkir dóttrina at
brúka narkotika og eisini Gary. Hon gev-
ur teimum ein faldara, »Toughlove«, um
ein felagsskap, sum hjálpir foreldrum at
bernum, sum brúka narkotika. Í fyrstani
hava Rob og Jan ilt við at trúgva henni,
men tá ið Gary eitt kveldið kemur heim
og sorlar alt sundur, noyðast tey at
hugsa umaftur. Tey fara til
»Toughlove«
Leikarar: Lee Remick, Bruce Dern,
Piper Laurie, Eric Schiff, Dedee Pheiffer,
Jason Patric.
Mikudagin kl. 22.08:
Bastard
Tyskur filmur i trimum pørtum. Tyska
dataflogvitid Paul situr i Spania og vpp-
finnur dataspøl, tå ið hann ein dagin fær
eitt blad heimanífrá. Á fremstu síðu er
mynd av einum fyri løgregluni ókendum
manni, sum er vorðin myrdur, einum
manni, sum Paul beinanvegin kennir aft-
ur. Letu seinni ringir góði vinur hansara,
Felix, úr Týsklandi við stuttum og greið-
um boðum: Kom heim beinanvegin! Paul
fer við fyrsta flogfarinum, men legreglan
stendur fyri honum og hardtekur hann
fyri morðið. Í eini roynd at vísa, at hann
er ósekur, kemur hann fram á eitt mafia-
kent virksemi, sum brúkar datanetið at
savna upplýsingar og stýra tí, teir ætla
at fremja. Paul ger av at fáa fatur í tí
ovasta og fer til arbeiðis, eina jagstran
: har hann setir sítt lív í váða. At hjálpa
sær hevur hann ein bastard, sum Felix
í biður hann hava
Leikarar: Peter Sattman, Christian
Berkel, Gudrun Landgrebe, Ernst
Jacobi, Heinz Reincke.
Hósdagin kl. 21.00:
ÁA veg til
America Cup
America Cup, stór kappsigling, fer fram í
fýra mánaðar frá januar 1992. Átta send-
ingar eru gjørdar um hetta evnið undan
kappingini.