Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. apríl 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 65 - 3. apríl 2003 Nr. 65 - 3. apríl 2003 3 Skemt, kallar Páll á Reynatúgvu, lands- stýrismaður, hend- ingina, tá ein tíðinda- maður hjá SvF kendi seg so hóttan, at stjór- in sendi Tjóðveldis- flokkinum kæru í málinum. Høgni Hoy- dal, floksformaður, undrast á brævið frá sjónvarpsstjóranum UPPGERÐ Ingi Rasmussen Opið kríggj er millum Sjónvarp Føroya og Tjóð- veldisflokkin. Var tað ikki greitt longu áðrenn, so er tað nú. Sjón- varpsstjórin hevur sent for- manni Tjóðveldisfloksins eitt hvassorðað bræv, sum varð almannakunngjørt í Dimmalætting í gjár. Í brævinum leggur hann Páll á Reynatúgvu, landsstýris- mann hjá flokkinum, bein- leiðis undir at hótta tíðinda- fólk hjá Degi og viku. Páll á Reynatúgvu vil ikki gera viðmerkingar til málið, men kemur helst við sínari versjón av málinum seinni. Hann sigur tó so mikið viðvíkjandi tilburð- inum, har ein tíðindamaður hjá sjónvarpinum kendi seg hóttan, at talan var um skemt. Men kanska var sendarin ikki nóg týðiligur, leggur hann afturat. Hoydal undrast Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum, hev- ur áður kallað tíðindaflutn- ingin hjá SvF fyri hetz ímóti Tjóðveldisflokkinum, og nú verður helst torført at rætta álitið uppaftur. Hann váttar at hann hevur fingið teldubræv frá sjónvarps- stjóranum, men vil ikki gera ítøkiligar viðmerking- ar, fyrr enn hann hevur svarað Sjónvarpi Føroya. – Eg kann bara siga, at eg undrist stórliga á, at hetta brævið kemur nú, tí tað kemur beint eftir, at eg havi sent kæru til sjónvarpið um eitt ávíst tíðindainnslag, sum eg meini varð bein- leiðis ósatt. Eg fekk onki svar og fekk at vita, at tað vildi mann ikki taka støðu til. Í staðin fái eg eitt svar um landsstýrismannin hjá okkum, sigur Høgni Hoydal. Hann var sjálvur til stað- ar, tá tann eina hendingin, sum sjónvarpið kærir um, fór fram í Almannaráðnum. Hann sigur seg ikki kenna støðuna aftur, sum Sjón- varpið lýsir hana, men leggur afturat, at tað er so ymiskt, hvussu fólk upp- liva. Í hesum sambandi undrast hann á, at ákærur- nar verður førdar fram í fjølmiðlum, uttan at mót- parturin sleppur at verja seg. Tað er annars eitt jour- nalistiskt grundsjónarmið. Øði og ring luft Ákærurnar í brævinum frá SvF eru ógvusligar. Í fyrstu syftu kærir SvF seg um, at ein tíðinda- kvinna varð koyrd úr Al- mannaráðnum. Páll á Reynatúgvu skal í »sansa- leysari øði« hava noktað henni at tosa við aðalstjór- an og síðan blakað hana út, tí hon ikki hevði fingið loyvi at seta spurningar í sambandi við ein arbeiðs- fund. »Tað eri eg, sum be- stemmi her. Eg havi mynd- ugleika at blaka teg út. ÚT! Og tað geri eg,« endurgev- ur SvF landstýrismannin fyri at hava sagt. Hetta er stutt eftir, at sama tíðindakvinna í einum innslagi hevur sagt Tjóð- veldisflokkin spæla sjón- leik í sambandi við sam- gongukreppuna, og tí er luftin ikki serliga góð teirra millum. Hóttan ella skemt Men tað er annar tilburður- in, sum er tann álvarsligari. Ein tíðindamaður hjá SvF situr og drekkur kaffi í løg- tinginum, tá Páll á Reyna- túgvu sigur honum, »at hann var farin at kanna per- sónligar upplýsingar um journalistarnar í SvF, og næstu ferð, tey hættaðu sær at vera kritisk ímóti Tjóð- veldisflokkinum, skuldi hann syrgja fyri at al- mannakunngera so nógvar persónligar og betentar upplýsingar um tíðinda- fólkini, at tey blivu spilt út í fjølmiðlunum,« stendur skrivað í brævinum. Tað gongur eisini fram av brævinum, at Páll á Reynatúgvu seinni sama dag møtir tveimum øðrum starvsfólkum í SvF og sigur teimum, at hann í skemti hevur hótt tíðindamannin. Út um mark Antin skilja sjónvarpsfólk- ini ikki skemtingarlagið hjá Páll á Reynatúgvu. Ella er hann lopin framav. Sjón- varpsstjórin heldur tað seinna. Mikkjal Helmsdal hevði ikki tíð at tosa við Sosialin, áðrenn blaðið fór til prent- ingar. Men við Útvarp Før- oya segði hann týskvøldið, at tað er eitt mark fyri, hvat ein miðil eigur at góðtaka. Og í hesum førinum heldur hann, at landsstýrismaðurin er farin um tað markið. Opið kríggj millum SvF og Tjóðveldisflokkin C M Y K 3 2