Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-03, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. apríl 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 65 - 3. apríl 2003 Nr. 65 - 3. apríl 2003 5 Hugnaløta fyri eldri á Kambsdali Leygarkvøldið skip- aðu eldrafeløgini Nón, Fjallið og Borg- in í Eysturoynni fyri hugnaløtu fyri pensji- onistum á Handils- skúlanum á Kambs- dali HUGNALØTA Solby A.Eliasen Tey hittust øll til hugnaløtu í kantinuni á handilsskúl- anum á Kambsdali leygar- dagin klokkan 17. Um 160 pensjionistar fingu høvi at hugna sær og hitta gamlar kenningar aftur. Amy Djurhuus, for- kvinna í eldrafelagnum Nón í Runavíkar komm- unu, letur avbera væl at kvøldinum. Hon sigur, at tað eydnaðist til fulnar, og fólk finu rættuligt høvi til at hugna sær. Til matna fingu tey suppu, oksafilét og so kaffi við smákøkum omaná. Aft- urvið matinum varð skipað fyri undirhaldi av ymsum slagi. Árant Hansen, fólka- skúlalærari í Fuglafirði segði frá skemtisøgum og øðrum. Og láturin rungaði eftir í. Fleiri røður vórðu eisini hildnar, og fólk hugn- aðu sær óført við práti um mangt og hvat. Felagssangur var eisini undir borðhaldinum, og vóru tað teir báðir Pauli og Hjalti á ávíkavist harmon- iku og gittara, sum spældu undir. Eftir borðhaldið var dansur, har hesir báðir somu spældu. Og tað stóð ikki á hjá limunum at dansa. Tey hugnaðu sær óført, og tá tey ikki dansaðu gingu tey runt og heilsaðu upp á hvønn annan. Kennast frá fyrr Amy Djurhuus sigur, at eldrafeløgini í Eysturoynni hava fleiri ferðir tosað um at hittast til eina felags- hugnaløtu, og eftir nýggjár fóru tey í álvara í gongd við at skipa fyri onkrum. Og tá so dagfestingin varð ásett, bleiv tað kunngjørt. – Áhugin vísti seg bein- anvegin at vera sera stórur, sigur Amy, sum fegnast um, at tiltakið eydnaðist so væl. Hon sigur, at hóast tey í dag hoyra til hvør sítt eldrafel- ag, so kennast tey flestu frá fyrr av. – Tá vit vuksu upp, kend- Umleið 160 fólk vóru til eldrahugnaløtuna hjá teimum trimum eldrafeløgunum í Eysturoynni. Hugnaløtan var í kantinuni á Handilsskúlanum á Kambsdali Dansur var eftir borðhaldið, og sagt varð frá, at elsti maður á gólvinum hetta kvøldið var farin um tey níti árini Tað var ein sera hugnali g og væleydnað løta fyri limirnar í teimum trimum eldrafeløgunum Borgin, Nón og Fjallið ust vit øll í bygdunum her rundan um, so tú kanst ætla, at tað var stuttligt at hitta gamlar kenningar aft- ur, sum ein kanska ikki hevði sæð í so langa tíð, sigur hon. – Tey flestu kendu andlit- ini aftur á hvørjum øðrum, um ein hevði gloymt navn- ið, leggur hon afturat. Hon heldur, at áhugin er so stórur at hittast aftur, nevniliga av tí orsøk, at tað eru kend fólk,sum hittast aftur. Eldrafelagið Nón í Runa- vík stendur í fagrasta blóma. Tey hava fingið ikki færri enn 27 nýggjar limir afturat í ár. Tey hava javnan hugnaløtur tvær ferðir um mánaðin, og tað stendur ongantíð á við uppmøting- ini. Har fáa tey kaffi, te og okkurt afturvið, meðan tey kunna hugna sær við kort- spæli, Landastroki ella bara við práti. Tey vóru 60 í tali frá Nón seinasta leygarkvøld á Kambsdali. Tilsamans vóru 160 frá teimum trimum eldrafeløgunum. Kvøldið byrjaði um fimmtíðina seinnapartin, og tey hildu á inntil um hálvgum tólvtíð- ina á kvøldi. Undir borðhaldinum varð skemt og annað undirhald á skránni til miklan látur fyri pensjionistarnar Pauli og Hjalti spældu undir til felagssangin og til dansin aftaná C M Y K 5 4