hósdagur 3. apríl 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 65 - 3. apríl 2003
Nr. 65 - 3. apríl 2003
7
Í seinastu viku var
verkstaðurin, Stíggjur
í Saltangará, karmur
um eina kreativa
viku. Hetta var ein
partur av útbúgving-
ini hjá trimum næm-
ingum á pedagog-
skúlanum
SKÚLI OG UPPGÁVA
Orð: Rúna Sivertsen
Myndir: Ian D. Jacobsen
Tað vóru tær tríggjar,
Helena Danielsen, Vivi Ja-
cobsen og Jóhanna Peter-
sen, sum stóðu fyri kreativu
vikuni. Tær ganga allar
tríggjar á pedagogskúlan-
um í Havn á øðrum ári.
Fyrst vóru bæði brúkarar
og starvsfólk býtt upp í
tríggjar bólkar. Vivi stóð
fyri ninoleumsprenti, Jó-
hanna fyri akrylmáling og
Helena fyri veving.
Til vevingina varð nýtt
høsnahegn, sum varð spent
upp á rammu. Síðani vóru
restir av toyi, lyngur, bark
og gággur stungið inn í
millum hegnið.
Alt tað, sum gjørt varð,
sá út sum rættilig listaverk,
tá liðugt var.
Poulina Johannesen, leið-
ari, sigur, at tey eru fegin
um vikuna. Øll, bæði brúk-
arar og starvsfólk, fingu
sera nógv burtur úr.
19
menningartarnaði
koma til arbeiðis á Stíggi
hvønn dag. Starvsfólkini
eru 6 í tali.
Kreativ vika á Stíggi
Aftara rað frá vinstru: Vilhelm, Sólrun, Helena. Fremra rað frá vinstru: Herbert, Lena, Nicala og Magni
Standandi frá vinstru: Richard Wenzel,
Julius, Kristjan, Mortan, Herbert, Jacob,
Vilhelm, Hans Pauli og Sigvald. Sitandi frá
vinstru: Berit, Joan, Nicala, Lena, Ann,
Sólrun og Magni. Annfinn, Asjørn og Ásla
vanta á myndini
Aftara rað frá vinstru. Hans Pauli, Julius og Asbjørn. Sitandi
frá vinstru: Jacob, Ann og Jóhanna
Frá vinstru: Richard
Wenzel, Vivi, Joan,
Kristjan, Sigvald,
Mortan og Berit
Úr øllum landinum
eru bátar av øllum
sløgnum boðnir til
Vestmanna á báta-
stevnu. Hetta er onn-
ur stevnan av sínum
slag
BÁTASTEVNA
Edvard Joensen
Vestmanningar bjóða til
bátastevnu tann 24. mei.
Ætlandi skal stevnan líkjast
teirri stevnuni, hildin varð í
Vestmanna í fjør, siga fyri-
reikararnir.
Bátastevna er, sum navn-
ið sigur, so nógv verður
sjálvandi gjørt fyri, tey,
sum sjóvegis koma til Vest-
manna hendan leygardag í
mei. Men hini, ið ætla sær
at síggja ymisk av tiltøk-
unum, sum verða hildin í
samband við stevnuna,
sleppa eisini upp í part at
hugna sær saman við sigl-
arunum.
Eitt nú verður skipað fyri
stórum dansitiltaki í ítrótt-
arhøllini í Vestmanna hetta
kvøldið, har kendi Country
Bólkurin úr Klaksvík fer at
spæla, siga fyrireikararnir í
tíðindaskrivi, sum sent er út
um dagarnar.
Tað krevur annað enn
bara undirhald at skipa fyri
eini slíkari stevnu, og øll
hesi fólkini, sum luttaka,
skulu eisini hava at eta.
Tað verður gjørt á Føroya
Fiskavirking, har skipað
verður fyri stórari kantinu.
Fyrireikararnir siga, at í ár
eru tey betri útgjørd enn
seinast, tá neyðugt varð at
heitt á luttakarar úr Vest-
manna um at halda seg
aftur, so gestirnir líkasum
fingu sítt. Í ár skal eingin
avmarking vera í so máta,
siga tey.
Sum rímiligt er liggur
eisini annað enn bara hugni
aftan fyri eitt slíkt tiltak.
Tað er Vestmanna Ítróttar-
felag, VÍF, sum skipar fyri,
og vónin er at fáa nakrar
krónur at loypa av, tá av-
tornar.
Ætlanin er at brúka tann
peningin til nýggja kapp-
róðrarneystið hjá felagnum,
eins og rakstur og smíð av
nýggjum
kappróðrarbáti
eisini skal fáa part, siga tey
í Vestmanna.
VÍF letur eina nýggja
Havfrúgv smíða. Havfrúgv-
in plagdi at vera fýra-
mannafarið hjá vestmenn-
ingum og man eisini fara at
vera tað hesaferð, hóast
einki stendur um tað í tíð-
indaskrivinum.
Tað er Olaf Haldansen í
Vestmanna, sum er farin
undir at smíða bátin, og
væntandi
verður
hann
liðugur til kappróðrarárið
2003, sum alment byrjar á
Norðoyðarstevnu.
Fyrireikararnir siga, at
Bátastevnan skal gerast eitt
árliga afturvendandi tiltak í
Vestmanna.
Sjógangarin ristir sín ramliga bógv
Vesmenningar bjóða annað árið á rað til bátastevnu í Vestmanna. Í ár verður hon hildin
leygardagin 24. mei
Neyðugt er at vilja, tá
ein hevur við fólk at
gera. At vilja samstarv
heldur Javni, at for-
eldur at fólki við
menningartarni og
fólk, sum arbeiða á
stovnum, har fólk við
menningartarni
búgva og arbeiða,
eiga at gera
SAMSTARV
Edvard Joensen
Vágar: Tað er neyðugt, at
starvsfólk á bústovnum og
arbeiðsplássum, har fólk
við menningararni eru, og
foreldur at búfólkunum eru
á einum máli um tað, sum
hendir og henda skal. Og
ikki minst skilja hvønn
annan.
Til at menna samstarvið
millum stovanar og for-
eldur at fólki við menn-
ingartarni, hevði felagið
Javni skeið á Hotel Vágum
seinasta vikuskifti. Skeiðið
varð hildið undir heitinum
»Viljin at vilja«.
Tað, sum Javni vildi, at
fólk skuldu vilja, var at
kunna samskifta og sam-
starva um tað, tey fólkini,
sum búgva á stovni og
arbeiða á eitt nú vardum
verkstøðum,
hava
fyri
neyðini.
– Tað er ofta so, at for-
eldrini hava ilt við at sleppa
børnunum, hóast tey eru
vorðin vaksin, og flutt aðra-
staðni at búgva. Foreldrini
halda mangan, at tey vita
best og duga best at skilja
hesi fólkini. Men viðhvørt
vísir tað seg kortini, at tað
kann vera, at hesi vælmein-
andi foreldur uttan at hugsa
meira um tað, taka meira
fyrilit fyri egnum hugsan-
um og ynskjum enn teim-
um hjá børnunum, sum nú
eru vaksin og flutt heiman-
ífrá, greiðir Jóna Olsen,
leiðari á varda verkstaðnum
á Brekku í Klaksvík, frá.
Hon var ein teirra, sum stóð
fyri skeiðinum á Hotel
Vágum.
Jóna Olsen sigur, at tey
hava hildið tað verið til
fyrimuns fyri bæði stovnar
og heim at halda eitt skeið,
har fólk fáa høvi at hittast
og tosa um, hvat slíkt sam-
starv er, og hvussu neyðugt
tað er. At gera fólk tilvitað
um, hvussu neyðugt hetta
samstarvið er fyri tann
einstaka.
Hon sigur, at hóast okk-
urt hendinga dømi er um, at
fólk hava ymsar meininar
um, hvat er best og ikki, eru
tey í høvuðsheitinum samd
um mestsum øll viðurskifti,
og samstarvið er rættiliga
gott.
Fólk meina tað væl, tá
tey soleiðis meira ella
minni ótilvitað hava lyndi
at stýra livinum hjá børnun-
um. Men tey hava ongan
rætt til tað, vísir Jóna Olsen
á.
Tað fingu skeiðsluttakar-
arnir millum annað staðfest
í fyrilestri, sum Hans
Trygvi Teirin, løgfrøðingur,
helt á skeiðnum, har hann
vísti á juridisku rættindini
hjá fólki við menningar-
tarni. Tey eru sjálvandi júst
tey somu sum hjá øllum
øðrum myndugum fólkum.
Jóna Olsen sigur, at Før-
oyar mangla lógarverk á
økinum. Javni fer tí at heita
á Trivnaðarmálaráðið um at
gera
reglugerðir
fyri
góðsku og eftirlitið við
stovnum og arbeiðspláss-
um, sum fólk við menning-
artarni eru knýtt at.
Viljin til
samstarv
Diana í Puntabyrgi og Jóna Olsen vóru millum fyrireikararnar á skeiðnum á Hotel Vágum seinasta vikuskifti. Á aðalfundi hjá
Javna komandi vikuskifti leggur Diana í Puntabyrgi frá sær sum formaður eftir eitt rættiliga drúgt og virkið tíðarskeið í Javna
C
M
Y
K
7
6