Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. apríl 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 65 - 3. apríl 2003 Nr. 65 - 3. apríl 2003 9 EM-Ráðgeving, sum hevur teknað ætlaða ellis-og røktarheimið á Strondum, sigur, at hesin byggiháttur fyrst og fremst tekur atlit til brúkaran. - Hugskotið er at geva brúkaranum eitt so heimligt umhvørvi sum gjørligt. Málið er eisini at seta búfólk- ini saman eftir, hvussu tørvurin er. Soleiðis kann skipast fyri, at ellisfarin (senildement) og sjálvhjálpin ikki búgva saman ELDRAØKIÐ Vilmund Jacobsen Í síðstu viku var tíðinda- fundur á Strondum, har Sjóvar kommuna og EM- Ráðgeving kunnaðu um ætlanina at byggja ellis-og røtarheim í bygdini. EM-Ráðgeving í Norðra- gøtu, ið kommunan sam- starvar við um byggi- ætlanir, hevur lagt fram eina verkætlan, sum fevnir um eitt ellis-og røktarheim til 54 búfólk. Projektið fevnir um 6 eins stórar lonir við plássi fyri 9 búfólkum í hvørjari lon. Gongst, sum ætlað, verð- ur heimið bygt á slættanum sunnanfyri Eyrugøtu á Strondum. Lonirnar eru all- ar settar soleiðis, at búfólk- ini úr felags tilhaldsrúm- inum hava útsýni út yvir Tangafjørð og Nólsoyar- fjørð. Atkomuvegurin verður ætlandi í framhaldi av Eyrugøtu, soleiðis at heimið kemur at liggja einar 120-150 metrar sunn- an fyri syðstu húsini á Eyrugøtu. Vegurin verður 2 sporaður oman til økið, har lonirnar verða bygdar. Tá ið vegurin kemur oman, fer hann í eitt spor og gongur runt fram við teimum 6 lonunum - og í atkomu- vegin aftur norðanfyri økið sum ein rundkoyring. Fram við vegnum inni á økinum verða parkerings- pláss í báðum siðum, og pláss verður fyri umleið 50 bilum. Inni í rundkoyringini verður eitt grønt øki við beinkjum og gøtum, soleið- is at búfólkini hava møgu- leika at ganga sær ein túr í einum umhvørvi, sum er vart fyri veðri og vindi. Ætlanin er eisini at leggja eina gøtu uttanvert tær 6 lonirnar, og hugsandi er eisini, at ein gøta verður løgd suður á Raktanga. Ein gøta út á Raktanga verður umleið 350 metrar long. Úti á tanganum kunnu fólk njóta ríka fuglalívið, sum er har úti, tey kunnu vitja minnisvarðan yvir teir sjólátnu, og ávegis úteftir kunnu tey eisini spáka sær ein túr vesturum til Kol- beinagjógv - ella bara heim ígjøgnum bygdina á Strondum. Fleksibilitetur Málið við at skipa ellis-og røktarheimið í 6 lonir við plássi til 9 búfólk í hvørjari lon, er at fáa størri fleksi- bilitet - og ikki minst; eitt gott nærumhvørvi. Mett verður, at málið við fleksibiliteti og kensluni av nærumhvørvi verður betur nátt á henda hátt, enn um heimið varð bygt í einari lon við plássi til 54 búfólk, soleiðis sum vit kenna røktar-og ellisheimini í dag. Tær 6 lonirnar, sum pro- jektið hjá EM-ráðgeving byggir á, verða bundnar saman við innilokaðum gongdum, soleiðis at starvsfólk og búfólk turr- skødd kunnu ganga ímill- um lonirnar. Sambært verkætlanini, kunnu búfólkini í tí ein- støku lonini í Eyrugøtu setast saman - alt eftir, hvussu tað einstaka búfólk- ið er fyri. Á hendan hátt slepst undan at hava búfólk, ið eru ellisfarin (senil- dement) og búfólk, sum meira ella minni eru sjálvhjálpin, undir somu lon. Í tí eini lonini kunnu búfólk húsast, sum eru sjálvhjálpin - og tann lonin kundi verið opin. Hesi fólkini kundu farið út í tún ella ein gongutúr í nærum- hvørvinum. Í eini aðrari lon kunnu fólk búgva, sum eru ellisfarin, og tann lonin kundi verið afturlatin. Møguleikarnir at skipa heimið eru nógvir, um bygt verður í smáum eindum. Hetta gevur eisini góðar møguleikar fyri at økja um talið av búfólkum við at byggja eina ella fleiri lonir aftrat. Byggihátturin er eis- ini væl egnaður, um avgjørt verður at byggja í stigum. Tvær av teimum 6 lonun- um, sum eru við í projekt- inum á Eyrugøtu, eru ætl- aðar at hava kjallara; hinar fýra eru í einari hædd. Lon- irnar við kjallara standa niðan ímóti bakkanum, og her er ætlanin at hava skriv- stovu, matstovu, felagsrúm, rúm til ergo-og fysioterapi, kapell umframt rúm til húsavørð, fýrrum og annað. Vítt til veggja Sambært ætlanini, verða lonirnar bygdar í vinkul, soleiðis at tilhaldsrúmið liggur í miðjuni. Við tað, at íbúðirnar liggja fyri endan og framvið tilhaldsrúmin- um, sleppa íbúgvarnir und- an at ferðast ein langan tein fyri at koma til tilhalds- rúmið. Hvør einstøk lon er skipað soleiðis, at hvørt búfólk hevur sína egnu íbúð umframt møguleikan at uppihalda seg í felags tilhaldsrúminum, sum er einar 66 fermetrar stórt. Her er felags matstova, køkur og dagligstova. Ætl- anin er, at tey búfólk, ið eru so mikið væl fyri, skulu kunna matgera sjálvi ella saman við øðrum búfólkum og starvsfólki, um hugur er til tess. Hvør lonin hevur egnan hjall ella kova, har serfør- oyskur viðskeri, døgurða- restir ella annað kann goymast. Sjálv íbúðin er slakar 19 fermetrar; har er eitt kamar, sum er slakar 12 fermetrar og eitt wc við bað, sum er stívliga 6 fermetrar. Møguleikar eru at seta upp hjálpitól til tey tungu búfólkini, t.d. brúsustól ella lyftu, sum er fest í loftið. Ætlanin er, at búfólkini skulu hava møguleika fyri at taka sítt egna innbúgv við, eitt nú sofur, song, eti- ella sofaborð, sjónvarp og annað. Á henda hátt verða nakrar krónur spardar til innbúgv, samstundis sum búfólkini fáa eitt meira heimligt umhvørvi. Allar inn- og úthurðar verða í minsta lagi 120 cm. breiðar, soleiðis at væl ber til at flyta innbúgv, sjúkra- sengur og annað millum íbúðirnar. Atlit til brúkaran EM-Ráðgeving sigur, at hesin háttur at byggja ellis- og røktarheim, tekur fyrst og fremst atlit til brúkaran. - Hugskotið er at geva brúkaranum eitt so heimligt umhvørvi sum gjørligt. Somuleiðis er málið at seta búfólkini saman eftir, hvussu tørvurin nú einaferð er. Á hendan hátt kann skipast so fyri, at ellisfarin (senildement) og sjálv- hjálpin ikki búgva saman, sigur EM-Ráðgeving. Sambært ætlanini, fer ellis-og røktarheimið á Strondum at kosta einar 45,5 milj. krónur; tað gevur stívliga 845.000 krónur fyri hvørt búfólk. Við í kostnaðarmetingini er tilfar og arbeiðslønir, men ikki innrættan av felags- hølum, leyst innbúgv, mvg og ráðgeving. Øll búfólkini fáa sína egnu íbúð, sum er slakar 19 fermetrar stór, umframt atgongd til felags tilhaldsrúmið. Í íbúðini er eitt kamar, sum er slakar 12 fermetrar, umframt wc og bað, sum er stívliga 6 fermetrar. Hvør lonin hevur egnan hjall ella kova, har serføroyskur viðskeri, døgurðarestir ella annað kann goymast Hvørt búfólk fær sína egnu íbúð Í ætlaða ellis-og røktarheiminum á Eyrugøtu á Strondum verður pláss fyri 54 búfólkum. Bygdar verða 6 eins stórar lonir, har pláss er fyri 9 búfólkum í hvørjari lon. Allar lonirnar eru bygdar í vinkul NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Til minnis um Vilgerð Astridardóttir Hansen Góða Vilgerð! Ein seinasta heil- san frá okkum. Tað var sera tómt at koma inn til Andreas í síðstu viku, eftir at tú vart farin, tú fylti so nógv við tínari persónligheit, tú vart tann, ið vit altíð kundu tosa við um alt, og hvar vit altíð kundu fáa okkurt lýst, ið vit kanska ikki vistu so nógv um. Tú vart ein sum altíð spurdi til fa- miljuna og vildu vita, hvar og hvat vit gjørdu, og ikki minst hvussu vit høvdu tað. Tú vart nakað serligt, tað eru vit jú øll, men tú vart nú burturúr. Tá ið tú komst aftur úr Indiu, og fekk eitt gott lív her í Føroyum, koma vit meira regluliga saman, fyrst úti í Hornabø, og nú ikki minst tá ið tú hevði hitt Andreas, sum tú giftist við, eg minnis so væl, tá ið tú hevði møtt Andreas, hvussu glað tú vart, tað sást so væl á tær, at nú hevði tú funnið lukkuna, tú segði so ofta, tá vit vórðu saman, eg eri so góð við Andreas. Andreas var eisini góður við Vilgerð, ein dagin Vilgerð ynskti sær fugl at eta, og tey ongan átti, fór Andreas líka út í Svínoyarhavið at skjóta nakrar fuglar, uttan at Vilgerð vist av tí, um hon so orkaði at eta nakað av tí, veit eg ikki. Tú og Andreas fingu bert ov stutta tíð saman, men vit mugu boyggja okkum, tá ið Gud vil hava okkum heim til sín. Góða Vilgerð, nú ert tú saman við pápa tínum, mammu tínu og beiggja tínum »Meinert«, sum tú misti fyri júst hálvum ørðum ári síðani, bert 59 ára gamal. Vit ynskja eisini at senda Andreas eina hjartans tøkk fyri, hvussu væl vit vórðu móttikin í heimi hansara, hvussu hugnaligt vit mangan hava havt tað saman, tá vit eru komin ein túr til Havnar, fingu mangt gott prát yvir ein drekkamunn, og ikki minst at síggja, hvussu gott tit høvdu tað saman við børnunum og abbabørnunum, tað var virkuliga fyrimyndarligt at síggja, hvussu væl tit øll komu út av tí saman, og síðan at síggja tey lítlu børnini, nú Vilgerð omma var blivin sjúk, hvussu góð tey vórðu við hana, og hon við tey, eisini svigarbørn- ini, virkuliga so behagilig fólk at verða saman við. Vit ynskja, at hetta bandið, ið vit hava knýtt við familju tína Andreas, ígjøgnum Vilgerð ikki verður slitið. Góði Andreas við familju, og Manege, og tú góða Karin, einasta syskin, ið er eftir, tú passaði systir tína so væl teir sístu mánaðirnar og gjørdi tað møguligt, at hon kundi verða so leingi heima. Vit ynskja, at Harrin má verða hjá tykkum og styrkja tykkum í komandi tungu tíð. Æra verið minni um Vilgerð. Katrin við familju Sigrid Dalsgaard 90 ár Leygardag 5. apríl verður Sigrid Dalsgaard í Havn 90 ár. Sigrid í Búri er fødd og uppvaksin í Skopun. Sum ung fór hon til Íslands at tæna, og beint fyri 2. heimsbardaga fór hon somuleiðis til Danmarkar at tæna. Í 1940 giftist hon við Erling Dalsgaard á Møluni í Skálavík. Saman fingu tey 4 synir, Kjartan, Suna, Jens Marius og Magna, og í dag eigur Sigrid 10 ommubørn og 5 langommubørn. Føðingardagurin verður hildin í heiminum í Vill- umsgøtu 18 leygardagin frá kl. 16–21. Dagurin 3. apríl. Nikaitas, deyður í 824. Abbati í Grikkalandi. Í fornkirkjuni hildu teir, at 3. apríl var dagurin, tá ið Kristus varð krossfestur. Jógvan K. Mørkøre heiðraður Í sambandi við at Jógvan K. Mørkøre í desember 2002 hevði arbeitt 40 ár á Loranstøðini á Eiði, hevur Hendes Majestæt Drotn- ingin frá 2. apríl 2003 at rokna, heiðrað Jógvan við "Fortjenestemedaljen i sølv". Jógvan er framman- undan dekoreraður við "Ridder af Dannebrog" fyri sítt politiska arbeiði í Før- oya Kommunufelag og við "Forsvarets Hæderstegn" fyri 25 ára trúgva tænastu. Svenning Reinert heiðraður Hátíðarhald var í Mjørka- dali 2. apríl. Í sambandi við at Svenning Reinert í Norðradali tann 11. mars hevði arbeitt 40 ár hjá Fær- øernes Kommando, hevur Hendes Majestæt Dronn- ingen avgjørt at heiðrað hann við "Fortjeneste- medaljen i sølv". Medaljan bleiv handað mikudagin 2. apríl. Sivenja er, at per- sónar sum fáa hesa medalj- una seinni koma á eina móttøku hjá Drottningini. SEV verkið á sundi hevur fingið ein nýggjan motor og ein nýggjan skorstein, sum skuldi hildið larmin undir markið UMBYGGJAN Heri á Rógvi SEV verkið á Sundi verður í løtuni umvælt. Ein nýggjur skorsteinur og ein nýggjur motorur verður settur upp. Hetta er ein íløga áljóð- andi 34 milliónir fyri SEV. Klæmint Weihe, stjóri fyri SEV, sigur, at moturin, sum verður skiftur út, er frá 1973. Vantændi verður tann nýggi moturin klárur at taka í nýtslu fyrst í mai mánað. Samstundis verður eisini ein nýggjur skorsteinur eis- ini settur upp. Við nýggja skorsteininum skuldi tað verði liviligari í Kaldbak. Fólk í Kaldbak hava síð- ani seinasta summar upp- livað nógva gang av verkin- um á Sundi, men hetta verður betri við broyting- unum, lovar Klæmint Weihe. – Við hesum liggja vit undir markninum, sum vit hava fingið álagt, sigur Klæmint Weihe. Arbeiðið við skorsteinin- um verður væntandi liðugt longu hesa vikuni, men bíðast skal eitt sindur long- ur eftir nýggja motorinum. Nýggjur skorsteinur á Sundi – friður í Kaldbak Á Sundi verður arbeitt í 30 metra hædd fyri at rigga tann nýggja skorsteinin til. Við honum verður friðarligari í Kaldbak Mynd: Jens Kristian Vang Her fær Svenning Reinert »Fortjenestemedaljen i sølv« frá stjóranum á Færøernes Kommando, Jan T. Leisborch, kommandøri C M Y K 9 8