Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. apríl 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 65 - 3. apríl 2003 Nr. 65 - 3. apríl 2003 11 Í dag kemur Sosialurin í hvørt hús í Eysturoy, og vóna vit, at fólk fara at taka væl ímóti okk- um. Beinleiðis orsøkin til, at blaðið verður borið í hvørt hús í hesi vøkru, lívligu og spenn- andi oyggj er stóra bústevnan Hús ogIinnbúgv, sum verður í Runavík. Eysturoyggin er á mangan hátt ein áhugaverd oyggj, ein oyggj, ið kemur alt meira í fokus. Her er eitt ríkt mentanarlív við eitt nú Mentan- arhúsinum í Fuglafirði og við ungum og dugna- ligum tónleikabólkum, her er eitt virkið og framsøkið ítróttarlív við altjóða stadion á Svangaskarði. Her eru tveir miðnámsskúlar og fleiri ítróttarhallir, eitt nú ein spildurnýggj ítróttarhøll á Eiði, her er musikkskúlafrálæra og eitt ríkt kórvirksemi. Her er ríkt kirkju- og samkomulív. Men fram um alt er her eitt blóm- andi og fjølbroytt vinnulív. Fiskivinna á nær og fjarleiðum, útróður og fiskavirki, skelja-og rækjuvirki og oljuútgerðarhavn. Ídnaður av øllum handa slag og handverk stórtrívast í Eyst- uroy. Jú ásannast má, at í Eysturoy er eitt sam- felag í sterkari menning við nógvum møgu- leikum fyri framman, soleiðis sum gongdin tykist at vera í framtíðini. Vit hugsa her eitt nú um broytingarnar á samferðsuøkinum. Við fasta sambandinum um Lorvíksfjørð fer Eysturoy at gerast eitt megin- og miðstaðarøki við øllum teimum menningarmøguleikum, sum henda støða ber við sær. Vit á blaðnum hava sett okkum fyri at statsa uppá alt føroyska samfelagið og ikki bert høvuðstaðin. Hetta er ein orsøkin til, at vit hava lokalredaktiónir kring landið. Vit halda, at tað, sum hendir kring landið, hevur týdning, og vilja vit fegin so vítt møguligt kunna lesarar okkara um alt tað, sum hendir um allar Føroyar. Vit hava eisini lokalredaktión i Eysturoy, og ætlan okkara er, at menna henda partin av blaðnum, soleiðis, at eystringar og fólk í Føroyum verða uppaftur betri kunnað um hetta týdningarmikla økið í framtíðini. Vónandi fer hetta at eydnast okkum, soleiðis, at eysturoyingar eins væl og allir føroyingar framyvir fáa eitt uppaftur betri blað, tá teir keypa ella halda Sosialin. DAGSINS MEINING Sosialurin Eysturoy í fokus VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Gerhard Lognberg borgarstjóri/løgtingsmaður Eg meti meg at verða noyddan at koma við nøk- rum viðmerkingum til tað stríð, ið stóðst av, at eg sjálvur og fleiri við mær tóku orðið á tingi viðvíkj- andi mál nr. 79. Sjálvur segði eg, at Skop- unar Kommuna nøktaði tørvin hvat barnaansing viðvíkti. Her kann eg so siga, at eg tók munnin ov fullan. Tí tað hava verið tíðir, har vit hava verið noydd at skriva undir, sum flest aðrar kommunur. Hetta vit tosa um er í 2002. Eg kann nevna nakrar kommunur sum hava verið noyddar til tað sama: Tórshavnar kommuna 4,3 mill.kr. Sands kommuna 244.000 kr. Klaksvíkar kommuna 943.000 kr. Runavíkar kommuna 454.000 kr. Vágs kommuna 248.000 kr. Skopunar kommuna 194.000 kr. Hvalvíkar kommuna 24.000 kr. Tað tykist mær, at nú skal tú næstan forfylgjast, grundað á at tú torir at siga nakað ímóti tí almenna. Almannastjórin hevur verið frammi við peiki- fingrinum. Síðan kemur landsstýrismaðurin Páll á Reynatúgvu sjálvur fram í Útvarp Føroya og tosar um at kanna hvar feilirnir liggja, og metur at hetta má vera feilur hjá kommun- unum. Og enntá fer so langt at tosa um svik, vælsign- aður maður slappa av. Hatta nýtist Páll á Reyna- túgvu ikki at gera burtur úr hesum máli. Hann var sjálvur borgar- stjóri á Sandi í 2002. Har eru 244.000 kr. bókaðar. Men hann hevur sæð sær hetta sum ein politiskan fyrimun, við at leggja so- leiðis út. (Harmiligt av einum landsstýrismanni). So vil eg siga nakað um tað eg bleiv spurdur um av Útvarp Føroya. Har var eg spurdur um hetta við vænt- andi barnaansing. Har segði eg púra greitt, at vit høvdu undirskrivða, men kundu iki útgreina tað vegna mína tagnarskyldu, bæði sum borgarstjóri og sum limur í Barnaverndar- nevndini. So eg metti, at Almanna- stovan kundi tosa við meg, so kundu vit fáa tað uppá pláss, tí eg meti Skopunar Kommunu og Almanna- stovuna hava eitt fyrimynd- arligt samstarv. Nettup í tí, sum vit kalla Spælistovan. Har hava fólk frá Almanna- stovuni gingið upp í arbeið- ið við lív og sál. So Páll á Reynatúgvu, nú tú er so illa mannaður úti í Almannaráðnum, so haldi eg ikki at tú skal stríðast við hetta. Eisini vil eg siga, at tú ert hjartaliga vælkomin at tosa við meg um tingini. Annars trúði eg, at lands- stýrismaðurin í farloyvi frá kommunalpolitikki, var so heilt ótrúliga heitur fyri at gott samstarv var í millum bygdin, men atlíkavæl altíð klárur at dýrka ósemju. Annars gleðist eg um, at fokus er sett á millum annað barnaansingina. Har liggur í hvørfall ikki okkara partur eftir í Skopunar kommunu. Eg kundi ynskt, at vit fingu sett fokus á barna- skúlabygging eisini. Barnaansing Sámal Matras Kristiansen 12 amerikanskir hermenn horvnir. Soleiðis ljóðar ovasta yvirskrivtin á portal- inum í morgun, og kann leggjast afturat bunkanum av telegrammum (propa- ganda) viðvíkjandi tap "teirra sameindu". Hvør spyr tá um tey 21 sivilu, ið doyðu av luftálopum í Baghdad fyrradagin? Ella um tey 30 sivilu, ið doyðu í Babel tann 23? Ella um tey 57, ið doyðu av rakettálop- um í Kurdistan tann 22? Ella tey 50, ið doyðu av bumbuálopum í Basra sama dagin? Ella í heila tikið um tey 253 óseku mannabørnini, ið eru deyð síðani herferðin móti Irak byrjaði? Einki av hesum fýra størstu mannfallunum er vorðið umtalað. Væl at merkja sluppu tíðindini um tey tvey cruise-missilini, ið lendu á einum basari nú fyrradagin gjøgnum nálar- eygað. Men hetta var meiri í sorg um tey mislukkaðu amerikonsku hátøkni- missilini, ið av óvart raktu skeivt, enn um tey 14 fólkini, ið lótu lív. Ikki tí at teir 12 ameri- kanararnir eru óneyðug tíðindi. Als ikki. Men góðu tíðindafólk: Føroyar eru í ikki í kríggi. Vit hava ikki tørv á at fjala sannleikan um krígsins ræðuleikar. Vit hava tørv á at skilja hvat sum hendur, tá ið kríggj brestur á. Kríggj er ikki bara spæl, sum amerikanski forsetin tykist halda. Og tað er syrgiligt at hoyra fólk umtala deyðilig vápn, sum vóru tað óskyldig kúlufís á nýggjárinum. Gloymið aldrig at øll fólk í hesi verð eiga at metast líka høgt. Um tað so eru irakarar ella amerikanarar, ísraelittar ella palestinens- arar, føroyingar ella afri- kanarar, menn ella kvinnur. Tað er ikki í lagi at uppfata menniskjur sum ein gráan, ókendan hóp, ið hvørki hevur samleika, andlit ella rætt til at gera vart við seg! Annars vil eg her gera vart við frálíku heimasíð- una: www.iraqbodycount.net Krígsins duldu offur Hergeir Nielsen Vit blíva alsamt meira vavd upp í kríggið móti Irak. Fyrst góvu vit loyvið til flúgving í føroyskum loft- rúmi, áðrenn vit vitstu, hvat slag av flúgving talan var um. Tá loyvið var givið, boðaði ríkisumboðið frá, at USA fór at brúka føroyska loftrúmið í krígnum móti Irak. Soleiðis sum málið um yvirflúgving varð lýst fyri okkum, fingu vit einki innlit í tey átøk, ið skuldu fara fram í føroyskum loftrúmi. Sjálvur vísti eg á, at eingin tilbúgvingarskipan var tøk, um nakar vandi skuldi tikið seg upp um okkara leiðir. Eisini vísti eg til løg- tingssamtyktirnar um utt- anveltaðu støðu Føroya og til almennu ætlanir Føroya um at tryggja sær fult innlit í og avgerðarrætt á øll uttanríkis- og verjupolitisk mál, ið kundu hugsast at hava týdning fyri Føroyar og føringar. Staðiliga varð mælt frá, tí málið var ikki búgvið at taka støðu til. Men tilsøgn varð so kortini givin, og Føroyar hava so sum einasta norð- anland verið við í krígnum -undir donskum flaggi – einum kríggi, sum vónandi skjótt fær ein enda, men sum í fleiri ættarlið fram- yvir fer at níva allan heim- in. Talan er um eitt stórmál, sum mær vitandi ikki hevur verið viðgjørt á landsstýris- fundi, men nevnast skal kortini, at tá løgmaður gav sítt loyvi um flúgving í føroyskum loftrúmi, var hann lukkuliga óvitandi um, hvussu hesin leikur fór at taka seg upp eitt hálvt ár seinni. Dagin eftir at tað kom fram, at fýra flokkar fóru at seta fram uppskot um, at løgtingið skuldi staðfestað, at ST skuldi góðkenna eitt møguligt álop á Irak, fingu vit at vita, at føroyska loftrúmið skuldi brúkast til endamálið. Henda fráboðan nervaði so kortini ikki uppskots- stillararnar, javnaðar-, sam- bands-, sjálvstýris- og tjóð- veldisflokkin, sum sam- tyktu málið, hóast ein trið- ingur av javnaðarflokkin- um, fall frá. Eisini sambandsflokk- urin stóð við sítt, hóast hann kom í ta tvístøðu at krevja, at ST skuldi góð- kenna kríggið móti Irak, samstundis sum hann í uttanlandsnevndini gav treytaleysa tilsøgn um, at flúgvast kundi yvir Føroy- um á krígsferð móti Irak. Einki kríggj uttan um ST segði so løgtingið, og løg- manni varð álagt at boðað frá tingsins vilja, sum var ímóti tí, sum løgmaður hevur givið tilsøgn um flúgving viðvíkjandi. Føroya Løgting mót- mælti krígnum móti Irak, men kortini taldist Føroyar millum álopslondini. Tað næsta sum hendi var so tað, at ein altjóða sátt- máli um avtøku av deyða- revsing varð samtyktur av løgtinginum í farnu viku, samstundis sum danir ímóti løgtingsins vilja hava havt tann vilja, at deyðarevsing skuldi vera galdandi í Før- oyum. Eitt samt løgting segði fyri hálvumøðrum ári síð- ani, at hernaðarligu revsi- og rættargangslógirnar skuldu avtakast, men danir hava ikki vilja lýst lógina, og hevur deyðarevsing í krígsstøðu sostatt fram- vegis verið í gildi í Føroy- um. Landsstýrið hevur fleiri ferðir rykt eftir at fáa málið avgreitt, men tað hevur verið sum at sláa í eina dýnu. Í farnu viku sigur so ríkisumboðið fyri løgting- inum, at løgmaður og danski verjumálaráðharrin hava tosað um málið 6. juni í 2002, og við heimild í hesum práti hevur so stjórnin tikið sært rætt til at lýsa eina danska lóg um hernaðarliga revsi- og rætt- arskipan at vera galdandi í Føroyum. Danska lóggávan inn í føroysk viðurskifti er púra óneyðug og ikki fyri annað at roknað enn grov pro- vokatión móti løgtingsins vilja. Vit hava vanlig revsi- rættarlig viðurskifti gald- andi á økinum, og kunna viðgera onnur av líknandi slag, og vit eiga ikki at finna okkum í at vera neyðtikin í eini krígsstøðu, sum danir hava vavt seg uppí. Greiðar ásetingar eru í stýrisskipanarlógini um ígildissetingar av donskum ríkislógum, men hesar verða ikki fylgdar. Hetta er eitt sera ávar- samt og prinsipielt mál fyri okkum føroyingar. Átakið frá dønum er í skerpandi stríð við løgting- sins vilja. Framferðin hjá donsku ríksistjórnini er ikki menn- andi fyri donsk føroysku viðurskiftini. Talan er um miðvísan ágang móti føroyskari parlamentarismu. Hetta er NATO-málið umaftur. Hetta er brot á allar av- talur um, at vit føroyingar skula umsita okkara egna verju- og trygdarpolitikk. Hetta er brot á eina langa røð av avtalum um menn- andi og nýskapandi ábøtur á donsk føroysku viður- skiftini. Hetta eru týðandi brot á setning okkara í samgongu- skjalinum um fult innlit í og avgerðarrætt á øll uttan- ríkis- og verjupolitisk mál. Átakið frá dønum er ikki borðbært, hvørki moralskt ella fólkarættarliga, og tað letur upp fyri líknandi lóg- gávu framyvir, inn í føroysk viðurskifti og ímóti føroyskum áhugamálum. Ríkisrættarliga støða Føroya er ongantíð meiri fløkt enn tað sama. Vit mótmæltu kríggi, og vit mótmæltu deyðarevs- ing, og vit fingu bæði kríggj og deyðarevsing. VIÐMERKINGAR tórbjørn jacobsen løgtingsmaður Nú Johan Dahl og aðrir góðir menn hava sitið vesturi í Seyrvági eitt samfelt vikuskifti og roynt at dubba seg til vónleysa stríðið ímóti tjóðskapar- politisku áhugamálum før- oyinga, man hann tola eina injektion afturat. Ivaleyst hevur hesin kallurin frá danska Vinstra-flokkinum sprænt so frægt av nýggjum eitri inn í æðrarnar á heim- sins mest ítøkiligu ana- kronismu – Sambands- flokkin – at danska imperi- ið stendur uppi í nakrar dagar afturat. Ikki eiti á sum Johan gjørdist rísin av hesum sannleikunum, ið eg loyvdi mær at seta á prent í Dimmalætting í farnu viku. Havi síðani valið í mínum stilla sinni gingið og filoso- ferað yvir, um Johan Dahl mundi vera reinkarnatiónin av Bør Børsson, men so- leiðis sum hann smokkaði saman í aftursvarinum, er hann mest átøkur kolossin- um í Dánjals Bók. Høvdið av skírum gulli, bróstið og armarnir av silvuri, kvið- urin og lendarnir av kopari, men ólukkutíð vóru føt- urnar hálvt av jarni og hálvt av leiri. Og tær hildu ikki fyri stoytinum, nú tá ið steinur loysnaði úr lofti. Harvið fór standmyndin stiklandi fram eftir romm- um og vindurin foykti alt burtur. Soleiðis fyrikemur mær nú Sambandsflokk- urin og serliga hansara fyrr so uppblásti spíri úr Suður- oy. Tað sigst fyri vist, at po- litiska elitan í Sambands- flokkinum fyri nøkrum árum síðani, eftir tilráðing frá táverandi suðuroyar- tingmanni floksins, hevði sett framtíðina hjá Suður- oynni á dagsskrá fyri ein fund. Eftir stutt orðaskifti um málið, samdist flokkur- in um, at Suðuroyggin onga framtíð hevði yvirhøvur. Øðrvísi gjørdist lagið tá ið fullveldissamgongan tók um politiska endan eftir at Sambandsflokkurin tveitti frá sær í ótíð. Suðuroyggin fekk fyrstu raðfesting, og er hetta alneyðugt, skal oygg- in ikki gerast ein marginali- seraður útjaðari, eftir at meginparturin av landinum norðanfyri er samanbundið og samansjóvað. Allar verkætlanirnar, ið nevndar vóru í grein míni, eru og verða veruleiki, eittans tí hendan samgongan hevur sett sær fyri, at soleiðis skal tað vera. Sambandsflokk- urin eigur ongan, absolut ongan, leiklut í hesum átøkum. Tað ber illani til at svara hesum sjeyndafloks frístíl- inum hjá Johan Dahl aftur, tað er somikið rangvørt og lítið skil í tí, sum skrivað verður, og helst man tað komast av tí, at illsinnið hevur suspenderað vitið frá heilanum hesa løtuna, hann hevur sitið við knappa- borðið. Fái meg illani at trúgva øðrum. Ein nýggjur Smyril hevði komið óansæð, hvørið sat í samgongu, sigur Johan Dahl. So einfaldur er veru- leikin bara ikki. Núverandi Smyril kom í 1975. Sam- bandsflokkurin atkvøddi ímóti keypinum. Suðuroy- artingmaðurin Jákup Mort- ensen, sáli, átti tó dirvið at ganga ímóti sínum egna flokki og atkvøddi fyri keypinum, men minnist meg rætt, fekk hann alstór- ar trupulleikar innanfloks av hesi manniligu avgerð. Skilji eg Johan rætt, so er hann ímóti, at nýggjur miðnámsskúli verður smíð- aður í Vági. Orsøkin er hin sjaldsama, at úbúni ung- dómurin flytir burtur úr økinum eftir lokið nám. Hesum tekur hann neyvan skaða av, líka so lítið sum ungdómarnir í m.a. Eystur- oy. Og tað er júst her leik- luturin hjá politisku skipan- ini liggur, at skipa so fyri, at økini vera ment so- leiðsni, at tilboðini vera tøk, tá ið hesi samfelags- blomstrini koma heimaftur, eftir at hava verið úti í heimi og hvest sær vitið á ymsum framkomnum fróð- ar setrum. Nógv liggur á láni í Suð- uroy, sigur fyrrverandi skipa-smiðjustjórin á Gørð- unum. Hetta vitstu og vita vit, sum hava sitið í sam- gongu nú á fimta ári. Tí settu vit oynna í fokus, og tí var tað, at undirritaði spurdi Johan hendan laga- liga spurningin, hvørji al- menn átøk vóru framd í Suðuroy ímeðan Sam- bandsflokkurin sat við valdinum í Føroyum? At maðurin skuldi fara so úr sínum góða skinni, man vera tekin um, at flokkur hansara stendur spillnakin, tá ið hann verður konfron- teraður við ein so relevant- an spurning. Johan hevur eisini fingið ilt í afturpartin av fólka- tingslønini hjá undirritaða. Tjóðveldisfloksins støða til fólkatingsumboðanina er alkend. Hon eigur at vera avtikin heldur ídag enn ímorgin. Men soleingi før- oyska tjóðin er ein undir- lagdur partur av danska imperiinum, hava vit valt at fylgja spælireglunum og stilla upp til val harið vit kunna gera okkara ávirkan galdandi. Eftir førimuni hava vit á Danatingi so roynt at sligið eitt slag fyri politiska frælsi Føroya, hvussu tað hevur vignast mega onnur enn undirritaði døma um. Lønin er ein partur av hesi umboðan. Valevnini avgjørdu fyri fólkatingsvalið seinast, at fekk flokkurin mann vald- an, skuldi hesin gjalda ein part av lønini í ein sjálv- støðugan grunn, ið hevði til endamáls at stuðla sjálv- stýrisstríði føroyinga. Grunnurin er stovnaður við heitinum Fólkatings- grunnurin (V-tal: 525235). Í nevndini sita Tórbjørn Jacobsen, formaður, Høgni Hoydal og Heini O. Heine- sen. Goldið er inn í grunnin frá fyrsta degi. Onki er higartil goldið úr honum. Onkur ógvaðist við hesa nýkomnu og stóru umsorg- an sum hesin gamli skipa- smiðjustjórin nú so bráð- liga hevði átikið sær fyri skattaborgarunum á Nørre- brúgv, og spurdi, um hann altíð hevði verið so um- hyggin eisini, tá ið tað galt føroyskar skattaborgarar? Nú kom so nógv annað rusk upp í hetta málið. Alt byrjaði við Vágs Havn og har enda vit eisini á hesum sinni. Vinnunevndin, harið allir teir stóru flokkarnir á Tingi eru umboðaðir (30 tingmenn), sigur í álitinum um djúphavnina: Vinnu- nevndin hevur skilt tað soleiðis, at breið politisk semja er um, at landið rindar Vágs Kommunu eina kompensasjón fyri helvtina av byggikostn- aðinum, tó í mesta lagi 9 mió kr., vísandi til at stig vóru tikin til eina felags verkætlan millum land og kommunu um útbygging av havnini í Vági, sum nú verður slept í sambandi við, at siglingin hjá strandferðsluni á Vág verður niðurløgd. Kenni hesar menninar illani standa teir ikki inni fyri tí, sum skrivað verður í álitinum. Politikkur snýr seg júst um álit, og vág- bingar skula sova trygt í hesum álitinum, tí eingin ivingur skal valda um tað, at hesar eftirverandi 4 mió til djúphavnina vera ein partur av komandi fíggjar- lóg, tá ið hon einaferð verð- ur samtykt Tinginum. Í sínum vinnuliga virk- semi er Johan Dahl strá- maður fyri bretsk og hálendsk áhugamál og í sínum politiska virksemi er hann strámaður fyri donsk áhugamál í Føroyum. Onk- ursvegna tykist tað sum heldur hann føroyskan poli- tikk vera eitt slag av arab- iskum bazari, harið frystur makrelur verður handlaður yvir um skivuna fyri hægsta prís. Og mundi ser- liga stóri áhugin fyri djúphavnini ikki komast av áhugamálunum hjá J. Marr í Vági heldur enn áhuga- málunum hjá Vágs Komm- unu? Mær vitandi hevur einasti suðuroyartingmað- urin, sum hevur bústað í Suðuroy, Hergeir Nielsen, stríðst fyri øllum fólkinum í oynni og ikki bara fyri sínum egnu, privatu áhuga- málum, soleiðis sum Johan Dahl tykist gera tað. Harm- ist av fullum hjarta, at hasin leirfóturin hjá tær skuldi standa somikið meinur, at tú skræðnaði úr kongunum bara av hesi einu greinini, sum eg vágaði mær at varpa í fótin á tær. Tað er tungt, og tað verður tyngri at stríðast ímóti søgunnar vindmyllum. Somikið fær tú at síggja Johan Dahl. Neyðtikin tjóð Johan Dahl – kolossur á leirfótum? C M Y K 11 10