hósdagur 3. apríl 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 65 - 3. apríl 2003
Nr. 65 - 3. apríl 2003
13
Eisini hjá minsta
peningastovninum í
landinum, Suðuroyar
Sparikassa, gongur
strúkandi og formað-
urin í umsjónar-
ráðnum viðgongur, at
tað er munandi
hugaligari nú, enn tað
var fyri nøkrum árum
síðani
SUÐUROYAR
SPARIKASSI
Áki Bertholdsen
Tað er ikki bara hjá teimum
stóru peningastovnunum, at
tað gongur gott. Eisini hjá
lítlabeiggja
í
føroyska
fíggjarheiminum
gongur
strúkandi.
Tað varð staðfest á
ábyrgdarafundi í Suðuroyar
Sparikassa í VB húsinum í
Vági fríggjakvøldið.
Suðuroyar Sparikassi er
nógv minsti peningastovn-
ur í landinum. Men eins og
teir størru, hevur hann havt
ógvuliga stóra framgongd
seinastu árini, kanska nógv
størri framgongd upp á seg
enn hinir peningastovnarnir
hava havt.
Í røðu síni fyri teimum
hálvtannaðhundrað ábyrgd-
arunum, sum vóru møttir á
fundinum í einum vakurt
og snotiligt pyntaðum VB
húsi fríggjakvøldið, við-
gekk formaðurin í umsjón-
arráðnum
í
Suðuroyar
Sparikassa, Lars Djurhuus
úr Porkeri, at tað kennist
nógv lættari at standa
standa
frammanfyri
ábyrgdarunum
hesuferð
enn tað gjørdi fyri nøkrum
árum síðani.
Ábyrgdarafundir
eru
fjórðahvørt ár og hann
hugsaði serliga um fundin
fyri átta árum síðani, tá ið
framtíðarútlitini ikki vóru
so góð hjá teim føroysku
fíggjarstovnunum
og
vinnulívinum sum heild.
– Nógv av tí, sum eg
førdi fram ta ferðina var um
arbeiðsloysi, fólkaflytingar,
bankakreppur, kreppu í
vinnulívinum og um húski
sum máttu fara frá húsi og
heimi, tí tey fingu ikki
endarnar at røkka saman,
segði Lars Djurhuus.
Hann segði, at í dag sær
nógv frægari út, tí sum
heild
hevur
búskapar-
gongdin í føroyska samfel-
agnum verið til vildar.
– Verður hugt eftir farna
ári, vuksu lønarútgjalding-
arnar 8% í fjør afturímóti
2001
og
arbeiðsloysið
minkaði úr 3,2% við árslok
2001 niður í 2,3% við
árslok í 2002.
– Tað kann tykjast, sum
um at gongdin hesi seinastu
sjey - átta árini heldur fram
óbroytt, men ábendingar
eru nú um, at stigur er við
at koma í búskaparvøkstur-
in.
Hann vísti á, at vøksturin
í lønarútgjaldingum er ikki
so stórur longur og hagtøl
vísa eisini, at sølan av
byggitilfari, nýtsluvørum
og nýggjum bilum eru
fallin munandi samanborið
við árini frammanundan.
– Eisini eru húsaprísirnir
falnir í seinastuni eftir at
hava staðið í vøkstri í nógv
ár, men hetta er ein gongd,
sum serliga merkist í mið-
staðarøkinum, segði Lars
Djurhuus.
Hann segði, at øll hei
hagtølini stuðla undir tað
fatan, at vøksturin og fram-
burðurin, sum hevur verið í
føroyska búskapinum og
samfelagnum, er við at
hasa av.
– Men sum støðan er í
løtuni, eru ikki útlit fyri, at
hetta fer at føra við sær
nakað beinleiðis búskapar-
ligt bakkast við sær, legði
hann samstundis afturat.
Eitt megnartak
Tá ið hann tók aftur í søg-
una hjá Suðuroyar Spari-
kassa helt hann, at táið
hann varð stovnaður fyri 60
árum síðani, hevur drív-
megin helst verið, at tá var
bara ein peningastovnur í
Suðuroy, og hann var á
Tvøroyri. Sostatt var trup-
ult var hjá fólki sunnan av
oyggj at avgreiða síni pen-
ingaviðurskifti.
Men hann helt, at tað
man hava verið ein stór av-
bjóðing tá í tíðini, at menn
tordu at fara í holt við eitt
slikt megnar tiltak, tá ið
hugsað verður um, at annar
heimsbardagi tá leikaði í
uppá tað harðasta.
– Suðuroyar Sparikassi
fór undir virksemi sítt 1.
oktober í 1943, og var hetta
í útnyrðingshorninum í
kjallaranum í tí húsinum,
har elfelagið SEV nú hevur
sína skrivstovu.
– Hetta hølið gjørdist
skjótt ov trongligt, og tí
varð hugsað um at byggja
nýggjan sparikassabygn-
ing, og hetta gjørdust veru-
leiki fyri júst 50 árum síð-
ani.
– Tað, sum síðan er hent,
er neyðugt hevur verið at
keypa eini sethús beint við
sparikassan afturat, tí tað
var blivið nakað trongligt
og er tí ein partur av um-
sitingini fluttur inn í hesi
hús.
Hann upplýsti eisini, at
arbeitt hevur verið við at
fáa bygt ein nýggjan spari-
kassa, men av ymsum or-
søkum er enn óvist, nær
hetta verður til nakað.
– Øll tey fyrstu árini
sparikassin virkaði sum
peningastovnur, var høv-
uðsuppgávan eftir førimuni
at fíggja sethúsabygging
her í oynni, og eg haldi at
hann hevur røkt hesa upp-
gávu væl, tá hugsað verður
um, at hann er minsti pen-
ingastovnur her á landi,
segði formaðurin í umsjón-
arráðnum.
Hann segði, at tá ið
Sparikassin í 1994 fór at
virka eftir nýggju banka-
og sparikassalógini førdi
tað við sær, at frá at vera
avmarkaður til 53 ábyrgd-
arar, varð hann nú til ein
ábyrgdara/innskjótara
sparikassi, har tað bar til
hjá øllum, sum áttu pening
á bók í Suðuroyar Spari-
kassa at gerast ábyrgdarar.
– Við hesari broyting
víðkaðist eisini virkisemi
sparikassans munandi, tí
frá at vera ein peninga-
stovnur, ið so at siga bert
tók sær av at fíggja sethúsa-
bygging, bar nú til at taka
sær av vinnulívsfíggingum
og øðrum.
– Hetta var ein trupul tíð
at skifta, tí so at siga alt
føroyska vinnulívið var illa
fyri av tí fíggjarkreppu,
sum hevði rakt Føroya land
nøkur ár frammanundan.
Men við neyvari fíggjar-
stýring eydnaðist tað Suð-
uroyar Sparikassa, saman
við hinum peningastovnun-
um, at berja seg gjøgnum
hesa kreppu, og í dag kann
sigast, at rakstrarúrslitini
hjá teim føroysku peninga-
stovnunum hesi seinastu
árini vísa eina gongd rætta
vegin.
Nøkur tøl um
framgongd
Fyri at vísa, hvussu stór
framgongdin hjá Suðuroyar
Sparikassa hevur verið,
dróg hann nøkur tøl fram
um gongdina hesi seinastu
fýra árini.
– Við árslok í 1998 var
javnvágin 260,9 milliónir
og við árslok 2002 var hon
373,6 milliónur krónur.
Hetta svarar til eina øking
uppá heilar 112,7 milliónir
krónur ella ein vøkstur
uppá 43,2%.
Í hesum sama tíðarskeiði
vuksu
innlánini
100,5
milliónir krónur, úr 225.3
milliónum, upp í 325,8
milliónir krónur ella ein
vøkstur uppá 44,6%.
Í hesum sama fýra ára
skeiði vuksu útlánini 79,4
milliónir, úr 160,8 millión-
um, upp í 240,2 milliónir
krónur. Hetta svarar til ein
vøkstur uppá 49,4%.
– Hendan framgongdin
hevur havt stóra ávirkan á
virksemið í sparikassanum,
og hevur eisini gjørt, at
talið á viðskiftafólki eisini
er munandi vaksið seinastu
árini.
Lars Djurhuus nevndi at í
fjør
gjørdi
Suðuroyar
Sparikassi 550.260 bóking-
ar tilsamans, og fara vit
fýra ár aftur í tíðina, til
seinasta
ábyrgdarafund,
vórðu 297.500 bókingar
gjørdar í 1998. Hetta er ein
øking uppá 252.760 bók-
ingar seinastu fýra árini ella
ein vøkstur uppá 84,9%.
– Ein orsøk til hesa stóru
øking, er, at í september í
1998 læt Suðuroyar Spari-
kassi deild upp í Tórshavn.
Í hesum sambandi nevndi
hann eisini, at tilsamans eru
10.515 kontur í Suðuroyar
Sparikassa.
Hann nevndi eisini, at
bara í fjør varð sjálvtøkan
hjá Suðuroyar Sparikassa
brúkt 31.176 ferðir av fólki
sum tóku út tilsamans
17.007 milliónir krónur.
Umframt heimagreiðsl-
una, ber nú eisini til hjá
viðskiftafólki sparikassans
at brúka netbankan, so at
tað ber til at avgreiða síni
ørindi í spariksssanum hvar
henni tú ert staddur i
verðini.
Í løtuni eru tað 405 fólk,
sum brúka heimagreiðsl-
una.
– Suðuroyar Sparikassi
hevur ein gávugrunn uppá
200.000 krónur, og hann
verður nógv nýttur til
ymisk vælgerðar endamál.
Harumframt er Suðuroy-
ar Sparikassi høvuðsstuðul
hjá Vágs Bóltfelag og hjá
Havnar Svimjifelag, men
hann stuðlar eisini øðrum,
smærri ítróttarfeløgum.
Lars Djurhuus segði, at
høvuðsendamálið hjá Suð-
uroyar Sparikassa fer altíð
at vera at hjálpa teimum,
sum ætla at seta seg í búgv.
Men Sparikassin leggur
eisini dent á at hava ein
virknan leiklut í at menna
fíggjartænasturnar í Føroy-
um og hann fer at halda fast
við, at hann skal veita við-
skiftafólkinum allar fíggj-
artænastur, ið eru neyðugar.
– Eftir førimundi fara vit
harumframt at leggja okk-
um eftir at stuðla vinnulív-
inum, einamest í Suður-
oynni og í Vági, men síðan
deildin kom í høvuðsstaðn-
um eru tað eisini nógv
norðanfjørð, sum hava lán
úr Suðuroyar Sparikassa,
segði Lars Djurhuus.
Enn er fremsta endamálið at
hjálpa teimum sum seta búgv
– Framgongdin seinastu árini hevur havt stóra ávirkan á
virksemið í sparikassanum, segði Lars Djurhuus, formaður í
umsjónarráðnum fyri Suðuroyar Sparikassa, tá ið hann tosaði
fyri ábyrgdarunum á samkomu í Vági fríggjakvøldið
Her eru tað Anna Djurhuus kona formannin í umsjónarráðnum, Lars Djurhuus, og Per Jacob-
sen, marknaðarleiðari, og onnur, sum áhugað lurta eftir, hvat formaðurin í umsjónarráðnum
hevur at bera fram
Fríggjakvøldið hevði
Suðuroyar Sparikassi
fund og hugnaløtu
fyri 150 ábyrgdarum
SUÐUROYAR
SPARIKASSI
Áki Bertholdsen
Fríggjakvøldið hevði Suð-
uroyar Sparikassi ábyrgd-
arafund, har nýtt umboðs-
ráð varð valt.
Men fundurin var ikki
bara hildin fyri at velja eitt
umboðsráð.
Hann var skipaður sum
eitt hugnakvøld við undir-
haldi, borðhaldi við øllum
góðum, fyrilestri og sangi
og hildið varð á til nakað
langt út á kvøldið í VB hús-
inum, sum varð uppstásað
og pyntað til høvi.
Í løtuni eru 503 ábyrgd-
arar í Suðuroyar Sparikassa
og tilsamans hava teir
944.000 krónur í ábyrgd-
arapeningi.
– So tað verður ikki so
longi, so fer sparikassin
upp
um
milliónina
í
ábyrgdarapeningi, heldur
formaðurin í umsjónar-
ráðnum, Lars Djurhuus.
Tá ið ábyrgdarafundur
var seinast fyri fýra árum
síðani, vóru 359 ábyrgdarar
í sparikassanum og teir
høvdu 566.000 krónur í
ábyrgdarpeningi, so eisini á
hesum øki veksur áhugin
fyri landsins minsta pen-
ingastovni.
Av teimum 503 ábyrgdar-
unum, sum eru í sparikass-
anum, høvdu 150 leitað sær
vestur í VB húsið hetta
kvøldið, har marknaðar-
leiðarin á Suðuroyar Spari-
kassa, Per Jacobsen, beyð
teimum at vera vælkomn-
um.
Lars Djurhuus, formaður
í umsjónarráðnum, greiddi
frá virkseminum hjá Spari-
kassanum
og
stjórin,
Mikkjal Sørensen, legði
høvuðstølini í roknskapin-
um fram.
Torgerð
Suðuroy
var
fundarstjóri og skipaði fyri
fyri borðhaldinum, men har
var eisini annað undirhald
og tað stóð stórskemtarin,
Robert McBirnie fyri.
Kirkjukórið Ljómur setti
ein serligan dám á kvøldið
við nøkrum sangum.
Annars helt samfelags-
frøðingurin, Gestur Hov-
gaard, upplýsandi fyrilest-
ur, har hann metti um
møguleikarnar hjá einum
lítlum pengingastovni at
standa seg í kappingini við
teir stóru.
Og sjálvsagt var eisini
felagssangur á skránni, har
tveir av okkara frægastu
tónleikarum,
Edvard
Nyholm Debes á kontra-
bass og Finnur Hansen á
tangentum, spældu aftur-
við.
Nøkur nýggj andlit
eru í nývalda
umboðsráðnum hjá
Suðuroyar Sparikassa
SUÐUROYAR
SPARIKASSI
Áki Bertholdsen
Á
ábyrgdarafundinum
fríggjakvøldið varð kunn-
gjørt, hvørji eru vald í um-
boðsráðið hjá Suðuroyar
Sparikassa.
Í umboðsráðnum eru 29
fólk og nøkur nýggj andlit
eru at síggja í nývalda um-
boðsráðnum, sum skal sita
tey næstu fýra árini.
Umboðsráðið er aðal-
fundurin hjá Suðuroyar
Sparikassa og á aðalfundin-
um seinni í hesum mánað-
inum skal umboðsráðið,
m.a. velja sjey limir í eitt
umsjónarráð.
Tey 29 fólkini, sum nú
manna umboðsráðið hjá
Suðuroyar Sparikassa, eru:
Eydna Dahl, Vágur
Malfríð Danberg, Vágur
Kári Hammer, Vágur
Óli Holm, Vágur
Erhard Joensen, Vágur
Poul Johannus Joensen,
Vágur
Torbjørn Joensen, Vágur
Jákup Pauli Magnussen,
Vágur
Jákup Mohr, Vágur
Bogi Mortensen, Vágur
Turið Olsen, Vágur
Agnes Tausen, Vágur
Jacob Vilhelm , Vágur
Ingeborg Vinther,Vágur
Lars Djurhuus, Porkeri,
Mortan D. Holm. Porkeri
Gudfinn Olsen, Porkeri
Dánjal
Johan
Lisberg,
Sumba
Eli Poulsen, Sumba
Sommer Joensen, Tvøroyri
Óli Johansen, Tvøroyri
Poul Poulsen, Froðba
Tórður Enni,Tvøroyri
Finn Andreassen, Øravíkar-
líð,
Jákup
Pauli
Hammer,
Hvalba
Mikkjal Hammer, Hvalba
Dánjal Jógvan Thomsen,
Hvalba
Rógvi Thomsen, Hvalba
Niels
Jákup
Thomsen,
Hoyvík
Kunngjørt verður at elskaði maður mín, pápi, abbi,
verfaðir og langabbi okkara
Jacob Adrian Hansen
Leirvík
andaðist mánadagin 31. mars, 81 ára gamal.
Kistan kemur hósdagin kl. 17.30
til Leirvíkar Missiónshús.
Jarðarferðin verður fríggjadagin kl. 14.00.
Fyri tey avvarðandi
Solveig Hansen
Tey, ið ynskja at minnast Jacob, verða biðin um at lata Leirvíkar Missiónshúsi
eina peningagávu, konto í peningastovnunum.
Hugnaløta fyri 150
ábyrgdarum
Av teimum 503
ábyrgdarunum, sum eru í
Suðuroyar Sparikassa, høvdu
150 leitað sær vestur í VB
húsið fríggjakvøldið til
hugnaløtu við borðhaldi við
øllum góðum, skemti, sangi
og kunning um sparikassan
og upplýsandi fyrilestrum
Tað var ein vælnøgdur
sparikassastjóri,
sum
greiddi ábyrgdarum frá
fíggjarliga
úrslitinum
hjá Suðuroyar Spari-
kassa á ábyrgdarafund-
inum fríggjakvøldið.
Sjálvur roknskapurin
verður lagdur fram á
aðalfundinum seinni í
hesum mánaðinum, men
á
fundinum
legði
Mikkjal Sørensen nøkur
høvuðstøl fram.
Og tey vístu, at spari-
kassin í fjør hevði eina
inntøku uppá 16,7 milli-
ónir í fjør og tað er ein
millión meiri enn í 2001.
Útreiðslurnar
vóru
13,4 milliónir og tað
gevur eitt yvirskot fyri
skatt uppá 3,3 milliónir .
Sparikassin
rindaði
700.000 krónur í skatti
og tað gevur so eitt yvir-
skot í fjør uppá 2,6
milliónir. tað er 1,3
millión meiri enn í 2001,
tá ið yvirskotið var 1,3
millión.
Ognirnar hjá Suður-
oyar Sparikassa vóru
373,6 milliónir við árs-
lok í fjør og tað eru 11
milliónir meir enn við
árslok í 2001, tá ið ogn-
irnar vóru 362,6 milli-
ónir.
Útlánini eru 240,2
milliónir og tað er 15,9
milliónir meiri enn við
árslok í 2001, tá ið
útlánini
vóru
224,3
milliónir
Innlánini vuksu eisini,
við árslok í 2002 vóru
tey
325,8
milliónir,
afturímóti 320,4 milli-
ónir við árslok í 2001.
Eginognin
var
38
milliónir við árslok í
2002 afturímóti 35,2
milliónir við árslok í
2001.
Tað eru 16 fulltíðar-
størv í Suðuroyar Spari-
kassa.
Gongur framá
í hvørjum
Valdu 29 limir í umboðsráðið
Áhugaðir áhoyrarar á ábyrgdarafundi í Suðuroyar Sparikassa
fríggjakvøldið. Her eru tað limir í Kirkjukórinum Ljómi, sum
sang á fundinum, og onnur, sum lurta eftir tí, ið sagt verður
Roknskapurin hjá Suðuroyar Sparikassa verður lagdur
fram á aðalfundinum seinni í mánaðinum, men á
ábyrgdarafundinum legði stjórin, Mikkjal Sørensen,
nøkur høvuðstøl fyri fundarfólkið
C
M
Y
K
13
12