hósdagur 3. apríl 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 65 - 3. apríl 2003
15
14
Nr. 65 - 3. apríl 2003
Skopun og Mads Winther
Djurhuus, sum eisini var úr
Skopun.
- Senita fór til Danmark-
ar, og Mads til Noregs, har
hann sigldi, til hann keypti
jørð har yvir og setti seg
niður har.
Sjálvur var Andre eitt ár í
Noregi hjá Mads, har hann
gekk í framhaldsskúla.
Hann fylti 15 ár har yviri. Í
Noregi
arbeiddi Andre
eisini á garðinum og í
skógini um veturin.
Leiðin higar
Men
hvussu
kom
so
"sandingurin", sum hevur
verið her í 36 ár, higar til
økið.
Andre sigur, at hann í
sínari tíð kom til Søld-
arfjarðar at stoypa garð,
kantar og tún hjá einum
mammubeiggja
Marjun,
konu Andre. Tá leigaðu tey
bæði í Havn, men 15. apríl
1967 fluttu hann og konan,
sum er úr Havn, inn higar at
búgva.
Mamma Marjun, Anna,
er úr Søldarfirði, og tey
vóru 12 systkin. Ikki so fá
av familjuni hjá Marjun
búgva við Skálafjørðin.
- Okkum dámar væl at
búgva á Skálafjørðinum, og
tað hevur ongantíð verið
uppá tal at flyta burtur
aftur, sigur hann.
Í mai í ár hevur Andre
starvast sum arbeiðsfor-
maður
hjá
Runavíkar
kommunu í samfull 28 ár.
Í mong ár fevndu ar-
beiðsuppgávurnar
hjá
honum og hansara monnum
um alt møguligt.
- Vit fingust við vatn,
vegir, kloakkir og viðlíka-
hald. Í dag hava vit fram-
vegis við alt at gera uttan
vatnið.
Andre sigur, at fyrst í
desember síðsta ár beyð
býráðið honum til fundar, tí
kommunan vildi hava hann
at halda fram í sínum
starvi, til hann er fyltur 70.
- Eg fylli 67 í desember í
ár og ætli mær at gevast, tá
ið hetta árið er úti.
Sandingurin
hevur
drúgvar royndir við bori-
og spreingiarbeiði, og nú
sonurin, Jákup Andrias, er
farin undir egna fyritøku,
sum tekur sær av slíkum,
ætlar
Andre
at
verða
spreingimeistari hjá hon-
um.
- Mær dámar væl at fáast
við slíkt arbeiði, tí tað er
ein nýggj og spennandi
avbjóðing hvørja ferð - ikki
minst, tá ið arbeitt verður
ímillum húsanna, sigur
hann.
Skiftandi arbeiði
Sum arbeiðsformaður, hev-
ur Andre 6 mans undir sær í
løtuni. Í áttatiárunum vóru
teir fleiri í tali, men
gongdin
seinastu
árini
hevur verið hon, at fleiri og
fleiri
uppgávur
verða
keyptar.
- Vit taka okkum av
nógvum ymiskum upp-
gávum. Vit rudda vegirnar
og halda kloakkirnar reinar
og opnar, grava fyri kaðl-
um, stoypa fundament og
seta upp ljóssteyrar og taka
okkum
av
viðlíkahaldi
kring um í kommununi.
Andre vísir á, at fleiri
teirra, sum arbeiða hjá
kommuni, hava verið leingi
í starvi og tann, sum hevur
verið longst, hevur verið í
12 ár. Onkur annar hevur
verið í 8 ár.
- Ein av monnunum
koyrir og røkir maskinur-
nar, sum kommunan eigur.
Hesin hevur nógv at gera,
og tað kemur næstan ikki
fyri, at maskinurnar fara í
smiðju.
Sum
arbeiðsformaður
roynir Andre at skipa so
fyri, at menninir ikki alla
tíðina gera tað sama.
- Øll hava brúk fyri
variantum í lívinum, og tí
royna vit sum frægast at
skiftast um ymisku upp-
gávurnar, sigur hann.
Á Lambareið
Tað gleðir arbeiðsformann-
in, at Runavíkar kommuna í
hesum árinum fær eina
høll, sum skal setast upp á
Lambareiði til eitt nú
verkstað
og
kantinu.
Somuleiðis er ætlanin at
flyta ruskplássið við Fjøru-
vegin inn á Lambareið.
- Sum eg havi skilt, fer
kommunan
at
yvirtaka
grótbrotið hjá Landsverk-
frøðinginum.
Henda
yvirtøka fevnir um alt uttan
smiðjuna og skrivstovurnar
hjá stovninum, sum annars
flytir síni amboð niðan á
Hústoft.
Andre veit at siga, at
Runavíkar kommuna hevur
bílagt eina høll, sum verður
einar 600-700 fermetrar
stór.
- Ætlanin er, at vit skulu
stoypa fundamentið, og
síðan verður høllin sett
upp, sigur fryntligi sand-
ingurin, Andre Hentze.
Sum arbeiðsformaður
hevur Andre Hentze
seks mans undir sær í
løtuni. Hendan dagin,
Sosialurin datt fram
við, vóru nakrir teirra
í holt við at loysa
nøkur fløg omanav, tí
plantast skal í mold-
ina. Fløgini skulu
leggjast omaná takið í
myllu-húsinum, sum
er bygt við Løkin.
- Bæði eg og konan,
Marjun, hava stóran
áhuga fyri urtagørð-
um, og heima hjá
okkum sjálvum hava
vit ein stóran urta-
garð, sigur maðurin,
sum millum manna
verður róptur "sand-
ingurin", tí hann er
ættaður heiman av
Sandi
FRÍÐKAN
Vilmund Jacobsen
- Eg haldi, at tað er ov lítið
gjørt við at planta her í
kommununi, men nú er so
ætlanin at gera meira við
hetta. Fríðkingin hevur
verið ov lágt prioriterað,
men nýggju kreftirnar í
býráðnum ætla eftir øllum
at døma at prioritera henda
partin væl hægri.
Andre sigur, at í løtuni
gera teir fýra smá økir klár
at planta í.
- Økið, vit standa við, er
tað eina, eitt annað er við
Missiónshúsið, eitt triðja
uppi við posthúsbrekkuna,
og tað fjórða er inni á
Skipanesi. Á fríøkinum í
Søldarfirði er nýggj gyrð-
ing nýliga gjørd fram við
vegnum. Her eru tað fólk í
bygdini, sum saman við
børnunum tóku sær av at
planta.
Fríøkið
verður
hildið av kommununi.
Hann vísir á, at tað er
stórt arbeiði at halda hesi
økir um summarið, tá ið
grasið veksur skjótt, men
her plagar kommunan at
fáa hjálp frá skúlaungdóm-
um.
- Tað er ikki smávegis
arbeiði um summarið at
halda kirkjugarðin og tey
fríøkir, sum kommunan
hevur. Vit hava nógvar
regndagar – eisini um
summarið, og tí er neyðugt
at dríva á, tá ið ælaslit er,
sigur Andre.
Flag á myllu-húsið
- Fløgini, vit loysa her
vestanfyri rundkoyringina,
verða løgd oman takið í
myllu-húsunum, sum er
bygt við Løkin í Runavík.
Síðan verður plantað í
moldina.
Nær myllu-húsið verður
liðugt, sigur Andre, at tað
dugir hann ikki at siga í
løtuni.
Hann vísir á, at sjálvt
húsið er at kalla liðugt; har
vantar bert navur og flag,
men enn er ymiskt annað at
fáa frá hondini.
- Ein skakt skal gerast,
sum skal leiða rennandi
vatnið til húsið, og somu-
leiðis skal aksilin og myllu-
vongurin, sum drívur myll-
una, monterast og setast
upp.
Andre hevur tveir timb-
urmenn, sum aftrat honum
sjálvum taka sær av myllu-
húsinum.
Spurdur, um ætlanin er at
planta í rundkoyringini, har
einans gras veksur, sum er,
sigur hann, at hetta hevur
ikki verið uppá tal.
Ko m m u n u m e n n i n i r
planta ikki sjálvir longur.
- Nú hava vit samstarv
við ein gartnara, Ritu Lar-
sen í Fuglafirði, sum
plantar fyri kommununa.
Rita er dóttir Jørleif Han-
sen, postmeistara, á post-
húsinum í Saltangará.
Sum skilst, er tað rætti-
liga nýtt, at gartnari er uppi
í leikinum, tá ið fríðkað
verður um í Runavíkar
kommunu.
"Sandingurin"
Men hvør er hesin maðurin,
sum fólk rópa "sandingur-
in"?
- Eg eri ættaður úr Ísans-
garði á Sandi. Barnaheimið
hjá mær, er gistingarhúsið,
sum vit kenna í dag. Tað
var abbi mín, Johan, sum
bygdi húsini. Hann var
ringur av astma, og læknin
ráddi honum til at byggja
høgt millum loft og gólv.
Húsini, hann bygdi, høvdu
tvær íbúðir. Pápi mín, Mads
Winther Hentze, var tá 14
ára gamal og pápabeiggin
20. Tá ið teir giftust, yvir-
tóku teir hvør sína íbúð.
Á Ísansgarði var handil,
sum omma Andre, Karolina
Hentze, dreiv.
Hetta
var
fyrsti
út-
handilin hjá Hans Joensen
við klædnavørum. Seinni
varð handilin útbygdur til
eisini at selja matvørur. Í
eina tíð seldi Karolina bæði
klæðir og matvørur, men
sum frá leið, gjørdist hetta
ein matvøruhandil burtur
av.
- Abbi, sum var so ringur
av astma, gjørdi tað, hann
orkaði. Tí gjørdist omma
forsyrgjari.
Abbi
gekk
henni til handar. Hann
koyrdi allar vørur, sum
handilin hevði, við hesta-
vogni. Sumt kom uppá land
í Skopun, sumt á Støðni.
Her
vóru
tunnur
við
petroleum og siroppi og
200 punds sekkir.
Eitt konubrot
Andre sigur, at omman var
eitt rættiligt konubrot.
- Hon helt hús, rak handil
og seymaði fyri fólk.
Omma átti fimm børn og
tók haraftrat tvey børn til
fosturs.
Tá ið Karolina gavst at
handla, tók pápabeiggi
Andre, Eisenberg Hentze,
handilin á seg.
- Pápi og Eisenberg vóru
bara tveir brøður. Systr-
arnar vóru tríggjar; Gretha,
sum giftist Jógvani Peter-
sen Undir Brekkuni og
stovnaði handilin á Eldhús
á Sandi, Frida, sum var gift
við Karl Johannesen, skip-
ara og Katrina, sum giftist
einum steinhøggarameist-
ara í Danmark, Knud
Knudsen, av navni. Eingin
teirra er á lívi í dag.
Tað eru børnini hjá
Grethu, sum dríva handilin
á Eldhúsi í dag.
Andre sigur, at børnini,
sum omman tók til fosturs,
vóru Senita Hansen úr
»Sandingurin« hevur arbeitt hjá Runavíkar kommunu í 28 ár
- Mær dámar væl at fáast við mold,
plantur og trø. Heima við hús hava
eg og konan, Marjun, ein stóran
urtagarð, sigur Andre Hentze.
Mynd: Jens Kr. Vang
Teir fríðka um í Runavíkar kommunu.
- Sitandi býráð leggur størri dent á fríðkanina, enn aðrir undan teimum hava gjørt, sigur Andre Hentze.
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
14