hósdagur 3. apríl 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 65 - 3. apríl 2003
Nr. 65 - 3. apríl 2003
17
Country Sisters:
Syngja allan country tónleik
Í annaðkvøld og leyg-
arkvøldið verða kekk-
isku Country Sisters á
føroyskum palli. Tær
vóna at hitta vælupp-
løgdum áhoyrarum
til tey bæði kvøldini í
Fuglafirði og í Havn
TILTAK
Ingrid Bjarnastein
– Vit eru komnar til Føroya,
tí vit fingu eina innbjóðing
frá okkara kekkiska vini
her í Føroyum, Renatu
Gaardbo, sigur Sonia, sum
er leiðarin í bólkinum. Hon
spælir eisini bass.
Bólkurin Country Sisters
hevur verið til í fleiri ár,
men henda manningin hev-
ur spælt í hálvt triðja ár
saman.
– Country tónleikur er
væl umtóktur heima hjá
okkum í Kekkia, og í Ev-
ropa sum heild. Her er
bluegrass tónleikur ógvu-
liga væl umtóktur, so vit
vóna at áhoyrararnir fara at
taka væl ímóti okkum,
sigur Sonia.
Øll sløg
Country Sisters, sum komu
til Føroya mánadagin, siga
seg spæla øll sløg av
countrytónleiki.
– Vit spæla nýmótans
country tónleik, traditional,
bluegrass. Stutt sagt alt. Vit
vóna, at nógv fólk fara at
koma at lurta, og um hetta
eydnast væl, so koma vit
aftur til Føroya, siga tær
smílandi.
Bólkurin hevur ferðast
nógv kring heimin. Mest í
Evropa, men eisini hava tær
verið á ferðum í Tailandi,
Singapore og Avstraliu. Í
fjør vitjaðu tær fimm
country systrarnar í Grøn-
landi, og eisini er bólkurin
javnan í Danmark.
Tær spæla á øll ljóð-
førini,
uttan
trummur,
sjálvar. Trummurnar eru
tiknar upp. So við á kon-
sertini verður elektriskur
gittari, akkustiskur gittari,
violin, bassur, mandolin,
munnharpa og annað.
– Vit spæla allar tvey
ljóðføri í part, og allar
mikrofonir og øll ljóðføri
eru tráðleys, so vit kunnu
ganga ímillum áhoyrarar-
nar og geva teimum eitt
gott upplivilsi.
Country Sisters komu til
Føroya mánadagin, og um
vikuskiftið eru tvær kon-
sertir á skránni. Onnur í
Mentanarhúsinum í Fugla-
firði og hin á Hotel Før-
oyum.
– Fólk hava bjóðað okk-
um nógva staðni runt í Før-
oyum, og vit hava vitjað
nógv áhugaverd støð, siga
tær.
– Vit gleða okkum til at
spæla, og vit hopa, at ein
væluppløgd áhoyrarafjøld
møtir upp. Í Grønlandi vóru
áhoyrararnir super, og vit
hopa, at tað verður tað
sama í Føroyum.
Country
systrarnar
skuldu annars bera føroy-
ingum eina heilsan frá
Heidi Hauge úr Noregi,
sum var her í fjør. Tær hava
júst verið í Noregi á eini
konsertferð í tvær vikur,
har tær hava spælt saman
við Heidi Hauge og øðrum
kendum
countrytónleik-
arum.
Konsertirnar verða, sum
sagt tvær í tali. Onnur á
Hotel Føroyum í Havn, og
hin í Mentanarhúsinum í
Fuglafirði. Tað er eisini
Mentanarhúsið í Fuglafirði,
sum hevur staðið fyri, at fáa
bólkin til Føroya.
Myndatxt: Country Sisters fara um vikuskiftið at hava tvær konsertir í Føroyum. Onnur verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði og hon verður á Hotel Føroyum í
Havn
Mynd: Jens Kr. Vang
Fríggjakvøldið
verður undirhald
fyri allar pengarnar í
Platform. Men bert
um tú ert konufólk
TILTAK
Ingrid Bjarnastein
Í morgin, fríggjakvøldið,
verður eitt megnar konu-
fólkakvøld í dansistaðnum
Platform í Havn. Tí ein
stóran part av kvøldinum
sleppa bara konufólk inn,
og eisini verður undirhald
fyri allar pengarnar.
Latið verður upp klokk-
an 22, og tey konufólk, ið
leita sær oman í Platform,
fáa fyrst ein vælkomst-
drykk at leska sær á við.
Eisini verður ein stór
eksotisk buffet, og lovar
dansistaðið eisini, at ein
eksotiskan dansara, at
undirhalda.
Heri Jacobsen verður
vertur, og heilt inntil
klokkan 2 hava mannfólk
onki at gera inni á Plat-
form.
Eitt mótashow er eisini á
skránni, sum hevur allan
tann nýggjasta konufólka-
mótan.
Atgongumerkini kosta
100 krónur og kunnu
longu keypast í forsølu.
Við í prísinum er væl-
komstdrykkurin, buffetin,
diskotek og mótashow.
Einans konufólk
Hesin kemur at syrgja fyri
eksotiskum dansi
fríggjakvøldið
Bakaralærlingur
Okkum tørvar ein raskan bakaralærling.
Hevur hetta tín áhuga so ring ella skriva til:
Pf. Frants Restorff
Tórsgøta 13 · Postsmoga 41
110 Tórshavn · Tlf. 31 10 60
Bygningur til sølu
Hervið verður goymslubygningurin, ið Sjóvar
kommuna eigur á matr. nr. 367a í Langanesi á
Strondum lýstur til sølu.
Bygningurin, ið er 375 m2 til støddar, er bygdur í
1988.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til
kommunuskrivstovuna.
Møguligt tilboð, ið skal vera í brævbjálva merktur
goymslubygningur, skal verða Sjóvar kommunu í
hendi í seinasta lagi 28. apríl 2003.
Kommunustýrið skilar sær rætt til ikki at taka av
nøkrum tilboði.
Sjóvar kommuna
490 Strendur
Pedagogur
Søkt verður eftir einum pedagogi at arbeiða 30
tímar um vikuna frá 15. mai 2003.
Barnagarðurin er ein sjálvsognarstovnur við 2
stovum, 15 børn í hvørjari í aldrinum frá 3-7 ár.
Vit ynskja at umsøkjarin:
• Hevur góð samstarvsevir
• Er røkin, nærlagdur og álítandi
• Er nýhugsandi og ígongdsetandi
• Dámar væl at vera úti í náttúruni
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagog-
felag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Lønar-
stig 9.
Meira fæst at vita við at ringja til okkum og tosa við
leiðaran Súsonnu á Stongum, tlf. 332948.
Umsókn við avriti av prógvi og møguligum við-
mælum skal vera okkum í hendi seinast 23. apríl
2003.
Barnagarðurin Sýslan
FO-380 Sørvágur
Frá Hósvíkar
kommunu
Bygdaráðsfundurin ið lýstur er at vera mikudagin
16. apríl 2003, er fluttur til mikudagin 9. apríl 2003.
Hósvíkar kommuna
Útbjóðing av
lastbilaflutningi
Flutningur av skervi og sandi millum bryggjuna á
Langasandi og grótbrotið í Hundsarabotni, verður
við hesum boðin út alment.
Áhugað kunnu venda sær til LV-skrivstovuna,
Tinghúsvegi 5, tlf. 311333, har frágreiðing og treytir
fáast útflýggjað.
Licitatiónin verður hjá Landsverkfrøðinginum 22.
apríl, kl. 13.00.
Landsverkfrøðingurin
-tað loysir seg
C
M
Y
K
17
16