Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. apríl 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 65 - 3. apríl 2003 Landsstýrið hevur valt Carl á Lag í nevndina fyri Fram- taksgrunnin í staðin fyri Niels Winther Poulsen, ið hevur verið formaður. Niels Winther Poulsen hev- ur lagt frá sær, tí spurnartekn hevur verið sett við hansara gegni ÚTSKIFTING Ingi Rasmussen Umstríddi formaðurin í Framtaksgrunninum Niels Winther Poulsen, advokat- ur, hevur gjørt av at leggja frá sær longu eftir einum ári. Niels Winther Poulsen er valdur av landsstýrinum, og Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður, hevur í staðin valt Carl á Lag, stjóra í Havn, í nevndina. Framtaksgrunnurin hevur um dagarnar. Fundurin skuldi eftir ætlan verið týs- dagin, men tað eydnaðist ikki at savna nevndina, og tí varð hann útsettur ein dag ella tveir. Niels Winther Poulsen sigur við Útvarpið, at hann hevur lagt frá sær, tí stórt spurnartekn varð sett við hansara gegni beinanvegin, hann gjørdist formaður. Hetta var tí, at hann sum advokatur í stórum advok- atvirki hevði nógv áhuga- mál at røkja, sum kundu koma tvørt fyri áhugamál- ini hjá Framtaksgrunnin- um, varð sagt. Tí metir hann tað vera rættast at velja onkran annan for- mann, serliga nú farið verður undir einskiljing av Fiskavirking. Niels Winther Poulsen er annars væl nøgdur við hetta árið, hann hevur verið formaður. Tað hevur verið spennandi og gott, sigur hann, men hann heldur samstundis, at nevndarlimir skuldu verið valdir fyri meira enn eitt ár í senn. Í nevndini fyri Framtaks- grunnin sita Dagmar Joen- sen, stjóri, Sjúrður Horsdal, stjóri, Eydna Justinussen, fíggjarráðgevi, og so ný- valdi Carl á Lag. Nevndin skal nú velja fimta limin. Hon skipar seg sjálv og vel- ur formann á aðalfundin- um. Carl á Lag er stjóri í al- tjóða fiskafyritøkuni SN Global. Og tað er ikki hvør sum helst. Umsetningurin hjá SN Global konsernini er umleið 4.000 milliónir krónur. Móðurfelagið held- ur til í Japan, og tilsamans starvast 3.000 fólk í fyri- tøkuni. Evropeiska høvuðssætið er í Føroyum, her fyritøkan hevur verið síðstu fimm ár- ini. Føroyska felagið hevur dótturfeløg í bæði Frak- landi og Týsklandi, og systirfeløg eru at finna bæði í USA, Kili og Japan. Framtaksgrunnurin er ein týðandi aktørur í føroysk- um vinnulívi og eigur bæði Fiskasøluna og Fiskavirk- ing. Nú er tíðin komin at selja burturav Fiskavirking, heldur fráfarandi formaður- in í nevndini fyri Framtaks- grunnin. Formaðurin takkar fyri seg Carl á Lag er nýggjur nevndarlimur í Framtaksgrunninum. Hann er stjóri fyri altjóða fyritøkuni SN Global Mynd: Álvur Haraldsen Eftir at Fiat Stilo hava verið á marknaðinum í gott eitt ár sum hatchback við trim- um og fimm hurð- um, er nú station- vognurin Multi Wagon komin á marknaðin BILAR Magnus Gunnarsson Fiat kalla Stilo station- vognin fyri Multi Wagon. Talan er um ein rúmligan bil ið er nakað hægri innan enn hatchback útgávurnar. Eins og á hatchback útgáv- unum kann baksetrið flytast aftur og fram, soleiðis at man kann velja í millum at hava stórt viðførisrúm ella gott beinpláss aftan. Viðførisrúmið er 510 litrar, tá baksetrið er flutt heilt aftur. Bilurin fæst við 1,6 og 1,8 litur bensinmotorum og JTD dieselmotorum við ávikavist 80 og 115 hk. Opið hús verður leygar- dagin 5. apríl frá kl. 10-17, har høvið verður at royna nýggjar bilar og heilsa uppá nýggja stjóran. Eisini verður kaffi og pinnamatur og balónir til børnini. Nr. 65 • hósdagur • 3. apríl 2003 • 77. árg. Bilasølan Bilfríðkan í Havn hevur fingið nýggjan stjóra. Suni Magnussen, ið hevur arbeitt sum sølumað- ur hjá fyritøkuni í gott eitt ár, er nú stjóri á fyritøkuni, sum eigarin, Ludvík Petersen, stovnaði fyri skjótt 30 árum síðan BILASØLA Magnus Gunnarsson Bilfríðkan bleiv stovnað í 1975. Ludvík Petersen byrjaði í garaguni hjá foreldrunum við Velbastað- vegin, har hann umvældi og lakkeraði bilar. Hann hevði tá lært til bilmekanikara hjá Reyni Service í Rættará. Seinni blivu størri virkis- bygningar bygdir við bil- verkstaði, eykalutagoymslu og framsýningarhølum. Í 80-unum innfluttu teir brúktar bilar, ið blivu settir í stand og seldir. Bilfríðkan hevur fyrr umboðað Gene- ral Motors, nú eru tað bil- merkini Fiat og BMW. Nýggi stjórin á Bil- fríðkan, Suni Magnussen, er 43 ára gamal. Hann er best kendur sum Suni í Fotobúðini. Suni byrjaði í 1977 í Fotobúðini hjá Sigurð Bech á Áarvegnum í Havn og arbeiddi har í nøkur ár. Hann hevur tó fyrr roynt seg í bilbranch- uni, við tað at hann mið- skeiðis í 80-unum arbeiddi sum sølumaður á bilasøluni hjá Ivan Johansen. Tá hann hevði verið har í hálvtann- að ár, fekk hann tilboð um at yvirtaka Fotobúðina. Men hugurin hevur stóð tó alla tíðina til bilarnar. Fyri einum ári síðan fór Suni aftur at royna seg sum bilasølumann, hesaferð hjá Bilfríðkan. Nú er hann so vorðin stjóri á fyritøkuni. Suni eigur Fotobúðina í Handilshjarnanum og Lud vík Petersen eigur Bil- fríðkan. Nýggjur stjóri á Bilfríðkan Fiat Stilo Multi Wagon Ludvík Petersen, v.m., stovnaði Bilfríðkan í 1975. Nú er Suni Magnussen stjóri á fyritøkuni C M Y K 19 18