Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. apríl 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 65 - 3. apríl 2003 Nr. 65 - 3. apríl 2003 21 BILATORGIÐ Føroyski brúktbilamarknaðurin - í Sosialinum hvønn hósdag Fyrivarni verður tikið fyri villum NISSAN PRIMERA 2,0 SE Árg 1998, Km 105.000. Bilurin hevur Alu-felgur og leðursetur.. Kr. 118.000. PEUGEOT 306 DIESEL Árg 1996, Km 155.000. Kr. 75.000. PEUGEOT 306 DIESEL Árg 1995, Km 205.000. Kr. 65.000. PEUGEOT 406 2,1TD Árg 1998, Km 153.000. Kr. 127.000. FORD ESCORT 1,8 DIESEL Árg 1995, Km 152.000. Kr. 65.000. FORD ESCORT MONACO 1,8I Árg 1998, Km 123.000. Kr. 85.000. FORD ESCORT ST.CAR 1,6 Árg 1996, Km 110.000. Kr. 65.000. FORD MONDEO ST.CAR 1,8TD Árg 1995, Km 135.000. Kr. 95.000. MITSUBISHI GALANT 1,8 Árg 1991, Km 161.000. Kr. 43.000. NISSAN ALMERA 1,6 Árg 2000, Kr. 115.000. NISSAN ALMERA COMFORT 2,2DI Árg 2000, Km 63.000. Alufelgur við summardekkum fylgja við.. Kr. 145.000. NISSAN MICRA 1,3 SRI Árg 1998, Km 41.000. Kr. 89.000. OPEL ASTRA 1,7DT VAN Árg 1997, Km 82.000. Prísur fyrr Kr. 78.000 – Nú Kr. 65.000. OPEL ASTRA 1,7D Árg 1996, Km 159.000. Kr. 52.000. OPEL ASTRA 1,7DT Árg 1996, Km 156.000. Kr. 75.000. OPEL ASTRA 1,7TD ST.CAR Árg 1999, Kr. 115.000. OPEL ASTRA 1,6 GLX Árg 2001, Km 30.000. Kr. 119.000. OPEL CORSA SPORT 1,4 Árg 1995, Km 70.000. Kr. 50.000. OPEL VECTRA 1,6 GLI Árg 1994, Km 122.000. Kr. 59.000. OPEL VECTRA 2,0 DTI ST.CAR Árg 1997, Kr. 125.000. PEUGEOT 106 1,4 Árg 1997, Km 80.000. Kr. 69.000. PEUGEOT 306 1,9D Árg 1999, Km 61.000. Kr. 125.000. PEUGEOT 306 1,9DTGRØNUR Árg 1996, Km 162.000. Kr. 75.000. PEUGEOT 406 ST 2,0 HDI Árg 1999, Km 120.000. Kr. 155.000. PEUGEOT 406 TS6 Árg 2001, Km 57.000. V6 210HK. Kr. 210.000. PEUGEOT 607 HDI 2,2 Árg 2001, Km 120.000. Tip-Tronic. Prísur fyrr Kr. 275.000 – Nú Kr. 259.000. TOYOTA AVENSIS SOL 2,0DTI Árg 1998, Km 185.000. Kr. 130.000. Tel 345400 nissan@nissan.fo heimasíða: www.nissan.fo MPV TIL SØLU Nissan Prairie árg 94 TÝSKUR bilur, svartur, bakhurðar langsgangand, sportfelgur sóltak 2 sett dekk, sóltak, el rútar og sentrallás. SKAL SÍGGJAST EINANS Kr. 110.000 KR V.MVG TLF. 224910 CITROEN ZX 1.9TD Árg MAI'1997, Km 160.000. Kr. 85.000. SKODA OCTAVIA 1.6I GTX Árg NOV'1999, Km 45.000. Kr. 120.000. VW POLO 1.3I Árg MAI'1992, Km 58.000. Kr. 35.000. CITROEN XANTIA 1.9TD Árg MAI'1998, Km 51.500. Kr. 130.000. CITROEN XSARA 1.6I SX Árg APRÍL'2002, Km 12.500. Kr. 150.000. MITSUBISHI GALANT 1.8I Árg JUNI'1989, Km 158.000. Kr. 35.000. OPEL VECTRA 2.2DTI Árg OKT'2000, Km 75.000. Kr. 170.000. TOYOTA HI-ACE 2.4D-TURBO AUT. Árg MAI'1999, Km 104.000. Kr. 150.000. Tel 313666 • www.ivan.fo •e-mail: ivan@ivan.fo PEUGEOT 406 2.1 HDI DIESEL 7.PERS. STATIONCAR Árg Nov.97, Km 111.000. Vælhildin: Fj. Stýrt centrallás C.D. Anlegg -Alufelgur-Hiti í forsetrum- El.Rútar v.m. 7.persónar.. Kr. 140.000. ROVER 25 CLUB Árg 20.sep 2001, Km 14.650. Vælhildin : Fj. Stýrt centrallás C.D.Anlegg-El. rútar-El.spegl- lufelgur eyka hjólsett við v.m. Kr. 135.000. OPEL VECTRA 1.8I GL Árg Maj.-95, Km 81.700. Vælhildin:Centrallás- El. Spegl - C.D.Anlegg . v.m. Kr. 65.000. MAZDA 323 F Árg 1993, Km 182.000. Kr. 36.000. TOYOTA COROLLA 1.6 Árg Dec-91, Kr. 30.000. FIAT BRAVO 1.6 SX Árg 96, Km 97.000. Vælhildin: Centrallás- El. Rútar- Radio v.bandspælara - Alufelgur . Kr. 50.000. Jónas Broncksgøta 15 Tel. 310600 - Fax 310650 VOLVO S40 1.8 Árg mars 01, Km 46.000. Sum nýggjur. Kr. 199.000. Uttan býtisbil / 189.000,- Kr. OPEL VECTRA 1.8 Árg Jan-99, Km 30.000. Sera væl hildin . Kr. 128.000. Fyri kunda = uttan býtisbil HONDA ACCORD 1.8 I Árg apr.98, Km 84.000. Í góðum standi. Kr. 124.000. Sýnaður 06.06.02 - Uttan býtisbil * 112.000,- Kr. OPEL ASTRA 2.0 TDI Árg jan. 99, Km 70.000. Sýnaður 13.12.02. Kr. 119.000. Uttan býtisbil * 109.000,- Kr. TOYOTA COROLLA 1.3 L/B Árg jan. 01, Km 20.000. Sera væl hildin . Kr. 119.000. Uttan býtisbil 109.000, Kr. RENAULT LAGUNA 1.8 H/B Árg okt. 01, Km 29.000. "partvís leður inntrekk, 17"" alu-felgur, CD- boks, spoylari o.m.m.a.". Kr. 199.000. Uttan býtisbil 189.000, Kr. RENAULT LAGUNA 1.6 H/B Árg mei 01, Km 22.000. Kr. 179.000. Uttanbýtisbil 169.000,- Kr. SUZUKI BALENO Árg nov. 97, Kr. 69.000. Uttan býtisbil 59.000,- Kr. Hoyvíksvegur tel 322110 Varðveitingararbeiðið í Koltri Frágreiðing frá Føroya Forngripafelag Tað hevur verið nógv skriv- að, og fleiri samrøður hava verið í útvarpi og sjónvarpi um oman fyri nevnda evni, men felags fyri hesa skriving og sendingar er, at Føroya Forngripafelag sjáldan verð- ur nevnt, og um so er, so er tað ytst úti á síðulinjuni. Leygardagin 15. mars 2003 hevur Poul á Kletti í Dimmalætting nr. 52 langa viðtalu við Gunnar Hoydal, hvar nógv gott og rætt verð- ur sagt um tann dýrgripin, gamla byggingin í Koltri er, bæði so og so. Yvirskriftin: »Koltur eigur ikki sín líka«, hoskar væl. Aftur her kann man siga at Forngripafelagið verður nógv tilsíðissett, tá sagt verður, »Føroya Forngripa- felag hevur eisini verið uppi í arbeiðinum«. Nú halda vit tað vera rætt at koma við einari rættleið- ing, tí Føroya Forngripa- felag hevur ikki bara »verið uppi í arbeiðinum«, men byrjaði bjargingararbeiðið við at skjóta upp at seta eina nevnd til at gera eina serskipan fyri Koltur, so- leiðis at Koltur kundi koma undir bygdasavnslógina. Serskipanin kom í lag, og landsstýrið álegði Føroya Jarðarráði at síggja til, at øll fornminnini í Koltri vórðu varðveitt, men sum so ofta, so hendi ikki meira. Eftir ódnirnar frá 1988 til 1992 stóð sera illa til í Koltri, nógv var rivið, og uppaftur meira stóð at leypa. Hetta helt Forngripafelagið sjálvsagt vera stórt spell, tí vit kendu virðini av allari tí gomlu byggingini í Koltri. Vit royndu tí at ávirka okk- ara avvarðandi myndugleik- ar, og serliga Føroya Jarðar- ráð, at hjálpa til, men vit vintu tað munnliga svarið frá stjóranum, at teir vildu ikki geva okkum loyvi til at fara undir nakað bjargingarar- beiði í Koltri, men teir vildu heldur ikki nokta fyri tí. Hetta var løgið svar, men týðuligt var, at Jarðarráðið kendi sær onga ábyrgd av fornminnunum í Koltri. Forngripafelagið gjørdi so av sjálvt at byrja bjargingar- arbeiðið í Koltri. Vit fingu tríggjar avbera góðar menn til arbeiðis, og alt byrjaði í góðum samstarvi við táver- andi festaran, sum eisini hjál- pti til, tá hann hevði stundir til tess. Eisini arbeiddu eink- ultir limir felagsins fyri einki í frítíð teirra. Alt arbeiðið varð sjálv- sagt gjørt í tøttum sam- starvi við Føroya Forn- minnissavn, sum eisini var við til at fáa samband við arkitektaskúlan í Keyp- mannahavn. Tað væla ar- beiðið, sum Palle Dyreborg og Poul Jensen saman við næmingum teirra gjørdu, var av avgerandi týdningi fyri úrslitið, vit nú síggja har. Eisini er øll tann gamla byggingin væl og virðiliga staðfest á tekningum teirra. Tá komið var út í 1995, var so mikið á leið komið, at alt, sum ikki heilt var av- fallið, var bjargað. Nógv hús vóru liðug uttan og onnur væl avstívað og soleiðis bjargað til seinni at verða gjørd liðug. Tá so langt var komið, høvdu vit nýtt kr. 785.000,-. Frá Sonnings- fondinum fingu vit kr. 250.000,-, frá Føroya Spari- kassa kr. 175.000,-, og frá Drotningagrunninum kr. 20.000,- í studningi. Restina kr. 340.000,- hevur Forn- gripafelagið sjálvt goldið. Sum tað sæst, so gjørdi Forngripafelagið alt varð- veitingararbeiðið uttan tað, arkitektarnir gjørdu. Nú var ikki hildið ráðiligt at halda fram, fyrr enn tey formligu viðurskiftini vóru komin í rættlag, so sum friðing og skipan av einum felagsskapi í tráð við bygdasavnslógina til at standa aftan fyri arbeiðið. Hetta arbeiðið varð gjørt í samráð við Hest Kommunu og Bjørn Patursson, nýggja festaran í Koltri. Sakførari hjálpti okkum við at skriva reglurnar, soleiðis at tær svaraðu til krøvini í bygda- savnslógini. Hest kommuna og Forngripafelagið góð- kendu reglurnar beinan vegin, men frá Jarðarráðn- um kom einki svar, og tí kom hetta ikki í lag. Á ferð í Føroyum vórðu umboð fyri Ny Carlsbert- fonden kunnað um tey stóru mentanarvirðini, sum Forn- gripafelagið hevði bjargað í Koltri, og vóru teir sera hug- tiknir av hesum. Teir buðu sær til at veita stórfingnan studning til framhald av hesum arbeiðinum, men sjálvsagt fylgdu treytir við hesum. Nú raknaði Føroya Jarðarráð við, men tað vísti seg skjótt, at tað bert var fyri at fáa hendur á hesum nógva danska peninginum og sjálvir avgera, hvussu hann skuldi nýtast. Í sambandi við hetta stór- tøkna tilboðið frá Ny Carls- bergfonden valdi landsstýrið eina nevnd at gera enn eina reglugerð fyri Koltur, og eitt ávíst fundarvirksemi tók seg upp fyri at fáa øll hesi við- urskiftini í rættlag. Tá hetta arbeiðið var um at vera liðugt, hendi tað sera løgna, at á einum fundi í Menta- málastýrinum 8. mars 2000 boðaði formaðurin í Føroya Jarðarráði frá, at Føroya Forngripafelag skuldi úti- hýsast úr øllum arbeiðinum, sum hevði við eitt komandi Kolturssavn at gera og so- statt missa alt samband við framtíðar varðveitingar- arbeiði í Koltri. Hesum skiltu vit sum vera man einki av, og teir, sum allar minst skiltu nakað av hesum, vóru umboðini fyri Ny Carlsbergfonden. At Føroya Forngripafelag, sum hevði bjargað nevndu grip- um og skaffað so nógvan pening til varðveitingarar- beiðið í Koltri, nú knappliga skuldi koyrast út úr øllum ar- beiðinum, ið felagið við so góðum úrsliti hevði lagt alla sína orku í. Vit hava seinni fingið at vita, at hendan hendingin mundi vera ein av høvuðsorsøkunum til, at Ny Carlsbergfonden tók sína tilsøgn aftur, tí teir høvdu stóra virðing fyri tí varðveit- ingararbeiðinum, Forngripa- felagið hevði gjørt í Koltri. Nú síggja vit, at Jarðar- ráðið hevur stovnað Kolturs- grunn og valt nevnd í hann, uttan á nakran hátt at lata Føroya Forngripafelag, ið hevur goldið alt sum gjørt er, vitað av hesum. Enn er einki likið út um, á hvønn hátt hesin grunnur er skipaður, og hvussu tann veruligi ar- beiðssetningurin er, men eft- ir samansetingini av nevnd- ini at døma verða tað neyvan fornminnini, ið fáa hægstu viðurkenning, so sum Gunn- ar letur tað ljóða í viðtaluni. Nevnast skal eisini her, at fleiri av húsunum, sum Forngripafelagið setti í stand fyri egnan og studningspen- ing, nú verða nýtt í garðs- drifini, uttan at endurgjald er latið fyri tað. Hetta var held- ur ikki ætlan okkara og er eisini greitt brot á ætlanina hjá studningsveitarunum, tí peningurin skuldi nýtast til antikvariska varðveiting og einki annað. Føroya Forngripafelag gleðir seg álíkavæl um tað arbeiði, vit gjørdu í Koltri, tí vóru vit ikki so knappir og skjótir á takinum, so lógu mest sum allir teir gomlu virðismiklu bygningarnir slættir í dag, og tað hevði ver- ið stórt spell bæði fyri okkara byggisøgu og eftirtíðina. Men illa kenna vit okk- um viðfarnar. Vit halda tað vera neyð- ugt nú at koma við hesar frágreiðingini. Tórshavn 27. mars 2003 Nevndin fyri Føroya Forngripafelag Símun V. Arge Høgni W. Larsen Heine Olsen Mortan Winther Poulsen Jógvan Ravnsfjall C M Y K 21 20 í Sosialinum LÝSIÐ brúktum bilum við