Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. apríl 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 65 - 3. apríl 2003 Sony / Mitsubishi Í Japan hava verk- smiðjurnar Sony og Mitsubishi gjørt av- talu um elektroniska tøkni í framtíðar bil- um, har t.d. fer at bera til at kortleggja eina rutu á heimatelduni, sum síðan við einum memorykorti verður sett í navigatiónsskip- anina í bilinum. Kelda: Motor Magasinet 307 í Argentina Komandi ár byrjar framleiðslan av Peu- geot 307 í Buenos Aires í Argentina. Verksmiðjan fram- leiddi í fjør 17.800 bilar av modellumum Peugeot 206, Peugeot Partner og Citroën Berlingo. Ætlanin er at framleiða 16.000 Peugeot 307 árliga. Kelda: Motor Magasinet Mercedes E Mercedes E bleiv kos- in av týska bilblað- num Auto Bild sum besti bilur í Evropa. Mazda6 kom sum klárt nummar tvey. Blaðið hevur 35 milli- ónir lesarar í Evropa. Kelda: Motor Magasinet Italsku Lancia hava ongantíð "dominar- að" í gøtumyndini í Føroyum. Teir Lancia sum hava verið her kunnu teljast á einari hond. Lancia Ypsilon er ein luksus minibil- ur, har kundin sjálvur kann velja litsaman- setingina av bilinum uttan og innan BILAR Magnus Gunnarsson Lancia verða gjørdir í fleiri ymiskum modellum. Tann minsti er Ypsilon, síðan koma Lybra, Thesis og Phedra. Phedra verða gjørdir í Fraklandi, á somu verksmiðju sum Peugeot 807, Citroën C8 og Fiat Ulysse. Lancia Ypsilon verður roknaður sum ein luksus minibilur. Kundin velur sjálvur litsamanset- ingina av bilinum uttan og innan. Framman líkist bil- urin tí størra Lancia Thesis. Ypsilon fæst t.d. við Bose hifi-tónleikaanleggi, fram- komnum automatiskum klimaanleggi, sum einans finnast í størri bilum. Um- framt bensinmotorarnar fæst bilurin eisini við ein- um nýggjum 1,3 litur Multijet-dieselmotori við 70 hk saman við einum nýggjum Dualmode-gir- kassa við automatiskum girskifti. Lancia bilarnir verða ikki marknaðarførdir í Danmark og Føroyum. Fyrst bleiv avloysarin fyri Mazda 626 til Mazda6, avloysarin fyri Mazda Demio bleiv til Mazda2. Á bilaframsýningini í Genéve var ein Mazda MX Sportif, ið eftir ætlan kemur at av- loysa Mazda 323. Navnið verður Mazda3 BILAR Magnus Gunnarsson Tað gongur hart fyri seg hjá Mazda í hesum døgum, tá nýggj modell koma á marknaðin næstan hvørt ár. Fyrst kom Mazda6, Mazda2 og RX8 eru á veg, samstundis sum tað ikki verður leingi, til ein av- loysari fyri Mazda 323 kemur á marknaðin. Kon- ceptbilurin Mazda MX Sportif, ið bleiv sýndur fram á bilaframsýningini Genéve, verður eftir ætlan avloysari fyri Mazda 323 við navninum Mazda3. Talan er um ein bil sum verður bygdur yvir sama plattform sum ein komandi Ford Focus. Mazda hava heilt broytt stíl, nú leggja teir seg eftir at gera familjubilar við sport- ligum designi og koyriegin- leikum. Enn hava vit ikki nógvar upplýsingar um nýggja Mazda3, men hann kemur at fáast við einum framkomnum 2,0 litur motori, sum lýkur tey strongu japansku ULEV- umhvørviskrøvini (Ultra Low Emission Vehicle). Lancia Ypsilon – ein luksus minibilur Mazda3 - sýndur fram í Genéve Lancia Ypsilon er ein luksus minibliur við framkomnari útgerð, sum einans finst í størri bilum Kundin velur sjálvur litsamansetingina innan og uttan. Setrini eru líka fín sum í størri luksusbilum Mazda MX Sportif, seinni Mazda3, minnir nógv um Mazda6 framman. Bilurin verður bygdur yvir sama plattform sum ein komandi Ford Focus. Smartur bilur og elegant design. Baklyktirnar eru í sama stili sum á Mazda6 Nr. 65 • hósdagur • 3. apríl 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Neistin FM-vinnari í Kvinnuunglingum TÍÐINDASKRIV frá VÍF Aftur í ár skipar VÍF fyri bátastevnun í Vestmanna. Bátastevnan verður leyg- ardagin 24 maj og verður hon skipað á sama hátt sum í fjørð, har bátar úr øllum landinum seta stevnu í Vestmanna, til felags hugna og har skipað verður fyri ymiskum tiltøkum. Allir luttakarar, bæði av og í bygd, verða bodnir til ábit á Føroya Fiskavirking, har stór kantina verður fyri- skipað. Undirtøka í fjørð var so mikið stór, at tað tíverri ikki var møguligt at bjóða luttakandi manningunum úr Vestmanna til ábit eisini, men hetta verður so gjørt í ár og er endamálið at sam- ansjóða bæði bygda- og avbygdafólk hendan dagin. Ætlanin er eisini at fyri- skipað øðrum tiltøkum, so onnur eisini leita sær til Vestmanna, at hugna sær saman við bátsmanning- unum, hendan dagi. Um kvøldið verður stór- ur country dansi í Ítróttar- høllini, har Country Bólk- urin úr Klaksvík spælir til dans. Bátastevnan, sum verður eitt árligt afturvendandi til- tak í Vestmanna, verður fyriskipað av VÍF og inn- tøkurnar av tiltakinum verða brúktar til at fíggja nýggja kappróðrarneystið hjá felagnum og til rakstur og nýbyggjan av kapp- róðrarbáumi. VÍF er í ferð við at byggja nýggja Hav- frúgv og er tað Olaf Halda- nsen í Vestmanna, ið er byrjaður at smíða bátin, ið verður klárur til kapping- arárið 2003. Olaf Haldansen hevur frammanundan smíða fe- lagnum 2 kappróðrabátar - Vestmenning og Fortunu. Hesir bátar hava klára seg væl í kappingunum sein- astu árini. Vestmenningur hevur verið eitt av bestu 10-mannaførunum og vunnið nógvar sigrar. Fortuna, ið varð lánt til Vágs í fjørð, vann føroya- meistaraheiti sannførandi undir navninum Smyril, so vestmenningar eru spentir uppá nýggju Havfrúnna frá Olafi. Nøvn aftast frá vinstru: Sólvá Dam, Barbara á Rógvi, Gunnvá Brockie, Angela Mørk, Fríða Berg og Birita H. Christiansen.Fremst frá vinstru: Rakul Augustinussen, Lív Sørensen, Herfríð Hammer (við dóttrini Joan), Selma Dahl Erol og Anna Clementsen Kvinnuunglingarnir hjá Neistanum eru Føroya- meistarar fyri kappingar- árið 2002/03. Nýkosnu FM-vinnararnir hava bert sett eitt stig til í lands- kappingini í ár, so ikki kann sigast annað, at FM- heitið er fult uppiborð. Sosialurin ynskir kvinnu- unglingunum hjá Neistan- um hjartaliga tillukku við FM-heitinum. -páll Bátastevna í Vestmanna C M Y K 23 22