hósdagur 3. apríl 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 65 - 3. apríl 2003
25
24
Nr. 65 - 3. apríl 2003
Fimleikararnir í
Støkk sýndu fram
bæði leygardagin og
sunnudagin fyri
fullari høll. Fimleika-
árið er um at enda og
framsýningin var
endabresturin fyri
fimleikaárið í ár.
FIMLEIKUR
Páll Holm Johannesen
Um vikuskiftið hevði fim-
leikafelagið úr Runavík,
Støkk, sína árligu fimleika-
framsýning. Av tí, at áhugin
fyri framsýningini vanliga
er rættiliga stórur, hevði
nevndin í Støkk valt at sýna
fram bæði leygardagin og
sunnudagin.
Onnur feløg skipa van-
liga framsýningarnar so, at
tey yngru eru fyrra dagin,
meðan tey eldru sýna fram
seinna dagin. Í Runavík um
vikuskiftið vóru tvær saml-
aðar framsýningar, har allir
fimleikararnir vístu kynstur
síni fram báðar dagarnar.
Árligu framsýningarnar
eru endabresturin hjá fim-
leikafeløgunum, har allir
fimleikararnir í feløgunum
sleppa at sýna fram tað, tey
hava vant allan farna
veturin.
Framsýningin er hæddar-
punktið hjá flestu fimleik-
arunum, og eitt frágera gott
høvi hjá øllum íðkarum at
sýna fram. Til kappingarnar
um veturin verða vanliga
nógvir fimleikarar sáldaðir
frá, meðan til framsýning-
arnar sleppa allir fimleikar-
arnir upp í part. Talan er tí
um eitt tiltak, sum er fyri
breiddina og ikki einans
fyri teir dugnaligastu fim-
leikararnar.
Stúgvandi full høll
Bæði
leygardagin
og
sunnudagin leitaðu nógv
fólk sær í høllina í Runavík.
Á skránni báðar dagarnar
var, umframt vanligu liðini
hjá Støkk, fýra rútmisk
fimleikalið, sum øll vóru
við í Stórkappingini, og
reiðskapsfimleikur.
Skrivarin í Støkk, Lív
Reinert Kjeld, metir, at eini
hálvfjórðhundra fólk vóru
leygardagin, meðan eini
500-600 vóru sunnudagin.
Fyrstu árini vóru ikki so
nógvir limir í Støkk, og tí
vóru fimleikaframsýningar
í Glyvra Skúla, men sein-
astu 25 árini hevur ítróttar-
høllin verið karmur um
tiltakið.
Av tí, at 5, 10, 15 árs nálir
og ídnisprógv vórðu hand-
að sunnudagin, høvdu fleiri
fólk leita sær í høllina
sunnudagin.
Ídnisprógv
verða givin til ein til tveir
fimleikarar á hvørjum lið-
ið, sum hava gjørt størst
framstig í vetur.
Tað nýtist ikki at vera
tann dugnaligasti fimleik-
arin, ið fær henda heiður,
men eins nógv tey, ið hava
lagt fyri nógv fyri í venjing
og gjørt stór framstig Nógv
foreldur, systkin og ommur
og abbar vóru í høllini
sunnudagin og sóu teirra
nærmastu verða heiraðið.
Tað hevur verið havt á
lofti, at ofta eru framsýn-
ingarnar í longra lagi, og tí
ikki serliga áskoðaravinar-
ligar. Tí varð avrátt í Støkk,
at tiltakið ikki skuldi verða
longri enn hálvan triðja
tíma.
Hjá fimleikafeløgunum
hevur árliga fimleikafram-
sýningin stóran fíggjarligan
týdning. Umframt seldu
atgongumerkini, so royna
feløgini at skipa fyri tiltøk-
um, so so nógvur peningur
fæst til vega sum gjørligt, tí
tað er tungt at reka eitt fim-
leikafelag.
Støkk skipaði fyri páska-
tombola, har páskaprýði og
páskaregg vóru at vinna.
Nógv fólk royndu seg, og
so væl gekst, at allir vinn-
ingarnir fóru longu leygar-
dagin, og tí var ikki neyð-
ugt við tombola sunnu-
dagin.
Felag í menning
Støkk er trið størsta fim-
leikafelagið í Føroyum, og í
løtuni er umleið 450 aktivir
limir. Felagið varð stovnað
í 1966, og í Støkk hevur
limatalið aldrin verið so
høgt sum nú.
Tað er ikki einans fim-
leikarar úr Runavík og økin-
um á eystara armi á Eystur-
oynni, sum gera fimleik í
Støkk. Eisini koma fimleik-
arar úr fleiri øðrum bygdum
á Eysturoynni. Lív Reinert
Kjeld sigur, at børn og ung
Árliga fimleikaframsýningin hjá Støkk:
Stúgvandi full høll í Runavík
koma eisini av Strondum,
Skála, Gjógv, Funningi og
Eiði til fimleik í Støkk, og
tað rættiliga hugaligt, at
hugurin skal vera so stórur
at gera fimleik.
Hæddarpunktið hjá fel-
agnum í ár var fimleika-
fagnaðurin,
har
Støkk
gjørdist vinnari. Evnið var
havbotnurin, og tá saman
um kom, komu dómararnir
til ta niðurstøðu, at avrikið
hjá Støkk var mest sann-
førandi.
Í Stórkappingini, sum er
FM í rútmiskum fimleiki,
gekk ikki heilt eftir vild hjá
fimleikafelagnum úr Runa-
vík. Havnar Fimleikafelag
gjørdist stóri sigursharrin,
men í Støkk siga tey, at tey
ætla at koma sterkt aftur
komandi ár.
Endabrestur og tó
Vanliga er fimleikafram-
sýningin endabresturin hjá
fimleikafeløgunum kring
landið, men Støkk hevur
enn nøkur tiltøk eftir. Kom-
andi sunnudag fara 160
fimleikarar til Klaksvíkar
at sýna klaksvíkingunum
síni kynstur.
Árligi túrðurin til Klaks-
víkar er fastur fastur táttur
hjá Støkk. Í Støkk siga tey,
at framsýningin verður
klokkan 15.30 í KÍ-høllini,
og framsýningin verður í
góðan hálvan annan tíma.
Fyrst í mei-mánað verður
FM í amboðsfimleiki fyri
tey yngru- og eldru deildir-
nar, og tí er fimleikaárið
ikki heilt av enn. Hjá fim-
leikarunum, sum skulu
kappast á oyggjaleikum
heldur venjingin fram til
føroyska ferðaliðið fer til
Guernsey seinast í juni
mánað. Flestu fimleikarar-
nir binda nú frið til mánað-
arskiftið august-september,
tá herjað verður á aftur.
C
M
Y
K
24