Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. apríl 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 65 - 3. apríl 2003 Litaviski venjarin hjá VB-kvinnunum verður eisini at síggja í Vági komandi vetur. Daiva Ylaite og Daiva Tuomaite vera eisini verandi, men rættiliga óvist er við Redu Kurkauskiene HONDBÓLTSPRÁT Páll Holm Johannesen Neyvan hevur tað verið so stórur spenningur í Vági, síðan VB vann FM-heitið í 2000 í fótbólti, sum nú komandi sunnudagin, tá kvinnurnar hjá VB fáa vitjan av Stjørnuni í høllini í Vági. Sunnudagin verður møguleiki hjá vágskvinn- um at ogna sær fyrsta meistaraheitið felagsins í kvinnudeildini. VB-kvinnurnar kundu longu havt ognað sær meistaraheitið seinasta vikuskiftið, men argastu kappingarneytarnir úr Vestmanna vunnu sín dyst, so avgerðin um FM-heitið varð útsett í eina viku. Hetta vikuskiftið kunnu VB kvinnurnar sjálvar av- gera kappingina um FM- heitið við at vinna á Stjørnuni. Onki er at dylja yvir, at høvuðsorsøkin til, at VB-kvinnurnar hava staðið seg so væl í ár, er litaviska ísletti á liðnum. Undan kappingini í ár komu fýra litavar til Vágs. Íløgurnar í málverjan Daivu Ylaite, bakspælar- arnir Daivu Tuomaite og Redu Kurkauskiene og venjaran Aivaras Daugis hava bókstaviliga víst seg at verið gull verdar. Í februar mánað eydnaðist VB at vinna steypakappingina, og sum nevnt omanfyri, so liggja tær væl fyri at vinna FM-heitið- og harvið greip- una í ár. Dámar stak væl í Vági Hóast tað kann tykjast langur vegur úr Litava til Vágs, so hava litavarnir funnið seg skjótt til rættis í Vági. - Hóast eg ikki havi verið í Vági meir enn sjey mán- aðir, so kenni eg Vág sum mítt annað heim. Fólk er rættiliga blíð og vinarlið, og mær dámar stak væl í Vági, sigur VB-venjarin, Aivaras. Sambandið millum VB og litavarnar kom ígjøgnum litavisku leikararnar á Skála, Astu Petrauskiene og Kristinu Griksaite. Seinasta summar vóru tær í summ- arfrí í Litava, og greiddu Aivaras frá um føroyskan hondbólt, og at VB mangl- aði ein venjara. Hann var alt fyri eitt áhugaður, og tað mugu vágbingar í dag neyvan vera keddir av. – Tað kann virka sum ein langur vegur at fara frá Litava til Vágs, men eg hevði brúk fyri einari nýggjari avbjóðing, og tað var ein røtt avgerð, eg tók, greiðir VB-venjarin frá. Aivaras Daugis er úr býnum Basvalis, har hann fyri tað mesta hevur vant eitt felag úr heimbýnum, ið kallast Basvalis Svalia. Umframt at venja Basvalis Svalia, hevur hann eisini vant kvinnuungdóms- landslið hjá Litava. Við kvinnunum føddar í 1979 og 1981 fekk Aivaras rættiliga góð úrslit. Til ungdóms OL í 1998 endaði Litava á øðrum pláss og í HM-kappingini fyri kvinnuunglingar í1999 vann Litava eisini silvur- heiðursmerki. Millum leik- ararnar, sum VB-venjarin hevði á ungdomslandslið- unum hjá Litava var Neistaspælarin, Simona Dziugyte. Fremsta ítróttargreinin í Litava er kurvabóltur, meðan ikki eins stór orka verður løgd í hondbóltin. Ein av orsøkunum til, at at litaviskur hondbóltur ikki ger seg galdandi á altjóða stigi er, at fleiri av fremstu leikarunum hava valt at skifta tjóðskap. Tað trýtur ikki við evna- ríkum leikararum í Litava, men tær hava torført við at sláa til. Lættari verður tað heldur ikki tá tær, sum sláa til, heldur velja at umboða aðrar tjóðir enn Litava, greiðir Aivaras frá. Ein av allarbestu kvinnu- ligu hondbóltsspælarunm í heiminum, Ausra Fridrikas, sum í løtuni er í danska felagnum Slagelse, er upprunaliga úr Litava, men hon hevur seinastu mongu árini umboðað Eysturríki. Ov nógv einmansavrik Aivaras Daugis hevur nú verið í Føroyum í góðar sjey mánaðir, og hann hev- ur tí havt møguleika at fylgja við føroyskum hond- bólti. Skoðsmálið til før- oyskan kvinnuhondbólt er, at hann metir, at føroyskur kvinnuhondbóltur hvílir alt ov nógv á einmansavrik. - Mín meting er, at før- oyskur kvinnuhondbóltur hvílir alt ov nógv á ein- mansavrik hjá einstøkum spælarum, og heildin kem- ur ikki nóg væl við, sigur VB-venjarin. Hann er eisini av tí á- skoðan, at talentini kundu verið fleiri í tali í føroyskum 1.deildar kvinnuhondbólti. Hetta er tó ikki galdandi í øllum feløgum, men í ávís- um. Aivaras hevur góð skoðsmál til ungdómsar- beiðið hjá Neistanum og STÍF, og hann væntar, at fleiri leikarar úr teimum báð- um feløgunum fara at gera seg galdandi í framtíðini. – Eg eri eisini ung- dómsvenjari í Vági, og tí hava eg eisini sæð nakað til ungdómshondbóltin í Før- oyum, og eg havi lagt til merkis, at nógvir ungir og evnarríkir hondbóltsspæl- arar eru millum tey yngru, og í løtuni sær tað lovandi út í Neistanum og STÍF, greiðir Aivaras frá. Hjá teimum eldru hevur VB-venjarin serliga góð skoðsmál at bera VÍF- leikarunum Sóley Mikkel- sen og Jacklyn Djurhuus. Sóley Mikkelsen er eftir hansara tykki besti føroyski leikarin í kvinnudeildini. Aivaras ásannar eisini, at enn vantar nakað í Vági, áðrenn felagið kann seta fleiri leikarar við á 1.liði , men hann rósar Lailu Jesp- ersen, Rannvu Augustinus- sen og Gurið Mortensen, sum ungir og evnaríkir leik- arar, sum ein kann vænta sær nógv av í framtíðini. Umstøðurnar til hondbólt eru nógv betri í Føroyum enn í heimlandinum Litava. Aivaras vísur á, at hallirnar í Føroyum eru væl betri riknar, enn í Litava. Einasta hjartasuffið er, at tað ov ofta eru ov fáir áskoðarar til kvinnudystirnar, og tað heldur hann vera spell. – Til okkara dyst sunnu- dagin ímóti Stjørnuni tosa fólk um, at tað fara at vera einir 400 áskoðarar, og tað gleði eg meg til, men tað er á alt ov nógvum støðum ov fáir áskoðarar til dystirnar. Eg vil eisini her nýta høvið til at takka mikið fyri allan stuðulin vágbingar hava víst okkum alt kappingar- árið, sigur Aivaras. Nú skal ganga illa Tá vit spyrja litavska venj- aran, um hann kennur seg tryggan, at liðið hjá sær fer at vinna greipuna í ár, svarar hann, at nú skal ganga illa um VB ikki gerast FM-vinnari. - Man kann tó ikki kenna seg heilt tryggan enn, men nú manglar lítið í, sigur litaviski venjarin. Spurdur um uppskriftina til góðu úrslitini í ár, svarar Aivaras, at leikararnir hava verið sera ídnir allan vetur, og tá tað hevur gingið illa, hava tær reist seg skjótt aftur, og tað hevur havt stóran týdning. Tað er longu greitt, at Aivaras eisini verður venjari hjá VB-kvinnunum komandi ár. Báðar Daiv- urnar- Ylaite og Tuomaite vera við vissu eisini í Vági, men rættiliga óvist er enn við Redu Kurkauskiene. Sum steypavinnari og møguligur FM-vinnari, hevur VB møguleikar at boða frá luttøku í Evropa Cup komandi kappingarár, men hetta er rættiliga óvist. Tað kostar nógv, og tí er størri hugur í Vági at gera eina venjingarlegu í Dan- mark ella Íslandi, har tað eisini skal vera høvi til at leika nakrar dystir. VB-venjarin, Aivaras Daugis: – Vágur er mítt annað heim Navn: Aivaras Daugis Føddur: 9.juli 1970 Tjóðskapur: Litaviskur Heimbýur: Basvalis Fyrrverandi feløg: Basvalis Svalia og venjari hjá litaviska U-17 og U-19 ungdómslandsliðunum Fakta Litaviski VB-venjarin, Aivaras Daugis, heldur, at kvinnuhondbólturin í Føroyum hvílir ov nógv á einmansavrik og ikki á heildina á liðnum. Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 26 Nr. 65 - 3. apríl 2003 27 - Farið væl um natúr- una, verið góð við fuglin og vísið tykk- um sum rættar æla- bogahermenn, so hava tit gjørt tykkara, og kanska fer hesin hugburður at geva úrslit, og tá høvdu tit tvunnið sóma millum manna segði Frits Johannesen í talu síni ì skúlagarðinum í Fuglafjarðar skúla á Grækarismessu 2003. Síðsta hósdag vóru vit báð- ir Petur Páll og eg á fjalli í Klemmuni. Komnir norður ímóti Heimarugjógv, sóu vit ælabogan røkka av Høgabakka til Fuglfjarðar- boðar í einum ljósum támi, sum lá yvir Djúpini. Út úr hesum támi við ælabogan- um yvir sær kom eitt tjaldur flúgvandi. Tað fleyg yvir fjallmonnunum og heilsaði teimum. Hetta var kveikj- andi fyri stirdar vetrarsálir at uppliva hetta ein morgun fyrst í mars. Hóast mjørkin ikki er árligur fyrr enn á mariumessu á vári (25. mars), var ljósa támið ætt- leitt til hesa fragdarstund, sum vit tóku væl ímóti. Tjaldrið kom út úr æla- boganum… ja, indiánin sigur: Tá ið jørðin er sjúk, fara dýrini at hvørva, tá fara hermenninir úr æla- boganum út at bjarga teim- um. Hetta orðið byggir Green Peace sínar tankar á, og eitt av skipum tess ber hetta heiti: Rainbow Warri- or. Hóast hesa lagligu stund Norðuri í Líð, fór gjóstur um mína sál, tá ið hugsað varð um ælabogahermenn- inar. Fer tað at vera so galið, at hetta fer at henda, at t. d. okkara kæra tjaldur fer at hvørva av Guðs grønu jørð? Hvat so? Skulu vit so fara undir at gera okkum eftirgjørdar fuglar.. ja, t. d. ein burgara- fugl ella ein sandwichfugl, sum líkist einum tjaldri við fjaðrum, veli, nevi og bein- um á? Onkur vildi sagt, at tjaldrið er bert ein kjøt- klumpur, sum flýgur i lofti við fjaðrum, veingjum, veli og beinum - verpur , klekir og undan koma kanska ein- ir, tveir ella tríggir ungar ella eingin. Ólíka hevði tað verið hugfarsligari at sitið i køksvind-eyganum og fleygað burgarafuglar og sandwichfuglar í ket- chuppi, sinoppi, við leyki og agurk í? Hetta krassar. Hetta er stimbur fyri ungar sálir.. og hetta hevði verið soooooo kuuuuuul. Ella fara tjøldrini bert at liva í eini telduskrá, sum børn og vaksin fara at stuttleika sær við í einum spæli a teldu- skýggjanum, har ælaboga- hermenninir royna at bjarga so nógvum tjøldrum sum til ber, og tú fært stig fyri hvørt tjaldrið tú bjargar? Hetta er bara eitt spæl, sum vit kundu framleitt og brúkt í dag í undirvísingini, men fátæksligt hevði hetta verið, um tjóðfuglur okkara bara var at finna í hesum spæli – verið til eina hvørvisjón sum gorfugl- urin. Árinið av dálkingini víða um kann summar løtur nøtra teg og meg og fáa tað at verða eitt sindur dimm- leitt kring okkum bæði til sálar og likams, men okk- ara kæra tjaldur hevur ongan ótta, tað fatar ikki, hví óhumskan flýtur út í natúruna av mannaávum. Enn ferðast tað millum hesar beru klettar og til tey heitu londini, har tað er um veturin. Tann trá, sum tað hevur í barmi, er hin sama, sum tað altíð hevur havt frá aldar gamlari tíð, at koma aftur til land okkara og boða frá ljósari tíðum. Øll, sum her eru, hava alsk til henda fugl og eru góð við hann. Nú nevndi eg hetta við ælabogahermonnunum, sum koma út úr ælabogan- um, eins og tjaldrið kom henda fjalldag, hevur nógv at siga okkum, og sann- leikin er tann, at vit mugu alla tiðina hugsa um natúruna og dýrini. Lítli Mike og øll vit, sum her standa, eru ælabogaher- menn. Vit kunnu ikki liva uttan natúruna, og fátækari hevði tað verið, um tjaldrið ein dag ikki rakk hesar oyggjar. Kanska eitt tjaldur kom, og vit sóu tað sita á onkrari túvu her í bygdini, ella í Leirvik ella í Gøtu, so kom hetta tjaldur bert at liva í skaldskapinum sum gorfuglurin. Hetta hevði verið ein sorgarleikur. Farið væl um natúruna, verið góð við fuglin og vísið tykkum sum rættar ælabogahermenn, so hava tit gjørt tykkara, og kanska fer hesin hugburður at geva úrslit, og tá høvdu tit tvunnið sóma millum manna! Frits Johannesen Verið góð við fuglin Frits Johannesen 27