leygardagur 7. desember 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 229 — 7. desember 1991 .
Seta ongan á dyr |
- Men tað er avmarkað, hvussu nógv vit kunnu
leggja á starvfólkið, fáa vit ikki fleiri pengar. Tí
kann tað vera neyðugt at lata aftur jóladagarnar,
sigur Sólborg Dulavík, leiðari á Blákross-
heiminum
Ein dag í næstu viku fara
starvsfólkini á Blákross-
heiminum í Lynggøtu í
Havn at seta seg saman og
taka stóðu til, um nakar
møguleiki er at hava Blå-
krossheimið opið um jólini.
Stovninum trýtur pengar til
raksturin, og okkurt má ger-
ast fyri at koma uppundan,
soleiðis at starvfólkini fáa
frígingið alla ta yvirtíð, sum
tey ikki longur kunnu fáa
utgoldna.
Blákrossheimið hevur
sekt um eykajáttan, men
enn er einki svar komið
Løgtingsins figgjarnevnd
vari herfyri og vitjadu. Tey
fingu tå at vita, hvussu stóð
til. Sólborg Dulavík, leiðari
áBlákrossheiminum, hevur
eisini sýkt Tórshavnar bý-
ráð um stuðul fyri at kunna
halda opið um jólini.
- Eg loyvdi mær at biðja
um pengar frá býráðnum, tí
tá tey kunnu fara út um
kommunumark at stuðla,
mátti eisini borið til at latið
okkum stuðul, sigur Sól-
borg Dulavík. Hon sipar her
til, at Tórshavnar byråd í
seinastu viku samtykti at
stuðla Heilbrigdinum á Vel-
bastað við 20.000 krónum.
Sólborg Dulavík heldur
ikki, at teir sum taka av-
gerðir um stuðul, hava ser-
liga gott innlit í, hvat arbeiði
verður gjørt fyri at hjálpa
alkoholikarum og teirra av-
varðandi. Teir eru oftari
uttanlands og kanna, enn
teir vitja Blákrossheimið,
heldur Sólborg Dulavík.
Ikki bara løgtingsins fíggj-
amevnd í seinastuni verið
og vitjað. Nú ein dagin kom
Jóannes Eidesgaard, lands-
stýrismaður, niðan. Í fylgi
við honum var Útvarp Før-
oya.
Sólborg Dulavík er sera
hørm um orðini, ið Jóannes
Eidesgaard segði á vitjani,
og hetta kom við í útvarpið.
Sólborg Dulavík fekk tað
burturúr, at landsstýris-
maðurin legði hana undir
ikki at duga at planleggja, tá
Blákrossheimið ikki orkar
at hava herberg.
Heita heldur hon vera
nógv fyri at hoyra. Síðan
1984 hevur Blákrossheim-
ið stríðst fyri herberginum.
Sólborg Dulavík hevur
roynt at víst á tørvin, men í
summar varð avgjørt at
gevast við herberginum av
fíggjarligum, og ú tað er
óheppiði longdini at hava
viðgerðarstovn og herbergi
saman.
Eg havi fleiri ferðir
fingið at vita, at herbergið
varð misbrúkt. Tílíkt siga
bara fólk, sum ikki vita,
hvat tey tosa um. Vit lótu
herbergið aftur aftaná
summarfritíðina. Men
neyðin er tann sama, sigur
Sólborg Dulavík.
Blákrossheimið hevur tó
virkað alla tíðina annars
sum áður við at avrúsa fólk
og geva teimum viðgerð.
Og sjálvt um tað eitur, at
einki herbergi er, t.v.s. at
ikki ber til at vála inn og út
gjógnum dyrnar, eru fleiri
komin inn, tátey hava bank-
að á dyrnar.
Vísa ikki burtur
- Vit hava ikki havt hjarta til
at læst dyrnar, tá fólk hava
staðið í ringum standi og
bankað á. Onkur dómi hava
vit um, at menn, sum hava
verið illa fyri, hava biðið
um hjálp. Onkuntíð eru teir
komnir í hýru í hýruvogni,
ið hevur sett teir av heima
hjá mær, tí hýruvogns-
førarin hevur ikki vitað
onnur ráð enn at komið ul
min. Eg havi tíkið ímóti,
sjålvt um tað ikki var min
ábyrgd. Tað hevði kanska
verið rættari at latið teir upp &
í hendurnar á teimum, sum
hava ábyrgdina av hesum
samfelagnum, sigur Sól-
borg Dulavík.
Einsamell á jólum
Hon vónar framvegis, at
Blákrossheimið kann fáa so
frægt av stuðuli, og til ber at
halda jól á heiminum fyri
alkoholikarum. Í fjør vóru
19 fólk har og hildu jól, ti
tey ongan góðan høvdu at
vera hjá. Sólborg Dulavík
kastar ikki familjunum íyri,
attey ikki orka at taka sær av
alkoholikarum, tí tað er
strævið. Hon ivast ikki í, at
tørvurin á at hava opið á jól-
um fyri einsamøllum alko-
holikarum er líka stórur í ár
sum í fjør. Fleiri hava eisini
longu spurt, hvussu verður.
Hvørja avgerð starvs-
fólkini enn fara at taka við-
víkjandi jólunum, verður
heimið kortini ikki heilt aft-
urlatið. Tey flestu fara
heim, men hini kunnu vera
har, og tey, sum koma
ambulant, kunnu eisini gera
hetta um jólini. Fólkini fáa
bara ikki somu viðgerð sum
annars. Eingin verður settur
á dyr á jólum. Letur aftur,
verður tað bara sjálvar jóla-
dagarnar. Heimið letur so
uppaftur nýggjársdag.
randi
Sólborg Dulavík hevur higartil mangan tikið ímóti fólki, sum í ringum standi eru komin at
biðja um hjálp. Hetta hevur Blákrossheimið gjórt, sjálvt um herbergi ikki er longur á
Blákrossheiminum
Jannet Jacobsen stendur fyri handlinum. Hon væntar at fáa fleiri vørur heim í dag, og í
næstu viku kemur eisini meira
Nýggjur klædnahandil
Handilin Lucas í Bringsnagøtu í Havnhevur fjøl-
broytt úrval av konufólkaklæðum og gåvulutum
Seinasta leygardag læt
nýggjur handil upp í
Bringsnaggtu 19 í Havn.
Tað er í hølunum, har Skot-
ið áður var.
Handilin eitur Lucas og
selir ymisk konufólkaklæð-
ir, bæði til ungar og til-
komnar kvinnur. Gerandis-
klæðir eins og veitsluklæð-
ir. Bundin plagg og seymað
plagg. Eisini ymist, sum
hoyrir til, belti, sokkar,
turriklædi o.tl.
Handilin selir eisini gávu-
lutir og skreytlutir av yms-
um slagi, kurvalutir, papp-
irsvørur 0.3.
Onkur hevur Givad hug at
spyrja, hvi handilin eitur
Skótar Selja
í Kollafirði
KFUm-skótarnir selja í
dag
jølaprydislutir í
Missiónshúsinum
Skótarnir um alt landið
eru virknir nú upp undir
jól.
I Kollafirði fara
Lucas. Taðer ikki av tilvild.
Handilin er bara fyribils í
Bringsnagøtu. Ætlanin er at
flyta niðan í býin, í Lucas
Debesargøtu, harav navnið.
Lucas hevur opið van-
ligar dagar frå kl. 9.30 til
17.30. Friggjakvøld er opið
ulkl. 19.00, og leygardag til
kl. 14.00.
randi
KFUM-skØtarnir í dag
kl. 15.00 at hava utsølu í
Missiénshusinum.
Har fara skótarnir at
selja — jOlaprydislutir,
sum teir hava evnad til
saman vid leiðarum og
foreldrum sínum. Utsøl-
an er til frama fyri skóta-
virksemið.
I sambandi við utsøl-
una hava skótarnir eisini
køku- og mattombola.