Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-12-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. desember 1991síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

KO Nr. 229 — 7. desember 1991 Fólkatónleikur frå Plátufelagnum TUTL Súlusker Plátufelagið TUTL hevur givið út eina plátu við bólkinum »Suleskær«. Tey spæla spælimanna- tónleik »from the North«. Bólkurin, sum heldur til í Norðurjútlandi, vitjaði Feroyar á fólkatónleika- stevnuni í summar. Niels Bo Vogensen úr Vági og Ívar Bærentsen úr Havn eru millum lut- takararnar. Breðurin Jens og Eskil Romme eru eisini við. Eskil hevur spælt í jazz-rockbólkinum Kræk- lingar síðani 1977. »Suleskær« fæst sum LP og MC og kostar 110 kr. Tutl hevur givið út í alt 37 plátur og áðrenn 3 mánaðir = eru gingnir, verður talið 40. Um alt gongur væl, koma í næstum: »Allar Ættir« við Holger Lau- mann og Plúmm (jazz LP CD), og »Åvaringar« við floytuspælaranum Ernst Dalsgarð (klassisk CD). SULESKÆR MUSIC FROM THE NORTH BRÁ 10 år Tidarriti BRÅ hevur nå tiggju år å baki, og nr. 17 er júst komið. Feroyski-norðurlendski dåmurin er greiður. Fyrst av ellum at nevna eru yrkingar eftir William Heinesen og ein til hans- ara eftir Torgeir Torgeirs- son. Har er ein nýggj yrking eftir Guðrið Helmsdal og yrkingar eftir Edith Sødergran, sum Ebba Hentze hevur týtt. Harafturat prentar Brá tær fyrstu yrkingar- nar á føroyskum eftir unga svenska skaldið Annu Mattson. Finska Rosa Liksom er umboðað við søguni »Gloymda kor- terid« og Gustaf Frøding við eini yrking um ein prest. Umframt yrkingar hev- ur Anna Mattson eisini skrivað eina forvitnisliga grein um hugtakið »kvinnubékmentir«. Høgni av Heidi hevur skrivað åhugaverda grein sum hann kallar >Í Guds navni<. Hon snýr seg um Jóhannesar opinbering og greiðir m.a. frá talinum skrivar hann um tað, sum Janus Djurhuus skrivaði á donskum. Tveir tekstir lýsa føroy- ingin burturi og heima. Annar er eitt bræv frá Leyvoy Joensen, sum lesur í New York. Hin teksturin er brot úr eini skaldsegu eftir ameri- kanskan hevund um ein ungan fólkalívsfreðing, sum býr í Skopun eitt skifti. Ummælini eru átta í tali, og ummældu bekur- nar í nr. 17 eru bókin um Mikines, Kirkjubøar- stólarnar og Kirkjubøur, Mín fyrsta nótalæra, Gráa dunna, Kálvamuan og Lambamæið, Rossini á Skoradali, Tú upphavsins heimur og Skuggar. Permumyndin er vatn- litsmynd eftir Súsan í Jákupsstovu. Í blaðnum eru tekningar eftir Tor- bjørn Olsen, William Heinesen, Óla Petersen, Rosu Liksom og Albrecht Dúrer. Brá nr. 17 er 84 blað- síður til steddar. Tað er sett, prentað og bundið inn í Havn og kostar 100 kr. í bókabúðunum. Hald- arar fi arritid fyri 90 i ræir hal boks 66, 110 Tórshavn. EFT, FEFE In 25 Nýtt jólaband við ymiskum sangbólkum Fyrr í vikuni kom út nýtt jólaband vid heitinum >Jóla- klokkur ringja<. Á bandinum eru 12 sangir, ið tíggju bólkar og einstaklingar syngja. Tá jólabond vanliga verða givin út, er ofta ein góð blanding av kendum og ókendum sangum at hoyra. So er eisini við hesum bandinum, ið eisini hevur sangir, hvers uppruni allur er føroyskur. Ein teirra er »Jesus vår frelsari«, ið Vagn Foldbo úr Leirvík hevur gjert orð og lag til. Annars eru sangirnir á bandinum hesir: Jólaklokkur ringja, Eitt lítið barn, Eg gleðist so hvert jólakveld, Jesus var borin, Jólaklokkan aftur ringir, Ljóma dýrdar fagra stjórna, Hirðarnir úr Betlehem, So milt lýsir stjørnan, Gleðinnar hátíð, Eitt fjós og ein krubba, og Eg standi tíni krubbu hjá. Bandið er tikið upp og er ljóðblandað í >Herpuljóð studio< í Runavík. Tónleikarar á bandinum eru Finn- bjørn Hansen, Sámal Kallsoy og Jóannes Johannesen. Kápumyndina hevur Martin Joensen gjert. Tað er >SELA< hjá Heimamissiónini, ið gevur hetta bandið út. Tað er at fáa um alt landið og kostar 120 kr. Lagt til rættis: Oddbjørg Poulsen Pætur og Andreas Hesir báðir vóru brødur. Teir hevdu avgjert at arbeiða saman. Teir hevdu eitt heilt vanligt arbeiði. Tá teir byrj- aðu henda dagin, roknaðu teir sjálvandi við, at hetta fór at vera sum ein annar vanligur arbeiðsdagur. Teir vóru fiskimenn. Í Føroyum eru nógvir raskir fiskimenn. Tað eru teir, sum við bát- um sínum koma til lands við fiski, og so verður hann hagreiddur og síðani seldur sum matvera. Fiskimenn hava tað ofta strævið. Teir mugu onkuntíð fara nógv fyrr upp enn vit onnur, tí tá ið tað er gott veður, mugu teir royna at fara út at fiska. Onkuntíð skrædna gernini, tá mugu teir betast. Sovorðnir fiskimenn vóru teir sum segan hjá okkum er um í dag. Teir stóðu og arbeiddu. Men tá kom Jesus framvið og segði hesi orðini við teir, sum eru í hesi gåtuni, sum eg havi gjørt til tykkara í dag. Tað sum Jesus bað teir um at gera, vildu teir fegnir — beinanvegin. Hesin arbeiðsdagurin var ikki sum hinir, tí Jesus var komin framvið. Royn og skift um upp á bókstavirnar í fisk- unum, so fært tú at vita, hvat Jesus segði við Pætur og Andreas.