leygardagur 7. desember 1991síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16
Olavur Klakk, sjónvarpshyggjari í Klaksvík:
SVF er hert
fyri Havnina
»So skjótt sum nakað hendir i Havn, rennir al-
menna sjónvarpið á leistum, men talka vit úti á
by gd okkum saman um okkurt tiltak, kvettir ikki
úr sjónvar pinum, « sigur Olavur Klakk, sjón-
varpshyggjari í Klaksvík, sum hevur sterkar at-
finningar móti SvF
>Ég skilji væl, at fólk úti
um landið onkuntíð eru
eitt sindur kedd av, at
teirra øki er undirum-
boðað í tí, sjónvarpið
sendir, og at tað mesta
av senditilfarinum er úr
Havnini. Men hesum
vita vit av, sjålvt um vit
ikki fegnast um, at so
er!<
Hóast Sjónvarp Føroya er
og vanliga verður uppfatað
sum ein almennur stovnur,
so eru ikki øll, ið hava ta
fatan, at føroyska sjón-
varpið er so alment, sum
navnið leggur upp tl.
>Nú hóskvgldið, tå eg
hugdi at tíðindasendingini,
tók eg ta stødu, at nú
kundi vera nóg mikið,<
sigur Ólavur Klakk. »Eg
havi i ikki so stutta tid lagt
til merkis, at sjónvarpið er
bert fyri Havnina og tað
fólk, ið har býr. Fara teir
útum Havnina, so er tað
ikki longri enn inn á Sund,
um tað er so frægt<
Olavur Klakk vísir á, at
tað, sum hevur fingið hann
upp at kóka, var drúgva
umrødan av sjónleikinum
>Og soleiðis gongur tíðin
.. eisini hann«, sum verð-
ur spældur í Havn nú um
dagarnar.
Árni Gregersen, programleiðari, SvF:
Arheiða hart
vid betringum
Hetta er vidmerkingin
frå programleidaranum å
sjónvarpinum, Arna Gre-
gersen, til tað, sjónvarps-
hyggjarin Oavur Klakk
førir fram her í blaðnum i
dag.
>Tað ber illa til hjá okk-
um at fylgja eins væl við
uttanfyri Havnina, sum í
Havnini, og er hetta ein
spurningur, sum snýr seg
um fólk, tíð og pengar,<
sigur Arni Gregersen. »At
gera nakað úti á bygd
krevur ofta meira, meðan
tað er rættiliga lætt at
koma til tilfarið, sum er í
Havnini av teirri einføldu
grund, at tað er her, sjón-
varpið húsast.<
Upprunaleikur
- Samstundis vísir pro-
gramleiðarin á, at tað í
hesum nevnda førinum
við sjónleikinum »Og
Ikki kvett úr SvF
>Nú hava vit her norðuri
spælt sjónleikin >Loppu-
skriði<, men ikki eitt orð
hevur verið nevnt um hetta
í sjónvarpinum, og kvívík-
ingar hava eisini spælt
sjónleikin >Kjerlighoyt —
men ongar hosur<, uttan
hosur<, uttan at sjónvarpið
hevur latið hoyrt frá sær,«
sigur Ólavur. >Sjálvur
havi eg í mong ár verið
við til at leggja mong
tiltøk til rættis saman við
ødrum, men tað vísir seg,
at tað bert er sovorðið, ið
gongur fyri seg í Havnini,
sum av sjónvarpinum
verður hildið at hava
almennan áhuga.<
Hóast Ólavur Klakk upp
til fleiri ferðir hevur gjørt
vart við seg og biðið sjón-
varpið taka sær av ti, ið
hendir á bygd eisini, er tað
sum at sletta vatn á gás:
soleiðis gongur tíðin ...
eisini hann<, sum verður
spældur í Havnini, er
galdandi, at hetta er ein
nýggjur førcyskur
upprunaleikur, sum verður
spældur fyri fyrstu ferð.
Aftrat ti var tað ikki
sjónvarpið sjálvt, ið tók
stig til at gera nakað burt-
urúr leikinum, men var
talan um eina innbjóðing
til tíðindafund, sum varð
lagdur soleiðis til rættis, at
sjónleikararnir enntá tóku
sær tíð at framføra part av
honum í arbeiðstíðini, so
fjølmiðlarnir kundu fáa
sínar myndir.
Arbeida við ti í løtuni
»Og i einum slikum føri
Nr. 229 — 7. desember 1991
»Fyri mær vísir tað seg
soleiðis, at so skjótt sum
hendingarnar og tiltøkini
eru uttan fyri Havnina, so
verður hetta av sjónvarp-
inum mett sum tann beri
ússaligi bygdamentalitetur
og lokalpatriotisma,< sigur
hann.
>Tá vit so sama kvøld,
sum sjónvarpið fortelur
um, hvussu mong tey eru,
ið hyggja, júst hálar Havn-
ina úr trunkanum og bert
umtalar hana í hesum aktu-
ella førinum, so dugi eg
ikki at síggja tað gørvísi,
enn at hetta er berur illvilji
móti tí partinum av land-
inum, sum nú einaferð
ikki liggur í Havn, hóast
vit trúðu, at Sjónvarp
Føroya á onkran hátt
merkti, at talan var um eitt
føroyskt sjónvarp fyri øll í
Føroyum.«
hj.
haldi eg, at eingin kann
siga okkum ringar fyri at
gera nakað vid tað,< sigur
Árni.
„Men sum sagt eru vit
greiðir yvir, at vit áttu at
verið meira úti um okkum
aðrastaðni enn í Havnini,
og tað er eisini okkara
mál. Eg kann leggja aftrat,
at vit í løtuni arbeiða sera
hart við at fáa hesi viður-
skifti upp á pláss, so bygd-
irnar koma meira við, og
hyggjarar í øllum herðas-
hornum kundu kalla Sjón-
varp Føroya fyri sítt sjón-
varp, og ikki bert sjón-
hj.
Georg Eystan Á svarar Gisla Rasmussen aftur:
Tak alt aftur í teg
LT-STudio vil ikki hava sitandi á sær, at skula skylda Áhugafel-
agnum hjá F øroyska Fótbóltslandsliðnum 115.000 krónur fyri
bandið 'Vit herja á'. »Hetta er stórlygn, og tað kunnu vit skjal-
prógva,< sigur Georg Eystan Á
Í hósdagsblaðnum skrivar
Sosialurin um pengarnar,
ið Ahugafelagið hjá Før-
oyska Fótbóltslandsliðn-
um savnaði saman til
landsliðið, og í práuð kom
í hesum sambandi inná
bandið “Vit herja á", sum
varð útgivið fyri at fá
pengar til vega til enda-
málið.
>Tær grovu skuldset-
ingar, Gisli Rasmussen
har setir fram ímóti mær
og LT-Studio, kann eg
ikki bara lata framvið
uttan viðmerkingar,< sigur
Georg Eystan Á við
Sosialin. >At Gisli
Rasmussen skal hava
stevnt mær, kenni eg
einki til, og krevji eg, at
hann etur orð síni í seg
aftur, tí annars verður
hann sjálvur stevndur fyri
ærumeiðing og misrekl-
amu av LT-Studio.«
Stórlygn
Georg Eystan Á sigur,
at tað, Gisli Rasmussen
sigur við Sosialin um, at
LT-Studio skal skylda
áhugafelagnum 115.000
krónur, ikki er í tráð við
sannleikan:
>Hatta er stórlygn, og
kann tað skjalprógvast.
Nakað annað er so, at
nakrar av bandsølunum
runt landið ikki enn hava
goldið falna skuld,< sigur
hann. >Aftrat tí kann eg
eisini siga, at um Gisli
hevði hildið seg langt frá
hesi bandsølu, kundi LT-
STudio møguliga havt selt
fleirfalt av bondum, tí vit
hava m.a. eitt ómetaliga
gott sølunet, bæði her
heima, í Íslandi og aðra-
staðni.<
Einki uppskrúvað
Somuleiðis vísir Georg
Eystan Á á, at tosið um, at
rokningar fyri upptøkur
eru skrúvaðar upp igjøgn-
um, eisini er lygn.
>Sannleikin er tvørtur-
ímóti tann, at áhugafelag-
ið fekk eitt so gott tilboð
frá okkum, sum teir ikki
kundu fingið aðrastaðni,
og hendan sáttmála hevur
Gisli sjálvur skrivað undir,
og hann kunnu vit saktans
framleggja, skal brúk
verða fyri tí,< sigur Ge-
org, ið annars hevur hug
at finnast at blaðmann-
inum á Sosialinum, sum
hann sigur átti at vita bet-
ur, hvussu keðilig slík
skriving kann vera fyri
føroyska tónleikalívið,
sum frammanundan ikki
hevur bestu kor at liva
undir.
Einki blaðtjak
>Men sum sagt, so haldi
eg tað vera best, at Gisli
tekur alt í seg aftur, tí vit
Georg Eystan Á
kunnu nevniliga skjal-
prógva alt tað, sum er
millum okkum í hesum
máli, og tað eru prógv,
sumvísa gllum aftur, sum
hann førir fram,< endar
Georg Eystan Á, sum
eigur LT-Studio.
»Eg ætli mær ikki út í
nakað blaðtjak, men tá
slíkir skeivleikar verða
førdir fram, vil eg hava
loyvi at afturvisa teimum,
ti so leingi sum eg havi
min rygg frian, beri eg
høvdid høgt.«
hj.